Ein plakat við teimum helstu av hasum saltaðu reformatørunum og teirra reinu Textus Receptus Bíblium

Av pávan-og-til við øllum pávunum.
Jesus Christus er einasta høvur kirkjunnar: tá, nú, og altíð.

.. Satan sjálvur umbroytist yvir í ein ljóseingil (II. Cor. 11:14), – og Pávin letur seg í hvítt fyri at síggja út sum um hann er Jesus; men hann er í veruleikanum proppfullur av Satan.

.. Og tað fer heimurin at síggja, ongantíð betri enn nú, ja, innan ørskamma stund.

Nú, fyri fyrstu ferð í 500 ár, er pávin ein “Jesuitur”.


Nú mugu Christin gera seg klár til at missa høvdið.
Eg eri klárur.
Ert tú?
> Hygg eftir hesum, og skil hví eg IKKI ríði á hasum Fjesbukkinum hjá NWO >

Tín størsti fíggindi var og er Vaticanið, Jesuitarnir, CIA .. komandi heims politiið.

JFK var tann síðsti heiðurssami Amerikanski presidenturin: restin hava verið dukkkur (við trimum k). Hvør var okkara síðsti løgmaður?

Amerika er líka við at fara oman somu myrku gøtuna, sum Hitler leiddi Týskland niður eftir mitt í 1930’unum.
Síðsta heyst FORBANNAÐI eg høgt og heilagt føroysk landsstýrisfólk og løgtingsfólk, ja, tað gjørdi eg altso veruliga við teir helvitis hundar sum ræna tey sjúku, fátøku, gomlu og tey veiku í hesum landinum.
Dómurin omanyvir teir eru longu byrjaður.
Má Harrin avdúka allar teirra grellu lygnir, stuldur, hundrað túsunda króna flytingar undir borðið, og knúsa hvønn óreiðiligan høgt standandi pengagrískan, devulstýrdan rev sundur, ja mylja teir allar í støv, og lata teir fúka sum bos fyri vindinum. Mugu allir, sum gera slíkt, koma skramblandi niður, og skríða sum ormar í landinum restina av sínum lívi, hvørt teir búgva í Havn, í Suðuroy, Klaksvík, ja, ella enntá í Runavík. Korruptión skulu vit ikki styðja, tola, ella velja aftur.
Og mugu so tey eyðmjúka eiga hetta landið.
Vælsignað eru tey eyðmjúku:
tí tey skulu arva jørðina.
( St. Matth. 5:5 FKJ )

Skal nú Lindar vatnið skíra grumsast av Rom?

 
 
Pávarekkjan (ALTÍÐ í hvítum klæðum, – fyri at tøla tykkum):

OG eg sá tá ið Lambið læt upp

eitt av innsiglunum, og eg
hoyrdi, sum var tað ljóðið av toru,
eitt av hinum fýra djórunum sigandi,
Kom og síggj.
2 Og eg sá, og sí ein hvítur
hestur: og hann sum sat á honum
hevði ein boga; og ein krúna varð
givin honum: og hann fór út sigrandi,
og at sigra.
( Opb. 6:1-2 FKJ )
 
 
Opinberingin kapitul 17
Mín einasti Kongur kemur ikki fyrr enn í Opinberingini kapitul 19:

11 Og eg sá himin upplatnan, og
sí ein hvítur hestur; og hann sum
sat uppiá honum varð kallaður
Trúfastur og Sannur, og í rættvísi
dømir hann og førir kríggj.
12 Eygu hansara vóru sum ein
flamma av eldi, og á høvdi hansara
vóru mangar krúnur; og
hann hevði eitt navn skrivað, sum
eingin maður kendi, uttan sjálvur
hann.
13 Og hann var klæddur við einum
kappa droyptum í blóði: og
navn hans er kallað Orð Guðs.
14 Og herliðini sum vóru í
himni fylgdu honum uppiá hvítum
hestum, klædd í fínt lín, hvítt
og reint.
15 Og út úr munni hansara
gongur eitt hvast svørð, at við tí
hann skuldi sláa tjóðirnar: og
hann skal stjórna teimum við einum
stavi av jarni: og hann treður
vínpressuna av grimmleikanum
og vreiði Almáttugs Guðs.
16 Og hann hevur á kappa
sínum og á lend síni eitt navn
ritað, KONGUR KONGA,
OG HARRI HARRA.
( Opb. 19:11-16 FKJ )

Reiðmaðurin í kapitul 6 hevur EINA krúnu og ein boga (crucifix)
Reiðmaðurin í kapitul 19 hevur MANGAR krúnur og eina skikkju, droypta í blóði.

Eftir reiðmanninum í kapitul 6 fylgja kríggj (Opb. 6:4), hungursneyð (Opb. 6:5-6), deyði og HELVITI (Opb. 6:7-8) (har eri eg altso IKKI við!!)
Eftir reiðmanninum í kapitul 19 fylgja himins herlið (har eri eg við!!)

Reiðmaðurin í kapitul 6 er altso IKKI tann sami sum reiðmaðurin í kapitul 19

Reiðmaðurin í kapitul 6 er altso pávarekkjan.

Reiðmaðurin í kapitul 19 er Jesus Christus.

Hvørjum reiðmanni fylgirt tú?


Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir.
(Matth. 7:16)


Ávøkstirnir av catolisismuni (frá 311 til nú):
Italia, Spania, Norður Írland, Poland, Suður Amerika, Mið Amerkia …
… Tilmunarliga millum tey ringastu londinií heiminum at búgva í: fátækradømi, korruptión, kúgan, kriminalitetur, mafia, crusifix-kyssandi Mariu tilbiðjan í totaaalum miðaldarligum myrkri.
Gjalda fyri messur, at biðja fyri teimum deyðu.
– Ja, kríggj, hungursneyð, deyði og helviti.

Ávøkstirnir av protestantismuni (frá 1517 til nú):
Stóra Bretland, Danmark, Noreg, Svøríki, Týskland, Holland, Norður Amerika …
… Tilmunarliga tey bestu londinií heiminum at búgva í: framburður, tryggleiki, friður, trúarfrælsi, mannarættindi, rættvísi.

Eg fylgi ikki pávunum til helvitis, men havi valt at fylgja Jesusi Christi til himins.

Rom HATAR Guðs orð:
Catolisisma er ikki Bíbliu trúgv, men innantóm sakramentalisma:

Reformatørarnir søgdu:
1: Skriftin eina
2: av náði eina
3: við trúgv aleina
4: á Christ aleina.

.. Her standi eg í lívi og deyða.
.. Boyggi meg ikki fyri nøkrum manni,

.. kyssi ongan ring, ongan skógv.

50 milliónir grundir hjá Lindini, og øllum øðrum, til at kvetta ALT samband við Rom eina ferð fyri allar:

Kallar tú enn catolisismu fyri Christindóm, so ert tú býttur við vilja.

I deny the “Real presence”, so go ahead and burn me, baby.

Føroyar Christnaðar í ár 1000?

In your dreams!

Tríggir fyrrverandi catolikkar (nú frelstir, og rýmdir) skypa saman
(Rættiliga avdúkandi):

Tann skíra King James Bíblian, samsvarandi við Psálma 12:6-7 (KJB)

Guð, sum gav skriftina við íblástri …
 16  Øll skrift er givin við íblástri
av Guði, og er gagnlig til Guðslæru,
til írættasetingar, til rættleiðingar,
til undirvísingar í rættvísi:
( II. Tim. 3:16  KJB )
… Lovaði eisini at varðveita síni orð um ævir:
 6  The words of the Lord are pure words: as silver tried in a furnace of earth, purified seven times.
 7  Thou shalt keep them, O Lord, thou shalt preserve them from this generation for ever.
( Psalm 12:6-7  KJB )

At inna rættvísi og at elska bróður sín eru tveir neyðugir ingrediensir í suppuni

 
 10  Í hesum eru børn Guðs
eyðsýn, og børn djevulsins:
hvørsumhelst ger ikki rættvísi er
ikki av Guði, eiheldur hann sum
elskar ikki bróður sín.
( I. Jóh. 3:10  FKJ )

Guðs børn:

1: Gera rættvísi
2: Elska bróður sín.

Frá beinharðari rættvísi til treytaleyst at elska, enntá fíggindan:
( Tekstur: St. Matthæus 5:19-48 FKJ )

1: Rættvísi (bein harðar gerðir. (Fysiskar gerðir))
 19  Hvørsumhelst ið tessvegna
skal bróta eitt av hesum minstu
boðum, og skal læra menn so,
hann skal verða kallaður hin minsti
í kongadømi himins: men hvørsumhelst
ið skal gera og frálæra
tey, hin sami skal verða kallaður
mikil í kongadømi himins.
 20  Tí eg sigi tykkum, At uttan
rættvísi tykkara skal bera av rættvísi
hinna skriftlærdu og Pharisearanna,
skulu tit í ongum føri ganga
inn í kongadømi himins.
 21 ¶ Tit hava hoyrt at tað varð
sagt av teimum frá gamlari tíð,
Tú skalt ikki drepa; og hvørsumhelst
ið skal drepa skal verða í
vanda fyri dóminum:

2: Firtni og orð (meira andaligar gerðir)

 21 ¶ Tit hava hoyrt at tað varð
sagt av teimum frá gamlari tíð,
Tú skalt ikki drepa; og hvørsumhelst
skal drepa skal verða í
vanda fyri dóminum:
 22  Men eg sigi tykkum, At
hvørsumhelst er vreiður við bróður
sín uttan grund skal vera í vanda
fyri dóminum: og hvørsumhelst
skal siga við bróður sín, Ra´-ca,
skal vera í vanda fyri ráðinum:
men hvørsumhelst skal siga,
Tín dári, skal vera í vanda fyri
hel-eldi.

3: Hjarta motiv
 27 ¶ Tit hava hoyrt at tað varð
sagt av teimum frá gamlari tíð,Tú
skalt ikki fremja hordóm:
 28  Men eg sigi tykkum, At
hvørsumhelst hyggur at eini kvinnu
fyri at girnast eftir henni hevur
framt hordóm við henni longu í
hjarta sínum.

4: Kærleiki #1 (treytaður kærleiki)
 31 Tað hevur verðið sagt,
hvørsumhelst skal koyra burtur
konu sína, lat hann geva henni
eitt skilnaðarskriv:
 32 Men eg sigi tykkum, At hvørsumhelst
skal koyra burtur konu
sína, undantikið fyri grundina av
siðloysi, veldur henni at fremja
hordóm: og hvørsumhelst skal
giftast við henni sum er fráskild
fremur hordóm.

5: Ótti fyri Guði (og praktiskur kærleiki til Guðs)
 33 ¶ Uppaftur, tit hava hoyrt
at tað hevur verðið sagt av teimum
frá gamlari tíð, Tú skalt ikki
forsvørja teg, men skalt útinna
Harranum eiðir tínar:
 34  Men eg sigi tykkum, Svørjið
ikki yvirhøvur; hvørki við himin,
tí hann er tróna Guðs:
 35  Ella við jørðina; tí hon er fótskammul
hansara: eiheldur við
Jerusalem; tí tað er staður hins
mikla Kongs.
 36  Eiheldur skalt tú svørja við
høvur títt, av tí at tú kanst ikki
gera eitt hár hvítt ella svart.
 37  Men latið samskifti tykkara
vera, Ja, ja; Nei, nei: tí hvatsumhelst
er meir enn hesi kemur av
illum.

6: Kærleiki #2
 38 ¶ Tit hava hoyrt at tað hevur
verðið sagt, Eyga fyri eyga, og
tonn fyri tonn:
 39  Men eg sigi tykkum, At tit
geri ikki mótstøðu ímóti illum:
men hvørsumhelst ið skal sláa teg
á høgra vanga tín, vend honum
hin við.
 40  Og um nakar maður vilji
kæra teg hjá løgrættinum, og taka
burtur kyrtil tín, lat hann hava
kápu tína við.
 41  Og hvørsumhelst ið skal
noyða teg at ganga eina míl, gakk
við honum tvær.
 42  Gev honum sum biður teg,
og frá honum sum vildi læna frá
tær vend tær ikki burtur.

7: Kærleiki #3 (treytaleysur kærleiki, enntá til fíggindar)
 43 ¶ Tit hava hoyrt at tað
hevur verðið sagt, Tú skalt elska
næsta tín, og hata fígginda tín.
 44  Men eg sigi tykkum, Elskið
fíggindar tykkara, vælsignið tey ið
banna tykkum, gerið væl móti
teimum ið hata tykkum, og biðið
fyri teimum sum meinfýsnisliga
brúka tykkum, og søkja at tykkum;
 45  At tit mega vera børn Faðirs
tykkara sum er í himni; tí hann
fær sól sína at rísa yvir hinum
óndu og yvir hinum góðu, og
sendir regn á hini rættvísu og á
hini órættvísu.
 46  Tí um tit elski tey sum elska
tykkum, hvat endurgjald hava tit ?
gera ikki enntá tollararnir hitt
sama?
 47  Og um tit heilsi brøðrum
tykkara einans, hvat gera tit meir
 gera ikki enntá tollararnir
so?
 48  Verið tit tessvegna fullkomin,
enntá eins og Faðir tykkara sum
er í himni er fullkomin.

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×