EG eri tað sanna víntræið, og Faðir mín er víngarðsmaðurin.
2 Hvørja grein í mær sum ber ikki ávøkst, tekur hann burtur: og hvørja grein sum ber ávøkst, hana reinskar hann, at hon má bera fram meiri ávøkst.
3 Nú eru tit reinir gjøgnum orðið sum eg havi talað innat tykkum.
4 Verðið í mær, og eg í tykkum. Eins og greinin kann ikki bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verði verandi í víntræinum; ei meira kunnu tit, uttan tit verði verandi í mær.
5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar: Hann ið verður í mær, og eg í honum, hin sami ber fram miklan ávøkst: tí at uttan meg kunnu tit einkið gera.
6 Um ein maður verði ikki verandi í mær, verður hann kastaður fram sum ein grein, og verður følnaður; og menn savna tær, og kasta tær inn í eldin, og tær verða brendar.
7 Um tit verði verandi í mær, og orð míni verði verandi í tykkum, skulu tit umbiðja hvat tit vilja, og tað skal verða gjørt tykkum.
8 Í hesum verður Faðir mín dýrðmettur, at tit beri miklan ávøkst; so skulu tit vera mínir lærusveinar.
9 Eins og Faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum: verðið tit áfram í kærleika mínum.
( St. Jóh. 15:1-9 FKJ )