Sonn gleði kemur nr. 3; følsk gleði siga tey kemur nr. 1

TESSVEGNA, verandi rættvísgjørdir (1) við trúgv, hava vit frið (2) við Guð gjøgnum Harra váran Jesus Christ:
( Róm. 5:1 )

Tí at kongadømi Guðs er ikki matur og drekka; men rættvísi (1), og friður (2), og gleði (3) í Halga Andanum.

Guðs raðfylgja er altso:
(1) rættvísgering / rættvísi
(2) friður
(3) gleði

rættvísi > friður > gleði

Rættvísi er fortreyt fyri friði. Friður er fortreyt fyri sannari gleði.
Varandi og sonn gleði kann ikki finnast, har sum ófriður er.
Varandi friður kann ikki finnast, har sum órættvísis-støða er.


Raðfylgja hinna síðstu daga skeiklaðu oyrnakitlara:
(1) gleði
(2) gleði
(3) gleði

Ístaðinfyri rættvísi: eitt óumvent lív í synd, har man ikki vil hoyra eitt orð um rættvísi.

Ístaðinfyri frið: hinir gudleysu hava ongan frið, sigur Guð mín.


HETTA viti eisini, at í hinum síðstu døgum skulu koma váðasamar tíðir.
2 Tí at menn skulu vera elskarar síns egna sjálvs, ágirndarsamir, reyparar, hugmóðigir, Guðsspottarar, óhoyriligir móti foreldrum, ótakksamir, vanheilagir,
3 Uttan náttúrligan alsk, sáttmálabrótarar, falskir ákærarar, ósærstýrligir, harðligir, vanvirðarar av teim sum eru góðir,
4 Svíkjarar, framlopnir, uppblásnir, elskarar av njótingum meiri enn elskarar av Guði;
5 Havandi ein form av gudiligleika, men avnoktandi kraftina av honum: frá slíkum vend burtur.
6 Tí at av hesum slagi eru teir sum sníkjast inn í húsˇ, og leiða til fanga fjákutar kvinnur – løddar við syndum, leiddar burtur við ymsum lystum,
7 Altíð lærandi, og aldri førir fyri at koma til kunnleikan um sannleikan.
8 Nú, eins og Jannes og Jambres stóðu ímóti Mósesi, soleiðis standa eisini hesir ímóti sannleikanum: menn av spiltum hugum, afturrekingar viðvíkjandi trúnni.
9 Men teir skulu ei fara longur fram: tí at teirra dárskapur skal verða eyðsýndur øllum monnum, eins og teirra eisini varð.
( II. Tim. 3:1-9 )


( Sitatini eru úr aðru útgávu av FKJ N.T. )