Billy pávasleikur Graham og Joel devulsmunnur Osteen eru FULLKOMILIGA villleiddir & villleiðandi svikaprophetar við beinari kós í helviti; tíverri


Billy Graham avnoktar Jesus Christ og skammast við orðini hjá honum:


Joel Osteen avnoktar Jesus Christ og skammastvið orðini hjá honum:


Hesir eru báðir tveir FARNIR FULLKOMILIGA ÚT AV VEGNUM, tí JESUS CHRISTUS segði sjálvur púra klárt og ÓTVÍTÝÐUGT:

Jesus sigur við hann, Eg eri vegurin, sannleikin, og lívið: eingin maður kemur at Faðirinum, uttan við mær.
( St. Jóh. 14:6 FKJ )


Eiheldur er tað frelsa í nøkrum øðrum: tí at tað er einkið annað navn undir himni, givið millum manna, hvarvið vit mugu verða frelstir.

( Gern. Áp. 4:12 FKJ )


MEN tað vóru eisini falskir prophetar millum fólksins, enntá sum tað skulu verða falskir frálærarar tykkara millum, sum loyniliga skulu føra inn heldømiligar ranglærur, enntá avnoktandi Harran sum keypti teir, og føra uppá seg snara oyðing.
2 Og mangir skulu fylgja teirra herviligu vegum; við grund av hvørjum sannleikans vegur skal verða ilt talaður um.
3 Og gjøgnum havisjúku skulu teir við falsaðum orðum gera handilsskap úr tykkum: hvørs dómur nú frá langari tíð drálar ikki, og teirra heldøming durvar ikki.
( II. Pæt. 2:1-3 FKJ )


38 Hvørsumhelst tessvegna skal skammast við meg og við orðini hjá mær í hesi horfiknu og syndafullu ætt; við hann eisini skal Menniskjusonurin skammast, tá ið hann kemur í dýrd Faðirs síns við hinum heilagu einglum.

( Markus 8:38 FKJ )


Hesir tveir skammast við tann sanna Jesus Christ og við orðini hjá honum, og TÍ fer Jesus Christus eisini at skammast við teir á dómsdeginum, og kasta teir í HELVITI!!!


Billy “Pávasleikur” Graham, og Joel “Devulmunnur” Osteen: VENDIÐ UM, – ella gerið tykkum klárar til heltivis kolandi heitu flammur!!!


Vit eru MITT Í TÍ STÓRA FRÁFALLINUM!!.

Fólkið verður leitt av leið av mjúk-munnum so sum hesum báðum, við orðum so sum “positivitetur”, og “tolsemi”, og “kærleiki” (sum ikki er kærleiki, sum ikki vil siga sannleikan), … men ikki eitt orð um synd og umvending, bara gleði, og signing, og framgongd og innantóm følsk lyftir, sum Jesus ONGANTÍÐ lovaði sínum sonnu eftirfylgjarum her á jørð, og sum EINGIN av teimum fyrstu Christnu hvørki søktu, ella fingu.


Flýggið frá úlvunum  í seyðaskinnum!!


Og eingin undran; tí at Satan sjálvur umbroytist í ein ljóseingil.

( II. Cor. 11:14 FKJ )


P.S. Um tú IKKI hoyrir, at hesir báðir eru FULLKOMILIGA við síðuna av, so ert tú SJÁLVUR líka langt við síðuna av, og treingir til av nýggjum at fara at lesa Guðs orð (KJB/FKJ) við opnum hjarta og rannsaka tína læru og títt svarta hjarta.