Í Føroysku King James Bíbliuni, eins væl sum í klassiskum føroyskum máli, stýra til, vegna, millum, og innan, hvørsfalli — ikki hvønnfalli.
Hvussu langt afturi í tíðina, vit mugu fara fyri at síggja hetta til fulnar livandi eisini í talumálinum, er ilt at siga, men kanska eini 5-600 ár. Ólíkt Victori Dánielssyni, so hava Jákup Dahl og Christian Osvald Viderø nátt tøkur á hesum tilnarliga málbúna til fulnar. Slíkur málbúni er mun tignarligari fyri oyranum enn hitt, ja, tað verður lyft upp á eitt heilt annað støði, sum eg meti vera tað einasta høviliga til bókanna Bók: Hina Heilagu Bíbliu. Hjá honum, sum ikki enn hevur lisið nógv skrivað tilfar við hesum málbúna, kann tað vera torført at skilja tað at byrja við, tí hetta, eins og alt annað, má lærast.
Dømir um til, stýrandi hvørsfallinum, enn livandi í snakkimálinum, eru: Til sjós, til fjals, til skips, til hansara, til hennara, til Havnar, til handils, til Íslands, til Danmarkar, til Guðs, til himins, til helvitis. Í Føroysku King James Bíbliuni verður hetta víðkað til eisini at fevna um t.d.: “til dóps síns” (Matth. 3:7); .. “Og til kvinnunnar vórðu givnir tveir veingir” (Opb. 12:14); .. Tá fór Pætur oman til mannanna sum vóru sendir til hansara frá Corneliusi (Gern. Ap. 10:21); .. lyfti upp hond sína til himins (Opb. 10:5); .. “til hinnar miklu kvøldmáltíðar hins mikla Guðs” (Opb. 19:17).
Tá ið ein vil lyfta málið alt upp á eitt hægri tignarligt stig, so brúkar ein hetta heilt yvir ein kamb. Lesarin má so bara vita hetta, og innstilla seg inn á hetta. Á mangan hátt kann hetta tykjast vera púra hvør sítt mál, men tað er tað tó ikki. Hetta er bara hvør sítt málsligt kervi; hvør sínar málsligar reglur. Tað klassiska málið brúkar øll føllini meira javnt, meðan snakkimálið brúkar mest hvørfallið og hvønnfallið. “Til kvinnunnar” (sí Luk. 7:44 FKJ), til dømis, er ikki tað sama sum “til kvinnurnar”, nei, “til kvinnunnar” er ikki til fleiri kvinnur, men til eina kvinnu, t.e. til kvinnuna. Her má lesarin vera vakin, og síggja, at har stendur altso ikki kvinnurnar, men kvinnunnar. Kvinnunnar merkir altso, “hjá kvinnuni”, sum t.d. “ringur kvinnunnar”, t.e. ringurin hjá kvinnuni. Altso, til hennara, til kvinnunnar; ikki til hana, til kvinnuna, nei, als ikki. Tískil merkir “til kvinnunnar” á klassiskum máli tað sama sum “til kvinnuna” á snakkimáli, men tað er hvør sín málbúni, hvør sín stílur, ja, hvørt til sítt brúk. Men, her má lesarin ikki geva upp, men heldur halda áfram at pressa seg inn í Guðs orð. Um hann elskar Guðs orð, ja, so vil hann pressa seg inn í tað, tí eitt annað tungumál er hetta ikki; nei, bert føroyskt á tignarstigi. So júst sum enska King James er skrivað á enskum kanseleri-máli, enskum á tignarstigi, hóskiligt fyri kongin, ja, soleiðis eigur Føroyska king James at vera skrivað á føroyskum tignarmáli, hóskiligt fyri okkara einasta Kong, Harran Jesus Christ.
Kongurin situr enn á trónuni, so hví skuldi eitt minni tignarligt mál verið honum hóskiligt í 2012?
Dømir um millum, stýrandi hvørsfallinum, enn livandi í snakkimálinum, eru: okkara millum, teirra millum, sín ámillum, landanna millum osv. Í Føroysku King James Bíbliuni verður hetta víðkað til eisini at fevna um t.d.: “hvønn tit vógu millum tempulsins og altarsins” (Matth. 23:35), “uppreistur millum fólksins” (Matth. 26:5), “Hvørja millum vóru Maria Mag-da-le´-na ..” (Matth. 27:56).
Dømir um innan, stýrandi hvørsfallinum, kanska heldur óvanlig í snakkimálinum, eru: innanborða, innanveggja, innanlands, innandura, innantanna osv. Í Føroysku King James Bíbliuni verður hetta nýtt í víðari nýtslu, sum lesarin skjótt vil læra at meta.
Guð skapaði mannin “á undurfullan hátt”, við ómetaliga stórum førleikum og evnum at læra, so hví sigur hann seg enn vera býttan? Nei, sparka hasa lygnina per-fluks niður aftur til helvitis, og les; bara les, og les, og les; so vilt eisini tú loksins fara at skilja, tá ið tú altso ert farin at skilja, at eisini tú hevur vit, sum tú aldri vitsti at tú hevði. Ja, vita eftir.
Vegna stýrir eisini hvørsfalli í góðum føroyskum máli. Dømir úr FKJ N.T. eru: “vegna hinnar ovurhonds náði Guðs í tykkum” (II. Cor. 9:14); .. “Rachel grátandi vegna barna sína” (Matth. 2:18); .. “vegna tess at hann prædikaði teimum Jesus” (Gern. Ap. 17:18); .. “tit skulu fáa meinboga vegna mín hesa nátt” (Matth. 26:31).
Og kom so ikki aftur og sig, at tú ert býttur. Eg nokti altso at trúgva tær, tí Guð sigur altso, at hann skapti teg á undurfullan hátt; so gevst nú og tvætla, ha?
Ja, so í Føroysku King James kemur tú at lesa slíkt kongligt tignarmál sum, “Tí peninga-alskurin er rót als ils (I. Tim. 6:10); .. “ikki givnar til nógvs víns” (Titus 2:3); .. “eggja til kærleiks og góðra verka:” (Heb. 10:24), “Formaning til einleiks, & kærleiks” (yvirskrift); .. “millum summa av lærusveinum Jóhannesar og Jødanna um reinsan” (Jóh. 3:25); .. “Tí lærusveinar hansara vóru farnir avstað til staðarins at keypa mat” (Jóh. 4:8); .. “Hann varð leiddur sum ein seyður til slátranarinnar” (Gern. Ap. 8:32); .. “hin fyrstiføddi millum mangra brøðra” (Rom. 8:29); TIL HINS ÓKUNNA GUÐS (Gern. Ap. 17:23); .. “fremstir menn brøðranna millum:” (Gern. Ap. 15:22); hvar er røðumaður hesa heims? (I. Cor. 1:20); og: “HIN elsti til hinnar útvaldu frúar og barna hennar” (II. Jóh. v.1).
Leggið annars til merkis, at hinnar og hinar er ikki sama orð. Hinnar er hvørsfallsháttur, og merkir “hjá hini”. Sum dømi kann nevnast “Skyldur hinnar giftu støðu”, sum jú merkir “skyldurnar hjá hini giftu støðu”. Her skal man bara lesa og læra tignarmál Bíbliunnar.
Kanska ger hetta, at lesarin noyðist at lesa spakuligari og hugsa um hvørt einstakt orð hann lesur, men tað er eisini gott og rætt: tað skal hann jú allíkavæl. Hin Heilaga Bíblia er eingin roman, men Kongsins BÓK; og fyri hana kanst tú saktans læra eitt lítið sindur meir enn snakkimál hinnar 21. aldar.
Men jú, alt hetta skal av røttum gerast innan rímiligra marka; til uppbyggingar av elskarum Guðs orðs. Har sum ein sær, at hetta gerst ov torført, og ikki situr so væl, ja, har kann ein fult vitandi velja at brúka hvønnfallið í staðin; tó so at regulin er regulin, og undantakið er undantakið. Men hvar ið kongliga tignarmálið liggur, og hvar ikki, ja tað er eingin ivi í tí; og har byggja vit víðari á Viderø og Dahl sálar.