Esaiah 14:12, LUÇIFER — IKKI MORGUNSTJØRNAN!


How art thou fallen from heaven, O Lucifer, son of the morning! how art thou cut down to the ground, which didst weaken the nations!
( Isaiah 14:12 )


Hvør ert tú fallin frá himni, O Luçifer, sonur morgunsins!  hvør ert tú høgdur niður til jarðarinnar, sum veiktirt tjóðirnar!
( Esaiah 14:12 )


KJB: Lucifer, son of the morning
Heb.: Helel ben Shakar
Helel merkir “Ljósberi”, sum er “Lucifer” á latíni (Luci = ljós,
fer = at fara, flyta)


ben = sonur
Shakar = morgun

Hebraiska orðið fyri stjørna, sum er “kokab”, finst ikki í hesum avsnittinum í nøkrum hebraiskum handriti á allari jarðaryvirflatuni. Mangir týðarar hava verðið villleiddir til at skriva “morgunstjørna”, men hetta er dikterað av traditión, (sum Satan stendur aftanfyri); tí sum sagt, so finst orðið “stjørna” als ikki í nøkrum hebraiskum handriti yvirhøvur.

Hetta er eitt týðiligt dømi um, at bíbliutýðing má, skal, og eigur at geva gætur eftur hvørjum orði SUM STENDUR SKRIVAÐ, ja, hvørjum stavilsi av hvørjum orði; einkið at útilata, og einkið at leggja afturat (uttan so tú setur tað í skráskrift, fyri greitt at vísa, at givna orðið ikki finst í undirliggjandi tekstinum). Hesum grundleggjandi reglum fylgir King James Bíblian til fulnar. Føroyska King James er í útgangspunktinum ein orð-fyri-orð týðing av ensku King James. “What you see is what you get”.

Traditión eigur sjálvandi ONGANTÍРat diktera nakaðsumhelst.



Týtt úr bókini “New Age Bible Versions”,
eftir Gail Riplinger; síðu 42-43:

… Ein kanning av upprunaliga Hebraiska vil reka burtur eina og hvørja hvørvisjón um, at “morgunstjørna” er góðtakiligt at seta ístaðin fyri orðið “Lucifer.” Hebraiska sigur “helel, ben sjachar”, sum er neyvliga týtt, “Lucifer, sonur morgunsins.” NIV og NASB (+ J. Dahl, og V. Danielsen) geva eina Enska (og føroyska) týðing sum um tað Hebraiska segði, “Sjachar kokab, ben sjachar”, ella, “morgunstjørna, sonur morgunsins” (ella dimmalættingar). Tó stendur orðið fyri stjørna (kokab) ongastaðni í tekstinum. Eisini sæst “morgun” einans eina ferð, sum KJV sýnir, ikki tvær ferðir sum nýggjar versjónir hevda. Orðið “kokab” er týtt sum “stjørna” tylftir av ferðum av NIV týðarum; morgun ella dimmalætting er líkaleiðis brúkt fleiri hundrað ferðir. Útgávufólk av nýggjum versjónum vita, at “boqer kokab” er “morgunstjørna”, við tað at tað er brúkt í Job 38:7. Um Guð hevði ætlað at siga “morgunstjørna”, kundi hann havt endurtikið tað her. Orðið sum hann valdi, “helel”, sæst onga aðrastaðni í Gamla Testamentinum, júst sum “Lucifer” sæst onga aðrastaðni…

 

Hví “Morgunstjørnan”?
Síðustillingin av Lucifer við morgunstjørnan rísur ikki frá Hebraisku bíbliuni, men frá klassiskari mytologi, eini keldu av beiskum vatni, ikki ætlað av Guði at vera okkara “kelda av livandi vøtnum” (Jeremiah 17:13). Referansu-verk innramma, at útskiftingin er bygd á”.. klassiska mytologi um planetina Venus.” (F.L. Cross (Ed.), Oxford Dictionary of the Christian Church (N.Y.: Oxford University Press, 1974) s. 841). Bara av tí at Satan hevur sannført heidna heimin um at tengja hann við Venus, morgunstjørnuna, er einkið grundarlag fyri endurtøkuni av hasi “mytuni” av Christnum lærdum.

Men II. Timotheus 4:3-4 sigur, at tíðin fyri fáblar, mytur, er komin.
Tí tann tíð vil koma, tá ið teir vilja ikki úthalda heilnæma Guðslæru; men eftir sínum egnu lystum skulu teir hópa til sín sjálvs frálærarar, havandi skriðandi oyru;
Og teir skulu venda burtur oyrum sín um frá sannleikanum, og skulu verða vendir at fáblum. (muthos (gr.): frá hvørjum enska orðið “myth” kemur).

 

Hvør er “Morgunstjørnan”
Ultimativa Guðsspottanin kemur fyri, tá ið “morgunstjørna” tekur plássið hjá “Lucifer” í Esaiah 14. Jesus Christus er “morgunstjørnan”, og er eyðmerktur sum slíkur í Opinb. 22:16, 2:28 og II. Pætur 1:17. Við hesum sniðfundiga skifti, smýgur Satan ikki bert snildisliga út úr myndini, men livir upp til sítt navn “ákærarin” (Opin. 12:10), við at royna at gera Jesus Christ til umskrivingar-evnið í Esaiah 14.

NASB økir um sítt lutverk sum illgerari við at seta tilvísingina, II. Pæt. 1:17, við síðuna av Esaiah 14:12, fyri at fast-stoypa teirra hugskot um, at stykkið vísir til Jesus Christ heldur enn Lucifer.


So vit siga: Luçifer, sleik dustið, gamli!!
Nú ert tú avdúkaður; eisini her í Føroyum.