Hini 7 krøv Guðs viðvíkjandi elstum, í Titus. 1:5-6


Meinigheitirnar í dag tykjast ætla at stýra sær sjálvum eftir reglum, sum tær sjálvar finna uppá sum best ber til, og so sum best hóskar endatíðar-tíðarandanum.  Man uppførir seg sum um man ongar reglur hevur fingið frá Guði.  Guð hevur hinvegin í orði sínum givið okkum long stykkir sum siga okkum heilt greitt, enntá í punkt-formi, hvørji krøv Guð setur til sínar hirðar, samkomutænarar og elstaráð.

Guðs meinigheit í hesi síðstu tíð núverandi hevði gjørt væl í at givið Guðs orðum um hesi viðurskiftir gjølla gætur, tí Guð meinar altso hvørt orð hann sigur; (sí Nummur 4:2 ; Jeremiah 26:2 ; Matth. 24:35 ; Titus 1:2).


5  Fyri hesa grund læt eg teg eftir á Cretoy, at tú skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar í hvørjum staði, eins og eg hevði fyriskipað tær:
6 Um nakar veri ólastandi, ektamaðurin hjá éinari ektakonu, havandi trúføst børn – ikki ákærd fyri óryggjuskap ella óstýrlig.
(Titus 1:5-6)


  1. Elstir verða innsettir av monnum í myndugleika
    (Bert Paulus (stovnarin av meinigheitini) og Timotheus (tann setti hirðin í meinigheitini) høvdu myndugleika at innseta elstar
    .. Fyri hesa grund læt eg teg eftir á Cretoy, at tú skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar  (v. 5)


  2. Uttan elstar høvdu lutir verið vantandi í meinigheitunum
    .. skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar  (v. 5)


  3. Ein elsti eigur at vera ólastandi
    .. Um nakar veri ólastandi,  (v. 5)


  4. Ein elsti eigur at vera ektamaðurin hjá éinari ektakonu
    .. ektamaðurin hjá éinari ektakonu,  (v. 5)
    (Hetta útilokar kvinnuligar elstar, tí hvør kvinna er ektamaðurin hjá einari ektakonu?.)


  5. Børnini hjá einum elsta eiga at vera trúføst
    .. havandi trúføst børn ..  (v. 6)


  6. Børnini hjá einum elsta mugu ikki vera ákærd fyri óryggjuskap
    .. ikki ákærd fyri óryggjuskap ..  (v. 6)


  7. Børnini hjá einum elsta mugu ikki vera óstýrlig
    .. ella óstýrlig.  (v. 6)