Bæði Dahlibux og Victorinox hava verið tvey útforhálað pávans prestasleikjandi skvatt.
Nú er nokk pontifexiskt forhexað rox.
Nú skulu vit reisa okkum, og standa á Guðs orði einans, og tveita frá okkum eina og hvørja kjøtliga høkju. Guðs orð er okkum nokk. Alt kjøtligt páfund er ikki frá ella av Guði, men kjøtligt; og spælir tað andligt, so er tað altso frá Satan; og tað er altso transsubstantiatión, Pávin, kardinalarnir, cato-luthersku biskuparnir, og allir teirra pestsligu “prestar”. Guð gav okkum hirðar. Satan gav tykkum prestar.
Vit rætt-trúgvandi tveita allar prestar út, uttan éin: Høvuðsprestin um ævir eftir Melchizedeks vísi.
Bollan bróta vit sjálvir, og blanda Ribena.
Og at doypa ein trúgvandi, ja, tað klára vit eisini, tí vit frelstu eru nevniliga —skal eg líka heilsa og siga — øll prestar hvør yvirfyri hvørjum.
Síðan 10. Apríl ár 32, eru øll frelst prestar í myndarligum týdningi; bara éin er prestur í bókstavligum týdningi: okkara høvuðsprestur Jesus Christus. Vit hava bert éitt altar: altarið, sum Christus ofraði sítt blóð á í hinum mest heilaga plássi í himni.
Lutheranarar í dag mugu vakna. Tit eru á veg aftur út í myrkrið, undir aftur antichrist í Róm, haðanifrá tit komu fyri 500 árum síðani. Fáið fingurin út úr nøsini, rubbið tykkum, gnubbið tykkum, og … vaknið!
Nico-lai-it´-ur:
Nico = at herska, … laity = almúga.
nicolaiitur = ein, sum spælir herskari ímillum Guðs fólk; t.e. ein, sum ger seg til millumgongumann ímillum Guð og menn; t.e. ein, sum tilrænir sær tað plássið sum er Christs aleina; tvs ein antichristus. Tykkara prestar eru antichristar; enn ein forleinging av forhexaða pontifexinum í Róm.
Católskar catekismur siga enntá, at ein prestur er “ein annar christus, tá hann messar”. ( sí her )
Ja, handan skøkjan ber so sanniliga á enni sínum Guðsspottanar nøvn, (sí Opbinberingina 13:1 og 17:3).
Títt orð er satt frá byrjanini:
og hvør og éin av tínum rættvísu dómum varir um ævir.
(Psálmur 119:160 FKJ)
…………………
— Tað, sum Guð avgjørdi fyri tvey túsund árum síðani um sína meinigheit/kirkju, stendur alt samalt enn við makt, óansæð tíðarandan og fleirtalsmeiningar hjá dagsins skeiklaðu meinigheitum, sum hava nøsina venda ímóti heiminum, og reyvina ímóti Guði og hans alhalga æviga orði.
George Wishart
John Knox byrjaði sum lívverji hjá George Wishart
Síðan gjørdist John Knox prædikumaður, og George Wishart varð brendur á báli av synagogu Satans: pávakirkjuni.
John Knox prædikar í St. Giles kirkjuni í Edinburgh
Vit King James Bíbliu trúgvandi verða ONGANTÍÐ integrerað við Sodomu, harra løgmaður og danadrotning; fyrr skulu vit krúpa inni í fransaholu, ella onkra aðrastaðni. Vit fara at liva eitt marginaliserað lív í endatíðini núverandi, uttan tá ið vit koma fram og brøla sannleikan upp í eyguni á tykkum.
Sært tú, annaðhvørt dømir King James Strong’s, ella dømir Strong’s King James; (annars var eingin evsti myndugleiki).
Rætta svar er: Guðs skíra King James Bíblia dømir Strong’s. Hvørja ferð.
Strong’s er einkið annað enn Satans sniðfundiga ætlan um at hvølva myndugleika Guðs orðs. Tað kemur ikki at ganga. Guðs íblásta, varðveitta orð kemur at standa um ævir, Strong’s er dømdur sum lygnari.
Guð gav sítt orð og lovaði at varðveita tað, hann gav okkum ikki nakrar “ja, hevur Guð nú sagt” trúgv-sundurpettandi, ivasáðandi forhexandi lexiconir og orðabøkur; tað gjørdi SATAN. Lexiconirnar hava ormurin, pontifexurin, og hansara jesuitar, givið tykkum, sum eru so býtt sum til at lesa tær. Eg lesi altso Guðs orð.
Teir, sum lyfta upp Strong’s, og traðka undir føtur King James, arbeiða fyri edensormin, ikki fyri Guð.