Epistil Paulusar ápostuls til Ephesararnar


1     I     2     I    3     I     4     I     5     I     6



KAPITUL 1

.
Paulus, ein ápostul Jesu Christs við Guðs vilja, til hinar heilagu sum eru í Ephesus, og til hinar trúføstu í Christi Jesusi:

2 Náði veri til tykkara, og friður, frá Guði Faðir várum, og frá Harranum Jesusi Christi.

3 Signaður veri Guð og Faðir várs Harra Jesu Christs, sum hevur signað okkum við øllum andligum signingum í himinskum plássum í Christi:

4 Samsvarandi sum hann hevur útvalt okkum í honum áðrenn grundlegging heimsins, at vit skuldu vera heilagir og uttan atfinning frammi fyri honum í kærleika:

5 Havandi fyritilætlað okkum til barna-ættleiðingina við Jesusi Christi hjá sær sjálvum, eftir góðtokka vilja síns,

6 Dýrdini av síni náði til prís, í hvørji hann hevur gjørt okkum góðtiknar í hinum elskaða.

7 Í hvørjum vit hava endurloysing ígjøgnum blóð hansara, fyrigeving syndanna, eftir ríkdómunum av hansara náði;

8 Í hvørji hann hevur verið ríkiligur mótvegis okkum í øllum vísdómi og skynsemi;

9 Tá ið hann hevði gjørt okkum kunnan loyndardóm vilja síns, eftir sínum góðtokka sum hann hevur avrátt í sær sjálvum:

10 At í trúarhúshaldinum av fylling tíðanna, hann mátti savna saman í eitt øll ting í Christi, bæði sum eru í himni, og sum eru á jørð; enntá í honum:

11 Í hvørjum eisini okkum hevur lutast arv, verandi fyritilætlaðir samsvarandi ætlan hansara sum virkar øll ting eftir ráðagerð egna vilja síns:

12 At vit skuldu vera dýrd hansara til prís, sum fyrst litu á Christ.

13 Á hvønn tit eisini litu, eftir at tit hoyrdu sannleiksorðið, gleðiboðskap frelsu tykkara: í hvørjum eisini, eftir at tit trúðu, tit vórðu innsiglaðir við hinum heilaga Anda av fyrijáttan,

14 Sum er pantur arvs okkara, inntil endurloysingina av keyptu ognini, dýrd hansara til prís.

15 Hvørsvegna eg eisini, eftir at eg hoyrdi um tykkara trúgv á Harran Jesus, og kærleika til øll tey heilagu,

16 Gevist ikki at veita tøkkir fyri tykkum, tá ið eg nevni tykkum í mínum bønum;

17 At Guð várs Harra Jesu Christs, Faðir dýrdarinnar, má geva tykkum anda vísdóms og opinberingar í kunnleikanum til hansara:

18 At eyguni á tykkara skili verða upplýst; at tit mega vita hvat er vónin av hansara kallan, og hvat ríkdómarnir av dýrdini av hans arvi í teimum heilagu eru,

19 Og hvør er avbæri mikilleikin av hansara kraft mótvegis okkum ið trúgva, eftir virkanini av hansara mektigu kraft,

20 Hvørja hann virkaði í Christi, tá ið hann reisti hann frá teimum deyðu, og setti hann við sína egnu høgru hond í teimum himinsku plássunum,

21 Langt omanfyri alt fúrstadømi, og vald, og mátt, og harradømi, og hvørt navn ið verður nevnt, ikki bert í hesi verøld, men eisini í teirri ið koma skal:

22 Og hevur lagt øll ting undir føtur hansara, og gav hann til at vera høvdið yvir øllum tingum til kirkjuna,

23 Sum er likam hansara, fyllin av honum ið fyllir alt í øllum.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 2

.
Og tykkum hevur hann livandigjørt, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum;

2 Hvarí, í farnari tíð, tit gingu samsvarandi tíðarhátti hesa heims, samsvarandi prinsinum av kraft luftarinnar, tí anda sum nú virkar í børnum ólýdnisins:

3 Hvørja millum eisini vit allir høvdu okkara levnað í farnum tíðum í girndum kjøts okkara, tá ið vit uppfyltu tráanir kjøtsins og hugans; og vóru av náttúru vreiðinnar børn, enntá sum aðrir.

4 Men Guð, sum er ríkur í miskunn, fyri sín mikla kærleika sum hann elskaði okkum við,

5 Sjálvt tá ið vit vóru deyðir í syndum, hevur livandigjørt okkum saman við Christi, (av náði eru tit frelstir;)

6 Og hevur reist okkum upp saman, og fingið okkum at sita saman í himinskum plássum í Christi Jesusi:

7 Fyri at hann í øldunum, koma skulu, mátti sýna hinar ovurhonds ríkdómarnar av síni náði í síni góðsku mótvegis okkum, ígjøgnum Christ Jesus.

8 Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv; og tað er ikki av tykkum sjálvum: tað er gáva Guðs:

9 Ikki av verkum, fyri at ikki nakar skuldi rósa sær.

10 Tí at vit eru handverk hansara, skaptir í Christi Jesusi til góð verk, sum Guð hevur frammanundan skipað fyri at vit skuldu ganga í teimum.

11 Hvørsvegna minnist til, at tit, sum í farnari tíð vóru Heidningar í kjøtinum, sum verða kallaðir Óumskering av tí sum verður kallað Umskering í kjøtinum, gjørd við hondum;

12 At á teirri tíð vóru tit uttan Christ, og vóru ókunnumenn frá borgaraskapi Ísraels, og fremmandir frá fyrijáttanarsáttmálunum, havandi onga vón, og uttan Guð í heiminum:

13 Men nú, í Christi Jesusi, eru tit, sum einaferð vóru langt burturi, gjørdir nær við blóði Christs.

14 Tí hann er friður okkara, sum hevur gjørt báðar til eitt, og hevur brotið niður skilnaðarmillumgarðin ímillum okkum;

15 Í at hann hevur avtikið í sínum kjøti fíggindskapin, enntá lógina av boðum ið vóru innihildin í fyriskipanum; fyri at gera í sær sjálvum úr tvinnum ein nýggjan mann, og soleiðis íbirti frið;

16 Og at hann mátti endursóna báðar við Guð í einum likami við krossinum, havandi dripið fíggindskapin harvið:

17 Og kom og prædikaði frið fyri tykkum ið vóru langt burturi, og fyri teimum ið vóru nær.

18 Tí at ígjøgnum hann hava vit, báðir partar, atgongd við einum Anda til Faðirin.

19 Tí eru tit nú ikki longur fremmandir og útlendingar, men samborgarar við teimum heilagu, og av Guðs húshaldi;

20 Og verða bygdir á grundvøll ápostlanna og prophetanna, meðan Jesus Christus sjálvur er høvuðs hornsteinurin;

21 Í hvørjum allur bygningurin, hóskiliga sampassaður, veksur at heilagum templi í Harranum:

22 Í hvørjum tit eisini verða bygdir saman til ein bústað Guðs ígjøgnum Andan.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 3

.
Fyri hesa grund er tað at eg, Paulus, fangi Jesu Christs fyri tykkum Heidningar,

2 Um tit hava hoyrt um trúarhúshald náðar Guðs, sum mær er givið mótvegis tykkum:

3 Hvussu ið við opinbering hann gjørdi mær loyndarmálið kunnugt; (sum eg skrivaði áður í fáum orðum,

4 Hvarvið, tá ið tit lesa, tit mega skilja mín kunnleika í loyndardómi Christs)

5 Sum í øðrum øldum ikki varð gjørdur mannasonunum kunnur, so sum hann nú er opinberaður hans heilagu ápostlum og prophetum av Andanum;

6 At Heidningarnir skuldu vera samarvingar, og av hinum sama likami, og luttakarar í hansara fyrijáttan í Christi við gleðiboðskapinum:

7 Hvarhjá eg varð gjørdur tænari, samsvarandi gávuni av náði Guðs, givin mær við virknaðarfullu virkanini av hansara kraft.

8 Mær, sum eri minni enn hin minsti av øllum heilagum, er henda náði givin, at eg skuldi prædika millum Heidningarnar hinar órannsakiligu ríkdómar Christs;

9 Og at fáa allar menn at sjá hvat er samfelag loyndardómsins, sum frá byrjan veraldarinnar hevur verið fjaldur í Guði, sum skapti øll ting við Jesusi Christi:

10 Til ta ætlan at nú, fyri fúrstadømunum og máttunum í himinskum plássum, mátti verða kunnur við kirkjuni hin margfaldi vísdómur Guðs,

11 Eftir hini ævigu fyriætlanini sum hann fyriætlaði í Christi Jesusi Harra várum:

12 Í hvørjum vit hava dirvi og atgongd við treysti av trúgv hansara.

13 Hvørsvegna eg trái at tit ikki falla í fátt yvir mínar trongdir fyri tykkum, sum er tykkara dýrd.

14 Fyri hesa grund boyggi eg míni knø fyri Faðir várs Harra Jesu Christs,

15 Frá hvørjum heila familjan í himni og á jørð verður nevnd,

16 At hann vildi veita tykkum, eftir ríkdómunum av síni dýrd, at verða styrktar við mátti av sínum Anda í hinum innara manni;

17 At Christus má búgva í tykkara hjørtum við trúgv; so at tit, verandi rótfestir og grundfestir í kærleika,

18 Mega vera førir fyri at fata við øllum heilagum hvat er breiddin, og longdin, og dýpdin, og hæddin;

19 Og at kenna Christi kærleika, sum fer framum kunnleika, fyri at tit máttu verða fyltir við allari fylli Guðs.

20 Men honum sum er mentur at gera avbera ríkiliga uppum alt sum vit umbiðja ella hugsa, eftir kraftini sum virkar í okkum,

21 Honum veri dýrd í kirkjuni við Christi Jesusi, út ígjøgn allar øldir, verøld uttan enda. Amen.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 4

.
Eg tessvegna, fangi Harrans, bøni tykkum, at tit gangi verdigir teirri innkalling sum tit eru kallaðir við,

2 Við øllum lítillæti og spakføri, við langmóði, so at tit bera yvir við hvør øðrum í kærleika;

3 Og stremba eftir at varðveita einleika Andans í bandi friðarins.

4 Tað er eitt likam, og ein Andi, júst eins og tit eru kallaðir í einari vón av tykkara kallan;

5 Ein Harri, ein trúgv, ein dópur,

6 Ein Guð og Faðir alra, sum er omanfyri allar, og gjøgnum allar, og í tykkum øllum.

7 Men einum og hvørjum av okkum er náði givin, eftir málinum av gávu Christs.

8 Hvørsvegna hann sigur, Tá ið hann steig upp til hæddar, leiddi hann fangaskap til fanga, og gav monnum gávur.

9 (Men at hann steig upp, hvat er tað uttan at hann eisini steig niður fyrst, inn í lægru partar jarðarinnar?

10 Hann ið steig niður, er hin sami sum eisini steig upp, langt uppum allar himnar, fyri at hann mátti fylla allar lutir.)

11 Og hann gav summar, ápostlar; og summar, prophetar; og summar, evangelistar; og summar, hirðar og frálærarar;

12 Fyri fullkomning hinna heilagu, fyri verk tænastunnar, fyri uppbygging likams Christs:

13 Til vit allir koma í einleika trúarinnar, og kunnleika Sonar Guðs, at fullkomnum manni, til vakstrarmálið av fylli Christs:

14 So at vit hiðanífrá veri ikki longur børn, syftir higar og hagar, og bornir um við hvørjum doktrinu vindi, við falslótum manna, og snúnari snildi, sum teir liggja á lúri við fyri at villa;

15 Men, talandi sannleikan í kærleika, mega vaksa upp inn í hann í øllum lutum, sum er høvdið, enntá Christus:

16 Frá hvørjum alt likamið, tætt samanfelt og knýtt saman við tí sum hvør liður veitir, eftir virknaðarfullu virkanini í mátinum hjá hvørjum parti, ger øking av likaminum til uppbyggingina av sær sjálvum í kærleika.

17 Hetta sigi eg tí, og vitni í Harranum, at tit hiðanífrá gangi ikki sum aðrir Heidningar ganga, í fáfongdini av sínum huga,

18 Sum hava vitið myrkjað, og eru firraðir frá Guðs lívi ígjøgnum fákunnuna sum í teimum er, vegna blindleikan av teirra hjarta:

19 Sum eru farnir framvið kenslu, og hava givið seg yvir til skendsku, til at virka alla óreinsku við grádugleika.

20 Men tit hava ikki soleiðis lært Christ;

21 Um so veri at tit havi hoyrt hann, og eru vorðnir lærdir av honum, sum sannleikin er í Jesusi:

22 At tit latast úr viðvíkjandi tí fyrra levnaðinum hin gamla mannin, sum er spiltur eftir tølandi lystunum;

23 Og verða endurnýggjaðir í anda huga tykkara;

24 Og at tit latast í hin nýggja mann, sum eftir Guði er skaptur í rættvísi og sonnum heilagleika.

25 Hvørsvegna leggjandi av at lúgva, so tali ein og hvør sannleika við sín næsta: tí vit eru limir hvør hjá øðrum.

26 Verðið firtnir, og syndið ikki: latið ikki sólina fara niður yvir tykkara vreiði:

27 Gevið ikki heldur pláss fyri djevlinum.

28 Hann, ið stjól, stjali ikki longur: men heldur strevi hann, og virki við sínum hondum tað sum er gott, at hann má hava til at geva honum ið tørvar.

29 Latið einkið spilt samskifti ganga út úr tykkara munni, men tað sum er gott til uppbyggiliga nýtslu, fyri at tað má tæna hoyrarunum náði.

30 Og gerið ikki Guðs heilaga Anda sorg, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin.

31 Latið allan beiskleika, og vreiði, og firtni, og ólátaskap, og ónda talu, verða koyrd burtur frá tykkum, saman við øllum illvilja:

32 Og verið blíðir hvør móti øðrum, eymhjartaðir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, júst eins og Guð fyri Christi skyld hevur fyrigivið tykkum.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 5

.
Verið tí Guðs eftirfylgjarar, sum kær børn;

2 Og gangið í kærleika, eins og Christus eisini hevur elskað okkum, og hevur givið seg fyri okkum sum offurgávu og eitt sláturoffur til Guðs, til ein søtt angandi royk.

3 Men siðloysi, og øll óreinska, ella ágirnd, latið tað ikki eingong verða nevnt tykkara millum, sum tað sømir heilagum;

4 Ikki heldur óreinska, ella býttislig tala, ella leyslátað skemting, sum eru ikki sømilig: men heldur takkarveitan.

5 Tí hetta vita tit, at eingin horkallur, ella óreinur persónur, ella havisjúkur maður, sum er ein avgudadýrkari, hevur nakran arv í kongadømi Christs og Guðs.

6 Latið ongan villleiða tykkum við fáfongdum orðum: tí fyri hesar lutir kemur vreiði Guðs yvir børn ólýdnisins.

7 Verið tí ikki luttakarar við teimum.

8 Tí at tit vóru einaferð myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum: gangið sum børn hjá ljósi:

9 (Tí at frukt Andans er í allari góðsku og rættvísi og sannleika;)

10 So at tit royna hvat er Harranum góðtakiligt.

11 Og havið einkið samfelag við ófruktsomu verkini av myrkri, men heldur írættasetið teir.

12 Tí at tað er skomm sjálvt at tala um tey tingini sum verða gjørd av teimum í loyndum.

13 Men øll ting, sum verða írættasett, verða gjørd eyðsýnd av ljósinum: tí hvatsumhelst ger eyðsýnt, er ljós.

14 Hvørsvegna hann sigur, Vakna tú sum svevurt, og rís upp frá deyðum, og Christus skal geva tær ljós.

15 Síggið tá til, at tit gangi umhyggjuligani, ikki sum dárar, men sum vísir,

16 So at tit leyskeypa tíðina, tí at dagarnir eru óndir.

17 Hvørsvegna verið ikki óvísir, men skiljið hvat Harrans vilji er.

18 Og verðið ikki druknir við víni, sum ólátaskapur er í; men verið fyltir við Andanum;

19 So at tit tala til tykkara sjálvs við psálmum og lovpsálmum og andligum songum, og syngja og leika eitt lag í tykkara hjørtum fyri Harranum;

20 Og altíð veita tøkkir fyri allar lutir til Guðs og Faðirin í navni várs Harra Jesu Christs;

21 Og undirgevið tykkum hvør fyri øðrum í ótta Guðs.

22 Tit konur, undirgevið tykkum tykkara egnu monnum, eins og Harranum.

23 Tí at maðurin er høvur konunnar, júst eins og Christus er høvur kirkjunnar: og hann er frelsari likamsins.

24 So sum tí kirkjan er undirgivin Christi, soleiðis veri konurnar fyri sínum egnu monnum í øllum tingum.

25 Tit menn, elskið konur tykkara, júst eins og Christus eisini elskaði kirkjuna, og gav seg sjálvan fyri hana;

26 Fyri at hann mátti halga og reinsa hana við tváanini av vatni við orðinum,

27 So at hann kundi seta hana fram fyri seg sum eina dýrdsama kirkju, sum ikki hevur blett, ella rukku, ella nakað tílíkt; men at hon skuldi vera heilag og uttan lýti.

28 Soleiðis áttu menn at elska sínar konur sum síni egnu likam. Hann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.

29 Tí at eingin nakrantíð enn hataði sítt egna kjøt; men nørir og fjálgar um tað, júst eins og Harrin ger við kirkjuna:

30 Tí vit eru limir av hansara likami, av hansara kjøti, og av hansara beinum.

31 Av hesi grund skal maður fara frá faðir sínum og móður, og skal verða sameintur konu síni, og tey tvey skulu vera eitt kjøt.

32 Hetta er ein mikil loyndardómur: men eg tali viðvíkjandi Christi og kirkjuni.

33 Ið hvussu er, lat so ein og hvønn av tykkum fyri seg soleiðis elska konu sína, enntá sum seg sjálvan; og konan síggi til, at hon virði mann sín.


↑ upp


.
.
.
.
.
KAPITUL 6

.
Tit
børn, aktið tykkara foreldur í Harranum: tí hetta er rætt.

2 Æra faðir tín og móður tína; (sum er tað fyrsta boðið við fyrijáttan;)

3 Fyri at tær má væl vita við, og tú mást liva leingi á foldum.

4 Og tit fedrar, eggið ikki tykkara børn til vreiðis: men alið tey upp í uppfostran og formaning Harrans.

5 Tit tænarar, verið lýdnir móti teimum sum eru tykkara meistarar eftir kjøtinum, við ótta og bivan, í einfaldni hjarta tykkara, sum fyri Christi;

6 Ikki við eygnatænastu, sum manntoknarar; men sum Christi tænarar, gerandi Guðs vilja frá hjartanum;

7 Og við góðum vilja gerið tænastu, sum fyri Harranum, og ikki fyri monnum:

8 Vitandi, at hvatsumhelst gott nakar ger, tað sama skal hann fáa frá Harranum, hvørt hann veri seg trælur ella frælsur.

9 Og tit meistarar, gerið teimum tey somu tingini, og latið vera við at hótta: vitandi, at tykkara Meistari eisini er í himni; eiheldur er persónsmetan hjá honum.

10 At enda, mínir brøður, verið sterkir í Harranum, og í kraftini av hansara mátti.

11 Latið tykkum í allan Guðs herbúnað, so at tit mega vera førir fyri at standa ímóti snildarbrøgdum djevulsins.

12 Tí vit berjast ikki ímóti kjøti og blóði, men ímóti fúrstadømum, ímóti máttum, ímóti stjórnarunum av myrkrinum av hesi verøld, ímóti andligari vondsku í høgum plássum.

13 Hvørsvegna takið at tykkum allan Guðs herbúnað, so at tit mega vera førir fyri at standa ímóti á tí ónda degnum, og tá ið tit hava gjørt alt, at standa.

14 Standið tí, og havið tykkara lendar umgirdar við sannleika, og verið í bróstbrynju rættvísinnar;

15 Og tykkara føtur skøddar við tilbúgvingini til gleðiboðskap friðarins;

16 Framum alt, takið trúarskjøldurin, sum tit skulu vera førir fyri at sløkkja allar hinar eldsligu ørvar hins illa við.

17 Og takið hjálm frelsunnar, og svørð Andans, sum er Guðs orð:

18 Biðjandi altíð við allari bøn og áheitan í Andanum, og vakandi harat við øllum úthaldni og umbønan fyri øllum heilagum;

19 Og fyri mær, at mæli má verða givið mær, at eg má djarvliga lata upp mín munn, at gera kunnan loyndardóm gleðiboðskaparins,

20 Fyri hvønn eg eri umboðsmaður í bondum: at í honum eg má tala djarvligani, so sum eg átti at tala.

21 Men fyri at tit eisini mega vita míni viðurskiftir, og hvussu mær veit við, skal Tykíkus, ein elskaður bróðir og trúfastur tænari í Harranum, gera kunn fyri tykkum øll ting:

22 Hvønn eg havi sent til tykkara fyri hetta sama endamál, at tit máttu kent okkara viðurskiftir, og at hann mátti troystað tykkara hjørtu.

23 Friður veri til brøðurnar, og kærleiki við trúgv, frá Guði Faðir og Harranum Jesusi Christi.

24 Náði veri við øllum teimum ið elska váran Harra Jesus Christ í falsloysi. Amen.

¶ Skrivaður frá Róm til Ephesararnar av Tykíkusi.


↑ upp