Hygg ikki tú uppá vínið



29 Hvør hevur vei? hvør hevur sorg? hvør hevur trætnaðir? hvør hevur tvætlan? hvør hevur sárˇ uttan grund? hvør hevur reyðsemi av eygum?
30 Teir, sum dvølja leingi hjá víninum; teir, sum fara at søkja blandað vín.
31 Hygg ikki tú uppá vínið tá ið tað er reytt, tá ið tað gevur sín lit í steypinum, tá ið tað flytur seg á rættan hátt.
32 At endanum bítur tað sum ein høggormur, og stingur sum ein eiturormur.
33 Tíni eygu skulu eygleiða fremmandar kvinnur, og títt hjarta skal framsiga spilt ting.
34 Ja, tú skalt vera sum hann ið legst niður í miðjum havinum, ella sum hann ið liggur uppá toppinum av eini mastur.
35 Teir hava sligið meg, skalt tú siga, og eg varð ikki sjúkur; teir hava bart meg, og eg merkti tað ikki: nær skal eg vakna? Eg vil søkja tað enn eina ferð.
(Orðt. 23:29-35 FKJ)

Bøn fyri Glyvra missiónshúsi, og øllum ørum samkomum í Føroyum (ð)

Tað er merkisvert, at samstundis sum tey í heiminum verða meira og meira ørkymlað, hvat kyni og hjúnabandi viðvíkur, so er tað, sum Guðs orð kallar einarkonumaður, vorðið kona í Guðs meinigheit. Hetta var ikki soleiðis, tá ið eg var tannáringur.

Hvør andi, ið hevur flutt Guðs meinigheit síðstu tíggju árini, og nú ger seg galdandi, er ikki ringt at síggja: tað er heimsins og djevulsins reyðsokka og sodomu andi.

Vendið tit tí um til Guðs orð.


Bøn fyri Glyvra missiónshúsi

Harri, eg biði fyri Glyvra missiónshúsi, at tú mást geva teimum andligan vísdóm og Guðsótta til grundleggjandi at vilja stjórna tíni meinigheit soleiðis sum títt orð sigur í I. Timotheus 3 og Titus 1, at hirðin/biskupurin/umsjónarmaðurin er einarkonumaður, og haravleiðandi má vera maður (ikki kona), og at menninir mugu mennast andliga og manna seg upp, taka sítt pláss og gerast elstar (ikki “stýrislimir”). Harri, tú gavst okkum hirðar, sum eisini Ephesus 4:11 sigur; má títt fólk tí loksins fara at skilja, at meinigheitin er tín, og tín grundlóg er títt orð einans (FKJ), og at “formann”, “forkvinnu” og “stýri” hava ítróttarfeløg og talvfeløg, ikki tín meinigheit. Tín meinigheit hevur ein hirða og elstar, sum allir eru menn, tí títt orð talar um teir sum einarkonumenn, og sigur eisini, hvussu teirra konur skulu vera; ja, ápostulin Paulus, sum tú valdi at skriva tveir triðingar av tínum Nýggja Testamenti, sigur enntá í I. Timotheus 2:1114 og I. Corinth 14:3438 FKJ, at hann gevur ikki kvinnu loyvi at frálæra, men at vera í kvirri osv. Mugu menninir í tíni meinigheit hava vilja í hjartanum til at akta tínar forskriftir, taka sítt pláss, og ikki eftirlíkna heiminum og heimsins anda, men bara akta títt orð; serliga teir, sum prædika tað. Harri, mær noktaðu tey at prædika, tí at konan rýmdi, og eg kann altso ikki lurta eftir monnum, sum grundleggjandi ikki vilja akta tínar mest greiðu forskriftir. Harri, veit teimum, at teir mugu gevast at hava eitt vont hjarta so sum Áhab og Barak, sum lótu stýringina, sum tú hevur litið monnunum upp í hendur, yvir til tað veikara kerið, sum tú als ikki loyvir í tínum orði, ikki eingong heilt frá byrjanini av, sum vit síggja í I. Mósebók 3:16. Men, Harri, eg biði um, at teir mugu fáa Guðsótta í hjartað, og biva fyri tínum orði. Harri, fyrigev teimum, at tey hava hildið seg kunnað stýrt tíni meinigheit eftir heimins endatíðar tíðaranda røddum, og ikki eftir tínum klára orði. Mugu teir og tey øll geva seg undir teg, og teg eina, og sýna tað við at akta títt orð. Harri, tú minnist seint í 1980’unum, tá ið eg og Álvur tosaðu við Jacob (og Sørin) um hví tað bara vóru menn, sum vóru hirðar (tey kalla teir so verðsliga fyri “formenn”), og hví tað bara vóru menn, sum vóru elstar (tey kalla teir so verðsliga fyri “stýrislimir”), og teir søgdu, at tað var tí, at tað stóð klárt skrivað í hirðabrøvunum (Timotheus og Titus), at soleiðis skuldi tað vera. Harri, fyrigev teimum, at tey spotta ta Bók, tú so klárt baðst meg týða; og at tey spotta meg, tað av hjarta fyrigevi eg teimum. Gev teimum øllum av tínum Anda til tess at akta títt heilaga orð, og trúliga møti upp til bíbliutímar at læra títt orð væl og rætt. Harri, gev teimum vísdóm at skipa meinigheitina, velja mannligan Bíbliukønan hirða/pastor og innseta mannligar gudiligar elstar. Harri, eg havi hesa neyð fyri teimum, tí tá ið tey kunnu stýra uttan at óttast teg og títt orð í dag, og tá ið tey enntá brúka hatta tey kalla Nýggi Sáttmálin, hvar kunnu tey so verða gliðin til um nøkur ár, undir hálum og sleiskum bispi og prestum? Harri, eg tori ikki at hugsa um, hvar tey kunnu enda, og hvørja villu tey kunnu verða villleidd út í, í hesum andstyggiligu sodomittasignara tíðum. Harri í himni, varðveit títt fólk, enntá framat komu kongadømis tíns. Harri, fyrigev teimum, at tey fara allarhelst ikki at móttaka hetta, men bara halda fram at flenna og spotta, tí, sum tað var á døgum Ezekiels og eisini á døgum Stephans, so er hetta eitt fólk við hørðum svíra, sum altíð stendur ímóti Halga Andanum, og bert vil hoyra tað, sum kjøtið tolir. Faðir, hoyr mína bøn, í várs Harra Jesu navni. A´-men.

Eyðmúkiliga, og í ótta fyri tínum orði einans, so sum við Esaiah 66:5 tú á sinni meg lærdi,
Sjúrður-FKJ-Højgaard.

(Koyrt í postkassan hjá øllum spottiligum í “stýrinum” 22. November 2018.)


Klaga um Svartalíð, send gullskrýdda mannsleikjandi smílaranum, Jógvani sodomubispi


TYGARA LÁGVIRDA HELVITISSEMI, JÓGVAN SODOMUBISPUR

Hóast eg ikki longur eri fólkakirkjufólk, og verði aldri aftur — av teirri dýrdsomu grund, at eg havi doypt meg við røttum Christnum dópi, undir vatn, og eri harvið skilstur frá Católsku skøkjuni og døtrum hennara — má eg við suffi, og av miklari hjartaneyð, skriva til tygara, harra sodomubisp, um, at tygum eiga ein pestsligan felaga, ein ringan prest, her inni á Skálafjørðinum.

Orsakað av, at eg havi tosað við blindar kirkjutrúgvar her um leiðir, sum enn fáa seg til at sita undir falsboðan Svartalíðs, men sum altso eru frelstir menn, men  við suffandi hjarta og trillandi tárum kæra sína neyð um, at hann ferð eftir ferð boðar ramastu falslæru frá talarastólunum í Rituvíkarar og í Glyvra kirkju fyri góðtrúna bygdarfólkinum, noyðist eg at bera fram klagu til tygara, — allar ramasta sodomubisp, — at her ruggar ikki rætt. Hetta má gerast, hóast eg satt at siga væl veit, at tú ert fult kunnugur um hesar lutir, eisini um Baals prestinnuna í Fuglafirði, frøkun Anne-Jeze-Mette-Bel, hvørja tygum enntá vardu í 2013, (tá ið eg í talu flongdi hana av við berari reyv), og tygum tá vildu hava meg settan fastan fyri at hava kravt av trúgvandi kirkjufólkinum í Fuglafirði, at tey skuldu tveita hana út úr kirkjuni, høvd og hala, tí hon er vissuligani ein villleiðari av ringastu sort, hvat eisini tað ber klár boð um, at hon tá á undanfarnu Ólavssøku hevði hildið almennan fyrilestur í norðurlandahúsinum um, at hon vildi at sodomittar skuldu kunna giftast osv. Ikki hava tygum koyrt hana frá, og tað vita vit síggjandi í landinum, at tað fara tygum heldur ongantíð at gera, tí vit varnast, at tygum eru av sama lortasliga, sodomittiska slagi sum hon er, ella rættari sagt verri, tí tú situr í gullskreytseymaðari bispakápu, og hevur vald at koyra hana frá, men gert tað ikki. Væl vita tygum, harra sodomubispur, at mín tala ímóti tiltiknu prestklæddu kvinnuni var ikki ein áheitan um nakað dráp; og at teksturin, sum eg las, Opinberingin 2:18—29 FKJ, er Jesu egnu orð um hvussu hann (ikki eg) dømir svikaprophetar. Hetta var altso ikki mín persónliga hóttan um nakaðsumhelst, og tað dugdu øll, sum eg tosaði við á tveymanshond, at síggja. Málið varð skoðað av løgfrøðingum, ið vórðu settir á málið, og teirra úrskurður var, at har var einkið at koma eftir. Tá høvdu fjølmiðlarnir og bispur sitið í útvarpi og kallað meg Breiðvík og Hitler í eina heila viku, uttan at hava grein í nøkrumsumhelst. Har komu tínir dimmu litir fult fyri dagin, at tú arbeiðir fyri Satan, ikki fyri Guð; at tú í hjarta stýrir Føroyum út í sodomuólevnað, og ávarar ikki fólkið ímóti tí Guðs dómi, sum vissuliga vil raka tey.

Men tað, sum eg nú vil koma inn til, er, at suffið hjá blindu kirkjugangarunum her inni á skálafjørðinum um Hr. Svartalíð man brátt vera rokkið til himins. Fyri rúmum ári síðani helt hann eina av sínum svikaprophetsrøðum í Rituvíkar kirkju, har hann segði, at hann ynskti at síggja í verki eitt “ælabogasamfelag”, har vit “høvdu rúm fyri øllum, enntá satanskirkjum. Hetta er so púra burturvið, og so eyðsæð ikki Guðs vilji, tað veit ein og hvør frelstur; tí vit frelstu ynskja bara at síggja kongadømi Guðs komið við kraft, og Satans ríki yvirvunnið og útruddað. So, fyri umleið tveimum vikum síðani, segði hann, at “tey, sum doyggja, mugu ígjøgnum skerseldin í eina tíð, at reinsa óreinleikan av sær.” Hetta er Católsk, satanisk falslæra, harra sodomubispur, sum kemur úr apocryphiskum bókum, sum ikki eru Guðs orð. Bíblian lærir ikki um skerseld, men um himin og helviti, og hvørki av teimum boðar hesin tín pestligi prestur. Ein prestur, sum væntar at fara í “skerseldin”, tá ið hann doyr, fer í veruleikanum hvørki hagar, ella til himins, men í helviti; so hetta er í veruleikanum ein váttan og vitnisburður út úr egna munni Svartalíðs, at hann er ikki eitt Guðs barn, men Satans, hvat vit mong longu vitstu heilt væl. Hetta er so út av lagi ringt, at eg kann ikki annað enn kæra Meinhard svikaprophet Svartalíð til hans hægsta myndugleika, sjálvt um — sum longu sagt — tað ikki nyttar eitt einasta petti, tí hans hægsti myndugleiki er ikki petti Gudiligari enn hann er. Men, so havi eg hóast alt gjørt mína skyldu. Ikki má eg gloyma, at Svartalíð eisini lifrar fyri ikonunum hjá orthodoxu avgudamussarunum, og vildi gjarna sæð tað innført her hjá okkum. Lat meg siga sum er, at tað finst ikki eitt einasta halgimenni: bara frelst og ófrelst fólk, sum annaðhvørt fara til himins, ella í helviti. Øll frelst eru heilag og fara til himins, ófrelst eru vanheilag og fara í helviti (ikki skerseld). Ein lifrari fyri ikonum er vanheilagur, ófrelstur; prestakragi ella ei, klovnaklæðir ella ei; prestaprógv ella ei; tað er líkamikið!.

Ófatiligt var tað at lesa í einum dagblaði í 2016, har tygum vórðu endurgivin fyri at siga, at tygum “høvdu stóra virðing fyri stríðnum hjá teimum “samkyndu””. Altso, at tygum skulu fáa tygum at siga slíkt, tað gongur framvið mítt vit og skil; tá ið eg hugsi um, at tey stríðast fyri, at teirra SYNDALÍV skal blástemplast av landsmyndugleikunum og samfelagnum sum heild. Hevði Pætur virðing fyri stríðnum hjá bersyndigum fólki fyri at liva áfram í síni synd? Nei!. Hevði Paulus? Nei!. Hevur Jesus? Nei!. Og tey gevast ikki, fyrr enn tey verða gift av fólkakirkjuni (statskirkjuni,— ikki kirkju Jesu Christs), so sum vit hava sæð í øllum londunum íkring okkum. Slíkt er ikki gifta undir ella av Guði, men undir og av djevlinum, tað vil eg so beintframliga siga tygum, harra sodomubispur.
Annars er eingin “samkyndur”. Tey eru SODOMITAR, einkið annað enn bara tað; og almáttugi Guð hevur andstygd fyri tí; og tey hava kós í helviti. (Les I. Corinth. 6:9 FKJ).

Vælsignað er tað, at vera undir Harranum Jesusi Christi einans, at hava hann sum sín einasta prest, enntá sín høvuðsprest, sín einasta millumgongumann ímillum Guð og menn, og at vera atskildur frá hasi stóru skøkjukirkjuni — Católsku gelluni, men eisini Luthersku kirkjuni, sum í 1992 undirskrivaði eitt concordat við skøkjuna í Róm um, at munirnir, sum uppstóðu undir reformatiónini, nú eru útjavnaðir tykkara millum. Well, so hevur onkur givið eftir, og tað er ikki Católska skøkjan, tí seinna vaticanráðið viðtók alt, sum fyrra ráðið hevði avrátt, millum annað tað, at um nakar váttar, at hann er rættvísgjørdur við trúgv eina, uttan gerningar, so veri hann anathema (bannaður). Vaticanið broytir arbeiðshátt og masku, men hennara hjarta er altíð hitt sama.  Eg havi so sanniliga munir við báðar tykkum verðsligu gellur, sum í dag horast við heiminum, og skeinkja heimin druknan við tykkara hordómsvíni, sum er tykkara transsubstantiatións-falslæra (gylti kalikurin í hond skøkjunnar, sí Opb. 17:4) — at tit eta Jesu likam og drekka Jesu blóð bókstavliga við altarborðið. Pávin er enn sjálvasti anti-christ, teir kalla seg VICARIUS FILII DEI, sum, tá ið tú telur saman latínska talvirðið á bókstøvunum, gevur seks hundrað og trísinstrúgu og seks. Og so tola tygum og loyva bæði sodomulifrandi prestar, og eisini prestar sum læra ramastu Católska falslæru, so sum skerseld. Tað sigur okkum síggjandi alt sum vit hava brúk fyri at vita um tygum, og allar tygara undirsáttar. Eg gloymi ikki heldur, tá ið tygum innsettu tveir prestar fyri ári síðani, og tygum søgdu: Tit mugu vera undirgivnir fyri landsins lógum, so løgdu tygum afturat: ØLLUM landsins lógum. Vit VITA, hvat tú meinar við, tín helvitis svikaprophetur: at tá ið landið fer at krevja, at teir skulu víga sodomittar, so skulu teir lýða landið. Tí ert tú ein helvitis falslærari, ein úlvur í seyðaskinni. Ikki bannist eg, men sigi einfaldliga, hvat tú í verandi óumvenda, bræsna líki ert. Má Harrin Guð í himni hyggja niður til tygara, Jógvan Fríðriksson, og døma tygum skjótt og rætt, samsvarandi við tíni verk; í Jesu Christi navni, Ā’-mên.

Ja, vælsignað er tað, at vera atskildur frá bæði páva og bispi og tykkar altarborði, tykkara nýføðingaáslettingarfalslæru, falslæru um frelsu í dópi, transsubstantiatión í altarborðinum, universalismu, lifran fyri Róm osv. Hvørki pávi ella bispur hava nossir ella rygg til at standa við sannleikan og gera og siga tað rætta, men eru tveir útforhálaðir reyvrendir mannsleikar, hvør verri enn annar, og ynskja menn, sum siga sannleikan, í sama stað sum yvirvøldin tá koyrdi prophetarnar, Jesus, og ápostlarnar, — í fongsul — fyri at siga tykkum sannleika Guðs orðs.

At tit skulu ditta tykkum til at geva hatta sataniska lortið, sum tit kalla “Nýggi Sáttmálin”, út, og tað á sjálvasta trúbótarárinum, tað er altso toppmált!. Ein leyslig kanning vísti, at Jesu blóð manglar ferð eftir ferð (sjálvt í I. Jóh. 1:7); Ísrael manglar ótalligar ferðir; orð sum blóð, krossur og deyði eru skiftivís útilatin, umbýtt og broytt; orðið ápostul er tveitt burtur; helviti er broytt til deyðaríki (sum er eitt Grikskt mytu-orð), osv. osv. osv. Har er, snøgt sagt, einkið fantilsi á!!! Men, Guð havi lov, Guðs sanna orð kom út sama ár, 2017, í heilum líki: Guðs sanna orð: Føroyska King James. Hana lesa vit, hana elska vit, hana brúka vit, alt meðan vit skeina okkum við øllum tykkar alexandrisku perversjónum, bæði Dahls, Victors, og Tróndheims, og skola tað so niður til helvitis.

Lovaður veri Guð, Faðir várs Harra Jesu Christs, sum varðveitir sína sonnu kirkju gjøgn váðasomu vøtn endatíðarinnar, heilt inn í sína himinsku dýrd og kongadømi sítt.

Vei teimum sum kalla ilt gott, og gott ilt; sum seta myrkur fyri ljós, og ljós fyri myrkur; sum seta beiskt fyri søtt, og søtt fyri beiskt.
(Esaiah 5:20 FKJ)

Álvarsamligani, við dukandi hjarta og rúkandi nøs, tí enn er dómur ókomin; so enn má man ávara, fleingja, og so inntreingjandi rópa: Vend um!
Sjúrður Højgaard.

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×