Guðs kraft

Vit liva í eini tíð, sum er merkt av nógvum andaligum streymum og vindum. Vit hoyra javnan, at møtir verða hildin, har ið undur og kraftargerðir henda, bæði úti í øðrum londum og eisini her hjá okkum. Vit minnast Jesu orð um, at “svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt” (Matt. 24, 24).

Mong verða órólig og taka í óvissu síni avstand frá øllum, sum nevna Guðs kraft.

Hvønn skulu vit venda okkum til í hesum? Hvar er rætta svarið at finna?

Jú vit finna tað í Bíbilbók okkara. Hon er einasti og besti lærari okkara.

Guð møtti Mósesi í oyðimørkini í brennandi tornarunninum. Guð talaði til hansara og gav honum tvey tekin, sum skuldu fáa fólkið at lurta eftir Mósesi og til at trúgva, at tað var Guð, sum var komin at loysa tey út. Vit síggja síðan, at Móses gjørdi mong undur við stavi sínum við Guðs kraft (2. Mós. 7, 10, 20; 8, 5). Men gandakallar Fáraos vóru mentir at gera júst somu undur við stavum sínum, tó við nøkrum fáum undantøkum.
(2. Mós. 7, 11, 22; 8, 7)

Har var eingin munur á undrunum sjálvum. Móses gjørdi undur við Guðs kraft og í hansara navni, – meðan hinir nýttu onkra fyri okkum ókenda kraft, sum í síðsta enda var Sátans kraft.

Vit kunnu reka út illar andar og gera undur í Jesu navni. Jesus segði tað jú sjálvur. Í síðstu røðu síni á oljufjallinum, sigur Jesus, hjá Markusi, 16 kap. 15-18 vers, (missiónsboðini, so sum Markus sigur okkum tey): “Og hann segði við teir: Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum! Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur. Og hesi tekin skulu fylgja teimum, sum trúgva: í mínum navni skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka um ormar; og um tey drekka okkurt eiturbland, skal tað ikki saka tey; tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk.”

Tað er púra klárt, at Jesus áleggur lærusveinunum fyrst og fremst at prædika gleðiboðskapin og at doypa tey, sum fóru at taka við honum. Men hann sigur síðan, at tað koma tekin at fylgja teimum, sum trúgva. Nú kunnu vit spyrja, um Jesus avmarkaði sína talu til teir tólv ápostlarnar, ella til tað fyrsta kirkjuliðið, ella onkran annan bólk. Nei, líka víst, sum Jesu orð um at kunngera gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum galda fyri alla náðitíðina, – inntil øll fólkasløg hava hoyrt gleðiboðskapin og Jesus kemur aftur, líka víst galda hansara orð um, at hesi tekin skulu fylgja boðanini av gleðiboðskapinum eisini fyri alla náðitíðina. Endamálið við teknunum er júst hetta sama sum hjá Mósesi: at fáa fólkið í tal og til at trúgva, at tað er hin livandi Guð, sum talar. Í 2. Mós. 7, 17 sigur Móses við mótstøðumann sín, Fárao: “So sigur Harrin: Av hesum skalt tú sanna, at eg eri Harrin: Sí, við hesum stavi, sum eg havi í hondini, skal eg sláa á vatnið í Nílánni, so at tað verður broytt í blóð!”

Altso hevði tekinið til endamáls at vísa øllum, at Harrin er Harrin. Harrin er Guð.

Tekinið skuldi undirstrika, at tað var Guð, sum stóð aftanfyri. Soleiðis eisini í dag, tá ið undur henda, so er ein av orsøkunum tann, at Guð vil rista í fólkið og fáa tað at lurta eftir boðskapinum. Teknini skulu undirstrika, at boðskapurin ikki er frá monnum, men frá Guði.

Tey teknini, Jesus segði skuldu fylgja teimum sum trúgva, fylgdu ápostlunum og eisini frumkirkjuni í ríkiligt mál.

Í Ápostlasøguni 8, 5-7 lesa vit: “Men Filippus kom tá oman í bygdina Sámáriu og prædikaði Krist fyri teimum. Og samhugað gav fólkið gætur eftir orðum Filippusar, tá ið tey hoyrdu tey og sóu tey tekin, sum hann gjørdi; tí at tað vóru mong, sum høvdu óreinar andar; teir fóru út úr teimum, rópandi við harðari rødd, og mong lamin og vanfør vórðu lekt.”

Teknini høvdu fyrst og fremst til endamáls at fanga oyruni hjá fólkinum. Men vit vita eisini frá Jesu egna gerningi, at hann grøddi menniskju, tí “honum tókti stórliga synd í teimum” (Sí. Matt. 9, 36). Soleiðis eisini í dag; Jesus grøðir menniskju og hjálpir menniskjum, tí hann elskar tey, og tann grundin er ikki til at forsmáa.

Men tað vóru ikki lærusveinarnir, sum gjørdu undrini. Tað var Harrin sjálvur, sum “arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum tekinunum, sum við fylgdu” (Mark. 16, 20).

Jesu jørðiski gerningur, inntil hann fullgjørdi gerning sín fyri okkum øllum á krossinum, kann sigast við orðunum hjá Matteusi 9, 35: “Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku.”

Tann gerning, sum Jesus gjørdi, helt hann áfram at gera gjøgnum lærusveinar sínar, fyrst teir tólv ápostlar, síðan eisini Paulus, tann serligi ápostulin til heidingarnar, men eisini gjøgnum leikmenn, sum t.d. Filippus og Stefan (Áp. 6, 5). Gerningar ápostlanna líkjast nógv Jesu egna gerningi: teir lærdu, prædikaðu og grøddu. Men eftir Jesu deyða, uppreisn og himmalsferð, varð hetta boðanin hjá lærusveinunum, tí í og við hesum kom himmiríkið til okkara, tað, sum Jesus hevði boðað um alt Ísrael at var í nánd: “Guðs ríki er í nánd!” (Matt. 3, 2; Mark 1, 15)

Ápostlarnir mintust Jesu orð: Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr á meg, hann skal eisini gera teir gerningar, sum eg geri; og hann skal gera enn størri gerningar enn hesar, tí at eg fari til faðirin.” (Jóh. 14, 12). Ikki heldur hesi orðini vóru avmarkað til ápostlarnar, tí Jesus segði hetta til “Tann, sum trýr á meg…”, altso brúkar Jesus her júst somu orðini, sum hann brúkti hjá Markusi 16, 17: “Og hesi tekin skulu fylgja teimum, sum trúgva…”

Altso síggja vit klárt út frá skriftini, at Jesu orð galda tey trúgvandi til allar tíðir, inntil hann kemur aftur, og hava vit onga orsøk til at halda øðrvísi. At Jesu orð ikki vóru avmarkað til teir tólv, er Stefan besta prógvið um, tí hann var ikki ein av ápostlunum, men ein maður, stendur tað, fullur av trúgv og heilagum anda (Áp. 6, 5). Um hann stendur tað í Ápostlasøguni 6, 8: “Men Stefan gjørdi, fullur av náði og kraft, undur og stór tekin millum fólkið.” Hvussu kundi hann tað? Kunna vit spyrja. Og hevði hann rætt til tað? Jú, tí Jesu orð, bæði um at prædika og at gera undur, vóru til øll tey, sum trúgva. Fyri teimum fyrstu kristnu var eingin ivi um, at Jesu orð hesum viðvíkjandi guldu tey, sum Jesus hevði givið tey til, nevniliga: “tey, sum trúgva.”

Frá brøvunum vita vit eisini, at undur og kraftargerðir hendu í meinigheitunum, eitt nú í Korint og í Galatia. Paulus lærir Korintmenn rætta skynið á andligu gávunum í 1. Kor. kap. 12 og 14. At Paulus sá orsøk til hetta má væl vera tí, at tey høvdu móttikið hetta. Ongastaðni bannar Paulus teimum at brúka andans gávur, men hann lærir tey við ápostóskum vísdómi at brúka tær rætt.

Til Galatamanna skrivar hann: “Og tann, sum veitir tykkum Andan og virkar kraftarverk tykkara millum…” (Gal. 3, 5). Altso virkaði Guð tekin teirra millum, eftir øllum at døma eisini, tá ið Paulus var frástaddur.

So vit síggja, at teknini vóru ikki bert givin ápostlunum, men leikfólki eisini. At Paulus talar um Ápostlatekin í 2. Kor. 12, 12, er tí, at ápostlarnir stóðu í serligari tænastu, og tí vóru teknini tíðari hjá teimum.

Hví síggja vit so lítið av slíkari kraft í dag? Kunnu vit spyrja.

Men hvussu er okkara andaliga lív? Liva vit eitt lív, sum tað kann sigast um, at tað er fult av náði og kraft? Munnu okkara lív vera líka heilag og merkt av guðsótta, sum hjá ápostlunum og teimum fyrstu kristnu? Ánanias og Saffira sluppu ikki at lúgva fyri Heilaga Andanum, og smullu niður deyð. Man støðan ikki vera tann, at vit vilja bara kenna náðina, og synda upp á hana, men kraftina, nei hana vilja vit ikki hava, tí innast inni vita vit, at hon krevur eitt heilagt lív. Vit vilja hava alt so lætt sum tað letur seg gera. Satt er tað, at vit eru frelst av náði, og eingin eigur frelsuna uppiborna, men umvendingin eigur og má bera frukt. Eitt rættvíst lív og eitt hjarta, sum elskar rættvísi, má vera fruktin. Hetta er ein gongd, sum kostar holdinum, og merkir eina dagliga krossfesting av holdinum, men tað er Andans leið til eitt ríkt andaligt lív, har hann ræður yvir okkara holdi. Holdsins gerningar eiga ikki at eyðkenna ein kristnan, um ikki annað so fyri vitnisburðin skuld. Vit eiga at ynska at liva Jesusi so nær, at hann fær at liva sítt lív í okkum og tað verður eyðsýnt fyri øllum at vit líkjast honum, sum vit hoyra til. At liva í náði og kraft er ein balansagongd ímillum tveir mótpólar, har báðir mugu javnvigast við hvørjum øðrum, nevniliga at ein má standa fastur í náðini sum tað fasta frelsugrundarlagið, men samstundis vita, at tað gongur ikki at synda upp á náðina, sum um Guð letur seg spotta. Guð krevur halgan. Andi náðinnar er eisini Andi heilagleikans. Hann ynskir at gera okkum sterk í náðini fyrst, fyri síðan at uppviga okkum við kraft síni, sum altíð eyðkennist av einum heilagum lívi.

“Enn er náðitíð, enn er Guð at finna”, ljóðar tað til syndarar, men til tann trúgvandi ljóðar tað so álvarsliga: Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda áfram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri? Á ongum sinni! Vit, sum eru deyð frá syndini, hvussu skuldu vit enn liva í henni?

Ein maður, sum eg tosaði einaferð við um júst hetta versið í Rómverjabrævinum, 6. kapitli, segði, at hetta meintist við dópin, og eftir sum at vit nú vóru grivin við Jesusi til deyðans við dópinum, so kundi alt gera tað sama. Guð sá ikki syndina. Slíkur spottari og fávitingi. Guð gevur ikki náði sína, fyri at vit kunnu halda áfram at tæna syndini! Eitt nýtt likam eigur at rísa upp úr deyðanum, sum gongur í nýggjum levnaði, sum er myndað av Guðs náttúru, ikki bara myndarliga sæð, men eisini veruliga og bókstavliga.

Hetta er fyri okkum óskiljandi. At vit ikki eru longur undir lóg, men undir náði, og at vit samstundis ikki eiga at lata syndina ráða í okkara deyðiliga likami, so at vit gerast girndum tess lýðin. (samb. Róm. 6, 12 &14).

Vit eiga ikki at nýta náðina til høvis fyri holdið.

Paulus sigur til Galatararnar, kap. 6, 7-8:
Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta.
Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.

Tað heilaga lívið má ikki missa náðina burtur. Og tað náðaða lívið má ikki missa heilagleikan burtur.

Nú aftur til Guðs kraft.

Har, sum nakað satt er til, verður altíð okkurt falskt til eisini. Soleiðis var tað eisini á Jesu døgum og ápostlanna døgum, og eisini í dag. Men at taka avstand frá øllum, tí at man ræðist tað falska, tað gjørdu ápostlarnir ikki. Hví? Tí teir kendu tað sanna nóg væl til at kunna avdúka tað falska.

Lat okkum hyggja væl í skriftina, um vit ikki síggja, hvar munurin er goymdur.

Eg setti mær fyri, at studera hetta væl og grundiga, og hava skriftina aftanfyri meg. Knappliga sá eg tað: Tá ið Jesus talar til sínar egnu, sigur hann: “Í mínum navni.”, men tá ið vit síggja tað falska, lesa vit: “við tínum navni”, ella “við Jesu navni”. Eftir at eg hevði sæð hendan munin á tveimum skriftstøðum, kannaði eg øll líknandi dømi, og fann, at hesin munur er yvirhøvur gjøgnumgangandi at finna.

Legg til merkis, at í Jesu orðum til sínar egnu, sigur hann altíð “í mínum navni”.

Hetta sóu vit hjá… Markus 16, 17 :”í mínum navni skulu tey reka út illar andar…

Men eisini í hesum fylgjandi skriftstøðum nýtir hann somu orðini: Jóh. 14, 13-14: “Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjørdur dýrmettur í syninum.

Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað.

Jóh. 16, 23-24: “Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum.

Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin.

Luk. 10, 17: Men teir sjúti komu glaðir aftur og søgdu: “Harri, eisini hinir illu andarnir vóru okkum undirbrotligir í navni tínum.”

Áp. 16, 18: Hetta gjørdi hon fleiri dagar. Men Paulusi líkaði hetta illa, og hann vendi sær við og segði við andan: “Eg bjóði tær í navni Jesu Krists at fara út úr henni!” Og hann fór út í stundini.

Lat okkum nú hyggja eftir tí falska:
Matt. 7, 22-23 sigur: Mangir munnu siga við meg á hinum degi: “Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?”
Og tá skal eg siga teimum beint út: “Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.” (JDT)

Leggið til merkis, at tá ið Jesus talar um teir følsku, so sigur hann, at teir skulu hava gjørt alt hetta við hansara navni og ikki í hansara navni. Altso høvdu teir brúkt hansara navn, uttan at vera í hansara navni.

Mark. 9, 38-40: Jóhannes segði við hann: “Meistari, vit sóu ein mann, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar við navni tínum; og vit meinaðu honum tað, av tí at hann ikki fylgdi okkum.”

Men Jesus segði: “Meinið honum tað ikki, tí at tann er eingin, sum ger kraftargerð við mínum navni og beint aftaná kann tala illa um meg…”

Og nú skulu vit síggja eitt tað klárasta dømið um tað falska: Áp. 19, 13-15: Men eisini nakrir av teimum Jødum, sum struku um og mánaðu, tóku sær fyri at nevna Harrans Jesu navn yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar, í tí teir søgdu: “Eg máni tykkum við tí Jesusi, sum Paulus prædikar!”

Men teir, sum hetta gjørdu, vóru sjey synir hjá Skevas, einum høvuðspresti av jødiskari ætt.

Men hin illi andin svaraði og segði við teir: “Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit?”

At gera kraftargerð við Jesu navni og at gera hana í Jesu navni, er púra hvør sítt. Loyndardómurin liggur í hesum, um vit sjálv eru í honum. Tann, sum sjálvur er í Jesusi, er frelstur, og hevur hann í hjartanum; hann er tann, sum av røttum og náttúrliga sigur: “Í Jesu navni…” Men tann, sum ikki er frelstur, hann er ikki heldur í Jesusi, og má tí brúka Jesu navnið, og sigur tí “við Jesu navni”, sum teir sjey synirnir hjá Skevas, “Eg máni tykkum við tí Jesusi, sum Paulus prædikar.” Men teir kendu ikki sjálvir Jesus; teir vóru ikki frelstir.

Legg nú eisini til merkis tey, sum Jesus talar um í Matt. 7, 22-23, sum høvdu gjørt so nógv við hansara navni, men hann hevði tó á ongum sinni kent tey. Vit síggja klárt, at tey høvdu ongantíð verið frelst, tí Jesus segði, at hann hevði á ongum sinni kent tey. Jesus velur síni orð væl. Har er eingin tilvild. Hann sigur tað hann meinar, og meinar tað hann sigur.

Tær 5 moyggjarnar, sum ikki høvdu eyka olju á lompum sínum og sum tí ikki kundu gera lampur sínar til, tá ið brúðgómurin kom, tær fingu at hoyra hesi orðini: “Eg kenni tykkum ikki”, – altso ikki: “Á ongum sinni havi eg kent tykkum”. Jesus hevði jú kent tær einaferð, tá tær vóru búnar og brennandi brúðarmoyggjar, men vóru nú slóknaðar, fráfalnar.

– Hetta undirstrikar og prógvar, at teir, sum Jesus segði við: “Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær tit, sum havast við órætt”, – høvdu ongantíð verið kendir av Jesusi, altso høvdu ongantíð verið frelstir.

Tað, teir høvdu gjørt, var órætt, tí teir vóru ikki hansara, ikki kendir av honum, ei heldur kendu teir hann.

Teir fingu ikki henda dómin, tí teir høvdu profeterað og rikið út illar andar og gjørt mangar kraftargerðir. Harí lá ikki syndin. Men hon lá fjald í tí, at teir høvdu ongantíð tikið ímóti Jesusi persónliga sum sínum frelsara; – tí og bara tí kundi Jesus siga við teir, at hann hevði á ongum sinni kent teir. Men at reka út illar andar og at grøða sjúk í Jesu navni, tað hevur ongantíð verið synd, og verður ongantíð synd!

Tað, sum Jesu svar má læra okkum, er tann sama leksian, sum Efesusbrævið 2, 8-9 so klárt lærir okkum, at vit verða frelst av náði við trúgv, gávan er givin frítt og goldin fyri við Jesu offurdeyða á krossinum og ongum øðrum, ikki eingang so stórslignum tingum sum kraftargerðum.

Minst til, at hetta skuldu teir siga við Jesus “á hinum degi”; altso var teirra vón um at sleppa inn í himmalin bygd á teirra egnu stóru gerðir við Jesu navni, men ikki á hansara frelsuverk.

(Tann, sum hevur Sonin hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs Son, hevur ikki lívið.)
(1. Jóh. 5, 12)

Men kraftargerðir í sær sjálvum eru ikki av tí illa. Jesus vildi jú ikki, at lærusveinarnir skuldu meina teimum, sum róku út illar andar við hansara navni. Men at byggja sítt frelsugrundarlag á kraftargerðir, tað heldur ikki mát hjá Guði. Har er bara trúgvin á frelsaran, Jesus, sum hjálpir.

Tann, sum er í Jesusi, hevur einki at óttast. Hin frelsti veit, hvat frelsan er bygd á: Jesu verk aleina!

Jesu orð í Jóh. 14, 20: “Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum”, tey eru okkara uggi, tí hin frelsti veit, hvønn hann hevur í hjartanum.

Tann reina samvitskan, og friðin við Guð, sum vit fáa frá Jesusi í frelsuni, – tað kann einki samanberast við, og tað kann bara Jesus geva okkum.

Latum okkum við vísdómi døma um tey, sum gera kraftargerðir. Eru tey sjálvi í Jesusi, so eru kraftargerðirnar gjørdar í honum, í hansara navni. Eru tey ikki sjálvi í Jesusi, so eru tey følsk.

Tá ið Guð arbeiðir, arbeiðir Djevulin eisini, og hann eftirapar tað, sum Guð ger. Vit sóu, at hetta var galdandi á Mósesar døgum, á Jesu døgum og á ápostlanna døgum. Tá ið vit lesa, at svikakristusar og svikaprofetar skulu gera stór tekin og undurverk í síðstu tíð, – kann tað so vera tí, at Guð fer at gera eitt stórt innheystingar arbeiði, og at Sátan aftur fer at eftirapa Guði? Kann tað vera, at Guð í síðstu tíð fer at lata stór undur og tekin henda, fyri at lata fólkasløgini hoyra gleðiboðskapin.

Gleðiboðskapurin skal út til øll fólkasløgini, áðrenn Harrin kemur aftur.

Man tað fara at verða við endan á hesi tíð, sum tað var við byrjanini, tá trý túsund sálir løgdust til, tí tey fyrst høvdu hoyrdt teir tala í tungum um stórverk Guðs, og tínæst hoyrdu Pætur prædika?

Vit síggja, at tekinið og boðanin arbeiddu saman.

Ella tá ið Pætur og Jóhannes høvdu grøtt halta mannin við Føgrudyr, vórðu síðan førdir fyri ráðið, fingu síðan møguleika orsakað av hesum sama at tala til fólkið, og “mong av teimum, sum høvdu hoyrt orðið, tóku við trúgv, og talið á kallmonnum var okkurt um fimm túsund”.

Vit síggja aftur, at undrið og boðanin arbeiddu saman, og soleiðis vildi Guð tað eisini.

Lat okkum ikki vera slíkir, sum arbeiða ímóti Guði, um hann skuldi blást yvir okkara land við teknum og undrum. Um fruktin er tann, at menniskju fara at trúgva á hin krossfesta og upprisna, so er tað frá Guði. Um ikki, ja so dømir tað seg sjálvt.


Sjúrður Højgaard (skrivað um 2004)