FKJ húsmøti 29. Apríl 2023

Dømir um orð í Bíbliuni, við alt-avgerandi røttum týdningi


1) Himinin (ikki himnarnar)
Gen. 1:1


2) Sál (ikki skepna)
Gen. 2:7 / I. Cor. 15:45


3) Salving (ikki ovurfiti)
Es. 10:27 / Luk. 4:18


4) Lucifer (ikki morgunstjørnan)
Es. 14:12 / Opb. 2:28; 22:16; Job 38:7


5) Andi Harrans (ikki andablástur Harrans)
Es. 59:19


6) rødd (ikki fleyr)
I. Kong. 19:12 / Hás. 2:14)


7) Sonur Guðs (ikki gudasonur)
Dán. 3:25


8) ferðast til og frá … kunnleiki verða øktur (propheti um síðstu tíð)
Dán. 12:4


9) Éingitni (ikki einborni)
Jóh. 3:16


10) Prophetunum (ikki Jesaja profeti)
Mark. 1:2 / Mál. 3:1 & Es. 40:3


11) Guð (ikki hann)
I. Tim. 3:16


Griðstaðið Golgatha


…….
Síggj, trúgv á, og statt í, Jesu Christi fullgjørda verki og ofri fyri tína synd, og sigri yvir fúrstadømir og máttir, á Golgatha krossi, bæði nú og altíð, og tú ert fríur nú og altíð; og Sátan kann ikki nerta teg.

Bíbliunnar egna Christologi krevur (og lærir), at Jesus varð livandigjørdur av Andanum, (ikki í andanum, ella í anda, ella í Andanum)

https://youtu.be/Jl6y_4FRXr4 Christologiin øll krevur, at Jesus varð livandigjørdur av (ikki í) Andanum. Andin gat (1), salvaði (2), og lyfti Jesus til himins (4); og tað var tí eisini Andin sum livandigjørdi Jesus (3). At Jesus varð livandigjørdur av Andanum er Bíbilsk læra sum heild, tí at Rómverjabrævið 8:11 lýsir tað heilt greitt. At Jesus varð livandigjørdur “í andanum”, ella “í anda”, er fremmand læra, tað eigur ongan “tvilling” í skriftini, og tað lænir trúvirði til ta falslæru, at Jesus doyði andaliga: tí at tað, sum skal livandigerast, má sjálvandi doyggja fyrst. Jesus doyði likamliga. Guð doyði ikki, eiheldur Sonur Guðs. Menniskjusonurin doyði, tað er, maðurin Jesus Christus. Jesus er sannur maður og sannur Guð. Ein partur doyði jú. Hvør partur? Ikki Guð, tí at Guð kann ikki doyggja, eiheldur føðast. So maðurin (I. Tim. 2:5) Jesus Christus doyði. Tað likamið, sum Faðirin hevði fyribúgvið honum sum offur (Heb. 10:5). Menniskjusonurin doyði, ikki Sonur Guðs. Guð varð ikki gitin, eiheldur føddist Guð. Guð kom!. Tað er Bíbliunnar egna orðalag í I. Tim. 3:16. Falskar bíbliur (NASB/NIV – bygdar á gnostisk handrit úr Alexandriu), læra í Jóhannes 1:18, at Jesus er hin “eingitni Guð”. Nei, hann er hin eingitni Sonurin. Menniskjusonurin føddist, men Guð kom.
Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×