I. Sámuel 17:
NÚ, Philistarnir savnaðu saman herar sínar til bardaga, og vóru savnaðir saman við Sjochoh, sum hoyrir til Judah, og slógu upp ímillum Sjochoh og Azekah, í Ephes-dammin.
2 Og Saul og menninir av Ísrael vóru savnaðir saman, og slógu upp við Elah dalin, og stillaðu bardagan í uppstilling ímóti Philistunum.
3 Og Philistarnir stóðu á einum fjalli á tí einu síðuni, og Ísrael stóð á einum fjalli á hinari síðuni: og tað var ein dalur ímillum teir.
4 ¶ Og tað fór út ein kappi út úr leirinum hjá Philistunum, nevndur Goliath, úr Gáth, hvørs hædd var seks alnir og eina sponn.
5 Og hann hevði ein hjálm av messing uppiá høvdi sínum, og hann var brynjaður við einum spangakoti; og vektin á kotinum var fimm túsund sjeklar av messing.
6 Og hann hevði leggjabrynjur av messing uppiá leggjum sínum, og ein smáskjøldur av messing ímillum akslar sínar.
7 Og stongin av spjóti hansara var líka sum ein vevsbummur; og hansara spjótshøvd vigaði seks hundrað sjeklar av jarni: og ein, berandi ein skjøldur, fór undan honum.
8 Og hann stóð og geylaði at herunum av Ísrael, og segði við teir, Hví eru tit komnir út at stilla bardagan hjá tykkum í uppstilling? eri ikki eg ein Philisti, og tit tænarar fyri Sauli? veljið tykkum ein mann fyri tykkum, og latið hann koma oman til mín.
9 Um hann veri førur fyri at berjast við meg, og at drepa meg, tá vilja vit vera tænarar tykkara: men um eg havi yvirvág ímóti honum, og drepi hann, tá skulu tit vera tænarar okkara, og tæna okkum.
10 Og Philistin segði, Eg trossi herarnar av Ísrael henda dag; gevið mær ein mann, at vit mega berjast saman.
11 Tá ið Saul og allur Ísrael hoyrdu hasi orðini hjá Philistanum, vórðu teir mótfalnir, og stórliga bangnir.
12 ¶ Nú, Dávid var sonurin hjá tí Ephrathitanum úr Bethlehemjudah, hvørs navn var Ísai; og hann hevði átta synir: og maðurin fór manna millum sum ein gamalur maður á døgum Sauls.
13 Og teir tríggir elstu synirnir hjá Ísai fóru og fylgdu Sauli til bardagan: og nøvnini hjá hansara trimum sonum, sum fóru til bardagan, vóru Eliab hin frumborni, og næst honum Abinadab, og hin triðji Sjammah.
14 Og Dávid var hin yngsti: og teir tríggir elstu fylgdu Sauli.
15 Men Dávid fór og vendi aftur frá Sauli at føða seyðin hjá faðir sínum í Bethlehem.
16 Og Philistin nærkaðist morgun og kvøld, og framstillaði seg sjálvan fjøruti dagar.
17 Og Ísai segði við Dávid, son sín, Tak nú til brøður tínar eina ephuh av hesum svidna korni, og hesi tíggju heilbreyðini, og renn til leirin til brøðra tína;
18 Og ber hesar tíggju ostarnar at høvuðsmanninum av teirra túsund; og hygg hvussu brøðrum tínum gongst, og tak pant teirra.
19 Nú Saul, og teir, og allir menninir av Ísrael, vóru í Elah dali, og bardust við Philistarnar.
20 ¶ Og Dávid reis upp árla um morgunin, og eftirlæt seyðin hjá˝ einum passara, og tók, og fór, eins og Ísai hevði boðið honum; og hann kom til skotgrøvina, sum herliðið fór fram til kampin, og rópaðu fyri bardaganum.
21 Tí at Ísrael og Philistarnir høvdu stillað bardagan í uppstilling, her ímóti heri.
22 Og Dávid eftirlæt viðførning sín í hondini á viðførnings-passaranum, og rann inn í herin, og kom og heilsaði brøðrum sínum.
23 Og sum hann talaði við teir, sí, har kom upp kappin, Philistin úr Gáth, Goliath at navni, út úr herunum hjá Philistunum, og talaði samsvarandi við hini somu orðini: og Dávid hoyrdi tey.
24 Og allir menninir av Ísrael, tá ið teir sóu mannin, flýddu frá honum, og vóru sára ræddir.
25 Og menninir av Ísrael søgdu, Hava tit sæð henda mannin, sum er komin upp? vissuliga til at trossa Ísrael er hann komin upp: og tað skal verða, at tann maður, sum drepur hann, kongurin vil uppríka hann við miklum ríkidømum, og vil geva honum dóttur sína, og gera hús faðirs hansara frítt í Ísrael.
26 Og Dávid talaði til menninar, sum stóðu hjá honum, sigandi, Hvat skal verða gjørt við tann mann sum drepur hendan Philistan, og tekur burtur vanæruna frá Ísrael? tí at hvør er hesin óumskorni Philistin, at hann skuldi trossað herar hins livandi Guðs?
27 Og fólkið svaraði honum eftir hesum háttarlagi, sigandi, Soleiðis skal tað verða gjørt við tann mann sum drepur hann.
28 ¶ Og Eliab, elsti bróðir hansara, hoyrdi tá ið hann talaði við menninar; og firtni Eliabs varð kynd ímóti Dávidi, og hann segði, Hví komst tú oman higar? og hjá hvørjum hevurt tú eftirlatið hasar fáu seyðirnar í oyðuni? eg kenni hugmóð tína, og óargaligleika hjarta tíns; tí at tú ert komin oman, at tú máttirt síggja bardagan.
29 Og Dávid segði, Hvat havi eg nú gjørt? Er ikki ein grund?
30 ¶ Og hann vendi frá honum ímóti einum øðrum, og talaði eftir hinum sama háttarlagi: og fólkið svaraði honum aftur eftir hinum fyrra háttarlagi.
31 Og tá ið orðini vórðu hoyrd, sum Dávid talaði, fóru teir yvir tey aftur frammi fyri Sauli: og hann sendi eftir honum.
32 ¶ Og Dávid segði til Sauls, Lat hjartað hjá ongum manni bila uppá grund av honum; tín tænari vil fara og berjast við hendan Philistan.
33 Og Saul segði til Dávids, Tú ert ikki førur fyri at fara ímóti hesum Philistanum til at berjast við hann: tí at tú ert bert ein unglingi, og hann ein krígsmaður frá ungdómi sínum.
34 Og Dávid segði við Saul, Tín tænari goymdi at seyðinum hjá faðir sínum, og tað kom ein leyva, og ein bjørn, og tók eitt lamb úr fylginum:
35 Og eg fór út eftir honum, og sló hann, og útfríaði tað út úr munni hansara: og tá ið hann reistist ímóti mær, fangaði eg hann eftir skeggi hans, og sló hann, og vó hann.
36 Tín tænari vó bæði leyvu og bjørnina: og hesin óumskorni Philisti skal verða eins og ein av teimum, eftirsum at hann hevur trossað herar hins livandi Guðs.
37 Dávid segði harafturat, HARRIN, sum útfríaði meg út úr labbanum á leyvuni, og út úr labbanum á bjørnini, hann vil útfría meg út úr hondini á hesum Philista. Og Saul segði við Dávid, Far, og HARRIN veri við tær.
38 ¶ Og Saul herklæddi Dávid við brynju síni, og hann setti ein hjálm av messing á høvur hansara; hann eisini herklæddi hann við einum spangakoti.
39 Og Dávid gyrdi svørð sítt uppá herklæðir síni, og hann vitaði at ganga; tí at hann hevði ikki roynt tey. Og Dávid segði við Saul, Eg kann ikki fara við hesumˇ; tí at eg havi ikki roynt tey. Og Dávid koyrdi tey av sær.
40 Og hann tók stav sín í hond sína, og valdi sær fimm mjúkar steinar úr áarløkinum, og koyrdi teir í eina hirðatasku sum hann hevði, enntá í ein pjøka; og hansara sleingja var í hond hansara: og hann nærkaðist til Philistan.
41 Og Philistin kom áfram og nærkaðist at Dávidi; og maðurin, sum bar skjøldurin, fór frammanfyri honum.
42 Og tá ið Philistin hugdi umkring, og sá Dávid, vanvirdi hann hann: tí at hann var bert ein unglingi, og reyðdæmdur, og av eini fríðari ásjón.
43 Og Philistin segði við Dávid, Eri eg ein hundur, at tú kemurt til mín við stavum? Og Philistin bannaði Dávid við gudar sínar.
44 Og Philistin segði til Dávids, Kom til mín, og eg vil geva kjøt títt at fuglum luftarinnar, og til villdjórˇ akursins.
45 Tá segði Dávid til Philistans, Tú kemurt til mín við einum svørði, og við einum spjóti, og við einum skjøldri: men eg komi til tín í navni HARRA herliðanna, Guð˜ hjá herum Ísraels, hvønn tú hevurt trossað.
46 Henda dag vil HARRIN flýggja teg inn í hond mína; og eg vil sláa teg, og taka høvd títt frá tær; og eg vil geva ræini av herliði Philistanna at fuglum luftarinnar henda dag, og til jarðarinnar villu villdjór; at øll jørðin má vita, at tað er ein Guð í Ísrael.
47 Og allur hesin savnaður skal vita, at HARRIN frelsir ikki við svørði og spjóti: tí at bardagin er HARRANS, og hann vil geva tykkum inn í hendur okkara.
48 Og tað bar á, tá ið Philistin reistist, og kom og nærkaðist til at møta Dávidi, at Dávid skundaði sær, og rann ímóti herinum at møta Philistanum.
49 Og Dávid koyrdi hond sína í taskuna hjá sær, og tók haðani ein stein, og slongdi hann, og sló Philistan í enni hansara, at steinurin sakk inn í enni hansara; og hann fell uppá andlit sítt til jarðarinnar.
50 So Dávid hevði yvirvág yvir Philistanum við eini sleingju og við einum steini, og sló Philistan, og vó hann; men tað var einkið svørð í hond Dávids.
51 Dávid tessvegna rann, og stóð uppiá Philistanum, og tók svørð hansara, og dró tað út úr slíðranum harhjá, og vó hann, og skar av høvur hans harvið. Og tá ið Philistarnir sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir.
52 Og menninir av Ísrael og av Judah reistust, og geltu, og eltu Philistarnar, inntil tú komi til dalin, og til portrini av Ekron. Og teir særdu hjá Philistunum fullu niður eftir veginum til Sjaaraim, enntá at Gáth, og at Ekron.
53 Og børn Ísraels vendu aftur frá at elta eftir Philistunum, og teir rændu tjøld teirra.
54 Og Dávid tók høvdið á Philistanum, og kom við tí til Jerusalem; men hann koyrdi herklæðir hansara í tjald sítt.
55 ¶ Og tá ið Saul sá Dávid fara fram ímóti Philistanum, segði hann við Abner, høvuðsmannin av herliðinum, Abner, hvørs sonur er hesin unglingin? Og Abner segði, Sum sál tín livir, O kongur, eg dugi ikki at siga.
56 Og kongur segði, Fregna tú, hvørs sonur slintrið er.
57 Og sum Dávid kom aftur frá slátringini av Philistanum, tók Abner hann, og førdi hann framfyri Saul við høvdinum á Philistanum í hond síni.
58 Og Saul segði til hansara, Hvørs sonur ert tú, tú ungi maður? Og Dávid svaraði, Eg eri sonur tænara tíns Ísais, Bethlehemitans.