Undantikið um tað veri fyri siðloysi



Mattæus 19,9  ( FKJ )
Og eg sigi tykkum, Hvørsumhelst
ið skal koyra burtur konu
sína, undantikið um tað veri fyri
siðloysi, og skal giftast við eini
aðrari, fremur hordóm: og hvøriðso
giftist við henni sum er koyrd
burtur, fremur hordóm.


At giftast og skiljast aftur er í grundini ikki rætt og eiheldur Guðs upprunaliga ætlan og vilji.  Tann, sum hetta ger, drívur hor.  Men Jesus ger tó EITT UNDANTAK í hesi Guðs ævigu lóg, og tað er hetta: tá ið siðloysi var grundin til at tvey vórðu skild, tá drívur tann svikni og óskyldigi parturin ikki hor, um hann/hon giftir seg uppaftur við einum øðrum.

Orðini ”undantikið um tað veri fyri leysalevnað” gera jú eitt undantak í hesi alment kendu lóg, at tað í grundini er hor, altso brot á sjeynda boð, at skiljast við konu sína.  Men, sum sagt, var hor orsøkin til, at tvey fóru sundur, so syndar tann óseki parturin ikki, um hann / hon giftir seg uppaftur.

So tá ið hetta er tað, sum sjálvur høvuðspresturin sigur, lat so hinar sokallaðu prestarnar sum siga seg tala fyri hann siga hvat teir enn vilja.  Tala teir ikki so sum hægsti maður, so tæna teir ikki honum; tað er tá klárt!

Tann, harafturímót, sum dreiv hor í hjúnalaginum, og var atvoldin til at hjúnabandið mátti doyggja, og so kanska hevur gift seg aftur ella allarhelst bara livir saman við onkrum kjøti, hann / hon hevur umvending fyri neyðini, slíkur svikfullur devuls bersyndigur syndari hann / hon er, hjartað fult av girnd og sviki; eitt Satans barn, hvørki meir ella minni!  Men, vend um, meðan tíð enn er, um tú ert ein slík/ur.  Um ikki, so verður tú dømd/ur, ver vís/ur um tað.

Nei, Guðs orð er ikki órímiligt og órættvíst móti teimum rættvísu.  Guð heldur hond um síni, men hini gudleysu verða til síðst fangað í snerruni, uppetin av síni synd, kvald av síni deyðaræðslu, upptærd av síni brennimerktu samvitsku, – uttan so tey venda um til sannleikans og lívsins veg.

Tað er sjálvandi ikki meining mín við hesi grein at kasta dóm á nakran.  Hevur tú syndað á hesum øki fyrr í lívinum, og ert vendur við av villunnar leiðum til sannleikans veg, og hevur biðið Jesus fyrigeva tær, so gloym tað sum er aftanfyri bak og liv lívið treystliga í ljósinum.  Gjørt er gjørt, farið er farið, so lat tað liggja.  Men núið, tað hava tú og eg fulla ábyrgd av, og hvørvítt vit liva rættvíst og rætt í ljósinum, sum vit eiga, verður dømt eftir um vit liva í ljósi tess kunnleika sum vit hava.


Sjúrður Højgaard.