Hvørjir eru Palestinararnir?



Um tú ert so vísur í, at landið “Palestina” gongur aftur ígjøgnum tað mesta av skrásettu søguni, so vænti eg, at tú ert førur fyri at svara nøkrum grundleggjandi spurningum um landið “Palestina”:
1) Nær varð tað grundlagt, og av hvørjum?
2) Hvørjar vóru tess greinsur?
3) Hvør var tess høvuðsstaður?
4) Hvørjir vóru tess høvuðs býir?
5) Á hvørjum hvíldi tess búskapur?
6) Hvørja stjórnarskipan hevði tað?
7) Kanst tú nevna minst ein leiðara áðrenn Arafat?
8) Varð Palestina nakrantíð viðurkent av einum landi, hvørs tilveran, á teirri tíð ella nú, útilokar allan iva og tulking?
9) Hvat var tungumálið hjá landinum Palestina?
10) Hvør var ráðandi trúgvin í landinum Palestina?
11) Hvat var tess gjaldoyra? Vel onkra tíð í søguni og sig okkum hvat gjaldoyrisvirðið í Palestinska gjaldoyranum var í mun til Amerikanska dollaran, Týska markin, Bretska pundið, Japanska yenin, ella Kinesiska yuanin um tað mundið?
12) Eftirsum at tað ikki finst nakað slíkt land í dag, hvat voldi tess falli og nær hendi tað?

Tú harmar lágu støðuna hjá eini einaferð stoltari tjóð. Vinarliga sig mær, júst nær var tann tjóðin stolt og hvørjum var hon stolt av?


(Hesir rannsakandi spurningar eru týddir eftir tí, sum hann, ið legði hetta video út, skrivaði).

Flótti merkir flýggjan, ikki flóttafólk


“Teir róku fíggindan á flótta”.
(Hetta er vanligt og gott Føroyskt mál).

Altso: At reka á flótta; tískil sigur man: Ein flótti, og tað merkir ein flýggjan.
Dømi: Hatta var ein torførur flótti hjá flóttafólkunum úr Sýriu.

At brúka orðið flótti fyri flóttafólk er aldeilis feil. Flóttafólk er flóttafólk; men ein flótti er ein flótti, sum altso merkir ein flýggjan. Bæði á Føroyskum og á Íslendskum er hetta soleiðis. Tíðindafólk og sokallaðir málfrøðingar klára aldri at lata nakað vera í friði; tey halda, at hatta ger málið smidligari, at man styttir eitt annars heldur langt orð; men nei, hatta er grundleggjandi rangt, tí, sum sagt, so merkir flótti longu flýggjan, og tí ger hatta, at málið kemur í stríð við seg sjálvt. At gera ting eins, sum ikki eru eins, er aldri gott, eiheldur er tað vísdómur.

Ein flótti merkir altso: Ein flýggjan.
Einkið annað.

Eg komi ALDRI at brúka orðið flótti fyri flóttafólk. Flótti merkir flýggjan, als og púrteinkið annað.

Sprotin lærir tykkum annars rætt (í hesum føri):
Flótti: tað at flýggja, flýggjan, rýming, vera á flótta; (bíbl.) hann rak synir sínar á flótta.

Íslendsk-Ensk orðabók sigur:
Flótti: Flight, escape.

Men, hesi tingini vitsti eg longu hugskygt (intuitivt). Hatta skurraði fyrstu ferð eg hoyrdi hatta, og skurrar enn, tí hatta ER so dundrandi rangt!.

Spyr Hammershaimb, ella Dr. Jacobsen, um flótti merkir flóttafólk, og teir høvdu svarað: Nei, góði.

Tit, sum støðugt róta í málinum, eru nøkur róthøvd, sum mala alt í ein vitleysan ellubita. Tit mala ikki meg. Eg havi nevniliga føtur undir mær, og virkandi knokk uppiá kroppinum.

Altso:
Flótti = flýggjan
Flóttar = flýggjanir
Er tað sivað inn?

Um ikki, so gevi eg teg upp til tína fáfrøði.
Annars er ikki nógv vón um at fólk, ið heldur, at maður kann kallast kona, og at tvey av sama kyni kunnu mynda hjúnarband, nakrantíð skal kunna hava nakaðsumhelst skil í ovastu hædd, eiheldur nakran hjartavísdóm.
Skralltómt devulrent pakk, við tilformyrkjaðum sinni. Ongan logikk.


Av tí at, tá ið teir kendu Guð, dýrðmettu teir hann ikki sum Guð, eiheldur vóru takksamir; men gjørdust fáfongdir í sínum ímyndanum, og teirra fávitskuta hjarta varð myrkjað.
Váttandi seg sjálvar at vera vísar, gjørdust teir dárar,
(Rómverjabrævið 1:21—22 FKJ)


Og fimm av tykkum skulu elta hundrað, og hundrað av tykkum skulu senda tíggju túsund á flótta: og tykkara fíggindar skulu falla frammi fyri tykkum við svørðinum.
(Leviticus 26:8 FKJ)

Dahl og Viderø hava somu vitan í síni málsligu skjáttu:
Hvussu skuldi ein elt túsund, og tveir rikið tíggju túsund á flótta, um ikki klettur teirra hevði selt teir, og Harrin givið teir upp?
(5. Mós. 32:30)

Tit, sum møsna um flóttar (sum flóttafólk), eru skralltóm.
Hví?
Tí Satan, og Javnaðarflokkurin, og Framsókn, og Tjóvaharraveldisflokkurin, fura tykkum aftanífrá, bæði uppá sinn og skinn.
Fý for den vitleysi stinkur, ovast til niðast, tvørturígjøgn. Tríggjar ferðir um dagin – morgun, nón, og kvøld, verða tit sodomiserað og myrkjað, – gjøgn handan marxist-socialistiska KynsVillingarstovn Føroya, KVF.

Gev mær kraft!


Beintframligani og beint framaná,
Sjúrður-FKJ-Højgaard

Tá ið Guð lær



Hann, ið situr í himnunum, skal læa: Harrin skal halda teir fyri gjøldur.
(Psálmur 2:4 FKJ)

Guð kemur óivað at læa eftir mongum ið spottaðu og flentu eftir T’num í endanum á sagnorðum í øðrum persóni eintal, nútíð og tátíð, í Føroysku King James, og sum søgdu at hon tí ikki kundi brúkast. Soleiðis hevur hatta vælsignaða T’ið ta vælsignaðu virkni, at tað skilur tey sum elska og virða Guðs orð frá teimum sum ikki gera tað, men spotta og flenna, (og fara á GLS ístaðin). Hvat skuldu vit sitið í somu suppu til?

Tað merkið, sum maðurin, klæddur við líni, skuldu seta á tey sum suffaðu um misgerð Jerusalems, í Ezekiel 9:4, var hebraiski stavurin Tau, sum svarar til okkara T.

Eg beri Guðs T á enni mær.
Bert tú?

P.S. Eitt T er annars sum ein krossur.

Og HARRIN segði við hann, Far ígjøgnum miðjan staðin, ígjøgnum miðja Jerusalem, og set eitt merki uppá ennini á monnunum sum suffa og sum rópa fyri allar tær andstygdir sum verði gjørdar í miðjuni harav.
(Ezekiel 9:4 FKJ)

Ert tú ein av teim fáu ið suffa?
— Suffff!


https://www.youtube.com/watch?v=Si7FiSREOn8

T.D. Jakes er ein talari á GLS 2019.
Tað sigur mær nokk.
Men eg vitsti alt áðrenn.
Guð gav mær eygu.
Hevurt tú?

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×