Hvat Guðs orð lærir okkum um Guðs fløtu jørð, sólina og mánan, og um stjørnurnar

( Des. 2015 )



FORMURIN Á JØRÐINI: HON ER STREKT ÚT (IKKI UTTANUM EIN BÓLT); NEI, JØRÐIN ER FLØT

 

Jørðin er tand út (strekt út); (vanligast er, at strekka eitthvørt út flatt)

Psálmur 136:6
Til hansara, sum tandi út jørðina uppiyvir vøtnunum: tí hansara miskunn varir um ævir.

 

Hvørt eyga skal síggja Jesus, tá ið hann kemur (fløt jørð)

Opinberingin 1:7
Sí, hann kemur við skýggjum; og hvørt eyga skal sjá hann, og teir eisini sum gataðu hann: og allar ættargreinir jarðarinnar skulu gráta uppá grund av honum.  Enntá so, Amen.

 

Djevulin vísti Jesusi øll kongadømir jarðarinnar frá einum høgum fjalli

Lukas 4:5
Og djevulin, takandi hann niðan á eitt høgt fjall, sýndi honum øll kongadømir heimsins í einum tíðarbragdi.

 

Jørðin hevur súlur (súlur halda onkrum vatnrættum uppi)

Job 9:6
Sum skakar jørðina úr sínum plássi, og hennara súlur nøtra.


JØRÐIN ER EIN FLATUR KRINGUL

 

Jørðin er ein flatur kringul (ikki ein kúla)

Esaiah 40:22
Tað er hann sum situr uppiá kringi jarðarinnar,

 

Guð setti spannara (kumpass (passara)) á ásjón dýpdarinnar (jørðin er fløt og rund)

Orðt. 8:27
Tá ið hann fyrireikaði himnarnar, eg var har: tá ið hann setti ein spannara uppá ásjón dýpdarinnar:


JØRÐIN HEVUR SÍNAR ENDAR; SÍNI UTTASTU MØRK

 

Guð hevur sett mørk við kumpass um vøtnini (tey 7 høvini); tað er antarktika; tað er endar jarðarinnar

Job 26:10
Hann hevur kringfarið vøtnini við mørkum, inntil dagurin og
náttin koma til ein enda.

 

Jørðin hevur endar (t.e. uttastu mørk)

Job 28:24
Tí hann lítur til jarðarinnar endar, og sær undir hin heila himin;

 

Jørðin hevur ein ytsta part (sum t.d. uttasti parturin á einum penni)

Gerningar Ápostlanna 1:8
Men tit skulu fáa kraft, eftir at Halgi Andin er komin uppá tykkum: og tit skulu vera mær vitnir bæði í Jerusalem, og í allari Judæu, og í Samariu, og at ytsta parti jarðarinnar.


UTTANFYRI (ELLA BEINT NIÐANFYRI) JARÐARKRINGIN ERU FÝRA HJØRN; HINI FÝRA HORN JARÐARINNAR

 

Jørðin hevur fýra horn (t.e. hjørn)

Opinberingin 7:1
Og eftir hesi tingini sá eg fýra einglar, standandi á hinum fýra hornum jarðarinnar, haldandi hinum fýra vindum jarðarinnar, at vindurin skuldi ikki blása á jørðina, ella á sjógvin, ella á nakað træ.


EITT FAST, KUPIL-FORMAÐ HVÁLV ER YVIR GUÐS FLØTU JØRÐ

 

Boygdi niður himnarnar (hválvið er ein kurva niðureftir, sum ein kupil)

Psálmur 18:9
Hann boygdi himnarnar eisini, og kom niður: og myrkur var undir hans fótum.

 

Loftið (hválvið) er sterkt (hart), og sum eitt smeltað spegl (fast evni)

Job 37:18

Hevurt tú við honum breitt út loftið, sum er sterkt, og sum eitt brætt skoðiglar?

 

Guð gongur í ringrás uppiá hválvinum, tvs. hin triðji himin (bústaður Guðs, t.e. himin himna) er uppiá hválvinum

Job 22:14
Tjúkk skýggj eru ein dekking hjá honum, at hann sær ikki; og hann gongur í ringrás himins.

(Sí eisini Opb. 15:2; 21:18; & 21:21 og síggj, at uppi í triðja himni stendur man á einum glar-havi, og er hetta helst tað sama glarið, ið um er talað, men frá hvør síni síðu; uppiyvir okkum, men undir teirra fótum; (og mínum skjótt)).


VØTN ERU UPPIYVIR HVÁLVINUM

 

Vøtn eru uppiyvir hválvinum

Genesis 1:6-7
6 ¶ Og Guð segði, Veri hválv í miðjum vøtnunum, og lat tað skilja vøtnini frá vøtnunum.
7 Og Guð gjørdi hválvið, og skildi vøtnini sum vóru undir hválvinum, frá vøtnunum sum vóru uppiyvir hválvinum: og tað varð so.

 

Vøtn eru uppiyvir himnunum

Psálmur 148:4
Prísið honum, tit himnar himna; og tit vøtn, sum veri uppiyvir himnunum.


SÓLIN OG MÁNIN

 

Sólin og mánin eru ljós, ikki planetir

Genesis 1:14
Og Guð segði, Veri ljósˇ í himinhválvinum til at skilja dagin frá náttini; og veri tey til tekinˇ, og til tíðir, og til dagar, og árˇ:

 

Sólin og mánin eru (inni) í hválvinum, ikki uttanfyri

Genesis 1:16-17
16 Og Guð gjørdi tvey mikil ljós; hitt miklara ljósið til at stjórna deginum, og hitt minna ljósið til at stjórna náttini: hann gjørdi stjørnurnar eisini.
17 Og Guð setti tey í himinhválvið til at geva ljós uppá jørðina,


JØRÐIN ER STILL, SÓLIN OG MÁNIN FERÐAST Í RINGRÁS YVIR HENNI (GEOCENTRICITETUR)

 

Sólin og mánin ferðast, ikki jørðin

Josjua 10:12-13
12 ¶ Tá talaði Josjua til HARRANS á tí degi, tá ið HARRIN flýggjaði upp Amoritarnar frammi fyri børnum Ísraels, og hann segði í eygsjón Ísraels, Sól, statt tú still uppiá Gibeon; og tú, Máni, í dali Ajalons.
13 Og sólin stóð still, og mánin steðgaði, inntil fólkið hevði hevnt seg omanyvir fíggindar sínar. Er ikki hetta skrivað í bók Jasjers? So sólin stóð still í miðjum himni, og skundaði sær ikki at fara niður umleið ein heilan dag.

 

Sólin ferðast eina ringrás (kapprenning) í himninum, (sum er hválvið)

Psálmur 19:4-6
4 Teirra mátilinja er farin út gjøgnum alla jørðina, og teirra orðˇ til endan á verøldini. Í teimum hevur hann sett eitt tabernakkul fyri sólina,
5 Sum er eins og ein brúðgómur, komandi út úr kamari sínum, og fegnast sum ein sterkur maður til at renna eina kapprenning.
6 Hansara faring fram er frá enda himinsins, og hansara ringrás at endum hans: og tað er einkið fjalt frá hitanum hará.

 

Verøldin er støðug; og flytist ikki

Fyrra Krýnikubók 16:30
Óttast frammi fyri honum, øll jørðin: verøldin eisini skal vera støðug, at hon ei verði flutt.

 

Verøldin er grundfest; hon vikast ikki

Psálmur 96:10
Sigið millum hinna heidnu, at HARRIN ríkir: verøldin eisini skal verða grundfest, at hon skal ei verða vikað: hann skal døma fólkið rættvísiliga.

 

Verøldin hevur grundvøllir (t.e. hon er støðug, stendur still)

Seinna Sámuelsbók 22:16
Og sævarins rennur komu til sjóndar, grundvøllir veraldarinnar vórðu avhuldir, við hartan HARRANS, við blakinum av andadráttinum av nasum hans.

 

Jørðin hevur grundvøllir; hon skal ikki vikast um ævir (t.e. hon er støðug, stendur still)

Psálmur 104:5
Sum legði grundvøllir jarðarinnar, at hon skuldi ei verða vikað um ævir.

 

Heimurin er grundfestur; hann vikast ikki (hann er støðugur, stendur stillur)

Psálmur 93:1
HARRIN ríkir, hann er klæddur við hátign; HARRIN er klæddur við styrki, hvarvið hann hevur gyrt seg: heimurin eisini er grundfestur, at hann kann ei verða vikaður.

 

Jørðin hevur súlur

Fyrra Sámuelsbók 2:8
Hann reisir upp hin fátæka út úr støvinum, og lyftir upp biddaran frá tøðrúgvuni, til at seta teir millum prinsa, og til at fáa teir at arva dýrdar-hásætið: tí at súlur jarðarinnar eru HARRANS, og hann hevur sett heimin uppá tær.

 

Sólin og mánin mala rundan um norðpólin. Magnetiska kraftin, sum heldur teimum, er ein magnetiskur ási (síður norðursins) ímillum norðpólin og norðstjørnuna. Guðs hásæti er beint yvir norðpólinum.

Stjørnur Guðs, hásæti (Guðs); og síður norðursins

Esaiah 14:12-13
12 Hvør ert tú fallin frá himni, O Luçifer, sonur morgunsins! hvør ert tú høgdur niður til jarðarinnar, sum veiktirt tjóðirnar!
13 Tí at tú hevurt sagt í hjarta tínum, Eg vil stíga upp inn í himin, eg vil upphevja mítt hásæti uppum stjørnur Guðs: eg vil sita eisini uppiá fjalli samkomunnar,
í síðum norðursins:

(Norðstjørnan er tann einasta stjørnan, sum er altíð í sama stað; allar hinar stjørnurnar mala í ring í hválvinum; tí er norðstjørnan miðjan í stjørnuhimininum.)


PLANETIRNAR ERU NÆR, INNANÍ TÍ HARÐA GLAS-HVÁLVINUM. TÆR ERU IKKI STÓR, MEN LÍTIL LJÓS, NÓGV MINNI ENN SÓLIN

 

Sólin og mánin og stjørnurnar eru øll somul (inni) í hválvinum, ikki uttanfyri, (og hválvið er ikki størri enn jørðin sjálv, so stjørnurnar eru nær, tær eru tískil lítlar. Stjørnurnar eru helst í sjálvum glas-kuplinum, meðan sólin og mánin ferðast í ring inni í kuplinum).

Genesis 1:16-17
16 Og Guð gjørdi tvey mikil ljós; hitt miklara ljósið til at stjórna deginum, og hitt minna ljósið til at stjórna náttini: hann gjørdi stjørnurnar eisini.
17 Og Guð setti tey í himinhválvið til at geva ljós uppá jørðina,

 

Jørðin er nóóóógv størst, og miðjan í skaparverkinum. Hugsa tær: Vit hava trúð eini lygn í 500 ár. Nú er nokk.

Í dag velja hundraðtúsundvís av fólki at trúgva Bíbliuni bókstavliga, og ikki trúgva einum orði, sum vitinskapurin – falsliga sokallaði -, Darwin og NASA hava logið fyri okkum.

Eg diskuteri ikki eingong, um Guðs orð hevur rætt. Tað HEVUR rætt.


P.S.
Jørðin hevur sína longd, og sjógvurin sína breidd

Job 11:7-9 FKJ
7 Kanst tú við útgrundan finna útav Guði? kanst tú finna útav hinum Almáttuga framat fullkominleika?
8 Tað er so hátt sum himin; hvat kanst tú gera? djypri enn helviti; hvat kanst tú vita?
9 Tess mát er longri enn jørðinog breidri enn sjógvurin.


Sjúrður Højgaard,
Føroya triðji “Flat earther”,
men longu við gleði eitt spott fyri Guðs orðs æviga sannleika. Ja, tað eri eg longu, (so hvat havi eg at missa).

Men eitt spott verði eg ei meira, tá ið vísíndin (falsliga sokallaða) loksins fer at noyðast at viðganga, at jørðin var, er, og verður fløt, hon flytist ikki eitt vet, hon er miðja alheimsins, hon er nógv størst, og alt melur um hana.


.. og allir lygnarar, skulu hava lut sín í sjógvinum sum brennur við eldi og svávuli: sum er hin annar deyðin.
(Opb. 21:8 FKJ)


Flatjarðarkort Gleesons, 1892