Vit Christnu hava altíð liðið atsókn, serliga tá ið vit liva rætt; men Guð gevur náði til hvørja tíð og til hvønn tørv



And he said unto me, My grace is sufficient for thee: for my strength is made perfect in weakness. Most gladly therefore will I rather glory in my infirmities, that the power of Christ may rest upon me. 10 Therefore I take pleasure in infirmities, in reproaches, in necessities, in persecutions, in distresses for Christ’s sake: for when I am weak, then am I strong.
(II. Cor. 12:9-10 KJB)

Ja, og allir, sum vilja liva gudiliga í Christi Jesusi, skulu líða atsókn.
(II. Tim. 3:12 FKJ)


Sí EIFAF her >

Hav ikki tú Catolutherskar leivdir frá Bábylon, fá tær Bíbilska trúgv; ver Christi trúgva blúgva frúgv, ikki ein skitin ótrúgv kúgv og súgv; kom trúgv, so tú í himni fært búgv!



Tilognað tilbakarglíðandi, vindriknum catolitherskum pinsum, sum í dag vita hvørki inn ella út, til ella frá, tí teir hava ikki lisið alt Guðs orð í síni heild, bert hoppað frá bommi til ís til kandyfloss; nøkur treisk, býtt ross, avkomið av ekla Úlvinum Ekman og pengagrísinum Kenneth Popeland v.m., allir á veg til Rom at fáa sær meira bomm. Null forstand — annað brand (hopefully plucked from the burning).


Fá tú fingurin út úr nøsini, og tak og les hesar bøkur, og tú verður aldri hin sami:

  1. The Two Babylons
    Proof the Roman Catholic beliefs came from pagan Babylonian religion
    Alexander Hislop
    330 síður


  2. 50 Years in the “Church” of Rome
    The Conversion of a Roman Catholic Priest
    Charles Chiniquy
    1886
    366 síður


  3. Fox’s Book of Martyrs
    The Acts and Monuments
    (Les eina gamla, ikki eina uppdateraða)
    John Fox
    1563


  4. Smokescreens
    Who is the Whore of Revelation: A Biblical and Historical Answer
    Jack T. Chick


  5. The Secret History of the Jesuits
    Edmond Paris
    1983

Einkið kann koma ístaðin fyri sanna frelsu, heldur ikki um man kallar tað lutherskt



Einkið kann koma ístaðin fyri sanna frelsu, heldur ikki um man kallar tað lutherskt, uttan mun til hvussu gamalt tað er, og hvussu nógvir kirkjumenn vóru til staðar á fundinum tá; ella hvør maðurin var sum segði tað, ella hvussu nógvir menn hava givið honum sítt viðmæli upp ígjøgnum øldirnar; nei, grundvøllur hins frelsta er Guðs orð aleina, og Guðs orð er King James Bíblian, ikki okkurt alexandriskt pjatt av onkrum gnostiskum handriti frá fjórðu øld sum vaticanið hevur í varðveitslu.

Breyðið og vínið eru súmbolsk, Jesus Christus persónliga er substansurin; et HANN, og tú ert Christin; et breyðið og tú ert ein avgudadýrkari



Breyðið er súmbolskt um Jesu likam, vínið súmbolskt um Jesu blóð. Harrans borð er ikki kanniBAALisma. Católska messan er, og tey eta sólgudin Horus. At eta breyðið, er altso ikki at eta Jesus. At eta Jesus er at møta honum og taka ímóti honum persónliga. Hareftir etur tú breyðið í endurminning um hansara offur. At eta hann viðvarandi, er so at eta og fylgja og liva av hansara orði. Ger tú tað, og halt teg langt burturi frá Catolutherskari pátrúgv, kanniBAALismu, og avgudadýrkan.

– Og við Harrans borð drekka vit ikki sprutt Satans. Vit drekka víndrúvusaft.

Ikki hóskiligt at lýsa neyðtøku niður í smámunir í almennum útvarpi


Góðu tit á KVF.

Eg haldi ikki, at tað er hóskiligt, at fáa slíkar grafiskar lýsingar um tríggjar pervertar, sum neyðtóku eina neyðars seytjan ára gamla gentu í havnini. Yvirskriftin skuldi sloppið at staðið fyri seg. Hon segði nokk. Grafisku detaljurnar vóru fullkomiliga óhóskiligar at verða varpaðar í almennum úrvarpi, og tað enntá í sunnudagsdøgverðatíð. Góðu kunnu tit ikki hugsa tykkum betri um, hesum viðvíkjandi.

Eftir míni metan eru tvey ting, sum almennir miðlar ikki eiga at lýsa út í æsir, tað er morð og siðamisbrot, tí at tað veika sinnið orkar ikki at fáa slíkt gjølla lýst; tú plantar myndir í teirra huga, sum vilja órógva tey og kunnu freista hin veika út í tað sama, til dømis í rúsaðum tilstandi. Slíkt verður altso fremjandi, ikki doyvandi. Skilji tann, ið kann.

Sjúrður.

(Sent til KVF og VP, 23. februar).

Micah 5:2; goings forth/faringar fram (KJB/FKJ) vs. origin/uppruni/upphav (NIV/Dahl/Victor)


https://youtu.be/yQkQzyjMz2A

Hebraiska orðið fyri “faringar fram“ kemur fyri uml. 1000 ferðir í GT, og er tá altíð týtt sum útgongd/fara út/fara fram, ikki sum uppruni/upphav. Dahl og Victor læra, at Jesus hevur eitt upphav, t.e. byrjan, sum merkir, at hann er ikki ævigur, og tí ikki Guð. Feysa fakta, tín gelda babsa deyda. FKJ er Guðs orð á Føroyskum, hinar báðar eru tvær sataniskar falsanir, sum av órøttum verða kallaðar Guðs orð.

Hasir kloddarnir læra eisini, at Guð skapti Jesus sum sítt fyrsta verk í forðum, sí Orðt. 8:22. Kallar tú tað eina lítla nuansu, so sigi eg tær, at tú ert devulrendur, kúbýttur í høvdinum, og hjartasvartur. Altso stórliga manglandi í ovastu hædd, mittastu, og, hmm, eisini niðastu. Ein geld, hampilig babsanissa. Spillnakin. Á tann dýrd. Á teir einglar. Á tann dýrdmikli andligi arvur tykkara einglamaður gav tykkum, samkoplað við osandi falslæru.

Tú kanst altso standa og tala úr eini Dahls ella Victors bíbliu og siga, at Jesus hevur ein uppruna, at hann er skaptur, og læra tað sum reint faktiskt stendur skrivað. Og tað havi eg SÆÐ tríggjar ferðir. Hugsa um tað í trý ár, fá tær eitt livandi, erligt og sannleikaelskandi hjarta, og vend um, tín hyklaranissa. Trumm trumm. Bumm bumm.

Hvør er svakur? Hmm?

Fakta stendur, at Hebraiski teksturin sigur IKKI upphav ella uppruni, hann sigur faringar fram.

Guðs Bók er søt og beisk; so skil og góðtak tað, og et upp!



8 And the voice which I heard from heaven spake unto me again, and said, Go and take the little book which is open in the hand of the angel which standeth upon the sea and upon the earth.
9 And I went unto the angel, and said unto him, Give me the little book. And he said unto me, Take it, and eat it up; and it shall make thy belly bitter, but it shall be in thy mouth sweet as honey.
10 And I took the little book out of the angel’s hand, and ate it up; and it was in my mouth sweet as honey: and as soon as I had eaten it, my belly was bitter.
11 And he said unto me, Thou must prophesy again before many peoples, and nations, and tongues, and kings.
(Revelation 10:8-11)


Moreover he said unto me, Son of man, eat that thou findest; eat this roll, and go speak unto the house of Israel.
2 So I opened my mouth, and he caused me to eat that roll.
3 And he said unto me, Son of man, cause thy belly to eat, and fill thy bowels with this roll that I give thee. Then did I eat it; and it was in my mouth as honey for sweetness.
4 And he said unto me, Son of man, go, get thee unto the house of Israel, and speak with my words unto them.
(Ezekiel 3:1-4)

Eitt fløvandi teldubræv (navnið afturhildið)


Til Vevstjóran

Eg vil fegin siga takk fyri Føroysku King James Bíbliutýðingina, ið eg eri farin at brúka í staðin fyri týðingina hjá Victor Danielsen, ið eg annars kenni frá barnsbeini av.

Mær dámar serliga væl tann meiri hátíðarliga dámin, ið brúktur verður, eins og eg havi vant meg við víðkaða hugsháttin í hesi týðingini.

Takk fyri!

Samstundis fari eg at spyrja um tað er møguligt at fáa eitt eintak av Bíbliuni afturat. Eg tosaði við mammu nú ein dagin, og segði henni, at eg lesi mest í hesi útgávuni. Hon fann ikki sítt eintak av hesi Bíbliuni, helst hevur hon givið onkrum hana.

Um tað ber til, so taki eg fegin ímóti einum eintaki á: adressa.

Blíðar heilsanir
——————–.

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×