King James Bíblian er Bíblia Jesu Christs; hasar modernau eru bíbliur Anti-christs: heilt víst



Orðið, (sum tað í holdi-komna-Orðið),
– kemur fyri 7 ferðir í KJB & FKJ
– kemur fyri 6 ferðir í øllum perVersjónum Satans

1  Jóh. 1:1
2  Jóh. 1:1
3  Jóh. 1:1
4  Jóh. 1:14
5  I. Jóh. 1:1
6  I. Jóh. 5:7  (manglar í modernaum perVersjónum)
7  Opb. 19:13


Millumgongumaður
– kemur fyri 7 ferðir í KJB & FKJ
– kemur fyri 6 ferðir í øllum perVersjónum Satans

1  Gal. 3:19
2  Gal. 3:20
3  Gal. 3:20  (manglar í modernaum perVersjónum)
4  I. Tim. 2:5
5  Heb. 8:6
6  Heb. 9:15
7  Heb. 12:24


Eftir skipan Mel-chi´-sedec-s
– kemur fyri 7 ferðir í KJB & FKJ
– kemur fyri 6 ferðir í øllum perVersjónum Satans

1  Ps. 110:4
2  Heb. 5:6
3  Heb. 5:10
4  Heb. 6:20
5  Heb. 7:11
6  Heb. 7:17
7  Heb. 7:21  (manglar í modernaum perVersjónum)


Guðs bók: Jesus Christus 777
Satansa bøkur: Pávans anti-christus 666


Annað dømi:
Heilagi Andin, í I. & II. Pætur
– kemur fyri 7 ferðir í KJB & FKJ
– kemur fyri 6 ferðir í øllum perVersjónum Satans
(tí teir taka burtur orðini “gjøgnum Andan” í I. Pæt. 1:22)

  1. I. Pæt. 1:1
    (Heilagi Andin, sum halgar)
  2. I. Pæt. 1:11
    (Heilagi Andin, sum opinberari)
  3. I. Pæt. 1:12
    (Heilagi Andin, sum partnari í tænastu)
  4. I. Pæt. 1:22
    (Heilagi Andin, sum ger fruktirnar møguligar)
    (Manglar í modernaum perVersjónum)
  5. I. Pæt. 3:18
    (Heilagi Andin, sum livandiger)
  6. I. Pæt. 4:14
    (Heilagi Andin, sum hvílir uppiá okkum)
  7. II. Pæt. 1:21
    (Heilagi Andin, sum rørir við menn til at tala)

I. John. 4:2—3  FKJ 
2 Herav kenna tit Anda Guðs: Hvør andi, sum játtar, at Jesus Christus er komin í kjøtinum, er av Guði:
3 Og hvør andi, sum játtar ikki, at Jesus Christus er komin í kjøtinum, er ikki av Guði: og hetta er hasin andi antichrists, um hvønn tit hava hoyrt, at hann skuldi koma; og enntá nú longu er hann í heiminum.

 I. John. 4:2—3  KJB
2  Hereby know ye the Spirit of God: Every spirit that confesseth that Jesus Christ is come in the flesh is of God:
3  And every spirit that confesseth not that Jesus Christ is come in the flesh is not of God: and this is that spirit of antichrist, whereof ye have heard that it should come; and even now already is it in the world.

Orðini í feitum mangla í bíblium Dahls og Victors; og eru tær tí bíbliur anti-christs, ikki Jesu Christs.


Heilagi Andin hevur 7 atskildar gerningar í epistli Paulusar apostuls til Ephesaranna:

  1. Eph. 1:13
    Heilagi Andin innsiglar okkum
  2. Eph. 2:18
    Við Andanum hava vit atgongd til Faðirsins, gjøgnum Sonin
  3. Eph. 3:4-5
    Heilagi Andin opinberar okkum loyndardóm Christs
  4. Eph. 3:16
    Heilagi Andin styrkir okkara innara mann við mátti
  5. Eph. 5:9
    Heilagi Andin ger, at ávøkstur kemur í okkara lív
  6. Eph. 5:18
    vit kunnu verða fyltir við Heilaga Andanum
  7. Eph. 6:18
    Vit kunnu biðja í Andanum, (av tí at hann býr í okkum)

Eisini her dettur talið frá 7 niður til 6 í djevulsins bíblium úr Alexandriu (og tað íroknar altso báðar hinar føroysku), tí í Eph. 5:9 broyttu Origen, Clement, Philo & Co. Andans til ljósins.

King James Bíblian er GUÐS FULLKOMNA BÓK, tí Guð er FULLKOMIN, og hansara fullkomna tal er 7. Hetta sæst annars ígjøgnum alla Bíbliuna. Tal mansins er 6; 666 er tal djórsins, og tað er hann (pontiffurin í Vaticaninum), sum eigur hitt ovurhondsliga forfalskaða handritið Vaticanus, (Aleph), sum neo-alexandrianararnir dansa rundanum í dag. Eg dansi so ikki við teimum; nei, eg dansi við Guðs bók úr Antiochiu, førd víðari til Byzantium, endaliga fast-stoypt í Onglandi í King James Bíbliuni, A.V. 1611.

Ja, um eg so skal standa og step-dansa merkiligastu samblanding av polska og einsamallur í einum úrhorni við teirri røttu Bíbliuni, aleinaur í einingi, og so tørvist so krevjist, ja, svá veri.

Hvørjum dansar tú við?

6↓ ella 7↑?
666↓ ella 777↑?
Satans anti-christi: pávanum,  ella Guðs Christi: Jesusi Christi?

Eg dansi so við Guðs Christi, Jesusi Christi.  So, um tú ert ein pávans anti-christ, so brenn meg á báli bara beinanvegin.