Brúdleypið hjá kongssyninum er fyri hond. Latum okkum vera brennandi og klárar

13 Men eg vildi ikki havt tykkum
at vera óvitandi, brøður, viðvíkjandi
teim sum sova, at tit
syrgi ei, enntá eins og aðrir sum
hava onga vón.
14 Tí um vit trúgva at Jesus
doyði og reis aftur, enntá so teir
eisini sum sova í Jesusi vil Guð
føra við honum.
15 Tí hetta siga vit tykkum
við orði Harrans, at vit sum eru
á lívi, og verða verandi framat
komu Harrans skulu ikki verða
fyrri enn teir sum sova.
16 Tí Harrin sjálvur skal stíga
niður frá himni við einum rópi,
við rødd erka-eingilsins, og við
basúnu Guðs: og hinir deyðu í
Christi skulu rísa fyrst:
17 Tá skulu vit sum eru á lívi
og eru eftir, verða ryktir upp saman
við teim í skýggjunum, at møta
Harranum í luftini: og so skulu
vit ævir vera hjá Harranum.
18 Hvørsvegna troystið hvør
annan við hesum orðum.
( I. Thess. 4:13-18 FKJ )
Bible codes siga, at Jesu afturkoma allarhelst stendur beint um hjørnið.  Alt tó sagt við fyrivarni, men ótrúliga mangt bendir á tað.

Fall USA’s:

Steven de Noon:

Steven de Noon inkryptaður, saman við enda daganna sum “vitni” (ikki harvið sagt eitt av teimum tveimum vitnunum):

Dagur Harrans:

VERIÐ KLÁR HVØNN DAG!

Hatta stinkandi anti-semitiska virusið

35 Thus saith the Lord, which giveth the sun for a light by day, and the ordinances of the moon and of the stars for a light by night, which divideth the sea when the waves thereof roar; The Lord of hosts is his name:

36 If those ordinances depart from before me, saith the Lord, then the seed of Israel also shall cease from being a nation before me for ever.

37 Thus saith the Lord; If heaven above can be measured, and the foundations of the earth searched out beneath, I will also cast off all the seed of Israel for all that they have done, saith the Lord.
(Jeremiah 31:35-37  KJB )

Ein FALSLÆRARI er forbanniligari enn ein gandakallur; tí hann smittar heilar meinigheitir og villleiðir Guðs fólk út av veginum

8 Men tó vit, ella ein eingil frá
himni, prædiki tykkum nakran
annan gleðiboðskap enn tann
sum vit hava prædikað tykkum,
lat hann vera forbannaður.
9 Eins og vit søgdu áður, so
sigi eg nú aftur, Um nakar maður
prædiki tykkum nakran annan
gleðiboðskap enn tann tit hava tikið
við, lat hann vera forbannaður.
( Gal. 1:8-9  FKJ )
Paulus forbannaði ikki gandakallin Elymas; men hasir “extreme grace” falslærararnir og “kristnu darwinistarnir” hava
tvífalt forbannilsi ímóti sær í Guðs orði.
Hví?
Tí teir villleiða Guðs fólk.
Tað ger ein gandakallur ikki.
– Og so siga teir so smoyknir og sleiskir, at Guðslæra ongan týdning hevur, – tú skalt bara elska Jesus.

Fyri at kunna elska Jesus, so mást tú kenna tann sanna Jesus frá einum følskum, og halda hansara boð.
15 ¶ Um tit elski meg, haldið
boð míni.
( Jóh. 14:15  FKJ )
Tilráðing:
Lurta ongantíð aftur eftir tvífalt forbannaðum falslærarum í fínum skartaklæðum og riiiisastórum tannpastasmíli, sum kitla teg sundur og saman við ljúgvandi lyftum um framgongd og onga trongd og burturrykking nærsumhelst áðrenn hin sjeynda lúður við fullum lummum av pengum.
Teirra peningur man glatast við teim.
Tá ið blindur leiðir blindan, so fara teir báðir í … (tú veitst)

Uppreisn LIKAMSINS: tí andi og sál mansins doyggja jú ikki. Ein, ið ikki trýr á uppreisn likamsins, er ikki ein Christin; nei, hann er enntá í syndum sínum alt til nú, – blabrandi í tungum ella ei

1
2
3
4
5

 13  Men um tað veri eingin
uppreisn av hinum deyðu, tá er
Christus ikki risin:
 14  Og um Christus veri ikki
risin, tá er prædikan okkara fáfongd,
og trúgv tykkara er eisini
fáfongd
 15  Ja, og vit eru funnir følsk
vitnir um Guð; av tí at vit hava
vitnað um Guð at hann reisti upp
Christ: hvønn hann reisti ikki
upp um so veri at teir deyðu rísa
ikki.
 16  Tí um teir deyðu rísa ikki, tá
er ikki Christus reistur:
 17  Og um Christus veri ikki
reistur, trúgv tykkara er fáfongd;
tit eru enn í syndum tykkara.
 18  Tá eru teir eisini sum eru
sovnaðir í Christi glataðir.
( I. Cor. 15:13-18 FKJ )
Ein, sum ikki trýr uppá likamligu afturkomu Jesu Christs, kann eiheldur trúgva uppá hansara likamligu himinsferð, og eiheldur
uppá hansara likamligu uppreisn.

Guðs orð sigur, at ein, sum ikki trýr uppá uppreisn Jesu Christs, sum jú var likamlig, ER ENN Í SYNDUM SÍNUM; altso:
ikki frelstur, ikki ein trúgvandi, ikki ein Christin.

Vend tí um til sanna Christna trúgv í dag og fá ævigt lív í fullgjørda verki Christs fyri einkið av náði við trúgv uttan gerningar –
til góðra verka.

Jesus Christus reis upp likamliga (1); fór upp inn í himin likamliga frá Olivinfjallinum (2); og HESIN SAMI Jesus kemur aftur niður á Olivinfjallið likamliga (3)

1
2
3
4
1) Likamliga uppreisn Jesu Christs:
Jóhannes 20:1-9
Jóhannes 20:19-22
Jóhannes 20:26-29
I. Cor. 15:12-15 & 17-18


2) Likamliga himinsferð Jesu Christs:
Matthæus 28:16-20
Markus 16:19-20
Lukas 24-50-52
Gern. Ap. 1:9-11


3) Likamliga afturkoma Jesu Christs:
I. Thess. 4:13-18
I. Cor. 15:50-53
Zech. 13:1 & 6
Zech. 14:4
– sí aftur Gern. Ap. 1:11
13 Men um tað veri eingin
uppreisn av hinum deyðu, tá er
Christus ikki risin:
14 Og um Christus veri ikki
risin, tá er prædikan okkara fáfongd,
og trúgv tykkara er eisini
fáfongd.
15 Ja, og vit eru funnir følsk
vitnir um Guð; av tí at vit hava
vitnað um Guð at hann reisti upp
Christ: hvønn hann reisti ikki
upp um so veri at teir deyðu rísa
ikki.
16 Tí um teir deyðu rísa ikki, tá
er ikki Christus reistur:
17 Og um Christus veri ikki
reistur, trúgv tykkara er fáfongd;
tit eru enn í syndum tykkara.
18 Tá eru teir eisini sum eru
sovnaðir í Christi glataðir.
( I. Cor. 15:13-18 FKJ )
Ein, sum ikki trýr uppá likamligu afturkomu Jesu Christs, kann eiheldur trúgva uppá hansara likamligu himinsferð, og eiheldur uppá hansara likamligu uppreisn.

Guðs orð sigur, at ein, sum ikki trýr uppá uppreisn Jesu Christs, sum jú var likamlig, ER ENN Í SYNDUM SÍNUM; altso: ikki frelstur, ikki ein trúgvandi, ikki ein Christin.

Vend tí um til sanna Christna trúgv í dag.

Christi likamliga uppreisn – og tí eisini okkara likamliga uppreisn – er eitt hitt týdningarmiklasta lyklapunktið í Guðslæru Christs, apostlanna og skriftarinnar. Hann, ið stendur uttanfyri hesa Guðslæru, er einfaldliga ikki Christin.


Og tey hildu áfram støðufastliga
í apostlanna Guðslæru
og samfelagi, og í breyðbróting,
og í bønum.
( Gern. Ap. 2:42 FKJ )

Altso fýra ting:
1) Guðslæra apostlanna
2) samfelagið
3) breyðbrótingin
4) bønirnar


.. men fyrst var altso Guðslæran!
Er Guðslæran virkiliga so týdningarmikil?
Sótu tey virkiliga og terpaðu Guðslæru?


– Ja, hygg bara her, hvat Paulus sigur við unga pastorin, Timotheus:


1) Guðslæran nørir ein trúgvandi upp, t.e gevur vøkstur:

Um tú seti brøðurnar í afturminning
um hesar lutir, skalt tú
vera ein góður tænari Jesu Christs,
nørdur upp í trúar-orðunum og av
góðari Guðslæru, hvarframat tú
hevurt náað.
( I. Tim. 4:6 FKJ )
2) Guðslæran stendur nevnt sum eitt, sum skal serliga gevast gætur eftir!

Gev gætur eftir tær sjálvum,
og eftir Guðslæruni; halt áfram í
teim: tí við at gera hetta skalt tú
frelsa bæði teg sjálvan, og tey sum
hoyra teg.
( I. Tim. 4:16 FKJ )
3) Rætta Guðslæran vísir, hvør ið er ein sannur Christin bróður:

3 Um nakar maður frálæri
øðrvísi, og ájátti ei til heilnæmra
orða, enntá orða várs Harra Jesu
Christs, og við ta Guðslæru sum
er samsvarandi við gudiligleika;
4 Hann er hástórur, vitandi
einkið, men sjúkur eftir spurningum
og orðastríðum, av hvørjum
kemur øvund, stríð, útskeldanir,
óndir illgrunar,
5 Rangvørgir orðadráttir av
monnum av spiltum hugum, og
eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi
at vinningur er gudiligleiki:
frá slíkum hav teg undan.
( I. Tim. 6:3-5 FKJ )
4) Guðslæran stendur fyrst í hesi ramsuni:

10 Men tú hevurt til fulnar kent
mína Guðslæru, lívsførslu, endamál,
trúgv, langmóð, vælvild, tolmóð,
11 Atsóknir, líðingar, sum komu
til mín í An-ti-o´-chi-u, í I-co´-nium,
í Lys´-tru; hvørjar atsóknir
eg útstóð: men út úr teim øllum
Harrin útfríaði meg.
( II. Tim. 3:10-11 FKJ )
5) Guðslæran stendur aftur fyrst í hesi ramsuni:

16 Øll skrift er givin við íblástri
av Guði, og er gagnlig til Guðslæru,
til írættasetingar, til rættleiðingar,
til undirvísingar í rættvísi:
17 At Guðs maðurin má vera
fullkomin, fullvegis útgjørdur at
øllum góðum verkum.
( II. Tim. 3:16 FKJ )


Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×