Gandakallar verða uttanfyri staðin, og hoyra tí IKKI heima innanfyri meinigheit Guðs!
Fjarðafestivalurin er tíbetur ikki til longur: men tann skomm hann var skal hervið stillast sum ein grell ræðumynd um, hvørji upp-úr-helviti-drigin andstyggilig ting ein meinigheit kann finna uppá at gera, tá ið hon er uttan gudiliga leiðslu, sum sær og skilur nakaðsumhelst.
Gandakallarnir hjá heimamissiónini eru ringasta andstygd, míni eygu higartil hava verðið vitni til. Hví? Tí at man eftirhermir GANDI í samfelagi teirra heilagu. Jamen, veruligur gandur ER TIL, og gandur er SATANISMA. Tí kann gandur ikki “kristnast”, ella gerast óskyldigur, ikki eingong um man so sleiskur kallar tað stuttleika og spæl. Tá ið eg sá hetta í 2004 segði eg eisini stopp, og lat teir dálka meg ei meir. Eg dugi ikki at síggja, hvussu næsta stig kann vera annað enn striptease.
Eisini tí at tey trúgva djevlinum og talsmonnum hans, at tað er javnstøða ímillum mannin og konu hans: tí er og verður endaleyst togarí, og einkið tal á hjúnabandsskeiðum fær gjørt tað frískt, tí har hoyrir man ikki Guðs æviga sannleika um hjúnabandið, men tey blanda javnstøðu og sálarfrøði uppí. Bara Guðs orð gevur sannleikan, og bert við at fylgja tí, koma tingini heilt í rættlag: men so má man eisini skera seg av frá heiminum og røddum hans, (sum nú eisini hoyrast í meinigheitunum, sum heldur lítur á freudiska psychologi og pallborðsfundir við promenentum ófrelstum, enn Guðs æviga sannleiksorð, sum enn og tó hevur rætt).
Nú er komin tíð til, at tey frelstu taka fult og heilt støðu við Guðs orð, og at tey ikki blanda heimsins røddir uppí.