Hvør ert tú at týða Hina Heilagu Bíbliu til Føroyskt?


Ja, eg vil spyrja aftur ímóti, hvørjir allir teir hava verið, hvørjum Guð upp ígjøgnum øldirnar hevur litið upp í hendur at týða hansara orð til síni tungumál? Vóru teir allir høgt lærdir knokkar, sum mangir hvørjir ikki eingang trúðu at Bíblian er Guðs orð? Nei. Hann útvelur sínar týðarar, og teir sum hann velur, eru í øllum førum sannir frelstir, endurføddir, sum elska hansara orð yvir alt á jørð, ja meir enn sítt egna lív, og eru til reiðar at láta lívið fyri tað.

Um tú lesur søguna hjá reinu linjuni av Bíblium so sært tú skjótt eina reyða linju av martyrum, hálshøgdir ella brendir á báli av synagogu Satans. Men tað vil eingin tosa um í okkara sleisku, følsku, “positivu”, tolsemis tíð. Fyri tær korruptu “bíbliurnar” hevði valla nakar viljað doyð, og teir sum fingust við tær, høvdu óivað verið skjótir at avnoktað tann Harra teir í veruleikanum aldri kendu.

Sannleikin er tann, at fyrr enn tú hevur givið Jesusi Christi títt lív veruliga og av sonnum, so ert tú ikki veruliga hansara og tænir ikki honum. Vit mugu koma har til, at vit ikki elska okkara egna lív og ikki ræðast at doyggja fyri Harran Jesus Christ. Prísurin fyri at vera ein sannur lærusveinur er sanniliga høgur. Hann er 100%. Men Jesus Christus gav seg 100%, og hann bjóðar tær 100% satt lív, og 100% endurgjald í hinum ævigu bústøðum. Og syndin og heimurin STINKA afturímóti, trúgv mær. Eg var ein túr har úti og vendi í seks ár. So skjótt eg vendi um aftur til Jesus Christ, fyltist rúmið við hansara gyltu dýrd. Hansara náði er ovurstór.

Onkrir av hesum lærdu knokkunum duga sikkurt hebraiskt og grikskt, men hvat nyttar tað, tá tú ikki eingang týðir røttu handrini? Ikki dugi eg grikskt og hebraiskt, men eg havi tríggjar reinar Bíbliur altíð hjá mær meðan eg týði, fyrst og fremst King James A.V. 1611, síðan Luthers Heilige Schrift frá 1545 (unrevidiert !!) og so donsku týðingina frá 1732, sum Tonny Møllerskov sigur vera tann besta danska týðingin. Tá tú styðar teg til tríggjar reinar Bíbliur, og av øllum hjarta roynir at vera trúgvur móti teirri bestu, so haldi eg, ja eg VEIT, at tá letur tað seg gera at koma á mál við einum útmerkaðum úrsliti.

So mikið havi eg at siga um hetta.