35 Bíbliuligar & gudligar & rættar grundir fyri hví Hin Heilaga Bíblia hevur og eigur at hava ein kallkyns-yvirráðandi málbúna


  1. Av tí at flestøll tey klassisku, fornu og gomlu málini høvdu kallkynið sum grundlið, ikki hvørkikynið. Hetta er enn livandi í íslendskum, og var enn í enskum í 1600-talinum, har “man” var grundliðið.

  2. Av tí at nú grundliðið í King James Bíbliuni er “man”, ikki “people”, er tað rætt at brúka “teir” og ikki “tey”, tí “teir” vísir aftur til “menn” á føroyskum, júst sum “they” vísir aftur til “men” á enskum. Orðið “tey” hevði ikki víst aftur til “menn”. Reyðu sokkarnir mugu so bara í klor. Sorry!

  3. Íslendskt, sum er tað best varðveidda málið av okkara felags norrønu rót, brúkar kallkynið, ikki hvørkikynið, í øllum setningsbygnaði. Hetta sæst í øllum íslendskum Bíblium frá 1584-2008. Men í dag hava innsníktu reyðsokka-skrattarnir eisini fingið førkað íslendsku bíbliuna. (Eg havi so skrivað til og tosað við tveir pastorar og leiðarar í størstu fríkirkjunum í íslandi og biðið teir kvett ALT samand við “prestar”, og teirra “bíbliur” úr Alexandriu, og bara taka og týða King James Bíbliuna beinanvegin, og halda teir “geistligu” av pávanogtil uttanfyri!).
    Dømi 1: Rom. 5:1: Réttlættir fyrir trú höfum vér því frið við Guð…
    Dømi 2: Matt. 14:21: En þeir, sem neytt höfðu, voru um fimm þúsund karlmenn, auk kvenna og barna.
    ( Íslendingar telja enntá við kallkyninum, Einn, tveir, þrír, fjórir, fimm, .. )


  4. Gamalt føroyskt mál var kallkyns-yvirráðandi. Gomul føroysk orðtøk eru øll við “maður” sum grundlið, ongantíð “fólk”, ella “menniskja”, ella “tey”. Tí eitur tað “teir”, ikki “tey”, tá ið tú vísir aftur til grundliðið.

    Dømi:
    Latur er hann, ið lognina lastar
    Maður eigur at verða føddur og ikki gøddur
    Maður er mans gaman
    Maður kemur í mans stað
    Mangur er deyðs mans arvingi og ikki er deyðs mans bróðir
    So argast hvør, sum hann eldist
    Tjóvur trýr, at hvør maður stjelur
    Tungt er gamla manna fall
    Knívleysur maður er lívleysur
    Ungur nemur, gamal fremur
    Ymiskt er mansins tykki
    Ymiss er mansins eydna
    Tað blíðkar fyri hugaðum monnum
    Tað, ið ungur nemur, hann gamal fremur
    Teir byggja land, ið liva.

    Um reyðsokkurin finnur 1, ella 2 við “tey”, ella “tær”, ja so eru tey yngri enn 1950 (tá ið alt fór vríggjandi eftir liðini til helvitis við Elvis. Og um tað eri eg púra vísur!)


  5. Lesarin verður støðugt mintur á Bíbliunnar heilnomu læru um, at maðurin er yvir konuni í øllum lutum. (1. Cor. 11:3; Eph. 5:24 FKJ)


  6. Dagsins sokallaða javnstøðusamfelag er nakað spildurnýtt, sum Guð IKKI hevur sent, men Satan; hvat eisini ávøkstirnir av tí so klárt bera boð um.

  7. Av tí at javnstøða og kvinnu-yvirráðan er óbíbilskt, ja sataniskt, og eigur at vísast staðiliga aftur við heilnomum orðum. Konur eiga at vera undirgivnar (lýdnar) monnum sínum í øllum lutum (Eph. 5:24 FKJ).

  8. Vil nakar Jezabels-persónur andmæla, so merkir maður í grundini eisini menniskja, men í fyrsta lagi maður; júst sum eisini raðfylgjan í Guðs skapan var.

  9. Av tí at meinigheitirnar í dag eru vorðnar sjúkar Jezabels-meinigheitir gjøgnum kvinnu-yvirráðan, sum er óbíbilskt, og mugu tí lata seg vaska við Guðs orði.

  10. Tá ið tað stendur, at Jesus talaði við fólkið (hvørkikynsorð) ella mannamúgvuna (kvennkynsorð), tá er “tey” nýtt. Hetta er rætt og logiskt.

  11. Har tað ikki verður uppgivið, hvør ávarpaður verður, er “teir” nýtt; hetta av tí at Guð skapaði Adam at ráða og gav ikki Evu líkarætt við Adam, men segði við hana, at maðurin skuldi stjórna yvir henni. (Genesis. 3:16)

  12. Í brøvunum, har Paulus aloftast ávarpar brøðurnar; ongantíð systkinini, verður “teir” nýtt allan vegin ígjøgnum inntil nakað annað verður uppgivið. Hetta er rætt og logiskt.

  13. Av tí at hvørkikyns-málsnið endatíðarinnar frosksvølgjandi reyðsokka og gudloysinga signalerar høvdleysa javnstøðu, hvat IKKI er Guðs ordningur, eiheldur nakrantíð verður.

  14. Satan roynir í hesum endatíðardøgum at bróta niður mans-myndina, hetta fyri at bróta niður familjuna; hetta tí at fær hann brotið mans-myndina, so morlast alt, sum er undir manninum sundur, eisini. Javnstøðan er høvuðs-vápn Satans. Hon hoyrir ikki heima í Guðs orði, men man brátt smelta í brennandi hita og renna niður aftur í avgrundina, haðan hon so slímsliga kreyp upp.

  15. Av tí at Hin Føroyska King James skal vera rein, bein, og ósmittað av Guðs-avnoktandi, Guðs-fíggindarliga tíðarandanum og umboða Guðs óbroytiligu ordningar fyri einum rangvørgum heimi við fullari ferð á helvitisleið við umvending so dyggiliga fyri neyðini.

  16. At brúka eitt kallkyns-yvirráðandi mál í Bíbliuni er ikki burturvið, men sera rætt og í tráð við Guðs ordning og Guðs orð sum heild.
    – Eg og hús mítt vilja tæna Harranum..
    – Einarkonumenn..
    – Teir, sum vórðu mettaðir, vóru fimm túsund menn..
    – Konurnar skulu tiga í samkomuni..
    Leivdir frá einum 2000 ára gomlum lívsmynstri?
    Nei, bara tað, sum var frá skapanar morgni inntil fyri heilt kortum.
    – Men vit liva eisini í tí tíðini, sum skriftin samanber við Sodomu og Gomorrhu og dagar Nóah.
    Men á, hvat hetta eigur at svíða so annars tilforkitlaði oyru.


    Kallkyns-yvirráði og leiðsla er Guðs egni opinberaði vilji:

  17. Guð Faðir er kallkyn.

  18. Jesus Christus er kallkyn.

  19. Halgi Andin er kallkyn.

  20. Guð segði við Evu, at maðurin skuldi stjórna yvir henni. (Genesis. 3:16)

  21. Guð valdi sær Móses, ein mann.

  22. Guð bað Móses leggja hendur á Josjua, ein mann.

  23. Allir teir stóru prophetarnir í G.T. eru menn.

  24. Allir teir lítlu prophetarnir í G.T. eru menn.

  25. Fedrarnir, Ábraham, Ísaakur og Jákob, eru menn.

  26. Teir tólv ættarfedrarnir eru menn.

  27. Allir hinir tólv ápostlar Lambsins eru menn.

  28. Allir hinir sjeyti, sum Christus sendi út, vóru menn.

  29. Hinir sjey deknarnir, sum apostlarnir valdu í Gern. Apostlanna kap. 6, vóru allir menn.

  30. Guð sigur, at frálærarar í kirkjuni skulu vera menn, og konur skulu vera í friði.

  31. Allir biskupar (umsjónarmenn) hjá Guði eru menn, tí Guð sigur, at teir skulu vera einarkonu-menn.
    (uttan mun til broyttar reglugerðir, sum “øll” (ikki longur allir) hava skrivað undir).


  32. Allir deknar hjá Guði eru menn, tí Guð sigur, at teir skulu vera einarkonu-menn.
    (uttan mun til broyttar reglugerðir sum ófrelst, pátrúgvin kirkjuráð hava skrivað undir).


  33. Hinir hundrað og fýrati fýra túsund innsiglaðu Lambsins eru allir menn, tí tað stendur skrivað: Hesir eru teir hvørjir ei vórðu dálkaðir við kvinnum.

  34. Teir 24 elstu í himli eru allir menn.

  35. Guð brúkti 40 menn at skriva Bíbliuna.

    – Sig so “oy”, “au”, “ey” og spotta. Tað verður uppá tína rokning. Fakta er fakta, eisini í 2011.

    Guð gav hvørjum barni eina mammu, ikki nakrar sissy barnapeddagoggar!

    Guð sendi mannin til arbeiðis og kallar HANN forsyrgjaran, – ikki konuna! Hennara pláss var, er og verður heimið og børnini. Djevulin sendir í dag ígjøgnum almennar stovnar allar konur til arbeiðis, og blakar børnini á stovn, og tað KEMUR at enda GALIÐ!

    Lat so hvønn ein endatíðar tíðarandaríðandi reyðsokk spýggja handan devulin út úr sær og kenna sítt Guð-givna pláss!!

    Eg standi so við Guðs orð; við ella uttan Evu.

    Hvar standa tygum?