Láturligar bíbliu-perVersjónir

Og byrði HARRANS skulu tit nevna ei meira: tí at hvørs mans orð skal vera byrði hans; tí at tit hava spilt orðini hjá hinum livandi Guði, hjá HARRA herliðanna – Guði várum.

( Jeremiah 23:36  FKJ )

Føroyska King James er farin til prentingar

FKJ er nú endiliga farin til prentingar.
Vit fingu tríggjar mánaðir at fínraka tekstin heilt reinan. Tað hevur nú verðið gjørt, allan tekstin ígjøgn, av trimum monnum. Eisini fóru vit tveir menn ígjøgnum ein 960 síður langan orðalista, har orðini stóðu í alfabetiskum ordan, og funnu soleiðis orð og nøvn, sum onkustaðni í tekstinum vóru rangt stavað.
FKJ fór til prentingar í fyrradagin, 15. august 2016. Útgávuárið er enn 2015, tí at tá varð allur teksturin fyrst lagdur út í talgildum formi: tað var tann 28. marts 2015. Nú líti eg Guðs heilagu bók upp í Guðs almátts hendur og upp í hendurnar á prentarunum. Teir prenta hana í teirri stødd teir velja, og binda hana inn soleiðis sum teir vilja. Eg líti á, at útkoman verður góð: men nú eru eygu míni móð.

Hvat hendir, tá man doyr?

Ert tú klárur at doyggja?
Ruckman kendi ikki rætta skap jarðarinnar, men hann kendi Jesus; og mangt í hans orði lærdi hann rætt; so fá tú ei fnatt.

Pávin er ringasti villleiðari sum finst, og at Svartalíð dámar hann, sigur mær alt sum eg havi brúk fyri at vita um tann állin

Eg drekki mítt vatn bara frá Jesusi, úr hans orði, KJB.
Í Kelduni í Skálabotni vellur ikki upp nóg reint vatn til mín. Annars tekk.
Økumeniska rørslan er Satans urt og førir nalvastreingin til anti-christ í Róm. Fólk, sum drega somu línu sum økumenistarnir, eru økumenistar sjálvi, og í song við Róm, og tí pávasleikar, og tí viðhaldsfólk anti-christs; og ganga í øllum førum ikki frammanfyri mær á smala vegi til himins.
Slík mugu afturum, men fyrst venda um.
Í hasum svansinum havi eg ONGAN lut. Eg haldi fast við Guð mín lut. Og hans navn er JE-HO’-VAH. So skeinið tykkum við tykkara Bábyloniska avgudi Jahve; og pavans Alexandrisku “bíbil”.
Eg stóli IKKI uppá fólk, sum stóla uppá Rick Warren, Kenneth Copeland, Joel Osteen, og John Arnott, nú allir í song við Róm.
Hava tit ein trupulleika av tí, so mugu tit bara taka tykkum av tykkara trupulleika.
Eg havi ongan.
Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×