Hví fara at týða King James Bíbliuna A.V. 1611 til føroyskt? Hava vit ikki longu tvær týðingar sum er, og arbeiðir ikki fyrrverandi bispur við eini aðrari? Verða so ikki heilar fýra bíbliur á føroyskum? Hvat skal tað til?
Jú, tá tú hevur sæð, at báðar tær núverandi føroysku bíbliurnar eru týddar eftir korruptu manuskriptunum hjá Westcott og Hort, og tá ið tú hevur sæð heilt klárt at tað finnast tvær linjur av bíblium, onnur rein og hin korrupt, og at King James Bíblian er týdd útilokandi eftir teirri reinu linjuni, so er bert eitt at gera, og tað er at fara í gongd. Eg haldi ikki meg vera egnaðan ella tann rætta til hesa uppgávuna, men byrðan hvílir í øllum førum á mær 24 tímar um samdøgrið.
Fyri mær er spurningurin hesin: Hvussu týdningarmikið er tað, at vit hava Guðs fullkomna orð á føroyskum? Hjá einum og hvørjum sonnum trúgvandi meti eg, at tað má vera heilt ómetaliga týdningarmikið.
Fyrstu ferð, eg kendi í mínum hjarta, at King James Bíblian er Guðs reina orð, var í 1991, tá ið ein íri var og vitjaði familju okkara í nakrar mánaðir. Tá ið eg sá og hoyrdi hann sita á seingini á kamari sínum og lesa hart, vakurt og melodiskt í síni King James Bíbliu, tá merkti eg nakað, sum eg ongantíð havi merkt annars. Eingin frelstur prestur í øllum danska ríkinum (teir finnast, hóast fáir) hevur nakrantíð givið mær eina slíka friðarliga kenslu, sum tann sjeyti ára gamli írin, tá ið hann las ein kapitul fyri mær. Hann ELSKAÐI sína bíbliu; hevði reyð og vát eygu meðan hann las. Hann hevði TVÆR King James Bíbliur, og hann NART IKKI EINA AÐRA TÝÐING. Hann vitsti, at tær vóru korruptar, og tá vitsti eg tað eisini innast í mínum hjarta, og harfrá byrjaði spírin.
Tá ið eg las bókina hjá Gail Riplinger, “New Age Bible Versions”, klárnaði heilt fyri mínum innara eyga. Hon nevndi, at øll protestantisku londini høvdu Bíbliur, sum kundu líknast við King James Bíbliuna fram til umleið 1880-1904. Eftir tað hava ALLAR verið týddar eftir hasum KORRUPTU handritunum hjá hasum trúvillingunum Westcott & Hort, og eg SKOYTI SO IKKI UM TÆR!
Hvussu ber tað til, at teir flestu veruliga góðu prædikumenninir í reformeraða heiminum enn í dag brúka ta gomlu King James? Hevur tú nakrantíð hugsað um tað? Tí hon ER so NÓGV BETRI enn allar hinar sokallaðu bíbliurnar. ALLAR hinar bíbliurnar liggja onkustaðni úti ímóti eini Jehova vitni bíbliu, og hon vita vit er korrupt, og tí eru tær allar meir og minni korruptar, so einfalt er tað.
Nei, vit mugu fáa Guðs reina orð út á føroyskum. Og tað havi eg sett mær fyri at gera, um eg so skal sita í fongsli og týða, um so eingin skilur meg, ella heldur hetta vera neyðugt, ella dámar týðingina, og málburðin, og eisini um hon ikki verður prentað meðan eg livi. Pengar geri eg hetta so ikki fyri, tað kann eg vissa ein og hvønn um. Tað er ikki nokk, at siga, at eg ikki elski pengar: EG HATI PENGAR!! So er tað sagt. (Gev mær seks kassar av eplum og tvey krov. Tað kalli eg REAL-KREDIT). Men Guðs orð, tað er omanfyri alt hetta jarðiska; ja, tað er størri og djypri enn lívið sjálvt.
Heilt frá fyrstu stund, ið Guð kallaði meg til hetta arbeiðið, segði hann, at eg skuldi týða King James Bíbliuna til føroyskt. Eg royndi at týða onkran kapitul tá at byrja við, men kendi meg als ikki nóg væl føran fyri tí. Men, eftir at hava sitið hvørt kvøld í út við tvey ár og rættað munir ímillum Dahls týðing og KJB, og var faktiskt komin ígjøgnum bíbliuna eina ferð, fekk eg tey blíðu ráð frá Susan Møllerskov, og Nico Verhoef, at týða evangeliini fyrst, síðan alt nýggja testamentið, róliga og trúliga, hvat eg eisini havi roynt at gjørt.