https://youtu.be/xyfS1PH8h54
Og so hava tit NETFLIX í stovuni, og gjalda pening til hatta, og so kalla tit tykkum trúgvandi?
Eg gavst at hyggja at filmum í 2003. Hatta er SYND frá a til z.
Onga fragd í tí.
Onga!
Hevur tú?
Hmmm?
Og so kallart tú teg trúgvandi?
Hvat eg haldi Hollywood vera?
Satansa næsta hásæti á jørð. Hansara fyrsta er Vaticanið.
Eg sigi um Hollywood so sum Jesus segði um Capernaum: Til himins ert tú lyft upp av endatíðarinnar villleiddu, til helvitis skalt tú stoytast niður.
Amen, amen, amen!
Guðslæran um svørð yvirvaldsins, sum tað undir Guði eigur at revsa illgerð við.
Hvat merkir tað?
Hvussu revsar man við einum svørði?
Tað stendur ikki, at svørðið er til at hótta við, men til at REVSA við.
Hvussu revsar man við einum svørði?
Hmm?
Men yvirvaldið er tó ikki evsta vald. Tað er Guðs tænari. So teir aðalar verða í síðsta enda revsaðir av Guði, hvørt teir tæntu honum í rættvísi, við at revsa illgerarar so sum myrðarar og barnamisbrúkarar, ella um teir revsaðu fólk fyri at hugsa, tosa, og meina ting, sum teimum ikki dámar.
Sjeytalsmynstur sæst í Mazoretiska G.T. tekstinum (Ben Chayyim), Textus Receptus N.T. tekstinum, … og so í King James Bíbliuni. Ikki bara yvirorðnað, men niður í minstu smámunir. Sanna Guðs orðið er gjøgnumsjeyað. Hvat merkir tað? Hvat ber tað boð um?
Ha?
Og hví sæst hetta ikki í Alexandrisku perVersjónunum – hvørki á ella undir yvirborðinum?
Ja hví?
Ja, nú skalt tú sjálvur sleppa at svara.
Er títt svar: Hatta hevur einkið at siga; lat okkum tosa um upprunahandrit …
So venda vit tær bakið og fara at tosa við betri hoyriligar.
Fólk í dag vilja ikki hyggja fakta í eyguni, men vilja heldur droyma um ting, sum ikki eru til.
Sannleikin er, at upprunahandritini eru vorðin til støv. Men vit hava Guðs orð her í dag, ið hvussu er eg. Tríggjar liggja her á borðinum.
Hví er tað, at fólk ikki tola at síggja undursom ting í King James Bíbliuni, sum tað er eyðsæð at bara Guð kundi gjørt, men sum ikki endiliga kunnu vísast í Hebraiskum og/ella Grikskum?
Ja hví?
Kanst tú svara mær tað?
Tí at tey trúgva ikki, at Guð kann gera nakað annað enn geva sítt orð við íblástri eina ferð. At tað skuldi kunnað funnist á alheimsmáli endatíðarinnar fullkomið og varðveitt, júst so sum Guð vildi geva okkum tað, tað streyfar ikki eingong teirra tankar.
Men vit eru mong, sum hava fingið eygu til at síggja, at Guðs fullkomna orð er her í dag, og hvørt mansbarn, sum hevur lært enskt sum sítt annað mál, kann lesa tað.
Sjeytalsmynstrið, sum nú kann ávísast við teldu, men sum áður var goymt, er einans til at staðfesta, at tað, vit kendu í andanum, var satt.
Opna nú eyguni, kom.
Bið Guð bloyta og broyta títt harða, steinrunna vantrúarhjarta. Kom nú.
Altso, sum um Guð hevði givið sítt orð, og so ikki varðveitt tað og givið tað til okkum í einum máli vit øllum kunnu lesa í dag?
Álvaratos. Hvat heldur tú Guð vera?
Hmm?