FKJ húsmøti, 29. August 2020

Umvending, trúgv, náði, og frelsa

– Hvussu hanga hesi saman?
– Hvat hvílir á hvørjum?
– Hvat er grundarlagið undir frelsuni?
– Hvat er Bíbilsk umvending?
– Hvussu við dagligari umvending?
– Hvat er keldan í frelsuni?
– Hvør eigur heiðurin fyri frelsu tína?

Rætti Jesus Christus og rætta Guðslæran um hann hanga saman

Rætti Jesus Christus og rætta Guðslæran um hann hanga saman. Sjálvandi.
Um tú og ein annar tosa um onkran persón, og hin hevur 3-4 upplýsingar um viðkomandi, sum ikki eru rættir, so heldur tú, at hann tosar um onkran annan. Sjálvandi.

“Jehova vitni” hava ikki Jesus Christ, tí teirra læra grundleggjandi er ikki røtt um hann.
Mormonarar hava ikki Jesus Christ, tí teirra læra grundleggjandi er ikki røtt um hann.

Teir, sum lúgva, at Jesus Christus er skaptur, tosa um onkran annan “Jesus”, sum ikki er Bíbliunnar Jesus.
Teir, sum lúgva, at Jesus Christus er Faðirin, tosa um onkran annan “Jesus”, sum ikki er Bíbliunnar Jesus.
Teir, sum avnokta tríeindina, hava bæði ein annan Guð og onkran annan “Jesus”, sum ikki er Bíbliunnar Jesus.

Falslærarin William Branham avnoktaði tríeindina og ævigt helviti.

Hvønn gud hava falslærarar?
Teir hava Satan. Jamen, har er jú eingin annar.

Tveir álvarsamir sannleikar

1: Jesus er ævigur, hann er Guð, hann er ikki bara Jesus men Jesus Christus
2: Frelsan hvílir ikki á tíni trúgv ella umvending, men á frelsuverki Christs; trúgv er einfalt álit á fullgjørda verk hans, og umvending er ein hjartaavgerð um at ein vil venda sær til hansara. Daglig umvending er so partur av praktisku halganini; praktisku sigi eg, tí at vit eru halgaðir við trúgv á hann, men hetta eigur eisini at sleppa at eyðkenna okkara náttúru, og er hetta praktiska halganin, tað sum skriftin kallar at arbeiða út sína egnu frelsu, (Phil. 2:12 FKJ); altso er frelsan løgd inn í okkum av Guði, við Halga Andanum, og skal hetta bara arbeiðast út, tað er livast út, tað er bera ávøkst sum samsvarar við umvending.
…..
FALSLÆRUNUM sum siga, at Jesus er fyrsta skaparverk Guðs Faðirs, og at Jesus gjørdist Christus við dóp sín, standa vit staðiligani ímóti.

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×