KAPITUL 1
Í byrjanini skapti Guð himinin og jørðina.
2 Og jørðin var uttan skap, og tóm; og myrkur var yvir ásjón djúpsins. Og Guðs Andi rørdist yvir ásjón vatnanna.
3 Og Guð segði, Verði ljós: og ljós varð.
4 Og Guð sá ljósið, at tað var gott: og Guð skildi ljósið frá myrkrinum.
5 Og Guð kallaði ljósið Dag, og myrkrið kallaði hann Nátt. Og kvøldið og morgunin vórðu hin fyrsta dagin.
6 ¶ Og Guð segði, Veri hválvildi í miðjum vøtnunum, og skilji tað vøtnini frá vøtnunum.
7 Og Guð gjørdi hválvildið, og skildi vøtnini sum vóru undir hválvildinum, frá vøtnunum sum vóru uppiyvir hválvildinum: og tað varð so.
8 Og Guð kallaði hválvildið Himin. Og kvøldið og morgunin vórðu hin annan dagin.
9 ¶ Og Guð segði, Vøtnini undir himninum verði savnaði saman at einum plássi, og lat turrlendið birtast: og tað varð so.
10 Og Guð kallaði turrlendið Jørð; og samansavnað vatnanna kallaði hann Høv: og Guð sá at tað var gott.
11 Og Guð segði, Jørðin beri fram gras, urtina sum veitir fræ, og frukttræið sum veitir frukt eftir slagi sínum, hvørs fræ er í tí sjálvum, á jørðini: og tað varð so.
12 Og jørðin bar fram gras, og urt sum veitir fræ eftir sínum slagi, og træið sum veitir frukt, hvørs fræ var í tí sjálvum, eftir slagi sínum: og Guð sá at tað var gott.
13 Og kvøldið og morgunin vórðu hin triðja dagin.
14 ¶ Og Guð segði, Veri ljós í hválvildi himins at skilja dag frá nátt; og veri tey til tekin, og til tíðir, og til dagar, og ár:
15 Og veri tey til ljós í hválvildi himins at geva ljós á jørðina: og tað varð so.
16 Og Guð gjørdi tvey mikil ljós; tað miklara ljósið til at stjórna degnum, og tað minna ljósið til at stjórna náttini: hann gjørdi stjørnurnar eisini.
17 Og Guð setti tey í hválvildi himins at geva ljós á jørðina,
18 Og til at ráða yvir degnum og yvir náttini, og til at skilja ljósið frá myrkrinum: og Guð sá at tað var gott.
19 Og kvøldið og morgunin vórðu hin fjórða dagin.
20 Og Guð segði, Vøtnini beri fram ríkiliga hina rørandi skepnu sum hevur lív, og fugl ið kann flúgva uppiyvir jørðini í tí opna hválvildi himins.
21 Og Guð skapti miklar hvalir, og hvørja livandi skepnu sum rørist, sum vøtnini bóru fram ríkiliga, eftir slagi teirra, og hvønn veingjaðan fugl eftir slagi sínum: og Guð sá at tað var gott.
22 Og Guð vælsignaði tey, og segði, Verið fruktagóð, og fjølgist, og fyllið vøtnini í høvunum, og fjølgist fuglur í jørðini.
23 Og kvøldið og morgunin vórðu hin fimta dagin.
24 ¶ Og Guð segði, Jørðin beri fram hina livandi skepnu eftir slagi sínum, fenað, og skriðkykt, og villdjór jarðarinnar eftir slagi sínum: og tað varð so.
25 Og Guð gjørdi villdjór jarðarinnar eftir slagi tess; og fenað eftir slagi teirra; og alt, sum skríður á jørðini, eftir slagi sínum: og Guð sá at tað var gott.
26 ¶ Og Guð segði, Latum oss gera mann í vári mynd, eftir líkleika várum: og havi teir harradømi yvir fiski havsins, og yvir fugli luftarinnar, og yvir fenaðinum, og yvir allari jørðini, og yvir hvørjum skriðkykti sum skríður á jørðini.
27 So Guð skapti mann í síni egnu mynd, í Guðs mynd skapti hann hann; kallkyn og kvennkyn skapti hann tey.
28 Og Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey, Verið fruktagóð, og fjølgist, og fyllið jørðina, og undirleggið hana: og havið harradømi yvir fiski havsins, og yvir fugli luftarinnar, og yvir hvørjum livandi tingi ið rørist á jørðini.
29 ¶ Og Guð segði, Sí, eg havi givið tykkum hvørja urt, sum ber fræ, sum er á ásjónini á allari jørðini, og hvørt træ, í hvørjum er ávøksturin av træi, sum veitir fræ; tykkum skal tað vera til matnað.
30 Og til hvørt villdjór jarðarinnar, og til hvønn fugl luftarinnar, og til hvørt ting ið skríður á jørðini, í hvørjum er lív, havi eg givið hvørja grøna urt til matnað: og tað varð so.
31 Og Guð sá hvørt ting sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. Og kvøldið og morgunin vórðu hin sætta dagin.
KAPITUL 2
Svá vórðu himnarnir og jørðin fullførd, og alt teirra herlið.
2 Og á sjeynda degi endaði Guð sítt verk sum hann hevði gjørt; og hann hvíldi á sjeynda degi frá øllum sínum verki sum hann hevði gjørt.
3 Og Guð vælsignaði sjeynda dagin, og halgaði hann: tí at í honum hevði hann hvílt frá øllum sínum verki sum Guð skapti og gjørdi.
4 ¶ Hetta eru upprunatalvur himnanna og jarðarinnar, tá ið tey vórðu skapað, í tí degi sum HARRIN Guð gjørdi jørðina og himnarnar,
5 Og hvørja plantu akursins, áðrenn hon var á jørðini; og hvørja urt akursins, áðrenn hon vaks: tí HARRIN Guð hevði ikki elvt tí at regna á jørðina, og til var ikki maður at pløga lendið.
6 Men tað gekk upp eitt dis frá jørðini, og vatnaði alla ásjónina á lendinum.
7 Og HARRIN Guð myndaði mann av støvi jarðarinnar, og andaði í hansara nasar lívsandan; og maður gjørdist ein livandi sál.
8 ¶ Og HARRIN Guð plantaði ein aldingarð eystanvert í Eden; og har setti hann mannin sum hann hevði myndað.
9 Og burtur úr lendinum fekk HARRIN Guð at vaksa hvørt træ, sum er dámligt fyri sjónini, og gott til matnað; lívsins træ eisini í miðjum aldingarðinum, og træ kunnleikans um gott og ilt.
10 Og ein á gekk út úr Eden at vatna aldingarðin; og haðani varð hon greinað, og varð at fýra áum.
11 Navnið á tí fyrstu er Pison: tað er hon ið umgirðir alt land Háviluh, har tað finst gull;
12 Og gullið hjá tí landi er gott: har er bdellium og sjóham steinurin.
13 Og navnið á aðru ánni er Gihon: hin sama er hon ið umgirðir alt land Ethiópiu.
14 Og navnið á triðju ánni er Hiddekel: tað er hon ið gongur ímóti eysturpartinum av Assýriu. Og hin fjórða áin erEvphrátes.
15 Og HARRIN Guð tók mannin, og setti hann í aldingarð Edens at røkja hann og at varða hann.
16 Og HARRIN Guð skipaði manninum, og segði, Av hvørjum træi aldingarðsins kanst tú frítt eta:
17 Men av træi kunnleikans um gott og ilt, tú skalt ikki eta av tí: tí at í tí degi sum tú eturt av tí, skalt tú vissuliga doyggja.
18 ¶ Og HARRIN Guð segði, Tað er ikki gott at maðurin skuldi verið einsamallur; eg vil gera honum eina hjálp sum hóskar til hansara.
19 Og burtur úr lendinum myndaði HARRIN Guð hvørt villdjór markarinnar, og hvønn fugl luftarinnar; og førdi tey til Adams at sjá hvat hann vildi kalla tey: og hvatsumhelst ið Adam kallaði hvørja livandi skepnu, tað varð navnið á henni.
20 Og Adam gav nøvn til allan fenað, og til fugl luftarinnar, og til hvørt villdjór markarinnar; men til Adams varð ikki funnin hjálp sum hóskaði til hansara.
21 Og HARRIN Guð fekk djúpan svøvn at falla á Adam, og hann svav: og hann tók eitt av rivjabeinum hansara, og lokaði fyri kjøtið í stað tess;
22 Og rivjabeinið, sum HARRIN Guð hevði tikið frá manninum, gjørdi hann til eina kvinnu, og leiddi hana til mannin.
23 Og Adam segði, Hetta er nú bein av mínum beinum, og hold av mínum holdi: hon skal verða kallað Kvennmaður, tí at hon varð tikin út úr Manni.
24 Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni, og skal krøkja seg til konu sína: og tey skulu vera eitt kjøt.
25 Og tey vóru bæði nakin, maðurin og kona hansara, og skammaðust ikki.
KAPITUL 3
Men høggormurin var sniðfundigari enn nakað djór av markini sum HARRIN Guð hevði gjørt. Og hann segði við kvinnuna, Ja, hevur Guð nú sagt, Tit skulu ikki eta av hvørjum træi aldingarðsins?
2 Og kvinnan segði við høggormin, Vit mega eta av fruktini av trøum aldingarðsins:
3 Men av fruktini av trænum sum er í miðjum aldingarðinum, hevur Guð sagt, Tit skulu ikki eta av tí, eiheldur skulu tit nema við tað, at ikki tit doyggi.
4 Og høggormurin segði við kvinnuna, Tit skulu ikki vissuliga doyggja:
5 Tí at Guð veit, at í tí degi tit eta harav, tá skulu eygu tykkara verða upplatin, og tit skulu verða sum gudar, og skyna á góðum og illum.
6 Og tá ið kvinnan sá at træið var gott til matnað, og at tað var dámligt fyri eygunum, og eitt træ til at verða tráað til at gera ein vísan, tá tók hon av frukt tess, og át, og gav eisini manni sínum hjá sær; og hann át.
7 Og eyguni hjá teim báðum vórðu upplatin, og tey vitstu at tey vóru nakin; og tey seymaðu fikubløð saman, og gjørdu sær fyriklæðir.
8 Og tey hoyrdu rødd HARRANS Guðs, gangandi í aldingarðinum í svala dagsins: og Adam og kona hansara fjaldu seg frá nærveru HARRANS Guðs millum trø aldingarðsins.
9 Og HARRIN Guð kallaði at Adami, og segði við hann, Hvar ert tú?
10 Og hann segði, Eg hoyrdi tína rødd í aldingarðinum, og eg varð ræddur, av tí at eg var nakin; og eg fjaldi meg.
11 Og hann segði, Hvør segði tær at tú vart nakin? Hevurt tú etið av trænum, hvarav eg beyð tær at tú ikki skuldirt eta?
12 Og maðurin segði, Kvinnan, sum tú gavst at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át.
13 Og HARRIN Guð segði við kvinnuna, Hvat er hetta sum tú hevurt gjørt? Og kvinnan segði, Høggormurin tøldi meg, og eg át.
14 Og HARRIN Guð segði við høggormin, Av tí at tú hevurt gjørt hetta, tí ert tú bannaður uppum allan fenað, og uppum hvørt djór markarinnar; uppiá tínum búki skalt tú fara, og støv skalt tú eta allar dagar lívs tíns:
15 Og eg vil seta fíggindskap ímillum teg og kvinnuna, og ímillum sáð títt og sáð hennara; tað skal sorla høvur títt, og tú skalt sorla hæl hansara.
16 Við kvinnuna segði hann, Eg vil stórliga margfalda tína sorg og tína framaling; í sorg skalt tú bera fram børn; og tín trá skal vera til mann tín, og hann skal stjórna yvir tær.
17 Og við Adam segði hann, Av tí at tú hevurt givið gætur at røddini hjá konu tíni, og hevurt etið av trænum, av hvørjum eg beyð tær, og segði, Tú skalt ikki eta av tí: tí er lendið bannað fyri tína skyld; í sorg skalt tú eta av tí allar dagar lívs tíns;
18 Tornir eisini og tistlar skal tað bera fram til tín; og tú skalt eta urt markarinnar;
19 Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð, til tú vendi aftur at lendinum; tí burtur úr tí varðst tú tikin: tí at støv tú ert, og at støvi skalt tú venda aftur.
20 Og Adam kallaði navnið hjá konu síni Eva; tí hon varð móðirin at øllum sum liva.
21 Adami eisini og til konu hansara gjørdi HARRIN Guð kyrtlar av skinnum, og klæddi tey.
22 ¶ Og HARRIN Guð segði, Sí, maðurin er vorðin sum ein av oss, at skyna á góðum og illum: og nú, bara ikki hann rætti út sína hond, og taki eisini av lívsins træi, og eti, og livi um ævir:
23 Tí sendi HARRIN Guð hann fram frá aldingarði Edens, at pløga lendið, hvaðani hann var tikin.
24 So hann rak út mannin; og eystanfyri Edens aldingarð setti hann Kerubimar, og eitt logandi svørð sum snaraði hvønn veg, at verja veg lívstræsins.
KAPITUL 4
Og Adam kendi Evu, konu sína; og hon ól fram, og føddi Cáin, og segði, Eg havi fingið mansbarn frá HARRANUM.
2 Og aftur føddi hon hansara bróður Ábel. Og Ábel var seyðapassari, men Cáin var ein veltari av lendinum.
3 Og í framlíðing tíðarinnar bar tað á, at Cáin førdi av ávøksti jarðarinnar eitt offur at HARRANUM.
4 Og Ábel, hann eisini førdi av hinum fyrstuføddu av sínum smáfæafylgi og av fitini harav. Og HARRIN hevði virðing fyri Ábeli og fyri ofri hans:
5 Men fyri Cáini og fyri ofri hans hevði hann ikki virðing. Og Cáin varð ógvuliga vreiður, og andlitsbrá hansara fell.
6 Og HARRIN segði við Cáin, Hví ert tú vreiður? og hví er títt andlitsbrá fallið?
7 Um tú gert væl, skalt tú ikki tá verða góðtikin? og um tú ikki gert væl, liggur synd við hurðina. Og innat tær skal vera trá hans, og tú skalt stjórna yvir honum.
8 Og Cáin talaði við Ábel, bróður sín: og tað bar á, tá ið teir vóru í akrinum, at Cáin reis upp ímóti Ábeli, bróður sínum, og vá hann.
9 ¶ Og HARRIN segði við Cáin, Hvar er Ábel, bróðir tín? Og hann segði, Eg veit ikki: Eri eg varðmaður bróður míns?
10 Og hann segði, Hvat hevurt tú gjørt? røddin á blóði bróður tíns rópar á meg frá jørðini.
11 Og nú ert tú bannaður frá jørðini, sum hevur upplatið sín munn til at taka ímóti blóði bróður tíns av tíni hond;
12 Tá ið tú veltirt lendið, skal tað hiðanífrá ikki veita tær sína styrki; ein flóttamaður og flakkari skalt tú vera á jørðini.
13 Og Cáin segði við HARRAN, Mín revsing er størri enn eg kann bera.
14 Sí, tú hevurt rikið meg út henda dag frá jarðarinnar ásjón; og frá tínum andliti verði eg fjaldur; og eg verði flóttamaður og flakkari á jørðini; og tað fer at henda, at hvør tann, ið finnur meg, fer at vega meg.
15 Og HARRIN segði við hann, Hvørsumhelst ið tí vegur Cáin, hevnd skal verða tikin yvir hann sjeyfalt. Og HARRIN setti merki á Cáin, at ikki nakar, ið fann hann, skuldi drepa hann.
16 ¶ Og Cáin fór út frá nærveru HARRANS, og búði í landi Nods, eystanfyri Eden.
17 Og Cáin kendi konu sína; og hon ól fram, og føddi Enoch: og hann bygdi stað, og kallaði navnið á staðinum eftir navni sonar síns, Enoch.
18 Og Enochi varð føddur Irad: og Irad gat Mehújael: og Mehújael gat Metúsael: og Metúsael gat Lámech.
19 Og Lámech tók sær tvær konur: navnið hjá tí einu var Adah, og navnið hjá hinari var Zillah.
20 Og Adah føddi Jábal: hann varð faðirin at slíkum sum búgva í tjøldum, og at slíkum ið hava fenað.
21 Og navnið hjá bróður hansara var Júbal: hann varð faðirin at øllum slíkum ið handfara hørpuna og ljóðpípuna.
22 Og Zillah, hon eisini føddi Túbal-cáin, ein leiðbeinari hjá hvørjum listskapara í messing og jarni: og systir Túbal-cáins var Náamah.
23 Og Lámech segði við konur sínar, Aduh og Zilluh, Hoyrið mína rødd; tit konur Lámechs, lýðið á talu mína: tí at eg havi vigið mann til mína særing, og ein ungan mann til skaða mín.
24 Um Cáin skal verða hevndur sjeyfalt, tá sanniliga Lámech sjeyti og sjeyfalt.
25 ¶ Og aftur kendi Adam konu sína; og hon føddi son, og kallaði navn hansara Seth: Tí at Guð, segði hon, hevur ásett mær eitt annað sáð ístaðin fyri Ábel, sum Cáin vá.
26 Og til Seths, til hansara varð eisini sonur føddur; og hann kallaði navn hansara Enos: tá byrjaðu menn at kalla á navn HARRANS.
KAPITUL 5
Hetta er bók Adams ætta. Í tí degi sum Guð skapti mann, í líkleika Guðs gjørdi hann tá hann;
2 Kallkyn og kvennkyn skapti hann tey; og vælsignaði tey, og kallaði navn teirra Adam, í tí degi tá ið tey vórðu skapað.
3 ¶ Og Adam livdi hundrað og tríati ár, og gat son í sínum egna líki, eftir síni mynd; og kallaði navn hansara Seth:
4 Og dagar Adams, eftir at hann hevði gitið Seth, vórðu átta hundrað ár: og hann gat synir og døtur:
5 Og allir dagarnir, sum Adam livdi, vórðu níggju hundrað og tríati ár: og hann doyði.
6 Og Seth livdi hundrað og fimm ár, og gat Enos:
7 Og Seth livdi, eftir at hann gat Enos, átta hundrað og sjey ár, og gat synir og døtur:
8 Og allir dagar Seths vórðu níggju hundrað og tólv ár: og hann doyði.
9 ¶ Og Enos livdi níti ár, og gat Cajnan:
10 Og Enos livdi, eftir at hann gat Cajnan, átta hundrað og fimtan ár, og gat synir og døtur:
11 Og allir dagarnir hjá Enosi vórðu níggju hundrað og fimm ár: og hann doyði.
12 ¶ Og Cajnan livdi sjeyti ár, og gat Mahálaleel:
13 Og Cajnan livdi, eftir at hann gat Mahálaleel, átta hundrað og fýrati ár, og gat synir og døtur:
14 Og allir dagar Cajnans vórðu níggju hundrað og tíggju ár: og hann doyði.
15 Og Mahálaleel livdi seksti og fimm ár, og gat Járed:
16 Og Mahálaleel livdi, eftir at hann gat Járed, átta hundrað og tríati ár, og gat synir og døtur:
17 Og allir dagar Mahálaleels vórðu átta hundrað og níti og fimm ár: og hann doyði.
18 ¶ Og Járed livdi eitt hundrað og seksti og tvey ár, og hann gat Enoch:
19 Og Járed livdi, eftir at hann gat Enoch, átta hundrað ár, og gat synir og døtur:
20 Og allir dagar Járeds vórðu níggju hundrað og seksti og tvey ár: og hann doyði.
21 ¶ Og Enoch livdi seksti og fimm ár, og gat Metúselah:
22 Og Enoch gekk við Guði, eftir at hann gat Metúselah, í trý hundrað ár, og gat synir og døtur:
23 Og allir dagar Enochs vórðu trý hundrað og seksti og fimm ár:
24 Og Enoch gekk við Guði: og hann var ikki; tí at Guð tók hann.
25 Og Metúselah livdi eitt hundrað og áttati og sjey ár, og gat Lámech:
26 Og Metúselah livdi, eftir at hann gat Lámech, sjey hundrað og áttati og tvey ár, og gat synir og døtur:
27 Og allir dagar Metúselah vórðu níggju hundrað og seksti og níggju ár: og hann doyði.
28 ¶ Og Lámech livdi eitt hundrað og áttati og tvey ár, og gat son:
29 Og hann kallaði navn hansara Nóah, og segði, Hesin sami skal troysta okkum viðvíkjandi arbeiði várum og strevi handa vára, orsakað av lendinum sum HARRIN hevur bannað.
30 Og Lámech livdi, eftir at hann gat Nóah, fimm hundrað og níti og fimm ár, og gat synir og døtur:
31 Og allir dagar Lámechs vórðu sjey hundrað og sjeyti og sjey ár: og hann doyði.
32 Og Nóah var fimm hundrað ára gamalur: og Nóah gat Sjem, Ham, og Jáfeth.
KAPITUL 6
Og tað bar á, tá ið menn byrjaðu at fjølgast á jarðarinnar ásjón, og døtur vórðu føddar teimum,
2 At synir Guðs sóu mannadøturnar, at tær vóru vakrar; og teir tóku sær konur av øllum sum teir valdu.
3 Og HARRIN segði, Mín andi skal ikki altíð stríðast við mannin, tí hann eisini er hold: tó skulu dagar hansara vera eitt hundrað og tjúgu ár.
4 Tað vóru risar á jørðini í teimum døgum; og eisini eftir tað, tá ið synir Guðs komu inn til mannadøturnar, og tær føddu teimum børn, teir somu gjørdust mektigir menn sum vóru í forðum, navnfremis menn.
5 ¶ Og GUÐ sá at vondska mansins var mikil á jørðini, og at hvør ímyndan av hugsanum hjarta hansara var einans ónd áframhaldandi.
6 Og tað iðraði HARRAN at hann hevði gjørt mann á jørðini, og tað harmaði hann í hansara hjarta.
7 Og HARRIN segði, Eg vil oyða mannin, sum eg havi skapt, frá jarðarinnar ásjón; bæði mann, og djór, og skriðkyktið, og fuglarnar í luftini; tí tað iðrar meg at eg havi gjørt tey.
8 Men Nóah fann náði í HARRANS eygum.
9 ¶ Hetta eru ættir Nóah: Nóah var rættlátur maður og fullkomin í ættum sínum, og Nóah gekk við Guði.
10 Og Nóah gat tríggjar synir, Sjem, Ham og Jáfeth.
11 Jørðin eisini var spilt frammi fyri Guði, og jørðin var fylt við harðskapi.
12 Og Guð leit at jørðini, og sí, hon var spilt; tí at alt kjøt hevði spilt sín veg á jørðini.
13 Og Guð segði við Nóah, Endin á øllum kjøti er komin framfyri meg; tí jørðin er fylt við harðskapi ígjøgnum teir; og sí, eg vil oyða teir við jørðini.
14 ¶ Ger tær ørk av gofer viði; herbergir skalt tú gera í ørkini, og skalt bika hana innan og uttan við biki.
15 Og hetta er sniðið sum tú skalt gera hana av: Longdin á ørkini skal vera trý hundrað alnir, breiddin á henni fimmti alnir, og hæddin á henni tríati alnir.
16 Glugga skalt tú gera til ørkina, og til eina alin skalt tú fullføra hann í erva; og hurðina á ørkini skalt tú seta á síðuna á henni; við lægra, øðrum, og triðja loftum skalt tú gera hana.
17 Og sí, eg, enntá eg, føri flóð av vøtnum yvir jørðina, at oyða alt kjøt, sum lívsandin er í, undan himni; og hvørt ting, sum er á jørðini, skal doyggja.
18 Men við teg vil eg grunda sáttmála mín; og tú skalt koma inn í ørkina, tú, og synir tínir, og kona tín, og konur sona tína við tær.
19 Og av hvørjum livandi tingi av øllum kjøti, tvey av hvørjum slagi skalt tú føra inn í ørkina, at halda tey á lívi við tær; tey skulu vera kallkyn og kvennkyn.
20 Av fuglum eftir slagi teirra, og av fenaði eftir slagi teirra, av hvørjum skriðkykti jarðarinnar eftir slagi tess, tvey av hvørjum slagi skulu koma til tín, at halda tey á lívi.
21 Og tak tú til tín av øllum mati sum verður etin, og tú skalt savna hann til tín; og hann skal vera til matnað hjá tær, og hjá teimum.
22 Svá gjørdi Nóah; samsvarandi øllum ið Guð beyð honum, soleiðis gjørdi hann.
KAPITUL 7
Og HARRIN segði við Nóah, Kom tú og alt títt hús inn í ørkina; tí at teg havi eg sæð rættvísan frammi fyri mær í hesi ætt.
2 Av hvørjum reinum djóri skalt tú taka til tín í sjeyum, kallkynið og hansara kvennkyn: og av djórum sum ikki eru rein, sum tvey, kallkynið og hansara kvennkyn.
3 Av fuglum eisini av luftini í sjeyum, kallkynið og kvennkynið; at halda sáði á lívi á ásjónini á allari jørðini.
4 Tí at enn eru sjey dagar, og eg vil elva tí at regna yvir jørðina fjøruti dagar og fjøruti nætur; og hvørt livandi evni, sum eg havi gjørt, vil eg oyða oman av ásjón jarðarinnar.
5 Og Nóah gjørdi samsvarandi øllum ið HARRIN beyð honum.
6 Og Nóah var seks hundrað ára gamalur, tá ið flóðin av vøtnum varð yvir jørðina.
7 ¶ Og Nóah fór inn, og synir hansara, og kona hansara, og konur sona hansara við honum, inn í ørkina, orsakað av vøtnunum av flóðini.
8 Av reinum djórum, og av djórum sum ikki eru rein, og av fuglum, og av hvørjum tingi ið skríður á jørðini,
9 Fóru inn tvey og tvey til Nóah inn í ørkina, kallkynið og kvennkynið, eins og Guð hevði boðið Nóah.
10 Og tað bar á eftir sjey dagar, at vøtnini av flóðini vórðu yvir jørðini.
11 ¶ Í seks hundradasta ári av lívi Nóah, í øðrum mánaði, í seytjanda degi mánaðarins, hin sama dag vórðu allar keldur hins mikla djúps brotnar upp, og gluggar himins vórðu upplatnir.
12 Og regnið var yvir jørðini í fjøruti dagar og fjøruti nætur.
13 Í sjálvum tí sama degi fóru Nóah, og Sjem, og Ham, og Jáfeth, synir Nóah, og kona Nóah, og tær tríggjar konur sona hansara við teimum, inn í ørkina;
14 Tey, og hvørt djór eftir sínum slagi, og allur fenaðurin eftir teirra slagi, og hvørt skriðkykt ið skríður á jørðini eftir slagi sínum, og hvør fuglur eftir slagi sínum, hvør fuglur av hvørjum slagi.
15 Og tey fóru inn til Nóah inn í ørkina, tvey og tvey av øllum kjøti, sum lívsandin er í.
16 Og tey, sum fóru inn, fóru inn kallkyn og kvennkyn av øllum kjøti, eins og Guð hevði boðið honum: og HARRIN lokaði hann inni.
17 Og flóðin var fjøruti dagar á jørðini; og vøtnini øktust, og bóru ørkina uppi, og hon varð lyft upp uppum jørðina.
18 Og vøtnini høvdu yvirvág, og vórðu økt nógv á jørðini; og ørkin fór uppiá ásjónini á vøtnunum.
19 Og vøtnini høvdu yvirvág avbera nógv á jørðini; og allir teir høgu heyggjarnir, sum vóru undir øllum himninum, vórðu huldir.
20 Fimtan alnir omantil høvdu vøtnini yvirvág; og fjøllini huldust.
21 Og alt kjøt doyði sum rørdist á jørðini, bæði av fugli, og av fenaði, og av djóri; og av hvørjum skriðkykti sum skríður á jørðini, og hvør maður:
22 Alt, í hvørs nasum lívsandin var, av øllum sum var á turrlendinum, doyði.
23 Og hvørt livandi evni oyddist ið var á ásjón lendisins, bæði maður, og fenaður, og skriðkyktini, og fuglur himinsins; og tey vórðu oydd av jørðini: og bert Nóah varð verandi á lívi, og tey sum vóru við honum í ørkini.
24 Og vøtnini høvdu yvirvág á jørðini í hundrað og fimmti dagar.
KAPITUL 8
Og Guð mintist Nóah, og hvørt livandi ting, og allan fenaðin ið var hjá honum í ørkini: og Guð fekk ein vind at fara yvir jørðina, og vøtnini linkaðu;
2 Keldur eisini djúpsins og gluggar himins vórðu tipt, og regnið av himni varð hildið aftur;
3 Og vøtnini vendu aftur oman av jørðini støðugt: og við endan á teim hundrað og fimmti døgunum vóru vøtnini lækkaði.
4 Og ørkin hvíldi í sjeynda mánaði, á seytjanda degi mánaðarins, á Árarats fjøllum.
5 Og vøtnini minkaðu støðugt inntil tíggjunda mánaðin: í tíggjunda mánaði, á fyrsta degi mánaðarins, vórðu fjallatindarnir sæddir.
6 ¶ Og tað bar á við endan á fjøruti døgum, at Nóah læt upp gluggan á ørkini sum hann hevði gjørt:
7 Og hann sendi út ravn, sum fór út fram og aftur, inntil vøtnini vórðu tornaði upp oman av jørðini.
8 Hann eisini sendi út dúgvu frá sær, at sjá um vøtnini vóru lækkaði oman av ásjón lendisins;
9 Men dúgvan fann onga hvílu til ilina á fóti sínum, og hon kom aftur til hansara inn í ørkina, tí at vøtnini vóru á ásjónini á allari jørðini: tá rætti hann fram sína hond, og tók hana, og dró hana inn til sín í ørkina.
10 Og hann steðgaði enn aðrar sjey dagar; og aftur sendi hann fram dúgvuna út úr ørkini;
11 Og dúgvan kom inn til hansara um kvøldið; og sí, í hennara munni var olivinblað, slitið av: so Nóah vitsti at vøtnini vóru lækkaði oman av jørðini.
12 Og hann steðgaði enn aðrar sjey dagar; og sendi út dúgvuna; sum vendi ikki tilbakar aftur til hansara meira.
13 ¶ Og tað hendi í seks hundradasta og fyrsta árinum, í fyrsta mánaðinum, hinum fyrsta degi mánaðarins, at vøtnini vóru tornaði upp oman av jørðini: og Nóah tók burtur dekking arkarinnar, og hugdi, og sí, ásjónin á lendinum var turr.
14 Og í øðrum mánaði, á sjey og tjúgunda degi mánaðarins, var jørðin tornað.
15 ¶ Og Guð talaði við Nóah, og segði,
16 Far út úr ørkini, tú, og kona tín, og synir tínir, og konur sona tína við tær.
17 Før út við tær hvørt livandi ting sum er hjá tær, av øllum kjøti, bæði av fugli, og av fenaði, og av hvørjum skriðkykti ið skríður á jørðini; at tey mega nørast ríkiligani á jørðini, og vera fruktagóð, og margfaldast á jørðini.
18 Og Nóah fór fram, og synir hansara, og kona hansara, og konur sona hansara við honum:
19 Hvørt djór, hvørt skriðkykt, og hvør fuglur, og hvatsumhelst ið skríður á jørðini, eftir sløgum sínum, fóru út úr ørkini.
20 ¶ Og Nóah bygdi altar at HARRANUM; og tók av hvørjum reinum djóri, og av hvørjum reinum fugli, og ofraði brennioffur á altarinum.
21 Og HARRIN kendi søtan royk; og HARRIN segði í hjarta sínum, Eg vil ikki aftur banna jørðina meira fyri mansins skuld; tí at ímyndan hjarta mans er ónd frá ungdómi hans; eiheldur vil eg aftur sláa meira alt livandi, eins og eg havi gjørt.
22 Meðan jørðin verður, skal sáðtíð og heyst, og kuldi og hiti, og summar og vetur, og dagur og nátt ikki halda uppat.
KAPITUL 9
Og Guð vælsignaði Nóah og synir hansara, og segði við teir, Verið fruktagóðir, og margfaldist, og fyllið jørðina.
2 Og óttin fyri tykkum og ønskurin fyri tykkum skal vera á hvørjum djóri jarðarinnar, og á hvørjum fugli luftarinnar, á øllum ið rørist á jørðini, og á øllum fiskum havsins; tykkum í hond eru tey fingin.
3 Hvørt rørandi ting, ið livir, skal vera matur hjá tykkum; júst eins og ta grønu urtina havi eg givið tykkum øll ting.
4 Men kjøt við lívi tess, sum er blóð tess, skulu tit ikki eta.
5 Og vissuliga, tykkara blóð av tykkara lívum vil eg krevja; av hondini á hvørjum djóri vil eg krevja tað, og av hendi mans; av hondini á bróður hvørs mans vil eg krevja lív mans.
6 Hvøriðso hellir út blóð mans, av manni skal hansara blóð verða úthelt: tí at í Guðs mynd gjørdi hann mann.
7 Og tit, verið fruktagóð, og margfaldist; berið fram ríkiligani á jørðini, og margfaldist á henni.
8 ¶ Og Guð mælti við Nóah, og til sona hansara við honum, og segði,
9 Og eg, sí, eg grundleggi mín sáttmála við tykkum, og við tykkara sáð eftir tykkum;
10 Og við hvørja livandi skepnu sum er hjá tykkum, av fuglinum, av fenaðinum, og av hvørjum djóri jarðarinnar hjá tykkum; frá øllum ið ganga út úr ørkini, til hvørt djór jarðarinnar.
11 Og eg vil grundleggja mín sáttmála við tykkum; hvørki skal alt kjøt verða skorið av meira við vøtnunum av flóð; eiheldur skal meira verða flóð til at oyða jørðina.
12 Og Guð segði, Hetta er tekin sáttmálans sum eg geri ímillum meg og tykkum og hvørja livandi skepnu sum er hjá tykkum, fyri framhaldandi ættir:
13 Eg seti mín boga í skýggið, og hann skal vera fyri eitt tekin av einum sáttmála ímillum meg og jørðina.
14 Og tað skal bera á, tá ið eg føri eitt skýggj yvir jørðina, at bogin skal síggjast í skýnum:
15 Og eg vil minnast mín sáttmála, sum er ímillum meg og tykkum og hvørja livandi skepnu av øllum kjøti; og vøtnini skulu ikki meira gerast ein flóð til at oyða alt kjøt.
16 Og bogin skal vera í skýnum; og eg vil líta at honum, at eg má minnast hin ævigtvarandi sáttmála ímillum Guð og hvørja livandi skepnu av øllum kjøti sum er á jørðini.
17 Og Guð segði við Nóah, Hetta er tekin sáttmálans, sum eg havi grundlagt ímillum meg og alt kjøt sum er á jørðini.
18 ¶ Og synirnir hjá Nóah, sum fóru út úr ørkini, vóru Sjem, og Ham, og Jáfeth: og Ham er faðir Cánaans.
19 Hetta eru teir tríggir synir Nóah: og av teimum varð øll jørðin yvirbreidd.
20 Og Nóah fór undir at vera jarðyrkismaður, og hann plantaði víngarð:
21 Og hann drakk av víninum, og varð drukkin; og hann var óhuldur fyri innan tjald sítt.
22 Og Ham, faðir Cánaans, sá nakni faðirs síns, og segði báðum brøðrum sínum frá fyri uttan.
23 Og Sjem og Jáfeth tóku klæði, og løgdu tað á herðarnar hjá teimum báðum, og fóru aftureftir, og dekkaðu nakni faðirs síns; og teirra andlit vóru aftureftir, og teir sóu ikki nakni faðirs síns.
24 Og Nóah vaknaði úr víni sínum, og vitsti hvat yngri sonur hansara hevði gjørt honum.
25 Og hann segði, Bannaður veri Cánaan; tænari av tænarum skal hann vera brøðrum sínum.
26 Og hann segði,Vælsignaður veri HARRIN Guð Sjems; og Cánaan skal vera tænari hansara.
27 Guð skal vaksa um Jáfeth, og hann skal dvøljast í tjøldum Sjems; og Cánaan skal vera tænari hansara.
28 ¶ Og Nóah livdi eftir flóðina trý hundrað og fimmti ár.
29 Og allir dagar Nóah vórðu níggju hundrað og fimmti ár: og hann doyði.
KAPITUL 10
Hetta eru nú ættirnar hjá sonum Nóah, Sjem, Ham og Jáfeth: og teimum vórðu synir føddir eftir flóðina.
2 Synir Jáfeths, Gómer, og Mágog, og Mádai, og Jávan, og Túbal, og Mesjech, og Tiras.
3 Og synir Gómers, Asjkenaz, og Rifath, og Togarmah.
4 Og synir Jávans; Elisjah, og Tarsjisj, Kittim, Dódanim.
5 Við hesum vórðu oyggjar Heidninganna deildar í londum teirra; hvør eftir tungu síni, eftir familjum teirra, í tjóðum teirra.
6 ¶ Og synir Hams; Cusj, og Mizraim, og Phut, og Cánaan.
7 Og synir Cusj; Seba, og Hávilah, og Sabtah, og Ráamah, og Sabteka: og synir Ráamah; Sjeba og Dedan.
8 Og Cusj gat Nimrod: hann byrjaði at vera ein mektigur ein á jørðini.
9 Hann var mektigur veiðimaður frammi fyri HARRANUM: hvørsvegna tað verður sagt, Júst eins og Nimrod, hin mektigi veiðimaður frammi fyri HARRANUM.
10 Og byrjanin av hansara kongadømi var Bábel, og Erech, og Akkad, og Calneh, í landi Sjinars.
11 Út úr tí landi gekk út Assjur, og bygdi Nineveh, og staðin Rehoboth, og Calah,
12 Og Resen ímillum Nineveh og Calah: hin sami er mikil staður.
13 Og Mizraim gat Ludim, og Ánamim, og Lehábim, og Naphtuhim,
14 Og Pathrusim, og Casluhim, (út úr hvørjum komu Philistim,) og Caphtorim.
15 ¶ Og Cánaan gat Sidon sín fyrstafødda, og Heth,
16 Og Jebusitan, og Amoritan, og Girgasitan,
17 Og Hivitan, og Arkitan, og Sinitan,
18 Og Arvaditan, og Zemaritan, og Hámathitan: og síðan vórðu ættargreinir Cánaanitanna spreiddar út umkring.
19 Og landamarkið hjá Cánaanitunum var frá Sidon, sum tú kemurt til Gerar, at Gaza; sum tú fert, at Sodomu, og Gomorruh, og Admuh, og Zeboim, alt at Lásja.
20 Hetta eru synir Hams, eftir familjum teirra, eftir tungumálum teirra, í londum teirra, og í tjóðum teirra.
21 ¶ Sjemi eisini, faðirinum at øllum børnum Ebers, bróður Jáfeths hins eldra, enntá til hansara vórðu børn fødd.
22 Børn Sjems; Elam, og Assjur, og Arphaxad, og Lud, og Áram.
23 Og børn Árams; Uz, og Hul, og Gether, og Masj.
24 Og Arphaxad gat Salah; og Salah gat Eber.
25 Og Eberi vórðu føddir tveir synir: navnið hjá einum var Peleg; tí at á hansara døgum varð jørðin deild; og navnið hjá bróður hansara var Joktan.
26 Og Joktan gat Almodad, og Sjeleph, og Házarmáveth, og Jerah,
27 Og Hádoram, og Uzal, og Diklah,
28 Og Óbal, og Abimael, og Sjeba,
29 Og Ófir, og Hávilah, og Jóbab: allir hesir vóru synir Joktans.
30 Og teirra bústaður var frá Mesja, sum tú fert at Sephar, einum fjalli eystursins.
31 Hetta eru synir Sjems, eftir teirra familjum, eftir teirra tungumálum, í teirra londum, eftir teirra tjóðum.
32 Hetta eru familjurnar hjá sonum Nóah, eftir teirra ættum, í teirra tjóðum: og við hesum vórðu tjóðirnar deildar á jørðini eftir flóðina.
KAPITUL 11
Og øll jørðin var av einum tungumáli, og av einari talu.
2 Og tað bar á, sum teir ferðaðust úr eystri, at teir funnu ein slætta í landi Sjinars; og teir dvaldust har.
3 Og teir søgdu hvør til annan, Komið, latum okkum gera tigulstein, og brenna teir grundigani. Og teir høvdu tigulstein til stein, og jarðbik høvdu teir til mørtil.
4 Og teir søgdu, Komið, latum okkum byggja okkum ein stað og eitt torn, hvørs tindur kann røkka at himni; og latum okkum gera okkum navn, at ikki vit verði spjaddir umkring yvir ásjónina á allari jørðini.
5 Og HARRIN kom niður til at sjá staðin og tornið, sum mannabørnini bygdu.
6 Og HARRIN segði, Sí, fólkið er eitt, og teir hava allir eitt tungumál; og hetta fara teir undir at gera: og nú vil einkið verða hildið aftur frá teimum, sum teir hava ímyndað at gera.
7 Komið, latum oss fara niður, og har ørkymla tungumálið hjá teimum, at teir ikki mega skilja hvørs annars talu.
8 So HARRIN spjaddi teir út umkring haðani yvir ásjónina á allari jørðini: og teir lættu av at byggja staðin.
9 Tí er navnið á honum kallað Bábel; av tí at HARRIN har ørkymlaði tungumálið hjá allari jørðini: og haðani spjaddi HARRIN teir út umkring yvir ásjónina á allari jørðini.
10 ¶ Hetta eru ættir Sjems: Sjem var hundrað ára gamal, og gat Arphaxad, tvey ár eftir flóðina:
11 Og Sjem livdi, eftir at hann gat Arphaxad, fimm hundrað ár, og gat synir og døtur.
12 Og Arphaxad livdi fimm og tríati ár, og gat Salah:
13 Og Arphaxad livdi, eftir at hann gat Salah, fýra hundrað og trý ár, og gat synir og døtur.
14 Og Salah livdi tríati ár, og gat Eber:
15 Og Salah livdi, eftir at hann gat Eber, fýra hundrað og trý ár, og gat synir og døtur.
16 Og Eber livdi fýra og tríati ár, og gat Peleg:
17 Og Eber livdi, eftir at hann gat Peleg, fýra hundrað og tríati ár, og gat synir og døtur.
18 Og Peleg livdi tríati ár, og gat Reu:
19 Og Peleg livdi, eftir at hann gat Reu, tvey hundrað og níggju ár, og gat synir og døtur.
20 Og Reu livdi tvey og tríati ár, og gat Serug:
21 Og Reu livdi, eftir at hann gat Serug, tvey hundrað og sjey ár, og gat synir og døtur.
22 Og Serug livdi tríati ár, og gat Náhor:
23 Og Serug livdi, eftir at hann gat Náhor, tvey hundrað ár, og gat synir og døtur.
24 Og Náhor livdi níggju og tjúgu ár, og gat Terah:
25 Og Náhor livdi, eftir at hann gat Terah, eitt hundrað og nítjan ár, og gat synir og døtur.
26 Og Terah livdi sjeyti ár, og gat Ábram, Náhor, og Háran.
27 ¶ Hetta eru nú ættirnar hjá Terah: Terah gat Ábram, Náhor, og Háran; og Háran gat Lot.
28 Og Háran doyði áðrenn faðir sín Terah í landi uppruna síns, í Ur Kaldeanna.
29 Og Ábram og Náhor tóku sær konur: navnið hjá konu Ábrams var Sárai; og navnið hjá konu Náhors var Milcah, dóttir Hárans, faðir Milcuh, og faðir Iscuh.
30 Men Sárai var óburin; hon átti einkið barn.
31 Og Terah tók Ábram, son sín; og Lot, son Hárans, sonarson sín; og Sárai, verdóttur sína, konu sonar síns Ábrams; og tey fóru fram við teimum úr Ur Kaldeanna, til at fara inn í land Cánaans; og tey komu til Háran, og dvaldust har.
32 Og dagar Terah vórðu tvey hundrað og fimm ár: og Terah doyði í Háran.
KAPITUL 12
Men HARRIN hevði sagt við Ábram, Slepp tær út úr landi tínum, og frá ættarfólki tínum, og frá húsi faðirs tíns, at landi sum eg vil vísa tær:
2 Og eg vil gera úr tær mikla tjóð, og eg vil vælsigna teg, og gera navn títt stórt; og tú skalt verða ein signing:
3 Og eg vil vælsigna teir sum vælsigna teg, og banna hann ið bannar teg: og í tær skulu allar familjur jarðarinnar verða vælsignaðar.
4 So Ábram fór avstað, eins og HARRIN hevði talað við hann; og Lot fór við honum: og Ábram var sjeyti og fimm ára gamal tá ið hann fór avstað úr Háran.
5 Og Ábram tók Sárai, konu sína; og Lot, bróðurson sín; og alt teirra fíggjarevni sum teir høvdu savnað, og tær sálir sum teir høvdu fingið í Háran; og tey fóru avstað fyri at fara inn í land Cánaans; og inn í Cánaans land komu tey.
6 ¶ Og Ábram fór ígjøgnum landið at plássi Sichems, at Móreh slætta. Og Cánaanitin var tá í landinum.
7 Og HARRIN birtist Ábrami, og segði, Tínum sáði vil eg geva hetta landið: og har bygdi hann altar at HARRANUM, sum birtist honum.
8 Og hann flutti burt haðani at einum fjalli eystanfyri Bethel, og sló upp tjald sítt, havandi Bethel fyri vestan, og Hai fyri eystan: og har bygdi hann altar at HARRANUM, og kallaði á navn HARRANS.
9 Og Ábram ferðaðist, og fór áfram enn ímóti suðuri.
10 ¶ Og tað var hungursneyð í landinum: og Ábram fór niður í Egyptaland at útisita har; tí at hungursneyðin var svár í landinum.
11 Og tað bar á, tá ið hann var komin nær at fara inn í Egyptaland, at hann segði við Sárai, konu sína, Síggj nú, eg veit at tú ert vøkur kona at líta at:
12 Tí skal tað bera á, tá ið Egyptarnir skulu sjá teg, at teir munnu siga, Hetta er kona hansara: og teir vilja drepa meg, men teir vilja varðveita teg á lívi.
13 Sig, eg biði teg, at tú ert systir mín: at tað má vita væl við hjá mær fyri tína skyld; og mín sál skal liva tína vegna.
14 ¶ Og tað bar á, at tá ið Ábram var komin inn í Egyptaland, skoðaðu Egyptarnir kvinnuna, at hon var sera vøkur.
15 Eisini prinsarnir hjá Pharaoh sóu hana, og góvu henni viðmæli frammi fyri Pharaoh: og kvinnan varð tikin inn í hús Pharaohs.
16 Og hann fór væl við Ábrami fyri hennara skyld: og hann hevði seyð, og oksar, og asnar, og tænastumenn, og tænastumoyggjar, og øsnur, og kamelar.
17 Og HARRIN plágaði Pharaoh og hansara hús við miklum plágum, orsakað av Sárai, konu Ábrams.
18 Og Pharaoh rópaði Ábram, og segði, Hvat er hetta sum tú hevurt gjørt mær? hví segðirt tú mær ikki at hon var kona tín?
19 Hví segðirt tú, Hon er systir mín? so eg kundi havt tikið hana til mín til konu: nú tessvegna, sí konu tína, tak hana, og far tín veg.
20 Og Pharaoh beyð monnum sínum viðvíkjandi honum: og teir sendu hann avstað, og konu hansara, og alt sum hann hevði.
KAPITUL 13
Og Ábram legði avstað úr Egyptalandi, hann, og kona hansara, og alt sum hann hevði, og Lot við honum, í suðurlandið.
2 Og Ábram var sera ríkur í fenaði, í silvuri, og í gulli.
3 Og hann fór á ferðum sínum úr sunnan heilt til Bethel, at plássinum har hansara tjald hevði verið at byrja við, ímillum Bethel og Hai;
4 At plássi altarsins, sum hann hevði gjørt har í fyrstani: og har kallaði Ábram á navn HARRANS.
5 ¶ Og Lot eisini, sum fór við Ábrami, hevði smáfæafylgir, og stórfæafylgir, og tjøld.
6 Og landið var ikki ført fyri at bera teir, at teir máttu búð saman: tí teirra fíggjarevni var mikið, so at teir ikki fingu búð saman.
7 Og har varð stríð ímillum hirðarnar hjá fenaði Ábrams og hirðarnar hjá fenaði Lots: og Cánaanitin og Perizzitin búðu tá í landinum.
8 Og Ábram segði við Lot, Lat einkið stríð vera, eg biði teg, ímillum meg og teg, og ímillum mínar hirðar og tínar hirðar; tí vit veri brøður.
9 Er ikki alt landið frammi fyri tær? skil teg, eg biði teg, frá mær: um tú vilt taka vinstru hond, tá vil eg fara til høgru; ella um tú fari avstað til høgru handar, tá vil eg fara til vinstru.
10 Og Lot lyfti upp eygum sínum, og skoðaði allan slætta Jordans, at hann var væl vatnaður allastaðni, áðrenn HARRIN oyddi Sodomu og Gomorruh, enntá sum HARRANS aldingarður, líka sum Egyptaland, sum tú kemurt at Zóar.
11 Tá valdi Lot sær allan slætta Jordans; og Lot ferðaðist eystureftir: og teir skildu seg hvør frá øðrum.
12 Ábram dvaldist í landi Cánaans, og Lot dvaldist í staðum slættarins, og sló upp tjald sítt ímóti Sodomu.
13 Men menninir úr Sodomu vóru vondir og syndarar frammi fyri HARRANUM avbera mikið.
14 ¶ Og HARRIN segði við Ábram, eftir at Lot var skilstur frá honum, Lyft upp nú eygum tínum, og lít frá staðnum har tú ert, norðureftir, og suðureftir, og eystureftir, og vestureftir:
15 Tí alt landið sum tú sært, til tín vil eg geva tað, og til sáð títt um ævir.
16 Og eg vil gera sáð títt sum dust jarðarinnar: so at um maður kann upptelja dust jarðarinnar, tá skal sáð títt eisini verða upptalt.
17 Reis teg, gakk ígjøgnum landið eftir longd tess og eftir breidd tess; tí at eg vil geva tær tað.
18 Tá flutti Ábram tjald sítt, og kom og dvaldist á slætta Mamres, sum er í Hebron, og bygdi har altar at HARRANUM.
KAPITUL 14
Og tað bar á í døgum Amraphels kongs av Sjinar, Áriochs kongs av Ellasar, Kedorlaómers kongs av Elam, og Tidals kongs av tjóðum;
2 At hesir førdu kríggj við Bera kong av Sodomu, og við Birsja kong av Gomorruh, Sjinab kong av Admuh, og Sjemeber kong av Zeboiim, og kongin av Bela, sum er Zóar.
3 Allir hesir vóru sameintir saman í Siddims-dalinum, sum er salta havið.
4 Tólv ár tæntu teir Kedorlaómeri, og í trettanda ári gjørdu teir uppreist.
5 Og í fjúrtanda ári kom Kedorlaómer, og kongarnir sum við honum vóru, og slógu Rephaimarnar í Asjteroth Karnáim, og Zuzimarnar í Ham, og Emimarnar í Sjáveh Kirjatháim,
6 Og Horitarnar á teirra fjalli Seir, at El-páran, sum er við oyðuna.
7 Og teir vendu aftur, og komu til En-misjpat, sum er Kádesj, og slógu alt land Ámalekitanna, og eisini Amoritarnar, sum dvaldust í Hazezon-támar.
8 Og út fóru kongurin av Sodomu, og kongurin av Gomorruh, og kongurin av Admuh, og kongurin av Zeboiim, og kongurin av Bela, (tað sama er Zóar;) og teir sameintu bardaga við teir í Siddims-dalinum;
9 Við Kedorlaómer, kongin av Elam; og við Tidal kong av tjóðum, og Amraphel kong av Sjinar, og Árioch kong av Ellasar; fýra kongar við fimm.
10 Og Siddims-dalurin var fullur í jarðbiksdíkjum; og kongarnir av Sodomu og Gomorruh flýddu, og fullu har; og teir, sum vóru eftir, flýddu til fjallið.
11 Og teir tóku alt góðsið hjá Sodomu og Gomorruh, og allar teirra vistir, og fóru sín veg.
12 Og teir tóku Lot, bróðurson Ábrams, sum búði í Sodomu, og hansara góðs, og fóru avstað.
13 ¶ Og har kom ein sum hevði komist undan, og segði Ábrami Hebreara frá; tí hann dvaldist í slætta Mamres Amorita, bróður Esjcols, og bróður Áners: og hesir vóru gingnir í felag við Ábram.
14 Og tá ið Ábram hoyrdi at bróðir hansara var tikin til fanga, vápnaði hann sínar vandu tænarar, føddir í egna húsi hansara, trý hundrað og átjan, og elti teir til Dán.
15 Og hann deildi seg sundur ímóti teimum, hann og hansara tænarar, um náttina, og sló teir, og elti teir til Hóbah, sum erá vinstru hondini av Damascus.
16 Og hann førdi aftur alt góðsið, og førdi eisini aftur bróður sín Lot, og hansara góðs, og kvinnurnar eisini, og fólkið.
17 ¶ Og kongurin av Sodomu fór út at møta honum eftir afturkomu hansara frá slátringini av Kedorlaómeri, og av kongunum ið vóru við honum, í Sjáveh dali, sum er kongsins dalur.
18 Og Melkizedek kongur av Salem førdi fram breyð og vín: og hann var prestur hins hægsta Guðs.
19 Og hann vælsignaði hann, og segði, Vælsignaður veri Ábram av hinum hægsta Guði, ánara himins og jarðar:
20 Og vælsignaður veri hin hægsti Guð, sum hevur givið upp tínar fíggindar í tína hond. Og hann gav honum tíggjundir av øllum.
21 Og kongurin av Sodomu segði við Ábram, Gev mær persónarnar, og tak góðsið til tín sjálvs.
22 Og Ábram segði við kongin av Sodomu, Eg havi lyft upp mína hond at HARRANUM, hinum hægsta Guði, ánara himins og jarðar,
23 At eg vil ikki taka frá tráði alt at skótvong, og at eg vil ikki taka nakað ting sum er títt, at ikki tú skuldirt sagt, Eg havi gjørt Ábram ríkan:
24 Uttan bara tað sum teir ungu menninir hava etið, og skamtin hjá monnunum sum fóru við mær, Áner, Esjcol, og Mamre; lat teir taka skamt sín.
KAPITUL 15
Eftir hesi tingini kom orð HARRANS til Ábrams í eini sjón, sigandi, Óttast ikki, Ábram: eg eri skjøldur tín, og títt ovurmikla endurgjald.
2 Og Ábram segði, Harri GUÐ, hvat vilt tú geva mær, við tað at eg gangi barnleysur, og bústjórin av mínum húsi er hesin Eliezer úr Damascus?
3 Og Ábram segði, Sí, mær hevurt tú einkið sáð givið: og sí, ein, sum er føddur í húsi mínum, er mín arvingi.
4 Og sí, HARRANS orð kom at honum, sigandi, Hesin skal ikki vera arvingi tín; men hann, ið koma skal fram úr tínum egnu innangoymslum, skal vera arvingi tín.
5 Og hann førdi hann út á víðavang, og segði, Hygg nú ímóti himni, og tel stjørnurnar, um tú veri førur fyri at telja tær: og hann segði við hann, Soleiðis skal sáð títt verða.
6 Og hann trúði á HARRAN; og hann roknaði honum tað til rættvísis.
7 Og hann segði við hann, Eg eri HARRIN sum førdi teg út úr Ur Kaldeanna, til at geva tær hetta landið at arva tað.
8 Og hann segði, Harri GUÐ, hvarvið skal eg vita at eg skal arva tað?
9 Og hann segði við hann, Tak mær trý ára gamla kvígu, og trý ára gamla hon geit, og trý ára gamlan veðr, og turtildúgvu, og eina unga dúvu.
10 Og hann tók honum øll hesi, og deildi tey í miðjuni, og legði hvørt stykki eitt yvir av øðrum: men fuglarnar deildi hann ikki.
11 Og tá ið fuglarnir komu niður á ræini, rak Ábram teir burtur.
12 Og tá ið sólin var farandi til viðar, fell djúpur svøvnur á Ábram; og sí, ein ræðsla av miklum myrkri fell yvir hann.
13 Og hann segði við Ábram, Vita við vissu at títt sáð skal vera fremmandur í einum landi sum ikki er teirra, og skulu tæna teimum; og teir skulu níva teir í fýra hundrað ár;
14 Og eisini ta tjóðina, hvørji teir skulu tæna, vil eg døma: og síðani skulu teir koma út við miklum fíggjarevni.
15 Og tú skalt fara til fedra tína í friði; tú skalt jarðast í góðum, gomlum aldri.
16 Men í fjórða ættarliði skulu teir koma aftur higar: tí at misgerðin hjá Amoritunum er ikki enn full.
17 Og tað bar á, at tá ið sól fór til viða, og tað var myrkt, sí ein rúkandi bræðsluovnur, og ein brennandi lampa sum fór ímillum tey stykkini.
18 Í sama degi gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram, og segði, Tínum sáði havi eg givið hetta landið, frá Egyptalands á til ánna miklu, ánna Evphrátes:
19 Kenitarnar, og Kenizzitarnar, og Kadmonitarnar,
20 Og Hittitarnar, og Perizzitarnar og Rephaimarnar,
21 Og Amoritarnar, og Cánaanitarnar, og Girgasjitarnar, og Jebusitarnar.
KAPITUL 16
Men Sárai, kona Ábrams, føddi honum eingi børn: og hon hevði eina handarmoyggj, ein Egypta, hvørs navn varHágar.
2 Og Sárai segði við Ábram, Sí nú, HARRIN hevur hildið mær aftur frá at føða: eg biði teg, far inn til ternu mína; vera má at mær má lutast børn av henni. Og Ábram lýddi á rødd Sárai.
3 Og Sárai, kona Ábrams, tók Hágar, sína ternu ta Egyptisku, eftir at Ábram hevði búð tíggju ár í landi Cánaans, og gav manni sínum Ábrami hana, at vera kona hans.
4 ¶ Og hann fór inn Hágari, og hon ól fram: tá ið hon sá at hon hevði alið fram, varð hennara húsfrúgv vanvird í eygum hennara.
5 Og Sárai segði við Ábram, Mítt ranga veri á tær: eg havi givið mína ternu inn í favn tín; og tá ið hon sá at hon hevði alið fram, varð eg vanvird í eygum hennara: HARRIN dømi ímillum meg og teg.
6 Men Ábram segði við Sárai, Sí, tín terna er í tíni hond; ger við hana sum tær líkar. Og tá ið Sárai fór harðligani við henni, flýddi hon frá andliti hennara.
7 ¶ Og eingil HARRANS fann hana við eina keldu av vatni í oyðuni, við kelduna á vegnum til Sjúr.
8 Og hann segði, Hágar, terna Sárai, hvaðani komst tú? og hvagar vilt tú fara? Og hon segði, Eg flýggi frá andliti húsfrúar mínar, Sárai.
9 Og eingil HARRANS segði við hana, Vend aftur til húsfrú tína, og gev teg undir hendur hennara.
10 Og eingil HARRANS segði við hana, Eg vil margfalda sáð títt framúrliga, at tað skal ikki verða talt fyri margfaldni.
11 Og eingil HARRANS segði við hana, Sí, tú ert við barn, og skalt føða son, og skalt kalla navn hansara Ísjmael; av tí at HARRIN hevur hoyrt tína nívd.
12 Og hann verður ein villur maður; hansara hond verður ímóti hvørjum manni, og hvørs mans hond ímóti honum; og hann skal dvøljast í nærveruni av øllum sínum brøðrum.
13 Og hon kallaði navn HARRANS, sum talaði við seg, Tú, Guð, sært meg: tí hon segði, Havi eg eisini her litið at honum ið sær meg?
14 Hvørsvegna brunnurin varð kallaður Beer-lahai-roi; sí, hann er ímillum Kádesj og Bered.
15 ¶ Og Hágar føddi Ábrami son: og Ábram kallaði navn sonar síns, sum Hágar føddi, Ísjmael.
16 Og Ábram var fýrsinstjúgu og seks ára gamal, tá ið Hágar føddi Ábrami Ísjmael.
KAPITUL 17
Og tá ið Ábram var níti og níggju ára gamal, birtist HARRIN fyri Ábrami, og segði við hann, Eg eri hin Almáttugi Guð; gakk frammi fyri mær, og vert tú fullkomin.
2 Og eg vil gera sáttmála mín ímillum meg og teg, og vil margfalda teg framúrliga.
3 Og Ábram fell á andlit sítt: og Guð talaði við hann, og segði,
4 Hvat mær viðvíkur, sí, mín sáttmáli er við teg, og tú skalt verða faðir at mongum tjóðum.
5 Ikki heldur skal navn títt meira kallast Ábram, men navn títt skal vera Ábraham; tí ein faðir at mongum tjóðum havi eg gjørt teg.
6 Og eg vil gera teg avbera fruktagóðan, og eg vil gera tjóðir úr tær, og kongar skulu koma út úr tær.
7 Og eg vil grunda mín sáttmála ímillum meg og teg og sáð títt eftir teg í teirra ættarliðum til ævigtvarandi sáttmála, at vera tær ein Guð, og fyri sáði tínum eftir teg.
8 Og eg vil geva tær, og til sáð títt eftir teg, landið sum tú ert ein fremmandur í, alt land Cánaans, til ævigtvarandi ogn; og eg vil vera Guð teirra.
9 ¶ Og Guð segði við Ábraham, Tú skalt tí halda mín sáttmála, tú, og sáð títt eftir teg í teirra ættarliðum.
10 Hetta er mín sáttmáli, sum tit skulu halda, ímillum meg og teg og sáð títt eftir teg; Hvørt kallmans barn tykkara millum skal umskerast.
11 Og tit skulu umskera kjøt forhúðar tykkara; og tað skal vera eitt tekin sáttmálans ámilli mín og tykkara.
12 Og hann, sum er átta daga gamal, skal verða umskorin tykkara millum, hvørt kallmans barn í ættarliðum tykkara, hann sum er føddur í húsinum, ella keyptur við peningi frá onkrum fremmandum, sum ikki er av sáði tínum.
13 Hann sum er føddur í húsi tínum, og hann sum er keyptur við peningi tínum, mugu neyðugt umskerast: og mín sáttmáli skal vera í tykkara kjøti til ævigtvarandi sáttmála.
14 Og tað óumskorna kallmans barn, hvørs kjøt forhúðar hans ikki er umskorið, tann sál skal verða skorin av frá fólki hans; hann hevur brotið sáttmála mín.
15 ¶ Og Guð segði við Ábraham, Hvat viðvíkur Sárai, konu tíni, tú skalt ikki kalla navn hennara Sárai, men Sárah skalnavn hennara vera.
16 Og eg vil vælsigna hana, og geva tær son eisini av henni: ja, eg vil vælsigna hana, og hon skal verða ein móðir at tjóðum; kongar av fólkum skulu verða av henni.
17 Tá fell Ábraham á andlit sítt, og læði, og segði í hjarta sínum, Skal barn verða føtt honum sum er hundrað ára gamal? og skal Sárah, sum er níti ára gomul, føða?
18 Og Ábraham segði við Guð, O at Ísjmael mátti livað frammi fyri tær!
19 Og Guð segði, Sárah, kona tín, skal veruliga føða tær son; og tú skalt kalla navn hans Ísaakur: og eg vil grunda mín sáttmála við hann til ævigtvarandi sáttmála, og við sáð hans eftir hann.
20 Og hvat viðvíkur Ísjmaeli, so havi eg hoyrt teg: Sí, eg havi vælsignað hann, og vil gera hann fruktagóðan, og vil margfalda hann framúrliga; tólv prinsar skal hann gita, og eg vil gera hann til mikla tjóð.
21 Men mín sáttmála vil eg grunda við Ísaak, hvønn Sárah skal føða tær á hesi ásettu tíð í tí næsta árinum.
22 Og hann lætti av at tala við hann, og Guð fór upp frá Ábrahami.
23 ¶ Og Ábraham tók Ísjmael, son sín, og allar sum vóru føddir í húsi hansara, og allar sum vóru keyptir við peningi hansara, hvørt kallkyn millum menninar av húsi Ábrahams; og umskar kjøt forhúðar teirra á sjálvum tí sama degi, eins og Guð hevði sagt við hann.
24 Og Ábraham var níti og níggju ára gamal, tá ið hann varð umskorin í kjøti forhúðar sínar.
25 Og Ísjmael, sonur hansara, var trettan ára gamal, tá ið hann varð umskorin í kjøti forhúðar sínar.
26 Á sjálvum tí sama degi varð Ábraham umskorin, og Ísjmael sonur hansara.
27 Og allir menninir av húsi hansara, føddir í húsinum, og keyptir við peningi frá tí fremmanda, vórðu umskornir við honum.
KAPITUL 18
Og HARRIN birtist honum á Mamre slættum: og hann sat í tjalddurinum í hita dagsins;
2 Og hann lyftir upp eygum sínum og hugdi, og sí, tríggir menn stóðu hjá honum: og tá ið hann sá teir, rann hann at møta teimum frá tjalddurinum, og boygdi seg ímóti jørðini,
3 Og segði, Mín Harri, um eg nú havi funnið yndi í eygum tínum, tá far ikki burtur, eg biði teg, frá tænara tínum:
4 Latið eitt sindur av vatni, eg biði tykkum, verða fingið, og tváið føtur tykkara, og hvílið tykkum undir trænum:
5 Og eg vil fara eftir breyðmola, og troystið hjørtu tykkara; eftir tað skulu tit fara víðari: tí at tí eru tit komnir til tænara tykkara. Og teir søgdu, Soleiðis ger, sum tú hevurt sagt.
6 Og Ábraham skundaði sær inn í tjaldið til Sáruh, og segði, Tilreið við skundi trý mál av fínum mjøli, knoða tað, og ger køkur á grúgvuni.
7 Og Ábraham rann til stórfæafylgið, og heintaði kálv, mjúkan og góðan, og gav ungum manni hann, og hann skundaði sær at tilreiða hann.
8 Og hann tók smør, og mjólk, og kálvin sum hann hevði tilreitt, og setti tað frammanfyri teimum; og hann stóð hjá teimum undir trænum, og teir ótu.
9 ¶ Og teir søgdu við hann, Hvar er Sárah, kona tín? Og hann segði, Sí, í tjaldinum.
10 Og hann segði, Eg vil vissuliga koma aftur til tín samsvarandi við tíð lívs; og sí, Sárah, kona tín, skal hava son. Og Sárah hoyrdi tað í tjalddurinum, sum var aftanfyri hann.
11 Men Ábraham og Sárah vóru gomul og væl sligin í aldri; og tað gavst at vera hjá Sáruh eftir kvenna vísi.
12 Tí læði Sárah innan í sær sjálvari, og segði, Eftir at eg eri vorðin gomul, skal eg so fáa njóting, og harri mín eisini er gamal?
13 Og HARRIN segði við Ábraham, Hví læði Sárah, og sigur, Skal eg við vissu føða barn, sum eri gomul?
14 Er nakað ting ov torført hjá HARRANUM? Á tíðini ásettu vil eg koma aftur til tín, samsvarandi við tíð lívs, og Sárah skal hava son.
15 Tá noktaði Sárah, og segði, Eg læði ikki; tí hon var rædd. Og hann segði, Nei; men tú læðirt.
16 ¶ Og menninir risu upp haðani, og litu ímóti Sodomu: og Ábraham fór við teimum at føra teir á vegnum.
17 Og HARRIN segði, Skal eg fjala fyri Ábrahami tað ting sum eg geri;
18 Við tað at Ábraham skal vissuliga verða mikil og mektig tjóð, og allar tjóðir jarðarinnar skulu verða vælsignaðar í honum?
19 Tí eg kenni hann, at hann vil ábjóða sínum børnum og húshaldi sínum eftir seg, og tey skulu varðveita veg HARRANS, at inna rættlæti og dóm; at HARRIN má føra yvir Ábraham tað sum hann hevur talað um hann.
20 Og HARRIN segði, Av tí at rópið av Sodomu og Gomorruh er mikið, og av tí at teirra synd er ógviliga hervilig;
21 Vil eg fara niður nú, og síggja hvørt teir havi gjørt fullkomiliga samsvarandi rópinum av tí sum er komið til mín; og um ikki, so vil eg vita.
22 Og menninir vendu sínum andlitum haðani, og fóru ímóti Sodomu: men Ábraham stóð enn frammi fyri HARRANUM.
23 ¶ Og Ábraham nærkaðist, og segði, Vilt tú eisini oyða hin rættvísa við tí vonda?
24 Vera má at tað eru fimmti rættvísir innan staðarins: vilt tú eisini oyða og ikki spara staðið fyri teir fimmti rættvísu sum eru harí?
25 Tað veri fjart frá tær, at gera eftir hesum háttarlagi, at slátra hin rættvísa við tí vonda: og at hin rættvísi skuldi verið sum hin vondi, tað veri fjart frá tær: skal ikki Dómari alrar jarðarinnar inna rætt?
26 Og HARRIN segði, Um eg finni í Sodomu fimmti rættvísar fyri innan staðarins, tá vil eg spara alt staðið fyri teirra sakir.
27 Og Ábraham svaraði og segði, Sí nú, eg havi tikið uppá meg at tala við Harran, sum eri bert dust og øskur:
28 Vera má at tað fara at vanta fimm av teimum fimmti rættvísu: vilt tú oyða allan staðin fyri trot á fimm? Og hann segði, Um eg har finni fýrati og fimm, vil eg ikki oyða hann.
29 Og hann talaði við hann uppaftur, og segði, Vera má at tað fara fýrati at finnast har. Og hann segði, Eg vil ikki gera taðfyri fýrati skuld.
30 Og hann segði við hann, Á, lat ikki Harran verða firtnan, og eg vil tala: Vera má at tað fara tríati at finnast har. Og hann segði, Eg vil ikki gera tað, um eg finni tríati har.
31 Og hann segði, Síggj nú, eg havi tikið uppá meg at tala við Harran: Vera má at tað fara tjúgu at finnast har. Og hann segði, Eg vil ikki oyða hann fyri tjúgu skuld.
32 Og hann segði, Á, lat ikki Harran verða firtnan, og eg vil tala enn bert hesa einu ferðina: Vera má at tíggju fara atfinnast har. Og hann segði, Eg vil ikki oyða hann fyri tíggju skuld.
33 Og HARRIN fór sín veg, so skjótt sum hann var givin at samtala við Ábraham: og Ábraham vendi aftur at plássi sínum.
KAPITUL 19
Og tað komu tveir einglar til Sodomu um aftan; og Lot sat í portri Sodomu: og Lot, tá ið hann sá teir, reis upp at møta teimum; og boygdi seg við sínum andliti ímóti jørðini;
2 Og hann segði, Síggið nú, mínir harrar, vendið inn, eg biði tykkum, inn í hús tænara tykkara, og dvøljið alla nátt, og tváið tykkara føtur, og tit skulu rísa upp tíðliga, og fara á leiðum tykkara. Og teir søgdu, Nei; men vit vilja verða verandií gøtuni í alla nátt.
3 Og hann strongdi á teir stórligani; og teir vendu inn til hansara, og fóru inn í hús hansara; og hann gjørdi teimum veitslu, og bakaði ósúrgað breyð, og teir ótu.
4 ¶ Men áðrenn teir løgdust niður, umringaðu menninir úr staðinum, enntá menninir úr Sodomu, húsið umkring, bæði gamlir og ungir, alt fólkið frá hvørjum heraðshorni:
5 Og teir rópaðu á Lot, og søgdu við hann, Hvar eru menninir sum komu inn til tín hesa nátt? før teir út til okkara, at vit mega kenna teir.
6 Og Lot fór út við dyrnar til teirra, og læt hurðina aftur eftir seg,
7 Og segði, Eg biði tykkum, brøður, gerið ikki so vondliga.
8 Sí nú, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent mann; latið meg, eg biði tykkum, føra tær út til tykkara, og gerið við tær sum er gott í eygum tykkara: bert hesum monnunum gerið einkið; tí at tessvegna komu teir undir skuggan av taki mínum.
9 Og teir søgdu, Statt tilbakar. Og teir søgdu aftur, Hesin eini felagin kom inn at útisita, og hann vil endiliga vera ein dómari: nú vilja vit fara verri við tær enn við teimum. Og teir strongdu sáran á mannin, tað er Lot, og komu nær at bróta hurðina.
10 Men menninir koyrdu fram sína hond, og togaðu Lot inn í húsið til sín, og lokaðu hurðina fyri.
11 Og teir slógu menninar, sum vóru við dyrnar av húsinum, við blindleika, bæði smáar og stórar: so at teir møddu seg at finna hurðina.
12 ¶ Og menninir søgdu við Lot, Hevurt tú her nakran umframt? verson, og synir tínar, og døtur tínar, og hvatsumhelst tú hevurt í staðinum, før tey út úr hesum plássi:
13 Tí at vit vilja oyða hetta stað, av tí at rópið av teimum er vorðið mikið frammi fyri andliti HARRANS; og HARRIN hevur sent okkum at oyða tað.
14 Og Lot fór út, og talaði við sínar versynir, sum giftu seg við døtrum hansara, og segði, Upp, sleppið tykkum út úr hesum plássi; tí at HARRIN vil oyða henda stað. Men hann tóktist sum ein ið spottaði fyri versonum sínum.
15 ¶ Og tá ið morgunin reistist, tá skundaðu einglarnir undir Lot, og søgdu, Reis teg, tak konu tína, og báðar døtur tínar, sum eru her; at ikki tú verði upptærdur í misgerð staðarins.
16 Og meðan hann drálaði, løgdu menninir hald á hond hansara, og á hondina á konu hansara, og á hondina á báðum døtrum hansara; HARRIN verandi honum miskunnarfullur: og teir førdu hann út, og settu hann uttanfyri staðin.
17 ¶ Og tað bar á, tá ið teir høvdu ført tey út um, at hann segði, Kom tær undan fyri títt lív; hygg ikki afturum teg, eiheldur steðgi tú á øllum slættanum; kom tær undan til fjallið, at ikki tú verði upptærdur.
18 Og Lot segði við teir, Á, ikki so, Harri mín:
19 Síggj nú, tænari tín hevur funnið náði í tíni eygsjón, og tú hevurt stórgjørt tína miskunn, sum tú hevurt sýnt mær í at frelsa mítt lív; og eg kann ikki koma mær undan til fjallið, at ikki okkurt ilt taki meg, og eg doyggi:
20 Síggj nú, hesin staður er nær at flýggja til, og hann er ein lítil ein: Á, lat meg koma mær undan hagar, (er hann ikki ein lítil ein?), og sál mín skal liva.
21 Og hann segði við hann, Sí, eg havi góðtikið teg viðvíkjandi hesum tingi eisini, at eg vil ikki kollrenna henda stað, fyri hvønn tú hevurt talað.
22 Skunda tær, kom tær undan hagar; tí at eg kann ikki gera nakað, til tú verði komin hagar. Tí varð navnið á staðinum kallað Zóar.
23 ¶ Sólin var risin á jørðina, tá ið Lot fór inn í Zóar.
24 Tá regnaði HARRIN yvir Sodomu og yvir Gomorruh svávul og eld frá HARRANUM úr himni;
25 Og hann kollrendi hasar staðirnar, og allan slættan, og allar íbúgvarnar av staðunum, og tað sum vaks á lendinum.
26 ¶ Men kona hansara hugdi tilbakar frá fyri aftan hann, og hon varð at saltstólpa.
27 ¶ Og Ábraham fór upp árla um morgunin til staðið har hann stóð frammi fyri HARRANUM:
28 Og hann leit ímóti Sodomu og Gomorruh, og ímóti øllum landi slættarins, og skoðaði, og sí, roykurin av landinum fór upp sum roykurin úr bræðsluovni.
29 ¶ Og tað bar á, tá ið Guð oyddi staðir slættarins, at Guð mintist til Ábrahams, og sendi Lot út úr miðjari kollrenningini, tá ið hann kollrendi staðirnar í hvørjum Lot dvaldist.
30 ¶ Og Lot legði avstað úr Zóar, og dvaldist á fjallinum, og báðar døtur hansara við honum; tí hann óttaðist at dvøljast í Zóar: og hann dvaldist í helli, hann og báðar døtur hansara.
31 Og hin fyrstafødda segði við ta yngru, Okkara faðir er gamal, og tað er ikki maður á jørðini at koma inn at okkum eftir alrar jarðar vísi:
32 Kom, latum okkum fáa faðir okkara at drekka vín, og vit vilja liggja hjá honum, at vit mega varðveita sáð av faðir okkara.
33 Og tær fingu faðir sín at drekka vín tað kvøldið: og hin fyrstafødda fór inn, og lá hjá faðir sínum; og hann varnaðist ikki tá ið hon legðist niður, ella tá ið hon reistist.
34 Og tað bar á um morginárið, at hin fyrstafødda segði við ta yngru, Sí, eg lá gjáranáttina hjá faðir mínum: latum okkum fáa hann at drekka vín hetta kvøldið eisini; og far tú inn, og ligg hjá honum, at vit mega varðveita sáð av faðir okkara.
35 Og tær fingu faðir sín at drekka vín tað kvøldið eisini: og hin yngra reistist, og lá hjá honum; og hann varnaðist ikki tá ið hon legðist niður, ella tá ið hon reistist.
36 Soleiðis vórðu báðar døtur Lots við barn av faðir sínum.
37 Og hin fyrstafødda føddi son, og kallaði navn hansara Móab: hin sami er faðir Móabitanna til henda dag.
38 Og hin yngra, eisini hon føddi son, og kallaði navn hansara Ben-ammi: hin sami er faðir Ammons barna til henda dag.
KAPITUL 20
Og Ábraham ferðaðist haðani ímóti suðurlandinum, og dvaldist ímillum Kádesj og Sjúr, og útisat í Gerar.
2 Og Ábraham segði um Sáruh, konu sína, Hon er systir mín: og Abimelech kongur av Gerar sendi, og tók Sáruh.
3 Men Guð kom til Abimelechs í dreymi um náttina, og segði til hansara, Sí, tú ert bert deyður maður, vegna kvinnuna sum tú hevurt tikið; tí hon er kona mans.
4 Men Abimelech hevði ikki komið nær henni: og hann segði, Harri, vilt tú eisini vega rættvísa tjóð?
5 Segði hann ikki við meg, Hon er systir mín? og hon, eisini hon sjálv segði, Hann er bróðir mín: í falsloysi hjarta míns og sakloysi handa mína havi eg gjørt hetta.
6 Og Guð segði við hann í dreymi, Ja, eg veit at tú gjørdirt hetta í falsloysi hjarta tíns; tí at eg helt tær eisini aftur frá at synda ímóti mær: tí loyvdi eg tær ikki at nema hana.
7 Fá tí nú manninum aftur konu hansara; tí hann er prophetur, og hann skal biðja fyri tær, og tú skalt liva: og um tú lati hana ikki aftur, tá viti tú at tú skalt vissuliga doyggja, tú, og øll sum eru tíni.
8 Tí reis Abimelech árla um morgunin, og rópaði allar tænarar sínar, og segði frá øllum hesum lutunum í oyru teirra: og menninir vóru sára ræddir.
9 Tá rópaði Abimelech Ábraham, og segði við hann, Hvat hevurt tú gjørt okkum? og hvat havi eg meinbogað teg, at tú hevurt ført á meg og á kongadømi mítt eina mikla synd? tú hevurt gjørt mær gerðir sum ikki áttu at verðið gjørdar.
10 Og Abimelech segði við Ábraham, Hvat sást tú, at tú hevurt gjørt hetta?
11 Og Ábraham segði, Av tí at eg hugsaði, Vissuliga er óttin fyri Guði ikki í hesum plássi; og teir vilja vega meg fyri konu mína skyld.
12 Og tó er hon vissuliga systir mín; hon er dóttir faðirs míns, men ikki dóttir móður mínar; og hon gjørdist kona mín.
13 Og tað bar á, tá ið Guð elvdi mær at reika frá húsi faðirs míns, at eg segði við hana, Hetta er tín blídni sum tú skalt sýna mær; á hvørjum plássi, hvagar vit skulu koma, har sig um meg, Hann er bróðir mín.
14 Og Abimelech tók seyð, og oksar, og kalltænarar, og kvenntænarar, og gav Ábrahami tey, og fekk honum aftur Sáruh, konu hansara.
15 Og Abimelech segði, Sí, mítt land er frammi fyri tær: búgv har tað hóvar tær.
16 Og við Sáruh segði hann, Sí, eg havi givið bróður tínum túsund stykkir av silvuri: sí, hann er hjá tær ein dekking av eygunum, at øllum sum við tær eru, og hjá øllum øðrum: svá varð hon formanað.
17 ¶ So Ábraham bað til Guðs: og Guð grøddi Abimelech, og konu hansara, og tænastumoyggjar hansara; og tær føddu børn.
18 Tí HARRIN hevði fast lokað fyri øllum lívmøðrum Abimelechs húss, orsakað av Sáruh, konu Ábrahams.
KAPITUL 21
Og HARRIN vitjaði Sáruh, sum hann hevði sagt; og HARRIN gjørdi við Sáruh, eins og hann hevði talað.
2 Tí Sárah ól fram, og føddi Ábrahami son á gamalsaldri hansara, við hina settu tíð sum Guð hevði talað um til hansara.
3 Og Ábraham kallaði navnið hjá syni sínum sum varð føddur honum, hvønn Sárah føddi til hansara, Ísaakur.
4 Og Ábraham umskar son sín Ísaak, verandi átta daga gamal, eins og Guð hevði boðið honum.
5 Og Ábraham var hundrað ára gamal tá ið sonur hansara, Ísaakur, varð føddur honum.
6 ¶ Og Sárah segði, Guð hevur fingið meg at læa, so at øll, sum hoyra, vilja læa við mær.
7 Og hon segði, Hvør vildi havt sagt við Ábraham, at Sárah skuldi havt givið børnum at súgva? tí at eg havi føtt honumson á gamalsaldri hansara.
8 Og barnið vaks, og vandist av brósti: og Ábraham gjørdi mikla veitslu hin sama dag sum Ísaakur varð vandur av brósti.
9 ¶ Og Sárah sá sonin hjá Hágari tí Egyptisku, sum hon hevði føtt Ábrahami, háða.
10 Hvørsvegna hon segði við Ábraham, Kasta út hesa trælkvinnu og son hennara: tí at sonurin hjá hesi trælkvinnuni skal ikki vera arvingi við syni mínum, enntá við Ísaaki.
11 Og tingið var sera svárligt í eygsjón Ábrahams, uppá grund av syni hansara.
12 ¶ Og Guð segði við Ábraham, Lat tað ikki vera svárligt í tíni eygsjón uppá grund av piltinum, og uppá grund av trælkvinnu tíni; í øllum, sum Sárah hevur sagt við teg, lýð á hennara rødd; tí at í Ísaaki skal sáð títt verða kallað.
13 Og eisini av syninum hjá trælkvinnuni vil eg gera tjóð, tí at hann er sáð títt.
14 Og Ábraham reis upp árla um morgunin, og tók breyð, og eina fløsku av vatni, og gav Hágari tað, og setti tað á øksl hennara, og barnið, og sendi hana burtur: og hon fór avstað, og reikaði um í Beer-sjebu oyðu.
15 Og vatnið varð uppbrúkt í fløskuni, og hon kastaði barnið undir ein av runnunum.
16 Og hon fór, og setti seg niður yvir av honum eitt fitt petti frá, sum var tað eitt bogaskot: tí hon segði, Lat meg ikki síggja deyða barnsins. Og hon sat yvir av honum, og lyfti upp rødd sína, og græt.
17 Og Guð hoyrdi røddina hjá piltinum; og Guðs eingil kallaði á Hágar úr himni, og segði við hana, Hvat bagir tær, Hágar? óttast ikki; tí at Guð hevur hoyrt røddina hjá piltinum, har hann er.
18 Reis teg, lyft upp piltin, og halt honum í tíni hond; tí at eg vil gera hann til mikla tjóð.
19 Og Guð læt upp eygu hennara, og hon sá vatnskeldu; og hon fór, og fylti fløskuna við vatni, og gav piltinum drekka.
20 Og Guð var við piltinum; og hann vaks, og dvaldist í oyðuni, og gjørdist bogaskjútti.
21 Og hann dvaldist í Párans oyðu: og hansara móðir tók honum konu úr Egyptalandi.
22 ¶ Og tað hendi um tað mundið, at Abimelech og Phikol, fremsti høvuðsmaðurin av herliði hansara, talaðu við Ábraham, og søgdu, Guð er við tær í øllum sum tú gert:
23 Svør mær tí nú her við Guð, at tú vilt ikki fara falsligani við mær, ella við syni mínum, ella við syni sonar míns: mensamsvarandi góðskuni, sum eg havi gjørt tær, skalt tú gera mær, og við landið sum tú hevurt útisitið í.
24 Og Ábraham segði, Eg vil svørja.
25 Og Ábraham formanaði Abimelech vegna vatnsbrunn, sum tænarar Abimelechs høvdu harðligani tikið burtur.
26 Og Abimelech segði, Eg veit ikki hvør hevur gjørt hetta: eiheldur segðirt tú mær, eiheldur enn hoyrdi eg um tað, uttan í dag.
27 Og Ábraham tók seyð og oksar, og gav Abimelechi tey; og báðir av teimum gjørdu sáttmála.
28 Og Ábraham setti sjey gimburlomb úr smáfæafylginum fyri seg sjálv.
29 Og Abimelech segði við Ábraham, Hvat merkja hesi sjey gimburlombini sum tú hevurt sett fyri seg sjálv?
30 Og hann segði, Tí at hesi sjey gimburlombini skalt tú taka av míni hond, at tey mega vera mær eitt vitni um, at eg havi grivið henda brunn.
31 Hvørsvegna hann kallaði tað plássið Beer-sjeba; av tí at har svóru teir, báðir av teimum.
32 Svá gjørdu teir sáttmála í Beer-sjebu: tá reis Abimelech upp, og Phikol, fremsti høvuðsmaðurin av herliði hansara, og teir vendu aftur inn í land Philistanna.
33 ¶ Og Ábraham plantaði lund í Beer-sjebu, og kallaði har á navn HARRANS, hins ævigtvarandi Guðs.
34 Og Ábraham útisat í landi Philistanna mangar dagar.
KAPITUL 22
Og tað hendi eftir hesi ting, at Guð freistaði Ábraham, og segði við hann, Ábraham: og hann segði, Sí, her eri eg.
2 Og hann segði, Tak nú son tín, tín einasta son Ísaak, hvønn tú elskart, og far tær inn í Móriah land; og ofra hann har til brennioffur á einum av fjøllunum sum eg vil siga tær um.
3 ¶ Og Ábraham reis upp árla um morgunin, og saðlaði sín asna, og tók tveir av ungu monnum sínum við sær, og Ísaak, son sín, og kleyv viðin til brenniofrið, og reis upp, og fór á plássið sum Guð hevði sagt honum um.
4 Síðan, á triðja degi, lyfti Ábraham upp eygum sínum, og sá plássið langt burturifrá.
5 Og Ábraham segði við ungu menn sínar, Verðið tit her hjá asnanum; og eg og pilturin vilja fara haryvir og tilbiðja, og koma aftur til tykkara.
6 Og Ábraham tók brennioffursviðin, og legði hann uppá Ísaak, son sín; og hann tók eldin í sína hond, og knív; og teir fóru báðir teirra saman.
7 Og Ísaakur talaði við Ábraham, faðir sín, og segði, Mín faðir: og hann segði, Her eri eg, sonur mín. Og hann segði, Síggj eldin og viðin: men hvar er lambið til brennioffur?
8 Og Ábraham segði, Sonur mín, Guð vil skaffa seg sjálvan eitt lamb til brennioffur: so teir fóru báðir teirra saman.
9 Og teir komu til plássið sum Guð hevði sagt honum um; og Ábraham bygdi altar har, og legði viðin til rættis, og bant Ísaak, son sín, og legði hann á altarið uppá viðin.
10 Og Ábraham rætti út hond sína, og tók knívin til at vega son sín.
11 Og eingil HARRANS kallaði á hann úr himni, og segði, Ábraham, Ábraham: og hann segði, Her eri eg.
12 Og hann segði, Legg ikki tína hond á piltin, eiheldur geri tú honum nakað ting: tí nú veit eg at tú óttarst Guð, við tað at tú ikki hevurt afturhildið son tín, tín einasta son, frá mær.
13 Og Ábraham lyfti upp eygum sínum, og hugdi, og sí aftanfyri hann var veðrur, fangaður í einum kjarri eftir hornum sínum: og Ábraham fór og tók veðrin, og ofraði hann upp til brennioffur í stað sonar síns.
14 Og Ábraham kallaði navnið á tí plássinum Jehóvah-jireh: eins og tað verður sagt til henda dag, Á HARRANS fjalli skal tað verða sæð.
15 ¶ Og eingil HARRANS kallaði á Ábraham úr himni fyri aðru ferð,
16 Og segði, Við sjálvan meg havi eg svorið, sigur HARRIN, tí av tí at tú hevurt gjørt hetta, og hevurt ikki afturhildið son tín, tín einasta son:
17 At í signing vil eg vælsigna teg, og í margfalding vil eg margfalda títt sáð sum stjørnur himinsins, og sum sandin sumer á sævarstrondini; og sáð títt skal ognast portur fígginda hans;
18 Og í tínum sáði skulu allar tjóðir jarðarinnar verða vælsignaðar; av tí at tú hevurt lýtt mína rødd.
19 So Ábraham vendi aftur til ungu menn sínar, og teir risu upp og fóru saman til Beer-sjebu; og Ábraham dvaldist í Beer-sjebu.
20 ¶ Og tað bar á eftir hesi tingini, at tað varð sagt Ábrahami, sigandi, Sí, Milcah, hon hevur eisini føtt børn at bróður tínum Náhori;
21 Huz, hansara fyrstiføddi; og Buz, bróðir hansara; og Kemuel, faðir Árams,
22 Og Kesed, og Hazo, og Pildasj, og Jidlaph, og Bethuel.
23 Og Bethuel gat Rebekuh: hesi átta føddi Milcah til Náhors, bróður Ábrahams.
24 Og hansara medkona, hvørs navn var Reumah, hon føddi eisini Tebah, og Gáham, og Táhasj, og Máakah.
KAPITUL 23
Og Sárah varð hundrað og sjey og tjúgu ára gomul: hetta vóru árini av lívi Sáruh.
2 Og Sárah doyði í Kirjath-arba; tað sama er Hebron í landi Cánaans: og Ábraham kom at harma yvir Sáruh, og at gráta yvir hana.
3 ¶ Og Ábraham stóð upp frammanfyri síni deyðu ífrá, og talaði við synir Heths, sigandi,
4 Eg eri fremmandur og útiseti hjá tykkum: gevið mær ogn til eitt jarðingarpláss hjá tykkum, at eg má jarða mína deyðu út úr eygsjón míni.
5 Og Heths børn svaraðu Ábrahami, og søgdu við hann,
6 Hoyr okkum, harri mín: tú ert ein mektigur prinsur okkara millum: í hinum úrvals av okkara gravhýsum jarða tína deyðu; eingin av okkum skal afturhalda frá tær sítt gravhýsi, bert at tú mást jarða tína deyðu.
7 Og Ábraham stóð upp, og boygdi seg fyri fólki landsins, enntá fyri børnum Heths.
8 Og hann samtalaði við teir, og segði, Um tað veri hugur tykkara at eg skuldi jarða mína deyðu út úr eygsjón míni; táhoyrið meg, og bønið fyri meg fyri Ephroni Zóhars syni,
9 At hann má geva mær Machpelah helli, sum hann hevur, sum er í endanum av akri hansara; fyri so nógvan pening sum tað er vert skal hann geva mær tað til eina ogn av jarðingarplássi tykkara millum.
10 Og Ephron dvaldist millum Heths barna: og Ephron Hittiti svaraði Ábrahami í áhoyrn Heths barna, enntá alra sum fóru inn við portrini av staði hansara, sigandi,
11 Nei, harri mín, hoyr meg: akurin gevi eg tær, og hellið sum er harí, tað gevi eg tær; í hjáveru sona fólks míns gevi eg tær tað: jarða tína deyðu.
12 Og Ábraham boygdi niður seg sjálvan frammi fyri fólki landsins.
13 Og hann talaði við Ephron í áhoyrnini av fólki landsins, og segði, Men um tú vilt geva hann, eg biði teg, tá hoyr meg: eg vil geva tær pening fyri akurin; tak hann av mær, og eg vil jarða mína deyðu har.
14 Og Ephron svaraði Ábrahami, og segði við hann,
15 Mín harri, lýð á meg: jørðin er verd fýra hundrað sjeklar av silvuri; hvat er tað mín og tín ámillum? jarða tí tína deyðu.
16 Og Ábraham lýddi á Ephron; og Ábraham vigaði Ephroni silvurið, sum hann hevði nevnt í áhoyrnini á sonum Heths, fýra hundrað sjeklar av silvuri, algongdur peningur hjá keypmanninum.
17 ¶ Og akurin hjá Ephroni, sum var í Machpelah, sum var frammanfyri Mamre, akurin, og hellið sum var harí, og øll trøini sum vóru í akrinum, sum vóru í øllum mørkunum rundan um, vórðu gjørd Ábrahami
18 Trygg til eina ogn í hjáveru Heths barna, frammi fyri øllum ið fóru inn við portrini av staði hansara.
19 Og eftir hetta jarðaði Ábraham Sáruh, konu sína, í hellinum av Machpelah akri frammanfyri Mamre: tað sama erHebron í landi Cánaans.
20 Og akurin, og hellið sum er harí, vórðu gjørd Ábrahami trygg til eina ogn av jarðingarplássi av sonum Heths.
KAPITUL 24
Og Ábraham var gamal, og væl sligin í aldri: og HARRIN hevði vælsignað Ábraham í øllum tingum.
2 Og Ábraham segði við sín elsta tænara av sínum húsi, sum ráddi yvir øllum sum hann hevði, Legg, eg biði teg, tína hond undir lend mína:
3 Og eg vil fáa teg at svørja við HARRAN, Guð himins, og Guð jarðarinnar, at tú skalt ikki taka syni mínum konu av døtrum Cánaanitanna, hvørja millum eg dvøljist:
4 Men tú skalt fara til land mítt, og til ættarfólk mítt, og taka syni mínum Ísaaki konu.
5 Og tænarin segði við hann, Vera má at kvinnan vil ikki vera villig at fylgja mær at hesum landi: má eg neyðugt føra son tín aftur til landið hvaðani tú komst?
6 Og Ábraham segði við hann, Vert tú varin, at tú føri ikki son mín aftur hagar.
7 ¶ HARRIN Guð himins, sum tók meg frá húsi faðirs míns, og frá landi ættarfólks míns, og sum talaði við meg, og sum svór mær, og segði, Tínum sáði vil eg geva hetta land; hann skal senda eingil sín undan tær, og tú skalt taka syni mínum konu haðani.
8 Og um kvinnan vil ikki vera villig at fylgja tær, tá skalt tú vera leysur frá hesum eiði mínum: før bert ikki son mín aftur hagar.
9 Og tænarin legði sína hond undir lend Ábrahams, meistara síns, og svór fyri honum viðvíkjandi tí máli.
10 ¶ Og tænarin tók tíggju kamelar av kamelum meistara síns, og fór avstað; tí alt góðsið hjá meistara hansara var í hond hansara: og hann reistist, og fór til Mesopotámiu, til staðar Náhors.
11 Og hann fekk sínar kamelar at níga niður uttanfyri staðin við ein vatnsbrunn um kvøldartíðina, enntá tíðina sum kvinnur fara út at draga vatn.
12 Og hann segði, O HARRI Guð meistara míns Ábrahams, eg biði teg, send mær blíðan byr henda dag, og sýn blídni at meistara mínum Ábrahami.
13 Sí, eg standi her við vatnsbrunnin; og døturnar hjá monnum staðarins koma út at draga vatn:
14 Og lat tað bera á, at tann gentan, til hvørja eg sigi, Set niður krukku tína, eg biði teg, at eg má drekka; og hon sigur, Drekk, og eg vil geva kamelum tínum drekka eisini: lat ta somu vera hon sum tú hevurt útnevnt tænara tínum Ísaaki; og harvið skal eg vita at tú hevurt sýnt blídni at meistara mínum.
15 ¶ Og tað bar á, áðrenn hann var liðugur at tala, at sí, Rebekah kom út, sum var fødd Bethueli, syni Milcuh, konu Náhors, bróður Ábrahams, við síni krukku á síni øksl.
16 Og gentan var sera fríð á at líta, ein jomfrúgv, eiheldur hevði nakar maður kent hana: og hon fór niður til brunnin, og fylti sína krukku, og kom upp.
17 Og tænarin rann at møta henni, og segði, Lat meg, eg biði teg, drekka eitt sindur av vatni úr krukku tíni.
18 Og hon segði, Drekk, harri mín: og hon skundaði sær, og læt niður sína krukku á síni hond, og gav honum drekka.
19 Og tá ið hon hevði lokið við at geva honum drekka, segði hon, Eg vil draga kamelum tínum vatn eisini, inntil teir havi lokið við at drekka.
20 Og hon skundaði sær, og tømdi sína krukku í trogið, og rann aftur til brunnin at draga vatn, og dró øllum kamelum hansara.
21 Og maðurin undraðist yvir hana, men helt friði sínum, at vita hvørt HARRIN hevði gjørt ferð hansara framgangsríka ella ei.
22 Og tað bar á, sum kamelarnir høvdu lokið við at drekka, at maðurin tók gyltan oyrnaring á hálvan sjekuls vekt, og tvey armbond til hennara hendur á tíggju sjekla vekt av gulli;
23 Og segði, Hvørs dóttir ert tú? sig mær, eg biði teg: er rúm í húsi faðirs tíns hjá okkum at hýsast í?
24 Og hon segði við hann, Eg eri dóttir Bethuels, sonar Milcuh, hvønn hon føddi Náhori.
25 Hon segði harafturat við hann, Vit hava nóg mikið bæði av hálmi og fóðuri, og rúm at hýsast í.
26 Og maðurin boygdi niður høvur sítt, og tilbað HARRAN.
27 Og hann segði, Vælsignaður veri HARRIN Guð meistara míns Ábrahams, sum ikki hevur eftirlatið á berum meistara mín fyri sína miskunn og sannleika sín: sum eg var á vegnum, so leiddi HARRIN meg til húsið hjá brøðrum meistara míns.
28 Og gentan rann, og segði teimum av húsi móður sínar hesar lutir.
29 ¶ Og Rebekah hevði ein bróður, og navnið hjá honum var Lában: og Lában rann út til mannin, til brunnin.
30 Og tað bar á, tá ið hann sá oyrnaringin og armbondini á hondunum hjá systur síni, og tá ið hann hoyrdi orðini hjá Rebekuh, systur síni, sum segði, Svá talaði maðurin við meg; at hann kom til mannin; og sí, hann stóð hjá kamelunum við brunnin.
31 Og hann segði, Kom inn, tú vælsignaður av HARRANUM; hví stendurt tú fyri uttan? tí at eg havi tilbúgvið húsið, og rúm til kamelarnar.
32 ¶ Og maðurin kom inn í húsið: og hann avgyrdi kamelar sínar, og gav hálm og fóður til kamelarnar, og vatn at tváa føtur hansara, og føturnar hjá monnunum sum við honum vóru.
33 Og tað varð settur matur frammanfyri honum at eta: men hann segði, Eg vil ikki eta, inntil eg havi sagt frá ørindi mínum. Og hann segði, Tala víðari.
34 Og hann segði, Eg eri tænari Ábrahams.
35 Og HARRIN hevur vælsignað meistara mín stórligani; og hann er vorðin mikil: og hann hevur givið honum smáfæafylgir, og stórfæafylgir, og silvur, og gull, og tænastumenn, og tænastumoyggjar, og kamelar, og asnar.
36 Og Sárah, kona meistara míns, føddi son til meistara mín, tá ið hon var gomul: og honum hevur hann givið alt sum hann hevur.
37 Og meistari mín fekk meg at svørja, og segði, Tú skalt ikki taka syni mínum konu av døtrum Cánaanitanna, í hvørs landi eg dvøljist:
38 Men tú skalt fara til hús faðirs míns, og til ættarfólk mítt, og taka syni mínum konu.
39 Og eg segði við meistara mín, Vera má at kvinnan vil ikki fylgja mær.
40 Og hann segði við meg, HARRIN, frammi fyri hvørjum eg gangi, vil senda eingil sín við tær, og gera tín veg framgangsríkan; og tú skalt taka konu til son mín av ættarfólki mínum, og av húsi faðirs míns:
41 Tá skalt tú vera leysur frá hesum eiði mínum, tá ið tú kemurt til ættarfólk mítt; og um teir gevi tær ikki eina, skalt tú vera leysur frá eiði mínum.
42 Og eg kom henda dag til brunnin, og segði, O HARRI Guð meistara míns Ábrahams, um nú tú geri framgangsríkan mín veg sum eg fari:
43 Sí, eg standi við vatnsbrunnin; og tað skal bera á, at tá ið jomfrúgvin kemur út at draga vatn, og eg sigi til hennara, Gev mær, eg biði teg, eitt sindur av vatni úr tíni krukku at drekka;
44 Og hon sigi til mín, Bæði drekki tú, og eg vil eisini draga kamelum tínum: tá lat ta somu vera kvinnan, ið HARRIN hevur útnevnt til son meistara míns.
45 Og áðrenn eg var lokin við at tala í hjarta mínum, sí, tá kom Rebekah út við síni krukku á síni øksl; og hon fór niður til brunnin, og dró vatn: og eg segði við hana, Lat meg drekka, eg biði teg.
46 Og hon skundaði sær, og setti niður sína krukku frá síni øksl, og segði, Drekk, og eg vil geva kamelum tínum drekka eisini: so eg drakk, og hon fekk kamelarnar at drekka eisini.
47 Og eg spurdi hana, og segði, Hvørs dóttir ert tú? Og hon segði, Dóttir Bethuels, Náhors sonar, hvønn Milcah føddi honum: og eg koyrdi oyrnaringin á andlit hennara, og armbondini á hendur hennara.
48 Og eg boygdi niður høvur mítt, og tilbað HARRAN, og vælsignaði HARRAN Guð meistara míns Ábrahams, sum hevði leitt meg á rætta vegi at taka syni hansara dóttur bróður meistara míns.
49 Og nú, um tit vilja fara blídligani og sannligani við meistara mínum, tá sigið mær: og um ikki, tá sigið mær; at eg má venda til høgru handar, ella til vinstru.
50 Tá svaraðu Lában og Bethuel og søgdu, Tingið gongur út frá HARRANUM: vit kunnu ikki tala við teg ringt ella gott.
51 Sí, Rebekah er frammi fyri tær, tak hana, og far, og veri hon kona sonar meistara tíns, eins og HARRIN hevur talað.
52 Og tað bar á, at tá ið tænari Ábrahams hoyrdi orð teirra, tilbað hann HARRAN, lútandi til jarðar.
53 Og tænarin bar fram smúkkur av silvuri, og smúkkur av gulli, og klædnað, og gav tey til Rebekuh: hann gav eisini til bróður hennara og til móður hennara dýrabær ting.
54 Og teir ótu og drukku, hann og menninir sum við honum vóru, og dvaldu alla nátt; og teir risu upp um morgunin, og hann segði, Sendið meg avstað til meistara míns.
55 Og bróðir hennara og móðir hennara søgdu, Lat gentuna verða hjá okkum nakrar fáar dagar, í minsta lagi tíggju; eftir tað skal hon fara.
56 Og hann segði við tey, Hindrið mær ikki, eftirsum at HARRIN hevur gjørt framgangsríkan mín veg; sendið meg avstað, at eg má fara til meistara míns.
57 Og tey søgdu, Vit vilja rópa gentuna, og fregnast av hennara munni.
58 Og tey rópaðu Rebekuh, og søgdu við hana, Vilt tú fara við hesum manninum? Og hon segði, Eg vil fara.
59 Og tey sendu avstað Rebekuh systur sína, og fostru hennara, og tænara Ábrahams, og menn hansara.
60 Og tey vælsignaðu Rebekuh, og søgdu við hana, Tú ert systir okkara, veri tú móðirin at túsundum av milliónum, og takitítt sáð portrið hjá teimum ið hata teir til ognar.
61 ¶ Og Rebekah reistist, og gentur hennara, og tær riðu á kamelunum, og fylgdu manninum: og tænarin tók Rebekuh, og fór sín veg.
62 Og Ísaakur kom frá vegi brunnsins Lahai-roi; tí hann búði í suðurlandinum.
63 Og Ísaakur fór út at hugleiða á akrinum um aftanstíðina: og hann lyfti upp eygum sínum, og sá, og sí, kamelarnir komu.
64 Og Rebekah lyfti upp eygum sínum, og tá ið hon sá Ísaak, lætti hon sær av kamelinum.
65 Tí hon hevði sagt við tænaran, Hvør maður er hesin ið gongur á akrinum at møta okkum? Og tænarin hevði sagt, Tað er meistari mín: tí tók hon eitt slør, og dekkaði seg.
66 Og tænarin segði Ísaaki øll ting ið hann hevði gjørt.
67 Og Ísaakur førdi hana inn í tjald Sáruh, móður sínar, og tók Rebekuh, og hon gjørdist kona hansara; og hann elskaði hana: og Ísaakur varð uggaður eftir deyða móður sínar.
KAPITUL 25
Tá tók Ábraham sær aftur konu, og hennara navn var Keturah.
2 Og hon føddi honum Zimran, og Joksjan, og Medan, og Midian, og Isjbak, og Sjúah.
3 Og Joksjan gat Sjeba, og Dedan. Og synir Dedans vóru Assjurim, og Letusjim, og Leummim.
4 Og synir Midians; Efah, og Epher, og Hánoch, og Ábida, og Eldaah. Allir hesir vóru børnini hjá Keturuh.
5 ¶ Og Ábraham gav alt sum hann hevði at Ísaaki.
6 Men sonunum hjá medkonunum, sum Ábraham hevði, gav Ábraham gávur, og sendi teir avstað frá Ísaaki, syni sínum, meðan hann enn livdi, eystureftir, at eysturlandinum.
7 Og hetta eru dagarnir av árunum av lívi Ábrahams sum hann livdi, eitt hundrað og trísinstjúgu og fimtan ár.
8 Tá gav Ábraham upp andan, og doyði í góðum, gomlum aldri, ein gamal maður, og mettur av døgum; og varð savnaður til fólk sítt.
9 Og hansara synir, Ísaakur og Ísjmael, jarðaðu hann í Machpelah helli, í akri Ephrons, sonar Zóhars Hittita, sum erframmanfyri Mamre;
10 Í akrinum sum Ábraham keypti av sonum Heths: har varð Ábraham jarðaður, og Sárah, kona hansara.
11 ¶ Og tað hendi eftir deyða Ábrahams, at Guð vælsignaði son hansara, Ísaak; og Ísaakur búði við brunnin Lahai-roi.
12 ¶ Men hetta eru ættirnar hjá Ísjmaeli, syni Ábrahams, hvønn Hágar, hin Egyptiska, terna Sáruh, føddi Ábrahami:
13 Og hetta eru nøvnini hjá sonum Ísjmaels, eftir nøvnum teirra, samsvarandi ættum teirra: hin fyrstiføddi hjá Ísjmaeli, Nebájoth; og Kedar, og Adbeel, og Mibsam,
14 Og Misjma, og Dúmah, og Massa,
15 Hádar, og Tema, Jetur, Náphisj, og Kedemah:
16 Hetta eru synir Ísjmaels, og hetta eru nøvn teirra, eftir býum teirra, og eftir slottum teirra; tólv prinsar samsvarandi tjóðum teirra.
17 Og hetta eru árini av lívi Ísjmaels, eitt hundrað og tríati og sjey ár: og hann gav upp andan og doyði, og varð savnaður til fólk sítt.
18 Og teir dvaldust frá Hávilah til Sjúr, tað er frammanfyri Egyptalandi, sum tú fert ímóti Assýriu: og hann doyði í nærveruni av øllum brøðrum sínum.
19 ¶ Og hetta eru ættirnar hjá Ísaaki, syni Ábrahams: Ábraham gat Ísaak:
20 Og Ísaakur var fjøruti ára gamal tá ið hann tók Rebekuh til konu, dóttur Bethuels hins Sýriska úr Pádan-áram, systirin hjá Lábani tí Sýriska.
21 Og Ísaakur bønaði HARRAN fyri konu sína, av tí at hon var óburin: og HARRIN varð bønaður av honum, og Rebekah, kona hansara, ól fram.
22 Og børnini kempaðu saman innan í henni; og hon segði, Um tað veri so, hví eri eg tá so? Og hon fór at fregna av HARRANUM.
23 Og HARRIN segði við hana, Tvær tjóðir eru í móðurlívi tínum, og tvey háttarløg av fólki skulu verða skild úr innangoymslum tínum; og tað eina fólkið skal vera sterkari enn hitt fólkið; og hin eldri skal tæna tí yngra.
24 ¶ Og tá ið hennara dagar at verða fríað út vórðu uppfyltir, sí, tá vóru tvíburar í móðurlívi hennara.
25 Og hin fyrsti kom út reyður, út um alt eins og loðið klæði, og tey kallaðu navn hansara Esav.
26 Og eftir tað kom bróðir hansara út, og hond hansara tók fatur í hæli Esavs; og navn hansara varð kallað Jákup: og Ísaakur var trísinstjúgu ára gamal, tá ið hon føddi teir.
27 Og dreingirnir vuksu: og Esav var kønur veiðimaður, ein akursins maður; og Jákup var slættarmaður, og dvaldist í tjøldum.
28 Og Ísaakur elskaði Esav, tí hann át av villibráð hansara: men Rebekah elskaði Jákup.
29 ¶ Og Jákup seyð súpan: og Esav kom av akrinum, og hann var ørmaktaður:
30 Og Esav segði við Jákup, Føð meg, eg biði teg, við hasi somu reyðu súpan; tí at eg eri ørmaktaður: tí varð navn hansara kallað Edóm.
31 Og Jákup segði, Sel mær henda dag tín burðarrætt.
32 Og Esav segði, Sí, eg standi til at doyggja: og hvørja nyttu skal hesin burðarrættur gera hjá mær?
33 Og Jákup segði, Svør fyri mær henda dag; og hann svór honum: og hann seldi Jákupi sín burðarrætt.
34 So gav Jákup Esavi breyð og súpan og flatbønir; og hann át og drakk, og reis upp, og fór sín veg: soleiðis vanvirdi Esav sín burðarrætt.
KAPITUL 26
Og tað var hungursneyð í landinum, umframt fyrstu hungursneyðina sum var á døgum Ábrahams. Og Ísaakur fór til Abimelechs, kong Philistanna, til Gerar.
2 Og HARRIN birtist honum, og segði, Far ikki niður til Egyptalands; búgv í landinum sum eg skal siga tær um:
3 Útisit í hesum landi, og eg vil vera við tær, og vil vælsigna teg; tí at tær, og tínum sáði, vil eg geva øll hesi lond, og eg vil útinna eiðin sum eg svór at Ábrahami, faðir tínum;
4 Og eg vil fáa sáð títt at margfaldast sum stjørnur himins, og vil geva sáði tínum øll hesi lond; og í tínum sáði skulu allar tjóðir jarðarinnar verða vælsignaðar;
5 Av tí at Ábraham lýddi mína rødd, og helt mína álegging, míni boð, mínar ásetingar, og mínar lógir.
6 ¶ Og Ísaakur dvaldist í Gerar:
7 Og menninir av plássinum spurdu hann um konu hansara; og hann segði, Hon er systir mín: tí hann óttaðist at siga, Hon er kona mín; at ikki, segði hann, menninir av tí plássinum skuldu dripið meg fyri Rebekuh; tí hon var vøkur á at líta.
8 Og tað bar á, tá ið hann hevði verið har eina langa tíð, at Abimelech, kongur Philistanna, hugdi út við ein glugga, og sá, og sí, Ísaakur fjasaðist við Rebekuh, konu sína.
9 Og Abimelech rópaði Ísaak, og segði, Sí, við vissu er hon kona tín: og hvussu segðirt tú, Hon er systir mín? Og Ísaakur segði við hann, Av tí at eg segði, Bara ikki eg doyggi fyri hana.
10 Og Abimelech segði, Hvat er hetta tú hevurt gjørt okkum? ein av fólkinum kundi lættliga havt ligið við konu tíni, og tú hevðirt havt ført skyldugleika yvir okkum.
11 Og Abimelech álegði øllum fólki sínum, og segði, Hann, sum nemur henda mann, ella konu hansara, skal vissuliga verða tikin av lívi.
12 Síðan sáaði Ísaakur í tí landinum, og móttók í sama ári hundraðfalt: og HARRIN vælsignaði hann.
13 Og maðurin varð mikil, og gekk fram, og vaks, inntil hann gjørdist avbera mikil:
14 Tí hann hevði ogn av smáfæafylgjum, og ogn av stórfæafylgjum, og mikla goymslu av tænarum: og Philistarnir øvundaðu hann.
15 Tí at allir brunnarnir sum tænararnir hjá faðir hansara høvdu grivið á døgum Ábrahams, faðirs hansara, Philistarnir høvdu tipt teir, og fylt teir við jørð.
16 Og Abimelech segði við Ísaak, Far frá okkum; tí at tú ert nógv mektigari enn vit.
17 ¶ Og Ísaakur fór avstað haðani, og sló upp sítt tjald í dali Gerars, og dvaldist har.
18 Og Ísaakur gróv aftur vatnsbrunnarnar, sum teir høvdu grivið á døgum Ábrahams, faðirs hansara; tí Philistarnir høvdu tipt teir eftir deyða Ábrahams: og hann kallaði teirra nøvn eftir nøvnunum sum faðir hansara hevði kallað teir við.
19 Og tænarar Ísaaks gróvu í dalinum, og funnu har brunn av vellandi vatni.
20 Og fæhirðar Gerars stríddust við fæhirðar Ísaaks, og søgdu, Vatnið er okkara: og hann kallaði navnið á brunninum Esek; av tí at teir stríddust við hann.
21 Og teir gróvu ein annan brunn, og stríddust yvir hann eisini: og hann kallaði navnið á honum Sitnah.
22 Og hann fór burtur haðani, og gróv ein annan brunn; og yvir hann stríddust teir ikki: og hann kallaði navnið á honum Rehoboth; og hann segði, Tí at nú hevur HARRIN gjørt rúm til okkara, og vit skulu vera fruktagóðir í landinum.
23 Og hann fór niðan haðani til Beer-sjebu.
24 Og HARRIN birtist honum somu nátt, og segði, Eg eri Guð Ábrahams, faðirs tíns: óttast ikki, tí at eg eri við tær, og vil vælsigna teg, og margfalda sáð títt fyri Ábrahams, tænara míns, skuld.
25 Og hann bygdi altar har, og kallaði á navn HARRANS, og sló upp sítt tjald har: og har gróvu tænarar Ísaaks brunn.
26 ¶ Tá fór Abimelech til hansara frá Gerar, og Ahuzzath, ein av vinum hansara, og Phikol, fremsti høvuðsmaðurin av heri hansara.
27 Og Ísaakur segði við teir, Hví koma tit til mín, við tað at tit hata meg, og hava sent meg avstað frá tykkum?
28 Og teir søgdu, Vit sóu vissuligani at HARRIN var við tær: og vit søgdu, Lat nú eið vera ámilli okkara, enntá okkara og tín ámillum, og lat okkum gera sáttmála við teg;
29 At tú einkið mein vilt gera okkum, eins og vit ikki hava nortið teg, og eins og vit einkið hava gjørt tær uttan gott, og hava sent teg avstað í friði: tú ert nú hin vælsignaði HARRANS.
30 Og hann gjørdi teimum veitslu, og teir ótu og drukku.
31 Og teir risu upp í góðari tíð um morgunin, og svóru hvør fyri øðrum: og Ísaakur sendi teir avstað, og teir fóru avstað frá honum í friði.
32 Og tað bar á hin sama dagin, at tænarar Ísaaks komu, og søgdu honum viðvíkjandi brunninum sum teir høvdu grivið, og søgdu við hann, Vit hava funnið vatn.
33 Og hann kallaði hann Sjebah: tí er navnið á staðinum Beer-sjeba til henda dag.
34 ¶ Og Esav var fjøruti ára gamal tá ið hann tók til konu Judith, dóttur Beeris Hittita; og Básjemath, dóttur Elons Hittita:
35 Sum vóru Ísaaki ein hugarkvøl og hjá Rebekuh.
KAPITUL 27
Og tað bar á, at tá ið Ísaakur var gamal, og eygu hansara vóru kám, so at hann ei kundi sjá, tá rópaði hann Esav, sín elsta son, og segði við hann, Sonur mín: og hann segði við hann, Sí, her eri eg.
2 Og hann segði, Sí nú, eg eri gamal, og veit ikki mín deyðadag:
3 Tak tí nú, eg biði teg, tíni vápn, tín ørvahúsa og boga tín, og far út til akurin, og tak mær einahvørja villibráð;
4 Og ger mær smakksaman mat, slíkan sum eg elski, og kom við honum til mín, at eg má eta; at mín sál má vælsigna teg áður enn eg doyggi.
5 Og Rebekah hoyrdi tá ið Ísaakur talaði til son sín Esav. Og Esav fór til akurin at veiða villibráð, og at koma við henni.
6 ¶ Og Rebekah talaði við Jákup, son sín, og segði, Sí, eg hoyrdi faðir tín tala við Esav, bróður tín, og siga,
7 Ber mær einahvørja villibráð, og ger mær smakksaman mat, at eg má eta, og vælsigna teg frammi fyri HARRANUM áðrenn deyða mín.
8 Sonur mín, lýð tí nú mína rødd, samsvarandi tí sum eg skipi tær.
9 Far nú til smáfæafylgið, og heinta mær haðani tvey góð lomb av geitunum; og eg vil gera tey til smakksaman mat til faðir tín, slíkan sum hann elskar:
10 Og tú skalt bera hann til faðir tín, at hann má eta, og at hann má vælsigna teg, áðrenn deyða sín.
11 Og Jákup segði til Rebekuh, móður sína, Sí, Esav, bróðir mín, er loðin maður, og eg eri mjúkur maður:
12 Mín faðir vil møguligvís føla meg, og eg man tykjast fyri honum sum ein teipari; og eg man leiða eina banning yvir meg, og ikki eina signing.
13 Og móðir hansara segði við hann, Uppiá mær veri banning tín, sonur mín: akta bara mína rødd, og far og heinta mær tey.
14 Og hann fór, og heintaði, og bar tey til móður sína: og móðir hansara gjørdi smakksaman mat, slíkan sum faðir hansara elskaði.
15 Og Rebekah tók stásilig klæðir hjá elsta syni sínum Esavi, sum vóru hjá henni í húsinum, og smoygdi tey uppá Jákup, yngra son sín:
16 Og hon koyrdi skinnini av lombunum hjá geitunum á hendur hansara, og uppá tað mjúka av hálsi hansara:
17 Og hon gav smakksama matin og breyðið, sum hon hevði tilreitt, inn í hondina á syni sínum Jákupi.
18 ¶ Og hann kom at faðir sínum, og segði, Mín faðir: og hann segði, Her eri eg; hvør ert tú, sonur mín?
19 Og Jákup segði við faðir sín, Eg eri Esav, tín frumborni; eg havi gjørt samsvarandi sum tú beyðst mær: reis teg, eg biði teg, setst og et av míni villibráð, at tín sál má vælsigna meg.
20 Og Ísaakur segði við son sín, Hvussu er tað at tú hevurt funnið hana so snarligani, sonur mín? Og hann segði, Av tí at HARRIN Guð tín førdi hana til mín.
21 Og Ísaakur segði við Jákup, Kom nær, eg biði teg, at eg má føla teg, sonur mín, hvørt tú veri sjálvasti sonur mín Esav, ella ikki.
22 Og Jákup fór nær Ísaaki, faðir sínum; og hann føldi hann, og segði, Røddin er røddin hjá Jákupi, men hendurnar eruhendurnar hjá Esavi.
23 Og hann greinaði hann ikki, av tí at hendur hansara vóru lodnar, sum hendurnar hjá bróður hansara Esavi: so hann vælsignaði hann.
24 Og hann segði, Ert tú sjálvasti sonur mín Esav? Og hann segði, Eg eri.
25 Og hann segði, Ber hana nær til mín, og eg vil eta av villibráð sonar míns, at mín sál má vælsigna teg. Og hann bar hana nær til hansara, og hann át: og hann bar honum vín, og hann drakk.
26 Og hansara faðir, Ísaakur, segði við hann, Kom nær nú, og kyss meg, sonur mín.
27 Og hann kom nær, og kysti hann: og hann luktaði angan av klæði hansara, og vælsignaði hann, og segði, Sí, angin av syni mínum er sum angin av akri sum HARRIN hevur signað:
28 Tí gevi Guð tær av døggi himins, og fiti jarðarinnar, og ríviligt av korni og víni:
29 Tæni fólk tær, og lúti tjóðir niður fyri tær: ver harri yvir brøðrum tínum, og synir móður tínar lúti niður fyri tær: bannaður veri hvør tann ið bannar teg, og vælsignaður veri hann ið vælsignar teg.
30 ¶ Og tað bar á, so skjótt sum Ísaakur hevði gjørt seg lidnan við at vælsigna Jákup, og Jákup enn valla var farin út frá nærveru Ísaaks, faðirs síns, at Esav, bróðir hansara, kom inn frá síni veiðan.
31 Og eisini hann hevði gjørt smakksaman mat, og bar hann at faðir sínum, og segði við faðir sín, Lat faðir mín reisast, og eta av villibráð sonar síns, at tín sál má vælsigna meg.
32 Og Ísaakur, faðir hansara, segði við hann, Hvør ert tú? Og hann segði, Eg eri sonur tín, tín frumborni, Esav.
33 Og Ísaakur nøtraði sera ovurhondsliga, og segði, Hvør? hvar er hann ið hevur tikið villibráð, og borið mær hana, og eg havi etið av øllum, áðrenn tú komst, og havi vælsignað hann? ja, og hann skal vera vælsignaður.
34 Og tá ið Esav hoyrdi orðini hjá faðir sínum, rópaði hann við miklum og avbera beiskum rópi, og segði við faðir sín, Vælsigna meg, enntá meg eisini, O faðir mín.
35 Og hann segði, Bróðir tín kom við sniðfundni, og hevur tikið burtur tína signing.
36 Og hann segði, Er hann ikki av røttum nevndur Jákup? tí hann hevur teipað meg hesar tvær ferðir: hann tók burtur mín burðarrætt; og sí, nú hevur hann tikið burtur mína signing. Og hann segði, Hevurt tú ikki lagt niðurfyri eina signing til mín?
37 Og Ísaakur svaraði og segði við Esav, Sí, eg havi gjørt hann til harra tín, og allar hansara brøður havi eg givið honum til tænarar; og við korni og víni havi eg nørt hann: og hvat skal eg nú gera tær, sonur mín?
38 Og Esav segði við faðir sín, Hevurt tú bert eina signing, faðir mín? vælsigna meg, enntá meg eisini, O faðir mín. Og Esav lyfti upp rødd sína, og græt.
39 Og Ísaakur, faðir hansara, svaraði og segði við hann, Sí, tín bústaður skal vera fiti jarðarinnar, og av døggi himins úr erva;
40 Og við tínum svørði skalt tú liva, og skalt tæna bróður tínum; og tað skal bera á, tá ið tú skalt hava harradømið, at tú skalt bróta ok hansara uttan av hálsi tínum.
41 ¶ Og Esav hataði Jákup orsakað av signingini sum faðir hansara vælsignaði hann við: og Esav segði í sínum hjarta, Harmingardagarnir yvir faðir mín eru við hondina; tá vil eg bana bróður mínum Jákupi.
42 Og hesi orðini hjá Esavi, eldra syni hennara, vórðu søgd fyri Rebekuh: og hon sendi og rópaði Jákup, yngra son sín, og segði við hann, Sí, bróðir tín Esav, hvat teg varðar, uggar seg, og ætlar at drepa teg.
43 Sonur mín, lýð tí nú mína rødd; og reis teg, og flýggja tú til Lábans, bróður míns, til Háran;
44 Og steðga hjá honum nakrar fáar dagar, inntil øðin hjá bróður tínum vendi burt;
45 Inntil firtnin hjá bróður tínum vendi burtur frá tær, og hann gloymi tað sum tú hevurt gjørt honum: tá vil eg senda, og heinta teg haðani: hví skuldi eg verðið rænd eisini fyri tykkum báðar í einum degi?
46 Og Rebekah segði við Ísaak, Eg eri móð av mínum lívi orsakað av døtrum Heths: um Jákup taki konu av døtrum Heths, slíka sum hesar sum eru av døtrum landsins, hvat gott skal tá mítt lív gera mær?
KAPITUL 28
Og Ísaakur rópaði Jákup, og vælsignaði hann, og álegði honum, og segði við hann, Tú skalt ikki taka konu av døtrum Cánaans.
2 Reis teg, far til Pádan-áram, til hús Bethuels, faðir móður tínar; og tak tær konu haðani av døtrum Lábans, móðurbróður tíns.
3 Og Guð Almektigi vælsigni teg, og geri teg fruktagóðan, og margfaldi teg, at tú mást verða at fjøld av fólki;
4 Og gevi tær signing Ábrahams, til tín, og til sáðs tíns við tær; at tú mást arva landið sum tú ert ein fremmandur í, sum Guð gav Ábrahami.
5 Og Ísaakur sendi Jákup avstað: og hann fór til Pádan-áram, at Lábani, syni Bethuels hins Sýriska, bróður Rebekuh, móður Jákups og Esavs.
6 ¶ Tá ið Esav sá at Ísaakur hevði vælsignað Jákup, og sent hann til Pádan-áram, at taka sær konu haðani; og at, sum hann vælsignaði hann, so gav hann honum álegging, og segði, Tú skalt ikki taka konu av døtrum Cánaans;
7 Og at Jákup lýddi faðir sín og móður sína, og var farin til Pádan-áram;
8 Og Esav, tá ið hann sá at Cánaans døtur ikki toknaðust Ísaaki, faðir sínum;
9 Tá fór Esav til Ísjmaels, og tók afturat konunum sum hann hevði, Máhalath, dóttur Ísjmaels Ábrahams sonar, systur Nebájoths, at vera kona sín.
10 ¶ Og Jákup fór út frá Beer-sjebu, og fór ímóti Háran.
11 Og hann lendi á einum ávísum plássi, og dvaldi har í alla nátt, tí at sól var farin til viða; og hann tók av steinunum av tí plássinum, og legði teir til koddar sínar, og legðist niður á tí plássi at sova.
12 Og hann droymdi, og sí ein stigi, stillaður upp á jørðina, og toppurin á honum rakk til himins: og sí Guðs einglar stigu niður og stigu upp á honum.
13 Og sí, HARRIN stóð yvir honum, og segði, Eg eri HARRIN Guð Ábrahams, faðirs tíns, og Guð Ísaaks: landið, hvará tú liggurt, til tín vil eg geva tað, og til sáðs tíns;
14 Og títt sáð skal verða sum dust jarðarinnar, og tú skalt breiða teg út umkring í vestur, og í eystur, og í norður, og í suður: og í tær og í tínum sáði skulu allar familjur jarðarinnar verða vælsignaðar.
15 Og sí, eg eri við tær, og vil varðveita teg í øllum plássum hvagar tú fert, og vil føra teg aftur inn í hetta land; tí at eg vil ikki fara frá tær, inntil eg havi gjørt tað sum eg havi talað til tín um.
16 ¶ Og Jákup vaknaði úr svøvni sínum, og hann segði, Víst er HARRIN á hesum staði; og eg vitsti ikki av tí.
17 Og hann var ræddur, og segði, Hvør øtiligt er hetta pláss! hetta er einkið annað enn hús Guðs, og hetta er portur himins.
18 Og Jákup reis upp árla um morgunin, og tók steinin, sum hann hevði lagt til koddar sínar, og setti hann upp til súlu, og helti olju uppá toppin á honum.
19 Og hann kallaði navnið á tí plássi Bethel: men navnið á tí staðinum kallaðist Luz í fyrstani.
20 Og Jákup strongdi heiti, og segði, Um Guð vilji vera við mær, og vilji varða meg á hesum vegi sum eg fari, og vilji geva mær breyð at eta, og klædnað at fara í,
21 So at eg komi aftur í hús faðirs míns í friði; so skal HARRIN vera Guð mín:
22 Og hesin steinurin, sum eg havi sett til súlu, skal vera hús Guðs: og av øllum, sum tú skalt geva mær, vil eg vissuliga geva tær tíggjundarpartin.
KAPITUL 29
Tá fór Jákup á síni ferð, og kom inn í landið hjá fólki eystursins.
2 Og hann hugdi, og sí, ein brunnur á akrinum, og sí, har vóru trý fylgir av seyði liggjandi hjá honum; tí at úr tí brunni vatnaðu teir fylgini: og ein stórur steinur lá uppiá munnanum á brunninum.
3 Og hagar vóru øll fylgini savnaði: og teir rullaðu steinin frá munnanum á brunninum, og vatnaðu seyðin, og løgdu steinin aftur uppá munnan á brunninum, á pláss sítt.
4 Og Jákup segði við teir, Brøður mínir, hvaðani veri tit? Og teir søgdu, Úr Háran eru vit.
5 Og hann segði við teir, Kenna tit Lában, son Náhors? Og teir søgdu, Vit kenna hann.
6 Og hann segði við teir, Veit honum væl við? Og teir søgdu, Honum veit væl við: og sí, Rákel, dóttir hansara, kemur við seyðinum.
7 Og hann segði, Sí, enn er hádagur, eiheldur er tað tíð til at fenaðurin skuldi verðið savnaður saman: vatnið seyðin, og farið og matið teir.
8 Og teir søgdu, Vit kunnu ikki, inntil øll fylgini verði savnað saman, og til teir rulla steinin frá munnanum á brunninum; tá vatna vit seyðin.
9 ¶ Og meðan hann enn talaði við teir, kom Rákel við seyði faðirs síns: tí hon passaði teir.
10 Og tað bar á, tá ið Jákup sá Rákel, dóttur Lábans, móðurbróður síns, og seyðin hjá Lábani, móðurbróður sínum, at Jákup fór nær, og rullaði steinin frá munnanum á brunninum, og vatnaði fylgið hjá Lábani, móðurbróður sínum.
11 Og Jákup kysti Rákel, og lyfti upp rødd sína, og græt.
12 Og Jákup taldi Rákeli at hann var bróðir faðirs hennara, og at hann var sonur Rebekuh: og hon rann og taldi faðir sínum.
13 Og tað bar á, tá ið Lában hoyrdi tíðindini um Jákup, son systur sínar, at hann rann at hitta hann, og fevndi hann, og kysti hann, og førdi hann til hús sítt. Og hann segði Lábani allar hesar lutir.
14 Og Lában segði við hann, Víst ert tú bein mítt og kjøt mítt. Og hann varð hjá honum eitt mánaðar skeið.
15 ¶ Og Lában segði við Jákup, Av tí at tú ert bróðir mín, skuldirt tú tí tænt mær fyri einkið? sig mær, hvat skal løn tín vera?
16 Og Lában hevði tvær døtur: navnið hjá tí eldru var Leah, og navnið hjá tí yngru var Rákel.
17 Leah var veikoygd; men Rákel var vøkur og sá gott út.
18 Og Jákup elskaði Rákel; og segði, Eg vil tæna tær sjey ár fyri Rákel, yngru dóttur tína.
19 Og Lában segði, Tað er betri at eg gevi tær hana, enn at eg skuldi givið øðrum manni hana: verð hjá mær.
20 Og Jákup tænti sjey ár fyri Rákel; og tey tóktust honum bert nakrir fáir dagar, vegna kærleikan sum hann hevði til hennara.
21 ¶ Og Jákup segði við Lában, Gev mær konu mína, tí mínir dagar eru uppfyltir, at eg má fara inn at henni.
22 Og Lában savnaði saman allar menninar av plássinum, og gjørdi veitslu.
23 Og tað bar á um kvøldið, at hann tók Leuh, dóttur sína, og førdi hana til hansara; og hann fór inn at henni.
24 Og Lában gav dóttur síni Leuh, Zilpuh, ternu sína, til tænastumoyggj.
25 Og tað bar á, at um morgunin, sí, tá var tað Leah: og hann segði við Lában, Hvat er hetta tú hevurt gjørt mær? tænti eg ikki hjá tær fyri Rákel? hví hevurt tú tá snýtt meg?
26 Og Lában segði, Tað má ikki svá verða gjørt í landi várum, at geva ta yngru áðrenn ta fyrstuføddu.
27 Uppfyll hennara viku, og vit vilja geva tær hesa eisini fyri ta tænastu sum tú skalt tæna hjá mær enn sjey onnur ár.
28 Og Jákup so gjørdi, og fullførdi hennara viku: og hann gav honum Rákel, dóttur sína, til konu eisini.
29 Og Lában gav Rákeli, dóttur síni, Bilhuh, tænastumoy sína, at vera terna hennara.
30 Og hann fór inn eisini at Rákeli, og hann elskaði eisini Rákel meira enn Leuh, og tænti hjá honum enn sjey onnur ár.
31 ¶ Og tá ið HARRIN sá at Leah varð hatað, læt hann upp hennara móðurlív: men Rákel var óburin.
32 Og Leah ól fram, og føddi son, og hon kallaði navn hansara Reuben: tí hon segði, Víst hevur HARRIN litið at míni nívd; tí vil maður mín nú elska meg.
33 Og hon ól fram aftur, og føddi son; og segði, Av tí at HARRIN hevur hoyrt at eg varð hatað, tí hevur hann givið mær henda sonin eisini: og hon kallaði navn hansara Símeon.
34 Og hon gat aftur, og føddi son; og segði, Nú hesa ferðina vil maður mín verða sameintur mær, tí at eg havi føtt honum tríggjar synir: tí varð navn hansara kallað Levi.
35 Og hon gat aftur, og føddi son: og hon segði, Nú vil eg prísa HARRANUM: tí kallaði hon navn hansara Judah; og lætti av at eiga.
KAPITUL 30
Og tá ið Rákel sá at hon føddi Jákupi eingi børn, øvundaði Rákel systur sína; og segði við Jákup, Gev mær børn, annars doyggi eg.
2 Og Jákups firtni varð kynd ímóti Rákeli: og hann segði, Eri eg í stað Guðs, sum hevur afturhildið frá tær ávøkstin av móðurlívinum?
3 Og hon segði, Sí mína ternu, Bilhuh, far inn at henni; og hon skal føða uppá míni knø, at eg má eisini hava børn av henni.
4 Og hon gav honum Bilhuh, tænastumoy sína, til konu: og Jákup fór inn at henni.
5 Og Bilhah ól fram, og føddi Jákupi son.
6 Og Rákel segði, Guð hevur dømt meg, og hevur eisini hoyrt mína rødd, og hevur givið mær son: tí kallaði hon navn hansara Dán.
7 Og Bilhah, terna Rákelar, ól fram aftur, og føddi Jákupi ein næsta son.
8 Og Rákel segði, Við miklum glímingum havi eg glímt við systur mína, og eg havi havt yvirvág: og hon kallaði navn hansara Naphtali.
9 Tá ið Leah sá at hon var hildin uppat at eiga, tók hon Zilpuh, ternu sína, og gav Jákupi hana til konu.
10 Og Zilpah, terna Leuh, føddi Jákupi son.
11 Og Leah segði, Eitt herlið kemur: og hon kallaði navn hansara Gád.
12 Og Zilpah, terna Leuh, føddi Jákupi ein næsta son.
13 Og Leah segði, Fegin eri eg, tí døturnar vilja vælsignaða meg kalla: og hon kallaði navn hansara Ásjer.
14 ¶ Og Reuben fór í hveitiskurðardøgunum, og fann ástareplir í akrinum, og bar móður síni Leuh tey. Tá segði Rákel við Leuh, Gev mær, eg biði teg, av ástareplum sonar tíns.
15 Og hon segði við hana, Er tað ein lítil søk at tú hevurt tikið mann mín? og vildirt tú tikið burt ástareplir sonar míns eisini? Og Rákel segði, Tí skal hann liggja hjá tær í nátt fyri ástareplir sonar tíns.
16 Og Jákup kom uttan av akrinum um kvøldið, og Leah fór út at møta honum, og segði, Tú mást koma inn at mær; tí víst havi eg leigað teg við ástareplum sonar míns. Og hann lá hjá henni ta náttina.
17 Og Guð lýddi á Leuh, og hon ól fram, og føddi Jákupi fimta sonin.
18 Og Leah segði, Guð hevur givið mær løn mína, av tí at eg havi givið ternu mína til mann mín: og hon kallaði navn hansara Issakar.
19 Og Leah ól fram aftur, og føddi Jákupi sætta sonin.
20 Og Leah segði, Guð hevur yvirklætt meg við góðari heimanfylgju; nú vil maður mín búgva hjá mær, av tí at eg havi føtt honum seks synir: og hon kallaði navn hansara Zebulon.
21 Og síðan føddi hon dóttur, og kallaði navn hennara Dinah.
22 ¶ Og Guð mintist til Rákelar, og Guð lýddi á hana, og læt upp hennara móðurlív.
23 Og hon ól fram, og føddi son; og segði, Guð hevur tikið burtur skomm mína:
24 Og hon kallaði navn hansara Jóseph; og segði, HARRIN skal leggja mær aftrat ein annan son.
25 ¶ Og tað bar á, tá ið Rákel hevði føtt Jóseph, at Jákup segði við Lában, Send meg avstað, at eg má fara til egna pláss mítt, og til land mítt.
26 Gev mær konur mínar og børn míni, fyri hvørji eg havi tænt tær, og lat meg fara: tí at tú veitst mína tænastu sum eg havi gjørt tær.
27 Og Lában segði við hann, Eg biði teg, um eg havi funnið yndi í eygum tínum, tá dvøl: tí eg havi lært av roynslu at HARRIN hevur vælsignað meg fyri tína skyld.
28 Og hann segði, Áset mær løn tína, og eg vil geva hana.
29 Og hann segði við hann, Tú veitst hvussu eg havi tænt tær, og hvussu tín fenaður var hjá mær.
30 Tí at tað var lítið sum tú hevðirt áðrenn eg kom, og tað er nú økt at eini fjøld; og HARRIN hevur vælsignað teg síðan mína komu: og nú, nær skal eg skaffa fyri mítt egna hús eisini?
31 Og hann segði, Hvat skal eg geva tær? Og Jákup segði, Tú skalt ikki geva mær nakað: um tú vilt gera hetta fyri meg, vil eg aftur mata og passa fylgi títt:
32 Eg vil fara ígjøgnum alt títt fylgi í dag, og taka burtur haðani allan sprøkluta og flekkuta fenaðin, og allan brúna fenaðin millum seyðirnar, og teir flekkutu og sprøklutu millum geitirnar: og av slíkum skal vera mín løn.
33 So skal mín rættvísi svara fyri meg í tíðini sum koma skal, tá ið tað skal koma til mína løn frammi fyri andliti tínum: hvør tann sum ikki er sprøklut og flekkut millum geitirnar, og brún millum seyðirnar, tað skal verða roknað sum stolið hjá mær.
34 Og Lában segði, Sí, eg vildi at tað mátti verðið samsvarandi orði tínum.
35 Og hann flutti burtur tann dagin havrarnar sum vóru gjørðutir og flekkutir, og allar geitirnar sum vóru sprøklutar og flekkutar, og hvønn tann ið hevði nakað hvítt á sær, og allar hinar brúnu millum seyðirnar, og gav tey inn í hondina á sonum sínum.
36 Og hann setti tríggja daga ferð ámilli sín sjálvs og Jákups: og Jákup føddi restina av fylgjum Lábans.
37 ¶ Og Jákup tók sær rør av grønari øsp, og av hesli og kastanju viði; og pilkaði hvítar gjarðir í tey, og fekk tað hvíta atsíggjast sum var í rørunum.
38 Og hann setti rørini, sum hann hevði pilkað, frammanfyri fylgini í rennurnar í vatningartrogini, tá ið fylgini komu at drekka, at tey skuldu gitnast tá ið tey komu at drekka.
39 Og fylgini gitnaðust fyri framman rørunum, og bóru fram fenað: gjørðutan, sprøklutan, og flekkutan.
40 Og Jákup skildi lombini frá, og vendi andlitunum á fylgjunum ímóti hinum gjørðutu, og øllum teimum brúnu í fylginum hjá Lábani; og hann setti síni egnu fylgir fyri seg sjálv, og setti tey ikki til fenaðin hjá Lábani.
41 Og tað bar á, nærsumhelst hin sterkari fenaðurin gitnaðist, at Jákup legði rørini frammanfyri eygunum á fenaðinum í rennurnar, at tey máttu gitnast millum rørini.
42 Men tá ið fenaðurin var ússaligur, setti hann tey ikki í: so tey ússaligaru vórðu Lábans, og tey sterkaru Jákups.
43 Og maðurin øktist avbera nógv, og hevði nógvan fenað, og tænastumoyggjar, og tænastumenn, og kamelar, og asnar.
KAPITUL 31
Og hann hoyrdi orðini hjá sonunum hjá Lábani, sum søgdu, Jákup hevur tikið burtur alt sum var faðirs okkara; og av tí,sum var faðirs okkara, hevur hann fingið alla hesa dýrd.
2 Og Jákup skoðaði andlitsbrá Lábans, og sí, tað var ikki mótvegis honum sum áður.
3 Og HARRIN segði við Jákup, Vend aftur at landi faðirs tíns, og til ættarfólk títt; og eg vil vera við tær.
4 Og Jákup sendi og rópaði Rákel og Leuh til akurin til fylgi sítt,
5 Og segði við tær, Eg síggi andlitsbrá faðirs tykkara, at tað er ikki mótvegis mær sum áður; men Guð faðirs míns hevur verið við mær.
6 Og tit vita, at við øllum mínum alvi havi eg tænt faðir tykkara.
7 Og faðir tykkara hevur snýtt meg, og broytt mína løn tíggju ferðir; men Guð loyvdi honum ikki at skaða meg.
8 Um hann segði soleiðis,Tey sprøklutu skulu vera løn tín; tá føddi allur fenaðurin sprøklut: og um hann segði soleiðis, Tey gjørðutu skulu vera løn tín; tá føddi allur fenaðurin gjørðut.
9 Svá hevur Guð tikið burtur fenaðin hjá faðir tykkara, og givið hann til mín.
10 Og tað hendi um tað mundið sum fenaðurin gitnaðist, at eg lyfti upp eygum mínum, og sá í dreymi, og sí, veðrarnir, sum sprungu uppá fenaðin, vóru gjørðutir, sprøklutir, og høglutir.
11 Og Guðs eingil talaði við meg í dreymi, og segði, Jákup: Og eg segði, Her eri eg.
12 Og hann segði, Lyft upp nú eygum tínum, og síggj, allir veðrarnir, sum springa uppá fenaðin, eru gjørðutir, sprøklutir og høglutir: tí at eg havi sæð alt sum Lában ger tær.
13 Eg eri Guð Bethels, har tú salvaðirt súluna, og har tú strongdirt mær heiti: reis teg nú, slepp tær út frá hesum landi, og vend aftur at landi ættarfólks tíns.
14 Og Rákel og Leah svaraðu og søgdu við hann, Er enn nakar skamtur, ella arvur, til okkara í húsi faðirs okkara?
15 Verða vit ikki roknaðar sum fremmandar av honum? tí hann hevur selt okkum, og hevur eisini heilt etið upp okkara pening.
16 Tí at øll ríkidømini, sum Guð hevur tikið frá faðir okkara, tað er okkara, og barna okkara: so nú, hvatsumhelst ið Guð hevur sagt við teg, ger tað.
17 ¶ Tá reis Jákup upp, og setti synir sínar og konur sínar á kamelar;
18 Og hann førdi burt allan fenað sín, og alt sítt góðs sum hann hevði fingið, og allan fenaðin av síni fáing sum hann hevði fingið í Pádan-áram, til tess at fara til Ísaaks, faðirs síns, í landi Cánaans.
19 Og Lában fór at klippa seyði sínum: og Rákel hevði stolið myndirnar sum vóru faðirs hennara.
20 Og Jákup stjólst burt óvarugt fyri Lábani tí Sýriska, í at hann segði honum ikki at hann flýddi.
21 So hann flýddi við øllum sum hann hevði; og hann reis upp, og fór yvirum ánna, og setti sítt andlit ímóti fjallinum Gilead.
22 Og tað varð sagt Lábani á triðja degi, at Jákup var flýddur.
23 Og hann tók brøður sínar við sær, og elti eftir honum sjey daga ferð; og teir innheintaðu hann á Gilead fjalli.
24 Og Guð kom til Lában hin Sýriska í dreymi á nátt, og segði við hann, Vara teg, at tú tali ikki til Jákups, hvørki gott ella ilt.
25 ¶ Tá innheintaði Lában Jákup. Men Jákup hevði sligið upp tjald sítt á fjallinum: og Lában, við brøðrum sínum, sló upp á Gileads fjalli.
26 Og Lában segði til Jákups, Hvat hevurt tú gjørt, at tú hevurt stolist burt óvarugt fyri mær, og ført burt mínar døtur, eins og fangar tiknir við svørðinum?
27 Hví flýddirt tú burtur loyniliga, og stjólst burtur frá mær; og segðirt mær ikki, so at eg mátti havt sent teg avstað við gleimi, og við songum, við tamburin, og við hørpu?
28 Og hevurt ikki loyvt mær at kyssa mínar synir og døtur mínar? tú hevurt nú gjørt fávitskuligani í so at gera.
29 Tað er í mátti handar mínar at gera tykkum mein: men Guð faðirs tykkara talaði til mín gjáranáttina, og segði, Ver varin, at tú tali ikki til Jákups, hvørki gott ella ilt.
30 Og nú, tó at tú vildirt neyðugt verið farin, av tí at tær sáran leingist eftir húsi faðirs tíns, men hví hevurt tú stolið gudar mínar?
31 Og Jákup svaraði og segði við Lában, Av tí at eg var ræddur: tí at eg segði, Vera má at tú vildirt taka døtur tínar frá mær við valdi.
32 Hjá hvørjumsumhelst tú finnurt gudar tínar, lat hann ikki liva: frammi fyri brøðrum okkara greina tú hvat títt er hjá mær, og tak tær tað. Tí Jákup vitsti ikki at Rákel hevði stolið teir.
33 Og Lában fór inn í tjald Jákups, og inn í tjald Leuh, og inn í tjøldini hjá báðum tænastumoyggjunum; men hann fann teir ikki. Tá fór hann út úr tjaldi Leuh, og fór inn í tjald Rákelar.
34 Men Rákel hevði tikið myndirnar, og lagt tær í reiðskapin hjá kamelunum, og sat uppiá teimum. Og Lában kannaði alt tjaldið, men fann tær ikki.
35 Og hon segði við faðir sín, Lat tað ikki mistokna harra mín, at eg ikki kann rísa upp frammi fyri tær; tí mær fer á kvenna vísi. Og hann leitaði, men fann ikki myndirnar.
36 ¶ Og Jákup varð vreiður, og deildist við Lában: og Jákup tók til orða og segði við Lában, Hvat er brot mítt? hvør ersynd mín, at tú hevurt so heitan elt eftir mær?
37 Við tað at tú hevurt leitað um øll míni ting, hvat hevurt tú tá funnið av øllum tínum húshalds tingum? set tað her frammanfyri brøðrum mínum og brøðrum tínum, at teir mega døma ímilli okkum báðar.
38 Hesi tjúgu ár havi eg verið hjá tær; tínar ær og tínar geitir hava ikki kastað burt sínar ungar, og veðrarnar av tínum fylgi havi eg ikki etið.
39 Tað, sum varð skrætt av villdjórum, førdi eg ikki til tín; eg bar missin av tí; av míni hond kravdirt tú tað, hvørt tað varstolið á degi, ella stolið á nátt.
40 Soleiðis var eg; um dagin tærdi turkurin meg upp, og frostið um náttina; og mín svøvnur veik frá mínum eygum.
41 Soleiðis havi eg verið í tjúgu ár í tínum húsi; eg tænti tær fjúrtan ár fyri báðar døtur tínar, og seks ár fyri fenað tín: og tú hevurt broytt mína løn tíggju ferðir.
42 Uttan Guð faðirs míns, Guð Ábrahams, og Ísaaks ótti, hevði verið við mær, tá hevðirt tú nú víst sent meg avstað tómhentan. Guð hevur sæð mína nívd og strev handa mína, og hartað teg gjáranáttina.
43 ¶ Og Lában svaraði og segði við Jákup, Hesar døtur eru mínar døtur, og hesi børn eru míni børn, og hesir fenaðir erumínir fenaðir; og alt, sum tú sært, er mítt: og hvat kann eg gera henda dag hesum døtrum mínum, ella teirra børnum sum tær hava føtt?
44 Kom tú tí nú, latum okkum gera sáttmála, eg og tú; og veri hann til vitnis ímillum meg og teg.
45 Og Jákup tók ein stein, og setti hann upp til súlu.
46 Og Jákup segði við brøður sínar, Savnið steinar; og teir tóku steinar, og gjørdu varða: og teir ótu har uppiá varðanum.
47 Og Lában kallaði hann Jegar-sahadúta: men Jákup kallaði hann Gáleed.
48 Og Lában segði, Hesin varði er vitni ímillum meg og teg henda dag. Tí varð navnið á honum kallað Gáleed;
49 Og Mizpah; tí at hann segði, HARRIN vaki ímillum meg og teg, tá ið vit eru fráverandi hvør frá øðrum.
50 Um tú fert at níva mínar døtur, ella um tú tekurt aðrar konur umframt døtur mínar, og eingin maður er við okkum; sí, tá er Guð vitni ímilli mín og tín.
51 Og Lában segði við Jákup, Sí henda varða, og sí hesa súlu, sum eg havi laðað ímilli mín og tín;
52 Hesin varði veri vitni, og henda súla veri vitni, at eg vil ikki fara yvir henda varða til tín, og at tú skalt ikki fara yvir henda varða og hesa súlu til mín, til mein.
53 Guð Ábrahams, og Guð Náhors, Guð faðirs teirra, dømi ímilli okkum. Og Jákup svór við ótta faðirs síns Ísaaks.
54 Tá ofraði Jákup sláturoffur á fjallinum, og rópaði brøður sínar at eta breyð: og teir ótu breyð, og dvøldu alla nátt á fjallinum.
55 Og árla um morgunin reis Lában upp, og kysti sínar synir og døtur sínar, og vælsignaði tey: og Lában fór avstað, og vendi aftur til pláss sítt.
KAPITUL 32
Og Jákup fór á vegi sínum, og Guðs einglar møttu honum.
2 Og tá ið Jákup sá teir, segði hann, Hetta er herlið Guðs: og hann kallaði navnið á tí plássi Mahánaim.
3 Og Jákup sendi sendisveinar undan sær til Esavs, bróður síns, at Seirs landi, Edóms landi.
4 Og hann skipaði teimum, og segði, Svá skulu tit tala við harra mín Esav; Tænari tín Jákup sigur so, Eg havi útisitið hjá Lábani, og dvalt har inntil nú:
5 Og eg havi oksar, og asnar, smáfæafylgir, og tænastusveinar, og tænastukvinnur: og eg havi sent at siga harra mínum frá, so at eg má finna náði í tíni eygsjón.
6 ¶ Og sendisveinarnir vendu aftur til Jákups, og søgdu, Vit komu til bróður tíns Esavs, og hann kemur eisini fyri at møta tær, og fýra hundrað menn við honum.
7 Tá varð Jákup stórliga ræddur og neyðstaddur: og hann skildi fólkið sum var við honum, og smáfæafylgini, og stórfæafylgini, og kamelarnar, í tveir bólkar;
8 Og segði, Um Esav komi til hin eina flokkin, og slái hann, tá skal hin flokkurin, sum er eftir, komast undan.
9 ¶ Og Jákup segði, O Guð faðirs míns Ábrahams, og Guð faðirs míns Ísaaks, HARRIN ið segðirt við meg, Vend aftur at landi tínum, og til ættarfólk títt, og eg vil fara væl við tær:
10 Eg eri ikki verdigur til tær minstu av øllum miskunnunum, og øllum sannleikanum, sum tú hevurt sýnt at tænara tínum; tí við mínum stavi fór eg yvirum hesa Jordan; og nú eri eg vorðin tveir bólkar.
11 Bjarga mær, eg biði teg, frá hond bróður míns, frá hond Esavs: tí at eg óttist hann, bara ikki hann vilji koma og slá meg, og móðrina við børnunum.
12 Og tú segðirt, Eg vil vissuliga gera tær gott, og gera sáð títt sum sand havsins, sum ikki kann uppteljast fyri fjøldleika.
13 ¶ Og hann hevði tilhald har ta somu náttina; og tók av tí, sum kom til handar sínar, eina gávu til Esavs, bróður síns;
14 Tvey hundrað geitir, og tjúgu havrar, tvey hundrað ær, og tjúgu veðrar,
15 Tríati mjólkikamelar við teirra fylum, fjøruti kýr, og tíggju tarvar, tjúgu øsnur, og tíggju folar.
16 Og hann flýggjaði tey inn í hendur tænara sína, hvønn flokk fyri teir sjálvar; og segði við tænarar sínar, Farið yvir undan mær, og setið eitt glopp ímilli fylgi og fylgi.
17 Og hann skipaði tí fremsta, og segði, Tá ið Esav, bróðir mín, møtir tær, og spyr teg, og sigur, Hvørs ert tú? og hvagar fert tú? og hvørs eru hesi frammanfyri teg?
18 Tá skalt tú siga, Tey veri tænara tíns Jákups; tað er gáva, send harra mínum Esavi: og sí, eisini hann er aftanfyri okkum.
19 Og soleiðis skipaði hann hinum øðrum, og hinum triðja, og øllum sum fylgdu fylgjunum, og segði, Á henda hátt skulu tit tala við Esav, tá ið tit finna hann.
20 Og sigið harafturat, Sí, tænari tín Jákup er aftanfyri okkum. Tí at hann segði, Eg vil sissa hann við gávuni sum fer undan mær, og aftaná vil eg sjá andlit hansara; vera má at hann vilji móttaka av mær.
21 So fór gávan yvirum undan honum: og sjálvur hevði hann tilhald ta náttina í flokkinum.
22 Og hann reis upp ta náttina, og tók báðar konur sínar, og báðar sínar tænastukvinnur, og sínar ellivu synir, og fór yvirum vaðið Jabbok.
23 Og hann tók tey, og sendi tey yvirum vaðið; og sendi tað yvirum sum hann hevði.
24 ¶ Og Jákup varð einsamallur eftir; og tað bardist maður við hann inntil dagur tók at lýsna.
25 Og tá ið hann sá at hann ikki hevði yvirvág ímóti honum, nam hann við hansara mjadnarskál; og mjadnarskálin hjá Jákupi var úti úr liði, sum hann bardist við hann.
26 Og hann segði, Lat meg fara, tí tað lýsir fyri degi. Og hann segði, Eg vil ikki lata teg fara, uttan tú vælsigni meg.
27 Og hann segði við hann, Hvat er navn títt? Og hann segði, Jákup.
28 Og hann segði, Títt navn skal ikki meira kallast Jákup, men Ísrael: tí sum ein prinsur hevurt tú mátt hjá Guði og hjá monnum, og hevurt havt yvirvág.
29 Og Jákup spurdi hann, og segði, Sig mær, eg biði teg, navn títt. Og hann segði, Hví er tað at tú spyrt eftir navni mínum? Og hann vælsignaði hann har.
30 Og Jákup kallaði navnið á plássinum Peniel: tí at eg havi sæð Guð andlit til andlits, og lív mítt er varðveitt.
31 Og sum hann fór yvirum Penuel, reis sólin yvir hann, og hann haltaði uppiá síni mjødn.
32 Tí eta Ísraels børn ikki av sinuni sum gav seg, sum er á mjadnarskálini, til henda dag: av tí at hann nam við mjadnarskálina hjá Jákupi í sinuni sum gav seg.
KAPITUL 33
Og Jákup lyfti upp eygum sínum, og hugdi, og sí, Esav kom, og við honum fýra hundrað menn. Og hann deildi børnini at Leuh, og at Rákeli, og at tænastumoyggjunum tveim.
2 Og hann setti tænastumoyggjarnar og teirra børn fremst, og Leuh og hennara børn aftanfyri, og Rákel og Jóseph aftast.
3 Og hann fór yvir undan teimum, og boygdi seg til jarðar sjey ferðir, inntil hann kom nær til bróður síns.
4 Og Esav rann at møta honum, og umfevndi hann, og fell á háls hansara, og kysti hann: og teir grótu.
5 Og hann lyfti upp eygum sínum, og sá kvinnurnar og børnini; og segði, Hvørji eru hasi við tær? Og hann segði, Tey børn ið Guð hevur náðisamliga givið tænara tínum.
6 Tá komu tænastumoyggjarnar nær, tær og teirra børn, og tey boygdu seg.
7 Og eisini Leah við sínum børnum komu nær, og boygdu seg: og síðani kom Jóseph nær og Rákel, og tey boygdu seg.
8 Og hann segði, Hvat meinart tú við øllum hesum flokkinum sum eg møtti? Og hann segði, Hesi eru fyri at finna náði í eygsjón harra míns.
9 Og Esav segði, Eg havi nóg mikið, bróðir mín; hav tað, sum tú hevurt, hjá tær sjálvum.
10 Og Jákup segði, Nei, eg biði teg, um eg nú havi funnið náði í tíni eygsjón, tá tak ímóti míni gávu av míni hond: tí at tessvegna havi eg sæð títt andlit, sum um eg hevði sæð Guðs andlit, og tú vart nøgdur við meg.
11 Tak, eg biði teg, mína signing sum er borin tær; tí at Guð hevur náðisamligani farið við mær, og tí at eg havi nóg mikið. Og hann noyddi hann, og hann tók tað.
12 Og hann segði, Latum okkum taka ferð okkara, og latum okkum fara, og eg vil fara undan tær.
13 Og hann segði við hann, Mín harri veit at børnini eru viðkvom, og smáfæafylgini og stórfæafylgini við ungum eru hjá mær: og um menn skuldu overvað tey ein dag, so doyr allur flokkurin.
Ge 33:eymligani, samsvarandi sum fenaðurin, sum gongur undan mær, og børnini, veri før fyri at halda út, inntil eg komi at harra mínum til Seir.
15 Og Esav segði, Lat meg nú eftirlata hjá tær summi av fólkunum sum eru við mær. Og hann segði, Hvat tørvar tað? lat meg finna náði í eygsjón harra míns.
16 ¶ So Esav vendi aftur tann dagin á síni leið til Seir.
17 Og Jákup ferðaðist til Sukkoth, og bygdi sær hús, og gjørdi búðir til fenað sín: tí verður navnið á tí plássinum kallað Sukkoth.
18 ¶ Og Jákup kom til Sjálem, ein stað av Sjechem, sum er í landi Cánaans, tá ið hann kom frá Pádan-áram; og sló upp tjald sítt frammanfyri staðin.
19 Og hann keypti eitt stykki av einum akri, har hann hevði breitt tjald sítt, av hond Hámors barna, faðir Sjechems, fyri hundrað stykkir av peningi.
20 Og hann reisti har altar, og kallaði tað El-elóhe-Ísrael.
KAPITUL 34
Og Dinah, dóttir Leuh, sum hon føddi Jákupi, fór út at síggja døtur landsins.
2 Og tá ið Sjechem, sonur Hámors Hivita, prins landsins, sá hana, tók hann hana, og lá við henni, og dálkaði hana.
3 Og sál hansara krøktist at Dinuh, dóttur Jákups, og hann elskaði gentuna, og talaði blídligani við gentuna.
4 Og Sjechem talaði við faðir sín Hámor, og segði, Fá mær hesa gentu til konu.
5 Og Jákup hoyrdi at hann hevði dálkað Dinuh, dóttur sína: men synir hansara vóru við fenaðinum hjá honum á akrinum: og Jákup helt friði sínum, inntil teir vóru komnir.
6 ¶ Og Hámor, faðir Sjechems, fór út til Jákups at samtala við hann.
7 Og synirnir hjá Jákupi komu uttan av akrinum tá ið teir hoyrdu tað: og menninir vórðu harmir, og teir vórðu sera vreiðir, av tí at hann hevði virkað dárskap í Ísrael, í at liggja við dóttur Jákups; hvør lutur ikki átti at verðið gjørdur.
8 Og Hámor samtalaði við teir, og segði, Sál sonar míns, Sjechems, leingist eftir dóttur tykkara: eg biði tykkum geva honum hana til konu.
9 Og gerið giftamál við okkum, og gevið tykkara døtur at okkum, og takið okkara døtur at tykkum.
10 Og tit skulu búgva hjá okkum: og landið skal vera frammi fyri tykkum; búgvið og handlið í tí, og fáið tykkum ognir harí.
11 Og Sjechem segði við faðir hennara og við brøður hennara, Latið meg finna náði í eygum tykkara; og tað, sum tit skulu siga við meg, vil eg geva.
12 Biðjið meg um barasta so mikið brúðarfylgi og gávu, og eg vil geva samsvarandi sum tit skulu siga við meg: men gevið mær gentuna til konu.
13 Og synirnir hjá Jákupi svaraðu Sjechemi og Hámori, faðir hansara, svikaligani, og søgdu, av tí at hann hevði dálkað Dinuh, systur teirra:
14 Og teir søgdu við teir, Vit kunnu ikki gera hetta, at geva okkara systur til ein sum er óumskorin; tí at tað hevði veriðokkum skemd:
15 Men í hesum vilja vit samtykkja tykkum: Um tit vilji verða sum vit veri, at hvør kallkyns tykkara verði umskorin;
16 Tá vilja vit geva okkara døtur at tykkum, og vit vilja taka tykkara døtur til okkum, og vit vilja dvøljast hjá tykkum, og vit vilja gerast eitt fólk.
17 Men um tit vilji ikki lýða á okkum, at verða umskornir; tá vilja vit taka okkara dóttur, og vit vilja vera farnir.
18 Og teirra orð hóvaðu Hámori, og Sjechemi, syni Hámors.
19 Og tann ungi maðurin drálaði ikki at gera hetta, tí hann hevði fragd í dóttur Jákups: og hann var meira heiðursamur enn alt hús faðirs hansara.
20 ¶ Og Hámor og Sjechem, sonur hansara, komu at portrinum av staði sínum, og samtalaðu við menninar av staði sínum, og søgdu,
21 Hesir menn eru friðsamir hjá okkum; latið teir tí búgva í landinum, og handla í tí; tí at landið, sí, tað er nóg stórt hjá teimum; latum okkum taka okkum teirra døtur sum konur, og latum okkum geva teimum okkara døtur.
22 Einans herí vilja menninir samtykkja okkum fyri at búgva hjá okkum, til at vera eitt fólk, um hvør kallkyns okkara millum verði umskorin, eins og teir eru umskornir.
23 Skal ikki teirra fenaður og teirra fíggjarogn og hvørt djór hjá teimum verða okkara? Latum okkum bara samtykkja teimum, og teir vilja búgva hjá okkum.
24 Og fyri Hámori og Sjechemi, syni hansara, góvu allir gætur sum fóru út úr portrinum av staði hansara; og hvør kallkyns varð umskorin, allir ið fóru út úr portrinum av staði hansara.
25 ¶ Og tað hendi í triðja degi, tá ið teir vóru sárir, at tveir av sonum Jákups, Símeon og Levi, brøður Dinuh, tóku hvør maður sítt svørð, og ráddust á staðin djarvligani, og vógu allar hannarnar.
26 Og teir vógu Hámor og Sjechem, son hansara, við svørðseggini, og tóku Dinuh út úr húsi Sjechems, og fóru út.
27 Synirnir hjá Jákupi løgdust á hinar vignu, og rændu staðin, tí at teir høvdu dálkað systur teirra.
28 Teir tóku teirra seyðir, og teirra oksar, og asnar, og tað sum var í staðinum, og tað sum var í akrinum,
29 Og alt teirra ríkidømi, og øll teirra smáu, og teirra konur tóku teir til fanga, og rændu enntá alt sum var í húsinum.
30 Og Jákup segði til Símeons og Levis, Tit hava órógvað meg, til at fáa meg at stinka millum íbúgvar landsins, millum Cánaanitarnar og Perizzitarnar: og eftir sum at eg eri fámentur, fara teir at savna seg saman ímóti mær, og bana mær; og eg verði oyddur, eg og hús mítt.
31 Og teir søgdu, Skuldi hann fara við systur okkara sum við skøkju?
KAPITUL 35
Og Guð segði við Jákup, Reis teg, far niðan til Bethel, og búgv har: og ger har eitt altar at Guði, sum birtist tær, tá ið tú flýddirt frá andliti Esavs, bróður tíns.
2 Tá segði Jákup við húshald sítt, og til allar sum við honum vóru, Koyrið burt hinar fremmandu gudar sum eru tykkara millum, og verið reinir, og skiftið klæðir tykkara:
3 Og latum okkum reisast, og fara niðan til Bethel; og eg vil gera har eitt altar at Guði, sum svaraði mær á degnum av mínum neyðarstandi, og var við mær á vegnum sum eg fór.
4 Og teir góvu Jákupi allar hinar fremmandu gudar sum vóru í teirra hond, og allar sínar oyrnaringar sum vóru í teirra oyrum; og Jákup fjaldi teir undir eikini sum var við Sjechem.
5 Og teir ferðaðust: og Guðs ræðsla var yvir staðunum sum vóru rundan um teir, og teir eltu ikki eftir sonum Jákups.
6 ¶ So Jákup kom til Luz, sum er í landi Cánaans, tað er, Bethel, hann og øll fólkini sum við honum vóru.
7 Og hann bygdi har eitt altar, og kallaði staðið El-beth-el: av tí at har birtist Guð honum, tá ið hann flýddi frá andliti bróður síns.
8 Men Deborah, dadda Rebekuh, doyði, og hon jarðaðist niðanfyri Bethel undir eini eik: og navnið á henni varð kallað Allon-bakuth.
9 ¶ Og Guð birtist Jákupi aftur, tá ið hann kom út úr Pádan-áram, og vælsignaði hann.
10 Og Guð segði við hann, Títt navn er Jákup: títt navn skal ikki meira kallast Jákup, men Ísrael skal navn títt vera: og hann kallaði navn hansara Ísrael.
11 Og Guð segði við hann, Eg eri Guð Almáttugi: ver fruktagóður og margfaldast; ein tjóð og flokkur av tjóðum skulu verða úr tær, og kongar skulu koma út úr lendum tínum;
12 Og landið, sum eg gav Ábrahami og Ísaaki, til tín vil eg geva tað, og til sáð títt eftir teg vil eg geva landið.
13 Og Guð fór upp frá honum á staðnum har hann talaði við hann.
14 Og Jákup setti upp súlu á staðnum har hann talaði við hann, enntá súlu av steini: og hann helti drykkoffur hará, og hann helti olju hará.
15 Og Jákup kallaði navnið á staðnum, har Guð talaði við hann, Bethel.
16 ¶ Og teir ferðaðust frá Bethel; og tað var bert ein stuttur vegur at koma til Efrath: og Rákel hevði verkir, og hon hevði harða barnsótt.
17 Og tað bar á, tá ið hon var í harðari barnsótt, at nærkonan segði við hana, Óttast ikki; tú skalt eiga henda sonin eisini.
18 Og tað bar á, sum hennara sál var í fráferð, (tí hon doyði), at hon kallaði navn hansara Ben-óni: men faðir hansara kallaði hann Benjamin.
19 Og Rákel doyði, og varð jarðað á vegnum til Efrath, sum er Bethlehem.
20 Og Jákup setti súlu uppá grøv hennara: tað er súlan av grøv Rákelar til henda dag.
Ge 35:21 ¶ Og Ísrael ferðaðist, og breiddi tjald sítt handan Edars torn.
22 Og tað bar á, tá ið Ísrael búði í tí landinum, at Reuben fór og lá hjá Bilhuh, medkonu faðirs síns: og Ísrael hoyrdi tað. Nú, synir Jákups vóru tólv:
23 Synirnir hjá Leuh; Reuben, fyrstiføddi Jákups, og Símeon, og Levi, og Judah, og Issakar, og Zebulon:
24 Synirnir hjá Rákeli; Jóseph, og Benjamin:
25 Og synirnir hjá Bilhuh, tænastumoy Rákelar; Dán, og Naphtali:
26 Og synirnir hjá Zilpuh, tænastumoy Leuh; Gád, og Ásjer: hetta eru synir Jákups, sum vórðu føddir honum í Pádan-áram.
27 ¶ Og Jákup kom at Ísaaki, faðir sínum, til Mamre, til Arbuh staðar, sum er Hebron, har Ábraham og Ísaakur útisótu.
28 Og dagarnir hjá Ísaaki vóru hundrað og fýrsinstjúgu ár.
29 Og Ísaakur gav upp andan, og doyði, og varð savnaður at fólki sínum, gamal og mettur av døgum: og hansara synir, Esav og Jákup, jarðaðu hann.
KAPITUL 36
Men hetta eru ættirnar hjá Esavi, sum er Edóm.
2 Esav tók konur sínar av døtrum Cánaans; Aduh, dóttur Elons Hittita; og Ahólibámuh, dóttur Ánah, dóttur Zibeons Hivita;
3 Og Básjemath, dóttur Ísjmaels, systur Nebájoths.
4 Og Adah føddi til Esavs Eliphaz; og Básjemath føddi Reuel;
5 Og Ahólibámah føddi Jeusj, og Jáalam, og Kórah: hetta eru synir Esavs, sum vórðu føddir honum í landi Cánaans.
6 Og Esav tók konur sínar, og synir sínar, og døtur sínar, og allar persónar húss síns, og fenað sín, og øll djór síni, og alt sítt fíggjarevni, sum hann hevði fingið í landi Cánaans; og fór inn í landið frá andliti bróður síns Jákups.
7 Tí ríkidømini hjá teimum vóru meiri enn at teir fingu búð saman; og landið, sum teir vóru fremmandir í, kundi ikki bera teir, orsakað av teirra fenaði.
8 Soleiðis dvaldist Esav á Seir fjalli: Esav er Edóm.
9 ¶ Og hetta eru ættirnar hjá Esavi, faðir Edómitanna, á Seir fjalli:
10 Hetta eru nøvnini hjá sonum Esavs; Eliphaz, sonur Aduh, konu Esavs; Reuel, sonur Básjemathar, konu Esavs.
11 Og synirnir hjá Eliphazi vóru Teman, Ómar, Zepho, og Gátam, og Kenaz.
12 Og Timna var medkona hjá Eliphazi, syni Esavs; og hon føddi til Eliphazar Ámalek: hetta vóru synirnir hjá Aduh, konu Esavs.
13 Og hetta eru synir Reuels; Náhath, og Zerah, Sjammah, og Mizzah: hetta vóru synirnir hjá Básjemathi, konu Esavs.
14 ¶ Og hetta vóru synirnir hjá Ahólibámuh, dóttur Ánah, dóttur Zibeons, konu Esavs: og hon føddi til Esavs Jeusj, og Jáalam, og Kórah.
15 ¶ Hesir vóru hertogar av sonum Esavs: synirnir hjá Eliphazi, frumborna syni Esavs; Teman hertogi, Ómar hertogi, Zepho hertogi, Kenaz hertogi,
16 Kórah hertogi, Gátam hertogi, og Ámalek hertogi: hetta eru hertogarnir sum komu av Eliphazi í landi Edóms; hetta vóru synir Aduh.
17 ¶ Og hetta eru synir Reuels Esavs sonar; Náhath hertogi, Zerah hertogi, Sjammah hertogi, Mizzah hertogi: hetta eruhertogarnir sum komu av Reueli í landi Edóms; hetta eru synirnir hjá Básjemathi, konu Esavs.
18 ¶ Og hetta eru synirnir hjá Ahólibámuh, konu Esavs; Jeusj hertogi, Jáalam hertogi, Kórah hertogi: hetta vóruhertogarnir sum komu av Ahólibámuh, dóttur Ánah, konu Esavs.
19 Hetta eru synir Esavs, sum er Edóm, og hetta eru hertogar teirra.
20 ¶ Hetta eru synirnir hjá Seiri Horita, sum íbúðu landið; Lótan, og Sjóbal, og Zibeon, og Ánah,
21 Og Disjon, og Ezer, og Disjan: hetta eru hertogarnir hjá Horitunum, Seirs børn í landi Edóms.
22 Og børnini hjá Lótani vóru Hóri og Hemam; og systir Lótans var Timna.
23 Og børnini hjá Sjóbali vóru hesir; Alvan, og Manahath, og Ebal, Sjepho, og Ónam.
24 Og hetta eru børn Zibeons; bæði Ájah, og Ánah: hetta var tann Ánah sum fann múldjórini í oyðuni, tá ið hann gav Asnum Zibeons, faðirs síns.
25 Og børnini hjá Ánah vóru hesi; Disjon; og Ahólibámah, dóttir Ánah.
26 Og hetta eru børn Disjons; Hemdan, og Esjban, og Ithran, og Keran.
27 Børn Ezers eru hesir; Bilhan, og Záavan, og Ákan.
28 Børn Disjans eru hesir; Uz, og Áran.
29 Hetta eru hertogarnir sum komu av Horitunum; Lótan hertogi, Sjóbal hertogi, Zibeon hertogi, Ánah hertogi,
30 Disjon hertogi, Ezer hertogi, Disjan hertogi: hetta eru hertogarnir sum komu av Hóri; millum hertogar teirra í Seirs landi.
31 ¶ Og hetta eru kongarnir sum ríktu í landi Edóms, áðrenn tað ríkti nakar kongur yvir børnum Ísraels.
32 Og Bela Beors sonur ríkti í Edóm: og navnið á staði hansara var Dinhabah.
33 Og Bela doyði, og Jóbab Zerah sonur úr Bozrah ríkti í hansara stað.
34 Og Jóbab doyði, og Húsjam úr Temanis landi ríkti í hansara stað.
35 Og Húsjam doyði, og Hádad Bedads sonur, sum sló Midian á vølli Móabs, ríkti í hansara stað: og navnið á hansara staði var Ávith.
36 Og Hádad doyði, og Samlah úr Masrekah ríkti í hansara stað.
37 Og Samlah doyði, og Saul úr Rehoboth við ánna ríkti í hansara stað.
38 Og Saul doyði, og Báal-hánan Achbors sonur ríkti í hansara stað.
39 Og Báal-hánan Achbors sonur doyði, og Hádar ríkti í hansara stað: og navnið á hansara staði var Páu; og navn konu hansara var Mehetabel, Mátreds dóttir, Mezahabs dóttur.
40 Og hetta eru nøvnini hjá hertogunum sum komu av Esavi, samsvarandi teirra familjum, eftir teirra plássum, eftir teirra nøvnum; Timnah hertogi, Alvah hertogi, Jeteth hertogi,
41 Ahólibámah hertogi, Elah hertogi, Pinon hertogi,
42 Kenaz hertogi, Teman hertogi, Mibzar hertogi,
43 Magdiel hertogi, Iram hertogi: hetta veri hertogar Edóms, samsvarandi teirra bústøðum í landi ognar teirra: hann erEsav, faðir Edómitanna.
KAPITUL 37
Og Jákup dvaldist í landinum, sum faðir hansara var ein fremmandur í, í landi Cánaans.
2 Hetta eru ættirnar hjá Jákupi. Jóseph, sum seytjan ára gamal, gav fylginum við brøðrum sínum; og pilturin var við sonum Bilhuh, og við sonum Zilpuh, konum faðirs síns: og Jóseph bar faðir sínum teirra illa ummæli.
3 Men Ísrael elskaði Jóseph meira enn øll síni børn, av tí at hann var sonur ellis hansara: og hann gjørdi honum ein fjøl-littan kyrtil.
4 Og tá ið brøður hansara sóu at faðir teirra elskaði hann meira enn allar brøður hansara, hataðu teir hann, og kundu ikki tala friðsamliga við hann.
5 ¶ Og Jósephi droymdi dreym, og hann taldi brøðrum sínum hann: og teir hataðu hann uppaftur meira.
6 Og hann segði við teir, Hoyrið, eg biði tykkum, henda dreym sum meg hevur droymt:
7 Tí sí, vit bundu bundir í akrinum, og sí, mítt bundi reistist, og eisini stóð upprætt; og sí, tykkara bundir stóðu runt um, og intu heiðurslútan fyri bundi mínum.
8 Og brøður hansara søgdu við hann, Skalt tú veruliga ríkja yvir okkum? ella skalt tú veruliga hava harradømi yvir okkum? Og teir hataðu hann uppaftur meira fyri hansara dreymar, og fyri orðini hjá honum.
9 ¶ Og hann droymdi uppaftur annan dreym, og taldi hann fyri brøðrum sínum, og segði, Sí, meg hevur droymt dreym afturat; og sí, sólin og mánin og hinar ellivu stjørnur intu heiðurslútan fyri mær.
10 Og hann taldi hann fyri faðir sínum, og fyri brøðrum sínum: og faðir hansara hartaði hann, og segði við hann, Hvat erhesin dreymurin sum teg hevur droymt? Skulu eg og móðir tín og brøður tínir veruliga koma at boyggja niður okkum sjálv fyri tær til jarðar?
11 Og hansara brøður øvundaðu hann; men faðir hansara gav sær far eftir framsøgnini.
12 ¶ Og hansara brøður fóru at geva smáfæafylgi faðirs síns í Sjechem.
13 Og Ísrael segði við Jóseph, Geva ikki brøður tínir fylginum í Sjechem? kom, og eg vil senda teg til teirra. Og hann segði við hann, Her eri eg.
14 Og hann segði við hann, Far, eg biði teg, vita hvørt tað viti væl við hjá brøðrum tínum, og væl við hjá fylgjunum; og ber mær orð aftur. So hann sendi hann út úr dali Hebrons, og hann kom til Sjechem.
15 ¶ Og ein ávísur maður fann hann, og sí, hann reikaði um í akrinum: og maðurin spurdi hann, og segði, Hvat søkirt tú?
16 Og hann segði, Eg søki brøður mínar: sigið mær, eg biði tygum, hvar teir geva fylgjum sínum.
17 Og maðurin segði, Teir eru farnir avstað hiðani; tí at eg hoyrdi teir siga, Latum okkum fara til Dóthan. Og Jóseph fór eftir brøðrum sínum, og fann teir í Dóthan.
18 Og tá ið teir sóu hann langt burturi, sjálvt áðrenn hann kom nær teimum, samansvóru teir ímóti honum at bana honum.
19 Og teir søgdu hvør við annan, Sí, hesin droymarin kemur.
20 Komið nú tí, og latum okkum bana honum, og kasta hann inn í onkra holu, og vit vilja siga, Okkurt ónt villdjór hevur slúkað hann: og vit skulu síggja hvat fer at verða úr dreymum hans.
21 Og Reuben hoyrdi tað, og hann bjargaði honum úr teirra hondum; og segði, Latum okkum ikki drepa hann.
22 Og Reuben segði við teir, Úthellið einkið blóð, men kastið hann inn í hesa holuna sum er í oyðuni, og leggið onga hond á hann; at hann mátti bjargað honum úr teirra hondum, til tess at bjarga honum til faðirs hans aftur.
23 ¶ Og tað bar á, tá ið Jóseph var komin at brøðrum sínum, at teir berkaðu Jóseph úr hansara kyrtli, hansara fjøl-litta kyrtli sum var á honum;
24 Og teir tóku hann, og kastaðu hann í holu: og holan var tóm, tað var einkið vatn í henni.
25 Og teir settust niður at eta breyð: og teir lyftu upp eygum sínum, og sí, ein flokkur av Ísjmeelitum kom frá Gilead við kamelum sínum, berandi kryddaríir og balsam og myrrhu, og fóru at bera tað niður til Egyptalands.
26 Og Judah segði við brøður sínar, Hvat gagn er tað, um vit bana bróður okkara, og loyna blóð hansara?
27 Komið, og latum okkum selja hann til Ísjmeelitarnar, og lat ikki hond okkara vera á honum; tí at hann er bróðir okkara og kjøt okkara. Og hansara brøður lótu sær lynda.
28 Tá fóru framvið Midianita keypmenn; og teir drógu og lyftu upp Jóseph út úr holuni, og seldu Jóseph til Ísjmeelitarnar fyri tjúgu stykkir av silvuri: og teir førdu Jóseph til Egyptalands.
29 ¶ Og Reuben vendi aftur at holuni; og sí, Jóseph var ikki í holuni; og hann skræddi klæðir síni.
30 Og hann vendi aftur at brøðrum sínum, og segði, Barnið er ikki; og eg, hvagar skal eg fara?
31 Og teir tóku kyrtilin hjá Jósephi, og drópu eitt lamb hjá geitunum, og dyppaðu kyrtilin í blóðið;
32 Og teir sendu fjøl-litta kyrtilin, og teir bóru hann til faðirs síns; og søgdu, Henda hava vit funnið: vita nú hvørt tað verikyrtilin hjá syni tínum, ella ikki.
33 Og hann kendi hann, og segði, Tað er kyrtilin hjá syni mínum; eitt ónt villdjór hevur slúkað hann; Jóseph er óivað skræddur í stykkir.
34 Og Jákup skræddi klæðir síni, og koyrdi sekkjaklæði uppá lendar sínar, og harmaði yvir son sín í mangar dagar.
35 Og allir synir hansara og allar døtur hansara risu upp at ugga hann; men hann sýtti at uggast; og hann segði, Tí at eg vil fara niður í grøvina til son mín harmandi. Soleiðis græt faðir hansara um hann.
36 Og Midianitarnir seldu hann inn í Egyptaland til Potiphars, ein embætismann hjá Pharaoh, og høvuðsmaður av lívverjuni.
KAPITUL 38
Og tað hendi um ta tíðina, at Judah fór oman frá brøðrum sínum, og vendi inn til ein ávísan Adullamita, hvørs navn varHirah.
2 Og Judah sá har eina dóttur hjá ávísum Cánaanita, hvørs navn var Sjúah; og hann tók hana, og fór inn at henni.
3 Og hon ól fram, og føddi son; og hann kallaði navn hansara Er.
4 Og hon ól fram aftur, og føddi son; og hon kallaði navn hansara Ónan.
5 Og uppaftur ól hon fram, og føddi son; og kallaði navn hansara Sjelah: og hann var í Kezib, tá ið hon føddi hann.
6 Og Judah tók konu til Ers, sín frumborna, hvørs navn var Támar.
7 Og Er, frumborni Judah, var vondur í HARRANS eygsjón; og HARRIN vá hann.
8 Og Judah segði við Ónan, Far inn at konu bróður tíns, og gift teg við henni, og reis upp sáð til bróður tín.
9 Og Ónan vitsti at sáðið skuldi ikki verða hansara; og tað hendi, tá ið hann fór inn at konu bróður síns, at hann stoytti tað á jørðina, bara ikki at hann skuldi givið sáð til bróður sín.
10 Og tað tingið, sum hann gjørdi, mistoknaði HARRANUM: hvørsvegna hann vá hann eisini.
11 Tá segði Judah við Támar, verdóttur sína, Verð verandi einkja í húsi faðirs tíns, til Sjelah, sonur mín, verði vaksin: tí hann segði, At ikki møguligvís hann doyggi eisini, eins og brøður hansara gjørdu. Og Támar fór og búði í húsi faðirs síns.
12 ¶ Og í framlíðing tíðarinnar doyði dóttir Sjúah, kona Judah; og Judah varð uggaður, og fór niðan til seyðaklippararnar til Timnath, hann og vinur hansara Hirah, Adullamitin.
13 Og tað varð talt Támari, sigandi, Sí, verfaðir tín fer niðan til Timnath at klippa seyði sínum.
14 Og hon fór úr sínum einkjuklæðum av sær, og dekkaði seg við sløri, og ballaði seg, og sat í einum opnum plássi, sum er við vegin til Timnath; tí hon sá at Sjelah var vaksin, og hon var ikki givin honum til konu.
15 Tá ið Judah sá hana, helt hann hana vera skøkju; av tí at hon hevði dekkað andlit sítt.
16 Og hann vendi inn at henni við vegin, og segði, Kom nú, eg biði teg, lat meg koma inn at tær; (tí hann vitsti ikki at hon var verdóttir hansara.) Og hon segði, Hvat vilt tú geva mær, at tú mást koma inn at mær?
17 Og hann segði, Eg vil senda tær geitarlamb úr fylginum. Og hon segði, Vilt tú geva mær pant, til tú sendi tað?
18 Og hann segði, Hvat pant skal eg geva tær? Og hon segði, Tín innsiglisring, og tíni armbond, og tín stav sum er í tíni hond. Og hann gav henni tað, og kom inn at henni, og hon ól fram av honum.
19 Og hon reistist, og fór avstað, og legði niðurfyri sítt slør frá sær, og fór í síni einkjudóms klæðir.
20 Og Judah sendi geitarlambið við hendi vinar síns, Adullamitans, fyri at fáa sítt pant av kvinnunnar hond: men hann fann hana ikki.
21 Tá spurdi hann menninar av tí plássi, og segði, Hvar er skøkjan, sum var opinlýsliga við vegkantin? Og teir søgdu, Tað var eingin skøkja á hesum staði.
22 Og hann vendi aftur til Judah, og segði, Eg dugi ikki at finna hana; og eisini menninir av tí staðnum søgdu, at tað var eingin skøkja á hesum staði.
23 Og Judah segði, Lat hana taka tað til sín, at ikki vit verði til skammar: sí, eg sendi hetta geitarlambið, og tú hevurt ikki funnið hana.
24 ¶ Og tað hendi umleið tríggjar mánaðir eftir, at tað varð sagt Judah, soljóðandi, Támar, verdóttir tín, hevur spælt skøkjan; og eisini, sí, hon er við barn við hordómi. Og Judah segði, Førið hana út, og latið hana verða brenda.
25 Tá ið hon varð førd út, sendi hon til verfaðirs síns, sigandi, Við tí manni, hvørs hesi eru, eri eg við barn: og hon segði, Greina, eg biði teg, hvørs hesi eru, innsiglisringurin, og armbond, og stavur.
26 Og Judah viðurkendi tey, og segði, Hon hevur verið rættvísari enn eg; vegna tess at eg gav hana ikki til Sjelah, sonar míns. Og hann kendi hana ikki meira aftur.
27 ¶ Og tað hendi í tíðini av verkjum hennara, at sí, tá vóru tvíburar í móðurlívi hennara.
28 Og tað bar á, tá ið hon hevði verkir, at tann eini stakk út sína hond: og nærkonan tók og bant uppá hansara hond ein skarlaks tráð, og segði, Hesin kom út fyrst.
29 Og tað bar á, sum hann dró tilbakar sína hond, at sí, bróðir hansara kom út: og hon segði, Hvussu hevurt tú brotist fram? hetta skarðið veri á tær: tí varð navn hansara kallað Pharez.
30 Og síðani kom út bróðir hansara, sum hevði skarlaks tráðin uppiá síni hond: og navn hansara varð kallað Zarah.
KAPITUL 39
Og Jóseph varð førdur niður til Egyptalands; og Potiphar, ein yvirmaður hjá Pharaoh, høvuðsmaður av lívverjuni, ein Egypti, keypti hann av hondum Ísjmeelitanna, sum høvdu ført hann niður hagar.
2 Og HARRIN var við Jósephi, og hann var framgangsríkur maður; og hann var í húsi meistara síns, Egyptans.
3 Og meistari hansara sá at HARRIN var við honum, og at HARRIN fekk alt, sum hann gjørdi, at hava framgongd í hond hansara.
4 Og Jóseph fann náði í eygsjón hansara, og hann tænti honum: og hann gjørdi hann til umsjónarmann yvir húsi sínum, og alt, sum hann hevði, legði hann í hond hansara.
5 Og tað hendi frá tí tíðini sum hann hevði gjørt hann til umsjónarmann í sínum húsi, og yvir øllum sum hann hevði, at HARRIN vælsignaði hús Egyptans fyri Jósephs skuld; og HARRANS signing var yvir øllum sum hann hevði í húsinum, og í akrinum.
6 Og hann eftirlæt alt, sum hann hevði, í hond Jósephs; og hann vitaði ikki um nakað sum hann hevði, uttan breyðið sum hann át. Og Jóseph var ein frálíkur persónur, og sá gott út.
7 ¶ Og tað bar á eftir hesi tingini, at kona meistara hansara rendi síni eygu eftir Jósephi; og hon segði, Ligg við mær.
8 Men hann sýtti, og segði við konu meistara síns, Sí, meistari mín vitar ikki hvat er hjá mær í húsinum, og hann hevur litið upp alt, sum hann hevur, til mína hond;
9 Tað er eingin størri í hesum húsi enn eg; ikki heldur hevur hann hildið nakað aftur frá mær, uttan teg, av tí at tú ertkona hansara: hvussu kann eg tá gera hesa miklu vondsku, og synda ímóti Guði?
10 Og tað hendi, sum hon talaði til Jósephs dag um dag, at hann gav ikki gætur at henni, at liggja hjá henni, ella at vera við henni.
11 Og tað hendi um hesa tíð, at Jóseph fór inn í húsið at gera sín gerning; og tað var eingin av monnunum av húsinum har fyri innan.
12 Og hon fangaði hann eftir klæði hansara, og segði, Ligg við mær: og hann eftirlæt klæði sítt í hond hennara, og flýddi, og slapp sær út.
13 Og tað bar á, tá ið hon sá at hann hevði eftirlatið klæði sítt í hond hennara, og var flýddur fram,
14 At hon kallaði á menninar av húsi sínum, og talaði við teir, og segði, Sí, hann hevur ført inn ein Hebreara til okkara at háða okkum; hann kom inn til mín at liggja við mær, og eg rópti við harðari rødd:
15 Og tað bar á, tá ið hann hoyrdi at eg lyfti upp mína rødd og rópti, at hann eftirlæt klæði sítt hjá mær, og flýddi, og slapp sær út.
16 Og hon legði niðurfyri hansara klæði hjá sær, inntil harri hansara kom heim.
17 Og hon talaði við hann samsvarandi hesum orðum, og segði, Hebráiski tænarin, sum tú hevurt ført til okkara, kom inn til mín at háða meg:
18 Og tað bar á, sum eg lyfti upp mína rødd og rópti, at hann eftirlæt klæði sítt hjá mær, og flýddi út.
19 Og tað bar á, tá ið hansara meistari hoyrdi orðini hjá konu síni, sum hon talaði við hann, sigandi, eftir hesum háttarlagi gjørdi tænari tín við meg; at hansara vreiði varð kynd.
20 Og meistari Jósephs tók hann, og koyrdi hann í fongslið, eitt stað har fangarnir hjá kongi vóru bundnir: og hann var har í fongslinum.
21 ¶ Men HARRIN var við Jósephi, og sýndi honum miskunn, og gav honum tokka í eygsjónini á fongsulsvørðinum.
22 Og fongsulsvørðurin leit upp til handar Jósephs allar fangarnar sum vóru í fongslinum; og hvatsumhelst teir gjørdu har, hann var gerarin av tí.
23 Fongsulsvørðurin leit ikki at nøkrum sum var undir hond hansara; tí at HARRIN var við honum, og tað, sum hann gjørdi, tað fekk HARRIN at hava frama.
KAPITUL 40
Og tað hendi eftir hesi tingini, at skeinkjarin hjá kongi Egyptalands og hansara bakari høvdu meinbogað harra sín, kong Egyptalands.
2 Og Pharaoh var vreiður inná tveir av sínum yvirmonnum, inná hin ovasta av skeinkjarunum, og inná hin ovasta av bakarunum.
3 Og hann setti teir í varðhald í húsinum hjá høvuðsmanni lívverjunnar, inn í fongslið, staðið har Jóseph var bundin.
4 Og høvuðsmaðurin av lívverjuni álegði Jósephi við teimum, og hann tænti teimum: og teir hildu fram eina tíð í varðhaldi.
5 ¶ Og teimum droymdi dreym, báðum teirra, hvør maður sín dreym í einari nátt, hvør maður samsvarandi týðingini av sínum dreymi, skeinkjarin og bakarin hjá kongi Egyptalands, sum vóru bundnir í fongslinum.
6 Og Jóseph kom inn til teirra um morgunin, og hugdi uppá teir, og sí, teir vóru daprir.
7 Og hann spurdi yvirmenninar hjá Pharaoh, sum vóru við honum í varðhaldinum av húsi harra síns, og segði, Hví hyggja tit so dapurligani í dag?
8 Og teir søgdu við hann, Okkum hevur droymt dreym, og tað er eingin týðari av honum. Og Jóseph segði við teir, Hoyraikki týðingar Guði til? sigið mær teir, eg biði tykkum.
9 Og høvuðsskeinkjarin segði frá sínum dreymi fyri Jósephi, og segði við hann, Í mínum dreymi, sí, eitt víntræ varframmanfyri mær;
10 Og í víntrænum vóru tríggjar greinar: og tað var sum um tað blómaði, og hennara blómingar skutu út; og tess tyssir bóru fram staðin vínber:
11 Og Pharaohs bikar var í míni hond: og eg tók víndrúvurnar, og pressaði tær inn í Pharaohs bikar, og eg gav bikarið inn í hond Pharaohs.
12 Og Jóseph segði við hann, Hetta er týðingin av honum: Tær tríggjar greinarnar eru tríggir dagar:
13 Enn innan tríggjar dagar skal Pharaoh lyfta upp høvur títt, og endurbøta teg at plássi tínum: og tú skalt flýggja Pharaohs bikar inn í hond hansara, eftir hinum fyrra háttarlagi, tá ið tú vart skeinkjari hansara.
14 Men hugsa um meg, tá ið tað verður væl statt við tær, og sýn blídni, eg biði teg, móti mær, og nevn meg fyri Pharaoh, og før meg út úr hesum húsinum:
15 Tí at veruliga varð eg stolin burt úr landi Hebreanna: og her havi eg eisini einkið gjørt, at teir skuldu rindað meg inn í fangatippið.
16 Tá ið høvuðsbakarin sá at týðingin var góð, segði hann við Jóseph, Eisini eg var í dreymi mínum, og sí, eg hevðitríggjar hvítar tægur á høvdi mínum:
17 Og í tí ovastu tæguni var av øllum slagi av bakstursmatum til Pharaohs; og fuglarnir ótu teir úr tæguni á høvdi mínum.
18 Og Jóseph svaraði og segði, Hetta er týðing hansara: Tær tríggjar tægurnar eru tríggir dagar:
19 Enn innan tríggjar dagar skal Pharaoh lyfta upp høvur títt oman av tær, og skal heingja teg á træi; og fuglarnir skulu eta kjøt títt uttan av tær.
20 ¶ Og tað hendi triðja dagin, sum var føðingardagur Pharaohs, at hann gjørdi øllum tænarum sínum veitslu: og hann lyfti upp høvur høvuðsskeinkjarans og høvuðsbakarans, millum tænarar sínar.
21 Og hann endurbøtti høvuðsskeinkjaran til hansara skeinkjaradømi aftur; og hann gav bikarið inn í hond Pharaohs:
22 Men hann hongdi høvuðsbakaran: eins og Jóseph hevði týtt fyri teimum.
23 Tó mintist høvuðsskeinkjarin ikki til Jósephs, men gloymdi hann.
KAPITUL 41
Og tað bar á við endan á tveimum samfullum árum, at Pharaoh droymdi: og sí, hann stóð við ánna.
2 Og sí, tað komu upp úr ánni sjey væl vaksnar kýr og feit-kjøtaðar; og tær gingu á biti á eini ong.
3 Og sí, sjey aðrar kýr komu upp aftaná tær út úr ánni, illa vaksnar og rak-kjøtaðar; og stóðu hjá hinum kúnum uppiá áarbakkanum.
4 Og tær illa vaksnu og rak-kjøtaðu kýrnar ótu upp tær sjey væl vaksnu og feitu kýrnar. So vaknaði Pharaoh.
5 Og hann svav og droymdi aðru ferðina: og sí, sjey kornøks komu upp á einum strái, tjúkk og góð.
6 Og sí, sjey kløn øks og sviðin við eystanvindinum spruttu upp aftaná tey.
7 Og tey sjey klønu øksini gloyptu tey sjey tjúkku og fullu øksini. Og Pharaoh vaknaði, og sí, tá var tað dreymur.
8 Og tað hendi um morgunin, at andi hansara var órógvaður; og hann sendi og rópaði allar gandakallar Egyptalands, og allar vísmenn tess: og Pharaoh segði teimum dreym sín; men tað var eingin ið kundi týða Pharaoh teir.
9 ¶ Tá mælti høvuðsskeinkjarin við Pharaoh, og segði, Meg minnist feilir mínar henda dag:
10 Pharaoh var vreiður við tænarar sínar, og setti meg í varðhald í húsinum hjá høvuðsmanni lívverjunnar, bæði meg og høvuðsbakaran:
11 Og okkum droymdi dreym í einari nátt, meg og hann; okkum droymdi hvør maður samsvarandi týðingini av sínum dreymi.
12 Og har var við okkum ungur maður, Hebreari, tænari hjá høvuðsmanni lívverjunnar; og vit taldu honum, og hann týddi fyri okkum dreymar okkara; fyri hvørjum manni samsvarandi hansara dreymi týddi hann.
13 Og tað bar á, eins og hann týddi fyri okkum, soleiðis varð tað; meg endurbøtti hann í embæti mítt, og hann hongdi hann.
14 ¶ Tá sendi Pharaoh og rópaði Jóseph, og teir førdu hann skundisligani út úr fangatippinum: og hann rakaði sær, og skifti klædnað sín, og kom inn til Pharaohs.
15 Og Pharaoh segði við Jóseph, Meg hevur droymt dreym, og tað er eingin ið kann týða hann: og eg havi hoyrt sagt um teg, at tú kanst skilja dreym til at týða hann.
16 Og Jóseph svaraði Pharaoh, og segði, Tað er ikki í mær: Guð skal geva Pharaoh friðarsvar.
17 Og Pharaoh segði við Jóseph, Í mínum dreymi, sí, eg stóð uppiá áarbakkanum:
18 Og sí, tað komu upp úr ánni sjey kýr, feit-kjøtaðar og væl vaksnar; og tær gingu á biti á eini ong:
19 Og sí, sjey aðrar kýr komu upp aftaná tær, armar og sera illa vaksnar og rak-kjøtaðar, slíkar sum eg aldri sá í øllum Egyptalandi fyri vánaligleika:
20 Og tær raku og tær illa vaksnu kýrnar ótu upp hinar fyrstu sjey feitu kýrnar:
21 Og tá ið tær høvdu etið tær upp, kundi tað ikki vitast at tær høvdu etið tær; men tær vóru enn illa vaksnar, eins og at byrja við. So vaknaði eg.
22 Og eg sá í mínum dreymi, og sí, sjey øks komu upp á einum strái, tjúkk og góð:
23 Og sí, sjey øks, følnað, kløn, og sviðin við eystanvindinum, spruttu upp aftaná tey:
24 Og tey klønu øksini gloyptu tey sjey góðu øksini: og eg taldi gandakøllunum hetta; men tað var eingin ið kundi klárleggja tað fyri mær.
25 ¶ Og Jóseph segði við Pharaoh, Pharaohs dreymur er ein: Guð hevur sýnt Pharaoh tað sum hann er um at fara at gera.
26 Tær sjey góðu kýrnar eru sjey ár; og tey sjey góðu øksini eru sjey ár: dreymurin er ein.
27 Og tær sjey klønu og illa vaksnu kýrnar, sum komu upp aftaná tær, eru sjey ár; og tey sjey tómu øksini, sum vórusviðin við eystanvindinum, skulu vera sjey ár av hungursneyð.
28 Hetta er tað tingið sum eg havi talað fyri Pharaoh: Tað, sum Guð er um at fara at gera, tað sýnir hann Pharaoh.
29 Sí, tað koma sjey ár av miklum ríkiligleika út ígjøgnum alt Egyptaland:
30 Og tað skulu rísa upp aftaná tey sjey ár av hungursneyð; og øll nøgdin skal verða gloymd í Egyptalandi; og hungursneyðin skal eta landið upp;
31 Og ríkiligleikin skal ikki verða kunnur í landinum uppá grund av tí fylgjandi hungursneyðini; tí hon skal vera sera svárlig.
32 Og vegna tað at dreymurin varð tvífaldaður fyri Pharaoh tvær ferðir; tað er av tí at luturin er grundfestur av Guði, og Guð vil fljótligani fáa hann at bera á.
33 Lat tí nú Pharaoh leita fram mann, hygnan og vísan, og seta hann yvir Egyptalandi.
34 Lat Pharaoh gera hetta, og lat hann útnevna embætismenn yvir landinum, og taka upp fimtapartin av Egyptalandi í teimum sjey ríkiligu árunum.
35 Og lat teir savna allan matin av teimum góðu árunum sum koma, og leggja niðurfyri korn undir Pharaohs hond, og lat teir goyma mat í staðunum.
36 Og tann maturin skal verða til inniløgu hjá landinum ímóti teimum sjey árunum av hungursneyð, sum skulu verða í Egyptalandi; at landið farist ikki gjøgn hungursneyðina.
37 ¶ Og luturin var góður í Pharaohs eygum, og í eygunum á øllum tænarum hans.
38 Og Pharaoh segði við tænarar sínar, Kunnu vit finna ein slíkan sum hesin er, ein mann í hvørjum Guðs Andi er?
39 Og Pharaoh segði við Jóseph, Við tað at Guð hevur sýnt tær alt hetta, er tað eingin so hyggin og vísur sum tú ert:
40 Tú skalt vera yvir húsi mínum, og eftir tínum orði skal alt mítt fólk verða stjórnað: bert í hásætinum vil eg vera miklari enn tú.
41 Og Pharaoh segði við Jóseph, Sí, eg havi sett teg yvir øllum Egyptalandi.
42 Og Pharaoh tók av ring sín frá hond síni, og koyrdi hann á hond Jósephs, og skrýddi hann í klædnakappar av fínum líni, og koyrdi gullketu um háls hansara;
43 Og hann fekk hann at ríða í hinum øðrum vagninum sum hann hevði; og teir róptu undan honum, Boyggið knæ: og hann gjørdi hann til stjórnara yvir øllum Egyptalandi.
44 Og Pharaoh segði við Jóseph, Eg eri Pharaoh, og uttan teg skal eingin maður lyfta upp sína hond ella fót í øllum Egyptalandi.
45 Og Pharaoh kallaði Jósephs navn Zaphnat-páaneah; og hann gav honum til konu Asenath, dóttur Poti-pherah prests í Ón. Og Jóseph fór út yvir alt Egyptaland.
46 ¶ Og Jóseph var tríati ára gamal tá ið hann stóð frammi fyri Pharaoh kongi av Egyptalandi. Og Jóseph fór út frá nærveru Pharaohs, og fór út ígjøgnum alt Egyptaland.
47 Og í teimum sjey ríkiligu árunum bar jørðin fram í hondfullum.
48 Og hann savnaði upp allan matin av teimum sjey árunum sum vóru í Egyptalandi, og legði niðurfyri matin í staðirnar: matin av markini, sum var rundan um hvønn stað, legði hann niðurfyri í hinum sama.
49 Og Jóseph savnaði korn sum sand havsins, sera nógv, inntil hann lætti av at telja; tí at tað var uttan tal.
50 Og Jósephi vórðu føddir tveir synir áðrenn árini av hungursneyð komu, hvørjar Asenath, dóttir Poti-pherah prests í Ón, føddi honum.
51 Og Jóseph kallaði navnið hjá tí fyrstafødda Manasseh: Tí at Guð, segði hann, hevur fingið meg at gloyma alt mítt strev, og alt hús faðirs míns.
52 Og navnið hjá hinum øðrum kallaði hann Ephraim: Tí at Guð hevur fingið meg at vera fruktagóður í landi nívdar mínar.
53 ¶ Og tey sjey árini av ríkiligleika, sum var í Egyptalandi, vóru endað.
54 Og tey sjey árini av halli byrjaðu at koma, samsvarandi sum Jóseph hevði sagt: og hallið var í øllum londum; men í øllum Egyptalandi var breyð.
55 Og tá ið alt Egyptaland var úthungrað, rópaði fólkið til Pharaohs eftir breyði: og Pharaoh segði við allar Egyptarnar, Farið til Jósephs; tað, sum hann sigur við tykkum, gerið tað.
56 Og hungursneyðin var yvir alla ásjónina av jørðini: og Jóseph læt upp øll goymsluhúsini, og seldi Egyptunum; og hungursneyðin gjørdist svár í Egyptalandi.
57 Og øll lond komu til Egyptalands til Jósephs fyri at keypa korn; tí at hungursneyðin var so svár í øllum londum.
KAPITUL42
Men tá ið Jákup sá at tað var korn í Egyptalandi, segði Jákup við synir sínar, Hví hyggja tit hvør uppá annan?
2 Og hann segði, Sí, eg havi hoyrt at tað er korn í Egyptalandi: sleppið tykkum niður hagar, og keypið okkum haðani; at vit mega liva, og ikki doyggja.
3 ¶ Og Jósephs tíggju brøður fóru niður at keypa korn í Egyptalandi.
4 Men Benjamin, bróður Jósephs, sendi Jákup ikki við brøðrum hansara; tí hann segði, At ikki møguliga mein viðurfari honum.
5 Og synir Ísraels komu at keypa korn millum teirra sum komu: tí at hungursneyðin var í landi Cánaans.
6 Og Jóseph var landsstjórin yvir landinum, og hann var tað sum seldi til alt fólk landsins: og Jósephs brøður komu, og boygdu niður seg sjálvar frammi fyri honum við andlitum sínum til jarðar.
7 Og Jóseph sá brøður sínar, og hann kendi teir, men gjørdi seg fremmandan fyri teimum, og talaði knortlasligani við teir; og hann segði við teir, Hvaðani koma tit? Og teir søgdu, Frá landi Cánaans at keypa mat.
8 Og Jóseph kendi brøður sínar, men teir kendu ikki hann.
9 Og Jóseph mintist dreymarnar sum hann droymdi um teir, og segði við teir, Tit eru njósnarar; at síggja landsins nakni eru tit komnir.
10 Og teir søgdu við hann, Nei, harri mín, men at keypa mat eru tænarar tínir komnir.
11 Vit eru allir synir eins mans; vit eru sannir menn, tænarar tínir eru eingir njósnarar.
12 Og hann segði við teir, Nei, men at síggja landsins nakni eru tit komnir.
13 Og teir søgdu, Tænarar tínir eru tólv brøður, synir eins mans í landi Cánaans; og sí, hin yngsti er henda dag hjá faðir okkara, og ein er ikki.
14 Og Jóseph segði við teir, Tað er tað sum eg talaði við tykkum, og segði, Tit eru njósnarar:
15 Við hesum skulu tit verða royndir: Við Pharaohs lív skulu tit ikki fara fram hiðani, uttan yngsti bróðir tykkara komi higar.
16 Sendið ein tykkara, og lat hann heinta bróður tykkara, og tit skulu verða hildnir í fongsli, at orð tykkara mega verða roynd, hvørt tað veri nakar sannleiki í tykkum: annars, við Pharaohs lív, so eru tit víst njósnarar.
17 Og hann koyrdi teir allar samlar í varðhald í tríggjar dagar.
18 Og Jóseph segði við teir hin triðja dagin, Gerið hetta, og livið; tí at eg óttist Guð:
19 Um tit veri sannir menn, tá latið ein av brøðrum tykkara verða bundnan í húsi fongsuls tykkara: farið tit, berið korn fyri hungursneyðina hjá húsum tykkara:
20 Men førið yngsta bróður tykkara til mín; so skulu orð tykkara verða sannað, og tit skulu ikki doyggja. Og teir so gjørdu.
21 ¶ Og teir søgdu hvør við annan, Vit eru sanniligani sekir viðvíkjandi bróður okkara, í at vit sóu angistina av hansara sál, tá ið hann bønaði okkum, og vit ikki vildu hoyra; tí er henda neyðin komin yvir okkum.
22 Og Reuben svaraði teimum, og segði, Talaði eg ikki við tykkum, og segði, Syndið ikki ímóti barninum; og tit vildu ikki hoyra? sí, tí verður eisini blóð hansara kravt.
23 Og teir vitstu ikki at Jóseph skilti teir; tí hann talaði við teir við tolki.
24 Og hann vendi sær íkring frá teimum, og græt; og vendi aftur at teimum aftur, og samtalaði við teir, og tók frá teimum Símeon, og bant hann frammi fyri eygum teirra.
25 ¶ Tá skipaði Jóseph at fylla teirra sekkir við korni, og at endurbøta hvørs mans pening í sekk hansara, og at geva teim vistir til vegin: og svá gjørdi hann teimum.
26 Og teir løddu sínar asnar við korni, og hildu avstað haðani.
27 Og sum ein av teimum opnaði sín sekk at geva asna sínum fóður í tilhaldinum, skimaði hann pening sín; tí sí, hann varí sekkjarmunna hansara.
28 Og hann segði við brøður sínar, Peningur mín er endurbøttur; og sí, hann er enntá í sekki mínum: og teirra hjarta bilaði teimum, og teir vórðu ræddir, og søgdu hvør við annan, Hvat er hetta sum Guð hevur gjørt okkum?
29 ¶ Og teir komu at Jákupi, faðir sínum, at landi Cánaans, og taldu honum alt sum viðurfór teimum; og søgdu,
30 Maðurin, sum er harri landsins, talaði knortlasligani við okkum, og tók okkum fyri njósnarar av landinum.
31 Og vit søgdu við hann, Vit eru sannir menn; vit eru eingir njósnarar:
32 Vit veri tólv brøður, synir faðirs okkara; ein er ikki, og hin yngsti er henda dag hjá faðir okkara í landi Cánaans.
33 Og maðurin, harri landsins, segði við okkum, Við hesum skal eg vita at tit eru sannir menn; eftirlatið ein av tykkara brøðrum her hjá mær, og takið mat fyri hungursneyðina hjá tykkara húskjum, og verið farnir:
34 Og førið yngsta bróður tykkara til mín: tá skal eg vita at tit eru eingir njósnarar, men at tit eru sannir menn: so vil eg lata tykkum bróður tykkara, og tit skulu handla í landinum.
35 ¶ Og tað bar á, sum teir tømdu sekkir sínar, at sí, hvørs mans bundi av peningi var í sekki hansara: og tá ið bæði teir og faðir teirra sóu bundini av peningi, vórðu teir ræddir.
36 Og faðir teirra, Jákup, segði við teir, Meg hava tit rænt fyri míni børn: Jóseph er ikki, og Símeon er ikki, og tit vilja taka Benjamin burtur: øll hesi tingini eru ímóti mær.
37 Og Reuben talaði við faðir sín, og segði, Drep báðar synir mínar, um eg ikki føri hann til tín: lat hann inn í hond mína, og eg vil føra hann til tín aftur.
38 Og hann segði, Sonur mín skal ikki fara niður við tykkum; tí at bróðir hansara er deyður, og hann er einsamallur eftir: um mein viðurfari honum eftir vegnum sum tit fara á, tá fara tit at føra niður míni gráu hár við sorg í grøvina.
KAPITUL43
Og hungursneyðin var svár í landinum.
2 Og tað bar á, tá ið teir høvdu etið upp kornið sum teir høvdu ført úr Egyptalandi, segði faðir teirra við teir, Farið aftur, keypið okkum eitt sindur av mati.
3 Og Judah talaði við hann, og segði, Maðurin álvarsamligani staðfesti at okkum, og segði, Tit skulu ikki síggja mítt andlit, uttan bróðir tykkara veri við tykkum.
4 Um tú vilt senda bróður okkara við okkum, vilja vit fara niður og keypa tær mat:
5 Men um tú ikki vilt senda hann, vilja vit ikki fara niður: tí at maðurin segði við okkum, Tit skulu ikki síggja mítt andlit, uttan bróðir tykkara veri við tykkum.
6 Og Ísrael segði, Hví fóru tit so illa við mær, sum at siga manninum hvørt tit høvdu uppaftur ein bróður?
7 Og teir søgdu, Maðurin spurdi okkum gjølla um okkara støðu, og um ættarfólk várt, og segði, Er faðir tykkara enn á lívi? hava tit annan bróður? og vit søgdu honum eftir gongdini á hesum orðum: kundu vit vissuliga vita at hann vildi siga, Førið bróður tykkara niður?
8 Og Judah segði við Ísrael, faðir sín, Send piltin við mær, og vit vilja reisast og fara; at vit mega liva, og ikki doyggja, bæði vit, og tú, og eisini hini smáu okkara.
9 Eg vil vera pantur fyri hann; av míni hond skalt tú krevja hann: um eg ikki føri hann til tín, og seti hann frammanfyri tær, tá lat meg bera skyldina um ævir:
10 Tí at uttan vit høvdu drálað, tá vissuliga høvdu vit nú komið aftur hetta annað skifti.
11 Og faðir teirra, Ísrael, segði við teir, Um tað má so vera nú, tá gerið hetta; takið av teimum bestu fruktunum í landinum í tykkara íløt, og berið niður manninum gávu, eitt sindur av balsami, og eitt sindur av hunangi, kryddurtir, og myrrhu, nøtur, og mandlur:
12 Og takið tvífaldan pening í tykkara hond; og peningurin, sum varð førdur aftur í munnanum á tykkara sekkjum, berið hann aftur í tykkara hond; vera má var tað vansketni:
13 Takið eisini bróður tykkara, og reisist, farið aftur til mannin:
14 Og Guð Almektigi gevi tykkum miskunn frammi fyri manninum, at hann má senda avstað hin bróður tykkara, og Benjamin. Um eg verði rændur fyri míni børn, so verði eg rændur.
15 ¶ Og menninir tóku ta gávuna, og teir tóku tvífaldan pening í sína hond, og Benjamin; og risu upp, og fóru niður til Egyptalands, og stóðu frammi fyri Jósephi.
16 Og tá ið Jóseph sá Benjamin við teimum, segði hann til stjórnaran av húsi sínum, Før hesar menn heim, og slátra, og ger tilreiðar; tí hesir menninir skulu eta við mær á middegi.
17 Og maðurin gjørdi sum Jóseph beyð; og maðurin førdi menninar inn í Jósephs hús.
18 Og menninir vóru ræddir, av tí at teir vórðu førdir inn í Jósephs hús; og teir søgdu, Uppá grund av peninginum, sum varð borin aftur í sekkjum okkara við hitt fyrsta skifti, eru vit førdir inn; at hann má søkja høvi ímóti okkum, og ráðast á okkum, og taka okkum til trælmenn, og asnar okkara.
19 Og teir komu nær til bústjóran av húsi Jósephs, og teir samtalaðu við hann við dyrnar á húsinum,
20 Og søgdu, O tygum, vit komu víst niður við hitt fyrsta skifti at keypa mat:
21 Og tað bar á, tá ið vit komu til tilhaldið, at vit opnaðu sekkir okkara, og sí, hvørs mans peningur var í munnanum av sekki hansara, okkara peningur í fullari vekt: og vit hava ført hann aftur í hond okkara.
22 Og annan pening hava vit ført niður í hondum okkara til at keypa mat: vit duga ikki at siga hvør koyrdi okkara pening í sekkir okkara.
23 Og hann segði, Friður veri til tykkara, óttist ikki: Guð tykkara, og Guð faðirs tykkara, hevur givið tykkum dýrgrip í sekkir tykkara: eg hevði pening tykkara. Og hann førdi Símeon út til teirra.
24 Og maðurin førdi menninar inn í Jósephs hús, og gav teimum vatn, og teir tváaðu føtur sínar; og hann gav teirra asnum fóður.
25 Og teir gjørdu tilreiðar gávuna ímóti tí at Jóseph kom á middegi: tí at teir hoyrdu at teir skuldu eta breyð har.
26 ¶ Og tá ið Jóseph kom heim, bóru teir honum gávuna, sum var í teirra hond, inn í húsið, og boygdu seg fyri honum til jarðar.
27 Og hann spurdi teir um teirra trivnað, og segði, Veit faðir tykkara væl við, tí gamla manninum sum tit talaðu um? Erhann enn á lívi?
28 Og teir svaraðu, Tín tænari, faðir okkara, er við góða heilsu, hann er enn á lívi. Og teir boygdu niður síni høvur, og intu heiðurslútan.
29 Og hann lyfti upp eygum sínum, og sá bróður sín Benjamin, son móður sínar, og segði, Er hetta tykkara yngri bróðir, sum tit talaðu við meg um? Og hann segði, Guð veri tær náðisamur, sonur mín.
30 Og Jóseph skundaði sær; tí hans innangoymslur longdust yvir bróður hansara: og hann søkti hvar at gráta; og hann fór inn í kamar sítt, og græt har.
31 Og hann tvó andlit sítt, og fór út, og baraði sær, og segði, Setið breyð á.
32 Og teir settu á til hansara fyri seg sjálvan, og til teirra fyri seg sjálvar, og til Egyptarnar, sum ótu við honum, fyri seg sjálvar: tí at Egyptarnir máttu ikki etið breyð við Hebreunum; tí at tað er Egyptunum andstygd.
33 Og teir sótu frammi fyri honum, hin frumborni samsvarandi burðarrætti hans, og hin yngsti samsvarandi ungdómi hans: og menninir undraðust hvør at øðrum.
34 Og hann tók og sendi verðir til teirra frammanfyri sær ífrá: men Benjamins verður var fimm ferðir so nógvur sum nakar av teirra. Og teir drukku, og vóru kátir við honum.
KAPITUL 44
Og hann skipaði bústjóranum av sínum húsi, og segði, Fyll sekkirnar hjá monnunum við mati, so nógv sum teir kunnu bera, og koyr hvørs mans pening í sekkjarmunna hans.
2 Og koyr bikar mítt, silvur bikarið, í sekkjarmunnan hjá tí yngsta, og hansara korn pening. Og hann gjørdi eftir orðinum sum Jóseph hevði talað.
3 So skjótt sum morgunin var ljósur, vórðu menninir sendir avstað, teir og asnar teirra.
4 Og tá ið teir vóru farnir út úr staðinum, og ikki enn vóru langt burturi, segði Jóseph við bústjóra sín, Upp, fylg aftaná monnunum; og tá ið tú innheintart teir, tá sig við teir, Hví hava tit lønt ilt fyri gott?
5 Er ikki hetta tað sum harri mín drekkur í, og sum hann í roynd og veru spáar við? tit hava gjørt ilt í so at gera.
6 ¶ Og hann innheintaði teir, og hann talaði hesi somu orðini við teir.
7 Og teir søgdu við hann, Hví sigur harri mín hesi orð? Guð sýti fyri at tínir tænarar skuldu gjørt eftir hesum luti:
8 Sí, peningin, sum vit funnu í sekkjamunnum okkara, hann førdu vit aftur til tín úr landi Cánaans: hvussu skuldu vit tá stolið úr húsi harra tíns silvur ella gull?
9 Hjá hvørjumsumhelst av tínum tænarum ið tað verði funnið, lat bæði hann doyggja, og vit vilja eisini verða trælmenn harra míns.
10 Og hann segði, Lat tað nú eisini verða samsvarandi orðum tykkara: hann, sum tað verður funnið hjá, skal verða tænari mín; og tit skulu vera ólastandi.
11 Tá tóku teir snarliga niður hvør maður sekk sín til jarðar, og lótu upp hvør maður sekk sín.
12 Og hann leitaði, og byrjaði við tí elsta, og gavst við tí yngsta: og bikarið varð funnið í sekki Benjamins.
13 Tá skræddu teir klæðir síni, og løddu hvør maður asna sín, og vendu aftur til staðin.
14 ¶ Og Judah og brøður hansara komu til hús Jósephs; tí at hann var enn har: og teir fullu fyri honum til jarðar.
15 Og Jóseph segði við teir, Hvør gerð er hetta sum tit hava gjørt? vita tit ikki, at ein slíkur maður sum eg dugir víst atspáa?
16 Og Judah segði, Hvat skulu vit siga við harra mín? hvat skulu vit tala? ella hvussu skulu vit reinsa okkum sjálvar? Guð hevur funnið útav misgerð tænara tína: sí, vit eru tænarar harra míns, bæði vit, og eisini hann sum bikarið er funnið hjá.
17 Og hann segði, Guð sýti fyri at eg skuldi gjørt so: men tann maðurin, í hvørs hond bikarið er funnið, hann skal vera tænari mín; og hvat tykkum viðvíkur, sleppið tykkum upp í friði til faðirs tykkara.
18 ¶ Tá kom Judah nær at honum, og segði, Á, harri mín, lat tænara tín, eg biði teg, tala eitt orð í oyru harra míns, og lat ikki tína firtni brenna ímóti tænara tínum: tí at tú ert enntá eins og Pharaoh.
19 Mín harri spurdi tænarar sínar, og segði, Hava tit faðir, ella bróðir?
20 Og vit søgdu við harra mín, Vit hava ein faðir, ein gamlan mann, og eitt barn gamla aldurs hans, ein lítlan ein; og bróðir hans er deyður, og hann er einsamallur eftir frá móður síni, og faðir hansara elskar hann.
21 Og tú segðirt við tænarar tínar, Førið hann niður til mín, at eg má festa míni eygu á hann.
22 Og vit søgdu við harra mín, Pilturin kann ikki yvirgeva faðir sín: tí um hann skuldi yvirgivið faðir sín, vildi faðir hansaradoyð.
23 Og tú segðirt við tænarar tínar, Uttan yngsti bróðir tykkara komi niður við tykkum, skulu tit ikki síggja mítt andlit meira.
24 Og tað bar á, tá ið vit komu upp til tænara tín, faðir mín, søgdu vit honum orðini hjá harra mínum.
25 Og faðir okkara segði, Farið aftur, og keypið okkum eitt sindur av mati.
26 Og vit søgdu, Vit kunnu ikki fara niður: um yngsti bróðir okkara veri við okkum, tá vilja vit fara niður: tí at vit mega ikki síggja andlit mansins, uttan yngsti bróðir okkara veri við okkum.
27 Og tænari tín, faðir mín, segði við okkum, Tit vita at kona mín føddi mær tveir synir:
28 Og tann eini fór út frá mær, og eg segði, Vissuliga er hann skræddur í stykkir; og eg sá hann ikki síðani:
29 Og um tit taki hendan eisini frá mær, og mein viðurfari honum, tá fara tit at føra niður míni gráu hár við sorg í grøvina.
30 Tá ið eg tí nú komi til tænara tín, faðir mín, og pilturin veri ikki við okkum; við tað at hansara lív er bundið upp í lívið hjá piltinum;
31 Tá skal tað bera á, tá ið hann sær at pilturin ikki er við okkum, at hann vil doyggja: og tænarar tínir fara at føra niður gráu hárini hjá tænara tínum, faðir okkara, við sorg í grøvina.
32 Tí at tænari tín gjørdist pantur fyri piltin fyri faðir mínum, sigandi, Um eg ikki føri hann til tín, so skal eg bera skyldina fyri faðir mínum um ævir.
33 Lat tí nú tænara tín, eg biði teg, verða verandi ístaðin fyri piltin til trælmenni fyri harra mínum; og lat piltin fara upp við brøðrum sínum.
34 Tí hvussu skal eg fara upp til faðir mín, og pilturin veri ikki við mær? at ikki møguligvís eg síggi hitt illa sum fer at koma á faðir mín.
KAPITUL 45
Tá kundi Jóseph ikki bara sær frammi fyri øllum teimum ið stóðu hjá honum; og hann rópti, Voldið hvørjum manni at fara út frá mær. Og tað stóð eingin maður hjá honum, meðan Jóseph gjørdi seg kunnan fyri brøðrum sínum.
2 Og hann græt hart: og Egyptarnir og Pharaohs hús hoyrdu.
3 Og Jóseph segði við brøður sínar, Eg eri Jóseph; livir faðir mín enn? Og hansara brøður fingu ikki svarað honum; tí at teir vóru órógvaðir yvir nærveru hansara.
4 Og Jóseph segði við brøður sínar, Komið nær til mín, eg biði tykkum. Og teir komu nær. Og hann segði, Eg eri Jóseph, bróðir tykkara, sum tit seldu til Egyptalands.
5 Verið tí nú ikki harmir, ella firtnir við tykkum sjálvar, at tit seldu meg higar: tí at Guð sendi meg undan tykkum fyri at varðveita lív.
6 Tí at hesi tvey árini hevur hungursneyðin verið í landinum: og enn eru fimm ár, í hvørjum tað skal hvørki verða pløging ella heyst.
7 Og Guð sendi meg undan tykkum fyri at varðveita tykkum eina eftirslekt á jørðini, og fyri at frelsa tykkara lív við eini miklari útfrían.
8 So nú var tað ikki tit ið sendu meg higar, men Guð: og hann hevur gjørt meg til ein faðir fyri Pharaoh, og harra hjá øllum húsi hansara, og ein stjórnara út ígjøgnum alt Egyptaland.
9 Skundið tykkum, og farið upp til faðirs míns, og sigið við hann, Svá sigur sonur tín Jóseph, Guð hevur gjørt meg tilharra hjá øllum Egyptalandi: kom niður til mín, drála ikki:
10 Og tú skalt búgva í landi Gósjens, og tú skalt vera nær mær, tú, og tíni børn, og barnabørn tíni, og tíni smáfæafylgir, og tíni stórfæafylgir; og alt sum tú hevurt:
11 Og har vil eg uppihalda tær; tí at enn eru fimm ár av hungursneyð; at ikki tú, og títt húshald, og alt sum tú hevurt, komi til fátæktar.
12 Og sí, tykkara eygu síggja, og eygu bróður míns Benjamins, at tað er munnur mín sum talar við tykkum.
13 Og tit skulu siga faðir mínum um alla mína dýrd í Egyptalandi, og um alt sum tit hava sæð; og tit skulu skunda tykkumog føra niður faðir mín higar.
14 Og hann fell um háls bróður síns Benjamins, og græt; og Benjamin græt á hálsi hansara.
15 Haraftrat kysti hann allar brøður sínar, og græt yvir teimum: og eftir tað talaðu brøður hansara við hann.
16 ¶ Og tess giti varð hoyrt í húsi Pharaohs, sigandi, Brøður Jósephs eru komnir: og tað líkaði Pharaoh væl, og hansara tænarum.
17 Og Pharaoh segði við Jóseph, Sig við brøður tínar, Gerið hetta; løðið tykkara djór, og farið, sleppið tykkum til Cánaans lands;
18 Og takið faðir tykkara og húshøld tykkara, og komið til mín: og eg vil geva tykkum tað góða hjá Egyptalandi, og tit skulu eta fiti landsins.
19 Nú er tær skipað, gerið hetta; takið tykkum vagnar út úr Egyptalandi til hini smáu tykkara, og til konur tykkara, og førið faðir tykkara, og komið.
20 Eisini gevið ikki far um tingini hjá tykkum; tí tað góða hjá øllum Egyptalandi er tykkara.
21 Og Ísraels børn so gjørdu: og Jóseph gav teimum vagnar, eftir boði Pharaohs, og gav teimum vistir til vegin.
22 Øllum teimum gav hann hvørjum manni skiftir av klædnaði; men Benjamini gav hann trý hundrað stykkir av silvuri, og fimm skiftir av klædnaði.
23 Og til faðir sín sendi hann eftir hesum háttarlagi; tíggju asnar, løddir við góðu tingum Egyptalands; og tíggju øsnur, løddar við korni og breyði og mati til faðir sín eftir vegnum.
24 So hann sendi brøður sínar avstað, og teir fóru avstað: og hann segði við teir, Síggið til at tit gerist ikki óklárir eftir vegnum.
25 ¶ Og teir fóru upp úr Egyptalandi, og komu inn í land Cánaans til Jákups, faðirs síns,
26 Og søgdu honum, soljóðandi, Jóseph er enn livandi, og hann er landsstjóri yvir øllum Egyptalandi. Og Jákups hjarta svann, tí hann trúði teimum ikki.
27 Og teir søgdu honum øll orðini hjá Jósephi, sum hann hevði sagt teimum: og tá ið hann sá vagnarnar, sum Jóseph hevði sent at bera hann, endurlívgaðist andi faðirs teirra Jákups:
28 Og Ísrael segði, Tað er nóg mikið; Jóseph, sonur mín, er enn livandi: eg vil fara og síggja hann, áður enn eg doyggi.
KAPITUL 46
Og Ísrael tók sína ferð við øllum sum hann hevði, og kom til Beer-sjebu, og ofraði sláturoffur at Guði faðirs síns Ísaaks.
2 Og Guð talaði innat Ísrael í náttarsjónunum, og segði, Jákup, Jákup. Og hann segði, Her eri eg.
3 Og hann segði, Eg eri Guð, Guð faðirs tíns: óttast ikki at fara niður í Egyptaland; tí at eg vil har gera úr tær mikla tjóð:
4 Eg vil fara niður við tær til Egyptalands; og eg vil eisini vissuliga føra teg upp aftur: og Jóseph skal leggja sína hond á eygu tíni.
5 Og Jákup reis upp frá Beer-sjebu: og synir Ísraels bóru Jákup, faðir sín, og hini smáu síni, og konur sínar, í vagnunum sum Pharaoh hevði sent at bera hann.
6 Og teir tóku fenað sín, og góðs sítt, sum teir høvdu skaffað í landi Cánaans, og komu til Egyptalands, Jákup, og alt hansara sáð við honum:
7 Synir hansara, og synir sona hansara við honum, døtur hansara, og døtur sona hansara, og alt sítt sáð førdi hann við sær inn í Egyptaland.
8 ¶ Og hetta eru nøvn Ísraels barna, sum komu til Egyptalands, Jákup og synir hansara: Reuben, frumborni Jákups.
9 Og synir Reubens; Hánoch, og Phallu, og Hezron, og Carmi.
10 ¶ Og synir Símeons; Jemuel, og Jámin, og Óhad, og Jáchin, og Zóhar; og Sjául, sonur eina Cánaanitiska kvinnu.
11 ¶ Og synir Levis; Gersjon, Kóhath, og Merari.
12 ¶ Og synir Judah; Er, og Ónan, og Sjelah, og Pharez, og Zerah: men Er og Ónan doyðu í landi Cánaans. Og synir Pharezar vóru Hezron og Hámul.
13 ¶ Og synir Issakars; Tóla, og Phuvah, og Job, og Sjimron.
14 ¶ Og synir Zebulons; Sered, og Elon, og Jáhleel.
15 Hetta veri synir Leuh, sum hon føddi Jákupi í Pádan-áram, við dóttur hansara Dinuh: allar sálir sona hans og døtra hans vóru tríati og tríggjar.
16 ¶ Og synir Gáds; Ziphion, og Haggi, Sjúni, og Ezbon, Eri, og Aródi, og Areli.
17 ¶ Og synir Ásjers; Jimnah, og Isjuah, og Isui, og Beriah, og Serah teirra systir: og synir Beriah; Heber, og Malchiel.
18 Hetta eru synir Zilpuh, hvørja Lában gav til Leuh, dóttur sína, og hesar føddi hon Jákupi, enntá sekstan sálir.
19 Synir Rákelar, konu Jákups; Jóseph, og Benjamin.
20 ¶ Og Jósephi í Egyptalandi vórðu føddir Manasseh og Ephraim, hvørjar Asenath, dóttir Poti-pherah prests úr Ón, føddi honum.
21 ¶ Og synir Benjamins vóru Belah, og Becher, og Asjbel, Gera, og Náaman, Ehi, og Rosj, Muppim, og Huppim, og Ard.
22 Hetta eru synir Rákelar, sum vórðu føddir Jákupi: allar sálirnar vóru fjúrtan.
23 ¶ Og synir Dáns; Husjim.
24 ¶ Og synir Naphtalis; Jáhzeel, og Gúni, og Jezer, og Sjillem.
25 Hetta eru synir Bilhuh, hvørja Lában gav Rákeli, dóttur síni, og hon føddi Jákupi hesar: allar sálirnar vóru sjey.
26 Allar sálirnar sum komu við Jákupi til Egyptalands, sum komu út úr lendum hansara, umframt konurnar hjá sonum Jákups, allar sálirnar vóru trísinstjúgu og seks;
27 Og synirnir hjá Jósephi, sum vórðu føddir honum í Egyptalandi, vóru tvær sálir: allar sálirnar av húsi Jákups, sum komu til Egyptalands, vóru trísinstjúgu og tíggju.
28 ¶ Og hann sendi Judah undan sær til Jósephs, at beina andliti sínum til Gósjen; og teir komu inn í land Gósjens.
29 Og Jóseph gjørdi tilreiðar vagn sín, og fór upp at møta Ísrael, faðir sínum, til Gósjen, og framsetti seg at honum; og hann fell um háls hansara, og græt á hálsi hansara fitta stund.
30 Og Ísrael segði við Jóseph, Lat meg nú doyggja, síðan eg havi sæð títt andlit, av tí at tú ert enn livandi.
31 Og Jóseph segði við brøður sínar, og við hús faðirs síns, Eg vil fara upp, og sýna Pharaoh, og siga við hann, Brøður mínir, og hús faðirs míns, sum vóru í landi Cánaans, eru komnir til mín;
32 Og menninir eru hirðar, tí at teirra vinna hevur verið at føða fenað; og teir eru komnir við sínum smáfæafylgjum, og sínum stórfæafylgjum, og øllum sum teir hava.
33 Og tað fer at bera á, tá ið Pharaoh fer at rópa tykkum, og fer at siga, Hvat er yrki tykkara?
34 At tit skulu siga, Vinnan hjá tínum tænarum hevur verið kring fenað frá okkara ungdómi heilt inntil nú, bæði vit, ogeisini fedrar várir: at tit mega dvøljast í landi Gósjens; tí at hvør hirði er Egyptunum andstygd.
KAPITUL 47
So kom Jóseph og segði Pharaoh frá, og segði, Faðir mín og brøður mínir, og teirra smáfæafylgir, og teirra stórfæafylgir, og alt sum teir hava, eru komnir úr landi Cánaans; og sí, teir eru í landi Gósjens.
2 Og hann tók nakrar av brøðrum sínum, tað er fimm menn, og framsetti Pharaoh teir.
3 Og Pharaoh segði við brøður hansara, Hvat er yrki tykkara? Og teir søgdu við Pharaoh, Tygara tænarar eru hirðar, bæði vit, og eisini fedrar várir.
4 Teir søgdu haraftrat við Pharaoh, At útisita í landinum eru vit komnir; tí at tænarar tygara hava einkið beiti til fylgir síni; tí hungursneyðin er svár í landi Cánaans: vit biðja tygum nú, latið tí tænarar tygara búgva í landi Gósjens.
5 Og Pharaoh talaði við Jóseph, og segði, Faðir tín og brøður tínir eru komnir til tín:
6 Egyptaland er frammanfyri tær; í tí besta av landinum fá faðir tín og brøður tínar at búgva; í landi Gósjens lat teir búgva: og um tú veitst um nakrar avreksmenn teirra millum, tá ger teir til stjórnarar yvir fenaði mínum.
7 Og Jóseph førdi inn Jákup, faðir sín, og setti hann frammi fyri Pharaoh: og Jákup vælsignaði Pharaoh.
8 Og Pharaoh segði við Jákup, Hvussu gamal eru tygum?
9 Og Jákup segði við Pharaoh, Dagarnir av árunum av míni pílagrímsferð eru hundrað og tríati ár: fáir og vondir hava dagarnir av árunum av mínum lívi verið, og hava ikki nátt at døgunum av árunum av lívi fedra mína í døgunum av teirra pílagrímsferð.
10 Og Jákup vælsignaði Pharaoh, og fór út frá frammi fyri Pharaoh.
11 ¶ Og Jóseph staðsetti faðir sín og brøður sínar, og gav teimum eina ogn í Egyptalandi, í tí besta av landinum, í landi Ramesesar, eins og Pharaoh hevði boðið.
12 Og Jóseph uppihelt faðir sín, og brøður sínar, og alt húshald faðirs síns, við breyði, eftir familjum teirra.
13 ¶ Og tað var einkið breyð í øllum landinum; tí hungursneyðin var sera svár, so at Egyptaland og alt land Cánaans ørmaktaðust uppá grund av hungursneyðini.
14 Og Jóseph savnaði upp allan peningin ið fanst í Egyptalandi, og í landi Cánaans, fyri kornið ið teir keyptu: og Jóseph kom við peninginum inn í hús Pharaohs.
15 Og tá ið peningur svitaðist í Egyptalandi, og í landi Cánaans, komu allir Egyptarnir til Jósephs, og søgdu, Gev okkum breyð: tí hví skuldu vit doyð í nærveru tíni? tí at peningurin svitast.
16 Og Jóseph segði, Gevið tykkara fenað; og eg vil geva tykkum fyri tykkara fenað, um peningur svitist.
17 Og teir førdu fenað sín til Jósephs: og Jóseph gav teimum breyð í býti fyri hestar, og fyri smáfæafylgini, og fyri fenaðin av stórfæafylgjunum, og fyri asnarnar: og hann føddi teir við breyði fyri allan teirra fenað í tí árinum.
18 Tá ið tað árið var endað, komu teir til hansara hitt annað árið, og søgdu við hann, Vit vilja ikki fjala tað fyri harra mínum, hvussu ið okkara peningur er brúktur; mín harri hevur eisini okkara fylgir av fenaði; tað er ikki nakað eftir í eygsjón harra míns, uttan kroppar várir, og jarðir várar:
19 Hví skulu vit doyggja frammi fyri eygum tínum, bæði vit og land okkara? keyp okkum og land okkara fyri breyð, og vit og land okkara vilja vera tænarar hjá Pharaoh: og gev okkum sáð, at vit mega liva, og ikki doyggja, at landið verði ikki oyði.
20 Og Jóseph keypti alla jørð Egyptalands til Pharaohs; tí Egyptarnir seldu hvør maður akur sín, tí at hungursneyðin hevði yvirlutan yvir teimum: so landið gjørdist Pharaohs.
21 Og hvat fólkinum viðvíkur, tey flutti hann til staðir frá einum enda av landamørkum Egyptalands alt at hinum enda á tí.
22 Bara landið hjá prestunum keypti hann ikki; tí at prestarnir høvdu ein skamt ásettan sær av Pharaoh, og ótu skamt sín sum Pharaoh gav teimum: hvørsvegna teir ikki seldu jarðir sínar.
23 Tá segði Jóseph við fólkið, Sí, eg havi keypt tykkum henda dag og tykkara jørð til Pharaohs: sí, her er sáð til tykkara, og tit skulu sáa jørðina.
24 Og tað skal henda í grøðini, at tit skulu geva fimtapartin til Pharaohs, og fýra partar skulu vera tykkar egnu, til sáð akursins, og til matnað tykkara, og til tey av húskjum tykkara, og til matnað til hini smáu tykkara.
25 Og teir søgdu, Tú hevurt frelst lívini hjá okkum: lat okkum finna náði í eygsjón harra míns, og vit vilja vera tænarar Pharaohs.
26 Og Jóseph gjørdi tað til eina lóg yvir Egyptalandi at hesum degi, at Pharaoh skuldi hava fimtapartin; undantikið landið hjá prestunum einans, sum ikki gjørdist Pharaohs.
27 ¶ Og Ísrael dvaldist í Egyptalandi, í landi Gósjens, og teir høvdu ognir harí, og vuksu, og margfaldaðust avbera nógv.
28 Og Jákup livdi í Egyptalandi seytjan ár: so allur aldurin hjá Jákupi var eitt hundrað og fjøruti og sjey ár.
29 Og tíðin nærkaðist at Ísrael mátti doyggja: og hann rópaði son sín Jóseph, og segði við hann, Um eg nú havi funnið náði í tíni eygsjón, tá legg, eg biði teg, tína hond undir lend mína, og far blídligani og sannligani við mær; jarða meg ikki, eg biði teg, í Egyptalandi:
30 Men eg vil liggja hjá fedrum mínum, og tú skalt bera meg út úr Egyptalandi, og jarða meg í teirra jarðingarplássi. Og hann segði, Eg vil gera sum tú hevurt sagt.
31 Og hann segði, Svør mær. Og hann svór honum. Og Ísrael boygdi seg á seingjarstokkin.
KAPITUL 48
Og tað hendi eftir hesi tingini, at ein segði Jósephi frá, Sí, faðir tín er sjúkur: og hann tók við sær synir sínar tvá, Manasseh og Ephraim.
2 Og ein taldi Jákupi, og segði, Sí, sonur tín Jóseph kemur til tín: og Ísrael styrkti seg, og settist uppá seingina.
3 Og Jákup segði við Jóseph, Guð Almektigi birtist mær í Luz í landi Cánaans, og vælsignaði meg,
4 Og segði við meg, Sí, eg vil gera teg ávakstamiklan, og margfalda teg, og eg vil gera úr tær fjøld av fólki; og vil geva hetta landið til sáð títt eftir teg til ævigtvarandi ogn.
5 ¶ Og nú, synir tínir tveir, Ephraim og Manasseh, sum føddust tær í Egyptalandi áðrenn eg kom til tín til Egyptalands, eru mínir; eins og Reuben og Símeon, skulu teir vera mínir.
6 Og títt avkom, sum tú gitirt eftir teir, skal vera títt, og skal verða kallað eftir navni brøðra teirra í arvi sínum.
7 Og hvat mær viðvíkur, tá ið eg kom frá Pádan, doyði Rákel við mína lið í landi Cánaans á vegnum, tá ið tað enn bert var ein stuttur vegur at koma til Efrath: og eg jarðaði hana har á vegi Efraths; tað sama er Bethlehem.
8 Og Ísrael sá synirnar hjá Jósephi, og segði, Hvørjir eru hesir?
9 Og Jóseph segði við faðir sín, Teir eru synir mínir, sum Guð hevur givið mær á hesum staði. Og hann segði, Før teir, eg biði teg, til mín, og eg vil vælsigna teir.
10 Men eyguni hjá Ísrael vóru dimm vegna aldur, so at hann ikki kundi sjá. Og hann førdi teir nær honum; og hann kysti teir, og fevndi teir.
11 Og Ísrael segði við Jóseph, Eg hevði ikki hugsað at síggja andlit títt: og sí, Guð hevur sýnt mær eisini títt sáð.
12 Og Jóseph førdi teir út frá ímillum hansara knø, og boygdi seg við andliti sínum til jarðar.
13 Og Jóseph tók teir báðar, Ephraim í sína høgru hond ímóti Ísraels vinstru hond, og Manasseh í sína vinstru hond ímóti Ísraels høgru hond, og førdi teir nær honum.
14 Og Ísrael rætti út sína høgru hond, og legði hana uppá høvur Ephraims, sum var hin yngri, og sína vinstru hond uppá høvur Manasseh, og leiðbeindi sínar hendur villigani; tí Manasseh var hin frumborni.
15 ¶ Og hann vælsignaði Jóseph, og segði, Guð, frammi fyri hvørjum mínir fedrar, Ábraham og Ísaakur, gingu, tann Guð sum føddi meg alt mítt líðilanga lív at hesum degi,
16 Tann Eingil ið endurloysti meg frá øllum illum, hann vælsigni piltarnar; og lat mítt navn verða nevnt á teimum, og navn fedra mína, Ábrahams og Ísaaks; og lat teir vaksa til eina fjøld á miðjari jørðini.
17 Og tá ið Jóseph sá at faðir hansara legði sína høgru hond uppá høvur Ephraims, líkaði tað honum illa: og hann helt uppi hond faðirs síns, til at flyta hana burtur frá høvdi Ephraims til høvur Manasseh.
18 Og Jóseph segði við faðir sín, Ikki so, faðir mín: tí at hetta er hin frumborni; koyr tína høgru hond uppá høvur hansara.
19 Og faðir hansara sýtti, og segði, Eg veit tað, sonur mín, eg veit tað: eisini hann skal gerast eitt fólk, og eisini hann skal verða mikil: men sanniliga, hansara yngri bróðir skal verða miklari enn hann, og hansara sáð skal gerast ein fjøld av tjóðum.
20 Og hann vælsignaði teir tann dagin, og segði, Í tær skal Ísrael vælsigna, og siga, Guð geri teg sum Ephraim og sum Manasseh: og hann setti Ephraim framum Manasseh.
21 Og Ísrael segði við Jóseph, Sí, eg doyggi: men Guð skal vera við tykkum, og føra tykkum aftur at landi fedra tykkara.
22 Harafturat havi eg givið tær ein skamt uppum brøður tínar, sum eg tók úr hondini á Amoritanum við mínum svørði og við boga mínum.
KAPITUL 49
Og Jákup rópaði á synir sínar, og segði, Savnið tykkum saman, at eg má siga tykkum tað sum skal viðurfara tykkum í síðstu døgum.
2 Savnið tykkum saman, og hoyrið, tit synir Jákups; og lýðið á Ísrael, faðir tykkara.
3 ¶ Reuben, tú ert mín frumborni, mín máttur, og byrjanin av míni styrki, avbærnin av tign, og avbærnin av kraft:
4 Óstøðugur sum vatn, skalt tú ei skara framúr; tí at tú fórt upp í song faðirs tíns; tá dálkaðirt tú hana: hann fór upp til legu mína.
5 ¶ Símeon og Levi eru brøður; grimdaramboð eru í teirra býlum.
6 O mín sál, kom ikki tú inn í teirra loyndarmál; at teirra savnaði, æra mín, verð ikki tú sameind: tí at í síni firtni vógu teir mann, og í sínum sjálvsvilja gróvu teir niður ein múr.
7 Bannað veri teirra firtni, tí hon var øgilig; og teirra vreiði, tí hon var grimm: eg vil deila teir í Jákupi, og spjaða teir í Ísrael.
8 ¶ Judah, tú ert hann, hvørjum brøður tínir skulu prísa: tín hond skal vera á hálsinum á tínum fíggindum; faðirs tíns børn skulu boyggja seg niður frammi fyri tær.
9 Judah er leyvuhvølpur: frá ráninum, sonur mín, ert tú farin upp: hann heyk niður, hann slangaði sær sum ein leyva, og eins og gomul leyva; hvør skal rumska hann upp?
10 Veldissprotin skal ikki víkja frá Judah, ella ein lóggevari frá ímillum hansara føtur, inntil Sjiloh komi; og innat honum skal savnan fólksins verða.
11 Bindandi sín fola at víntrænum, og sítt asnarfyl at úrvals víntrænum; tvó hann síni pløgg í víni, og síni klæðir í vínberjablóðinum:
12 Hans eygu skulu vera reyð við víni, og hansara tenn hvítar við mjólk.
13 ¶ Zebulon skal búgva við sævarhavnina; og hann skal vera til havn hjá skipum; og hansara mark skal vera til Zidon.
14 ¶ Issakar er sterkur asni, sum leggur seg niður ímillum tvær byrðar:
15 Og hann sá at hvíld var góð, og landið, at tað var dámligt; og boygdi sína øksl at bera, og gjørdist tænari at íkasti.
16 ¶ Dán skal døma fólk hans, sum ein av Ísraels ættargreinum.
17 Dán skal vera høggormur við vegin, eiturormur á gøtuni, sum bítur hesthælirnar, so at reiðmaður hans dettur afturav.
18 Eg havi bíðað eftir frelsu tíni, O HARRI.
19 ¶ Gád, eitt hermannalið skal vinna á honum: men hann skal sigra til síðst.
20 ¶ Úr Ásjer skal hansara breyð vera feitt, og hann skal veita kongligar krásir.
21 ¶ Naphtali er hind latin leys: hann gevur føgur orð.
22 ¶ Jóseph er fruktagóður bulur, enntá fruktagóður bulur við eina keldu; hvørs greinar renna yvirum múrin:
23 Bogamenninir hava svárliga harmað hann, og skotið eftir honum, og hatað hann:
24 Men hansara bogi varð verandi í styrki, og leggirnir av hans hondum vórðu gjørdir sterkir av hondum hins mektiga Guðs Jákups; (haðani er hirðin, Ísraels steinur:)
25 Enntá av Guði faðirs tíns, sum skal hjálpa tær; og við hinum Almáttuga, sum skal vælsigna teg við signingum úr himni fyri oman, signingum úr djúpinum sum liggur undir, signingum bróstanna, og móðurlívsins:
26 Signingar faðirs tíns hava havt yvirvág uppum signingar forfedra mína at ytsta marki ævigtvarandi heyggjanna: tær skulu vera á høvdi Jósephs, og á krúnuni á høvdi hansara sum var atskildur frá sínum brøðrum.
27 ¶ Benjamin skal ránskast eins og úlvur: um morgunin skal hann slúka bráðina, og um kvøldið skal hann deila herfongin.
28 ¶ Allir hesir eru tær tólv ættargreinir Ísraels: og hetta er tað sum teirra faðir talaði teimum, og vælsignaði teir; hvønn einstakan samsvarandi hansara signing vælsignaði hann teir.
29 Og hann álegði teimum, og segði við teir, Eg eigi at verða savnaður til fólks míns: jarðið meg hjá mínum fedrum í hellinum sum er í akri Ephrons Hittita,
30 Í hellinum sum er í Machpelah akrinum, sum er frammanfyri Mamre, í landi Cánaans, sum Ábraham keypti við akri Ephrons Hittita til eina ogn av jarðingarplássi.
31 Har jarðaðu teir Ábraham og Sáruh, konu hansara; har jarðaðu teir Ísaak og Rebekuh, konu hansara; og har jarðaði eg Leuh.
32 Keypið av akrinum og av hellinum, sum er harí, var frá Heths børnum.
33 Og tá ið Jákup hevði lokið við at ábjóða sonum sínum, savnaði hann upp sínar føtur í seingina, og gav upp andan, og varð savnaður til fólks síns.
KAPITUL 50
Og Jóseph fell yvir andlit faðirs síns, og græt yvir honum, og kysti hann.
2 Og Jóseph skipaði tænarum sínum, læknunum, at balsamera faðir sín: og læknarnir balsameraðu Ísrael.
3 Og fjøruti dagar vórðu uppfyltir fyri hann; tí soleiðis verða uppfyltir dagarnir hjá teimum ið verða balsameraðir: og Egyptarnir harmaðu yvir hann í trísinstjúgu og tíggju dagar.
4 Og tá ið dagarnir av hansara harming vóru lidnir, talaði Jóseph við Pharaohs hús, og segði, Um eg nú havi funnið náði í eygum tykkara, tá talið, eg biði tykkum, í oyru Pharaohs, og sigið,
5 Mín faðir fekk meg at svørja, og segði, Sí, eg doyggi: í míni grøv sum eg havi grivið til mín í landi Cánaans, har skalt tú jarða meg. Lat meg tí nú fara upp, eg biði teg, og jarða faðir mín, og eg vil koma aftur.
6 Og Pharaoh segði, Far upp, og jarða faðir tín, samsvarandi sum hann fekk teg at svørja.
7 ¶ Og Jóseph fór upp at jarða faðir sín: og við honum fóru upp allir tænarar Pharaohs, hinir elstu av húsi hans, og allir Egyptalands elstu,
8 Og alt hús Jósephs, og hansara brøður, og hansara faðirs hús: bert hini smáu teirra, og teirra smáfæafylgir, og teirra stórfæafylgir, eftirlótu teir í landi Gósjens.
9 Og tað fóru upp við honum bæði vagnar og reiðmenn: og tað var sera stórur flokkur.
10 Og teir komu til treskigólv Átads, sum er handan Jordan, og har harmaðu teir við miklum og sera svárum harmljóði: og hann gjørdi eina harman yvir faðir sín í sjey dagar.
11 Og tá ið íbúgvar landsins, Cánaanitarnir, sóu harmingina á gólvi Átads, søgdu teir, Hetta er ein svárlig harman fyri Egyptunum: hvørsvegna navnið á tí varð kallað Ábel-mizraim, sum er handan Jordan.
12 Og hansara synir gjørdu honum samsvarandi sum hann beyð teimum:
13 Tí at synir hansara bóru hann inn í land Cánaans, og jarðaðu hann í helli Machpelah akurs, sum Ábraham keypti við akrinum til eina ogn av jarðingarplássi av Ephroni Hittita, frammanfyri Mamre.
14 ¶ Og Jóseph vendi aftur til Egyptalands, hann, og brøður hansara, og allir sum fóru upp við honum at jarða faðir hansara, eftir at hann hevði jarðað faðir sín.
15 ¶ Og tá ið Jósephs brøður sóu at teirra faðir var deyður, søgdu teir, Jóseph vil møguligvís hata okkum, og vil víst endurgjalda okkum alt tað illa sum vit gjørdu honum.
16 Og teir sendu sendiboð til Jósephs, sigandi, Tín faðir beyð áðrenn hann doyði, og segði,
17 Soleiðis skulu tit siga við Jóseph, Fyrigev, eg biði teg nú, misgerðina hjá brøðrum tínum, og teirra synd; tí at teir gjørdu tær ilt: og nú, vit biðja teg, fyrigev misgerðina hjá tænarum Guðs faðirs tíns. Og Jóseph græt, tá ið teir talaðu við hann.
18 Og hansara brøður eisini fóru og fullu niður frammi fyri andliti hansara; og teir søgdu, Sí, vit veri tænarar tínir.
19 Og Jóseph segði við teir, Óttist ikki: tí at eri eg í Guðs stað?
20 Og hvat tykkum varðar, tit hugsaðu ilt ímóti mær; men Guð ætlaði tað til gott, fyri at fáa at henda, sum tað er henda dag, fyri at frelsa nógv fólk á lívi.
21 Óttist tí nú ikki: eg vil uppihalda tykkum, og hini smáu tykkara. Og hann uggaði teir, og talaði blídligani við teir.
22 ¶ Og Jóseph dvaldist í Egyptalandi, hann, og hansara faðirs hús: og Jóseph livdi eitt hundrað og tíggju ár.
23 Og Jóseph sá børn Ephraims hins triðja ættarliðs: eisini vórðu børnini hjá Máchir, syni Manasseh, fostrað upp á knøum Jósephs.
24 Og Jóseph segði við brøður sínar, Eg doyggi: og Guð vil vissuliga vitja tykkum, og føra tykkum út úr hesum landi til landið sum hann svór til Ábrahams, til Ísaaks, og til Jákups.
25 Og Jóseph tók ein eið av Ísraels børnum, og segði, Guð vil vissuliga vitja tykkum, og tit skulu bera upp míni bein hiðani.
26 So Jóseph doyði, sum hundrað og tíggju ára gamal: og teir balsameraðu hann, og hann varð settur í kistu í Egyptalandi.