Homoseksualitetur og heimsins endi

(Lesarabræv í bløðunum, skrivað um 2008)


Jú, eg fari at skriva eitt bræv og siga mína meining. Eg veit, hvørjum eg tilhoyri og tæni. Hvørjum tænir tú í dag?

Einkið mansbarn á foldum er føtt homoseksuelt. Ikki eitt tað einasta eitt! Tey, sum fremja slíkar andstygdir “lata seg brúka” til tað. Fyrst má ein geva seg undir tað, og so fær tað vald á einum, men bert um ein letur tað. Eg trúgvi, tey allar flestu verða á lívsleiðini møtt við homoseksuellum tankum, men tað er ein freisting frá Sátan, sum ein og hvør kann og hevur rætt og vald til at siga NEI til. Hevur lesarin nakrantíð komið út fyri einum homoseksuellum dýri? Nei!. Sig so, at vit eru komin frá apunum, ella hvat annað tey vilja hava okkum at vera í familju við. Nei, dýrini kunnu prøva slíkt eina hendinga ferð í spølni, men okkurt innaní teimum sigur teimum, at hetta er ikki tað rætta. Trupulleikin við mennikjuni er, at hon er fallin í synd og tey gudleysu treiskast ímóti Guði enn í dag. Og jú, forkert er tað, tað er púra greitt. Guð sigur, at tey sum geva seg undir slíkt og tey sum fremja slíkt, skulu ikki arva hansara ríki. Guð broytir ikki meining.

“Ella vita tit ikki, at órættvísir ikki skulu arva Guðs ríki. Villist ikki! Hvørki siðloysingar ella avgudadýrkarar ella horkallar ella teir, sum lata seg brúka til ónáttúrligt levnað, ella teir, sum fremja slíkt ólevnað, ella tjóvar ella gírugir ella drykkjumenn ella illmælismenn ella ránsmenn skulu arva Guðs ríki” (I. Korint. 6:9-10.)

Her standa tveir hættir: “teir, sum lata seg brúka”, og “teir, sum fremja” slíkt ólevnað. Í báðum førum er talan um eitt aktivt val; altso er tað púra greitt frá Guðs síðu, at tað er møguligt at lata vera. So har finst ongin umbering! Guð sigur, at tey, sum lata seg brúka til homoseksualitet, og tey, sum fremja homoseksualitet, koma ikki at arva Guðs ríki. Sig so ikki, at hetta stendur í Gamla Testamenti, tí hetta stendur í Nýggja. Alt Guðs orð er púra greitt um hesi ting. Guð slingrar ikki! Vit kunnu ikki hava eina kirkju, sum fer at ganga ímóti Guðs orði! Tað verður so ikki Jesu Krists kirkja, men Sátans kirkja.

Bíblian er ikki 2000 ára gamlar meiningar, sum lýsa hvussu man hugsaði tá. Hon er Guðs æviga orð, – sum vit øll koma at verða dømd eftir. Og lat meg siga: Tað kemur ein dómur yvir heimin, yvir alt gudloysi og synd, yvir livandi og deyð (Jóh. 5: 28-29). Menniskjusonurin skal koma aftur í miklari dýrd, himnarnir skulu ganga undir í miklum duni, og bert tey frelstu verða bjargað, so sum tá syndaflóðin kom og Nóa og hini 7 vórðu bjargað í ørkini. Guð fer at døma heimin í eldi.

“Men teir himnar, sum nú eru, og jørðin, verða fyri hesum sama orði goymd til eldin og verða hildin uppi inntil tann dag, tá ið gudleys menniskju skulu verða dømd og týnd” (II. Pæt. 3:7)

Men, onki av øllum hesum, vit hoyra í dag, undrar tann, sum lesur sína Bíbil. Jesus segði, at dagarnir, áðrenn hann kemur aftur, skulu vera at líkna við dagarnar áðrenn syndaflóðina, har øll hesi somu tekinini vóru at finna, gudloysi, morð, hor, ólevnað, homoseksualitetur, gudshatarar og gudsspottarar. Fjøldin skoytti ikki Guði ein veruligan tanka, og tað er nokkso sjokkerandi, tí tað sama sæst í dag.

“Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma Menniskjusonarins verða. Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma Menniskjusonarins verða” (Mattheus 24:37-39.)

Vendið um, Føroya fólk, meðan tíð enn er. Tað er bert ein vegur at fáa frið við Guð: við at taka ímóti Harranum Jesusi Kristi sum tínum persónliga Frelsara. Hann hevur longu goldið fyri tínar og mínar syndir við sínum offurdeyða á krossinum á Golgata. Tak ímóti honum í dag. Hann koyrir ongan frá sær.

“Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav Son sín, hin eingitna, til tess, at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív”. (Jóh. 3:16.)


P.S. Humanisma er ein Sátans lygn og er kristindómsins mótpólur. Humanisma kann ALDRI kristnast, hon má KASTAST ÚT!. Hon setir menniskjuna í miðdepilin, sigur at menniskjan er í botn og grund góð, tá Bíblian sigur at øll menniskju eru spilt og syndarar, sum mugu venda um og fáa eina andaliga hjarta transplantasjón frá Guði, og uttan at tað hendir, er EINGIN KJANSUR. Uttan at ein menniskja verður FØDD AV NÝGGJUM, kann hon IKKI síggja Guðs ríki. (Jóh. 3:3)


Eingin er (í veruleikanum) homoseksuellur: