Tá ið Ísraels børn tilbóðu gullkálvin, tá var dansur, og spæl, og HORDÓMUR; – men tá Guð er veruliga tín Guð, tá situr hann á hásæti hjarta tíns av sonnum

Endatíðar kirkjan er tann Lao-di-ce-an’-ska (1881/1904 til burturrykkingina), sum Guð hevur spýggjandi vaml fyri; hon heldur seg vera ríka og økta við góðsi, men hon er vesæl, ússalig, fátæk, blind, og nakin.
Hon krevur at VERA VANDLÁT (læra seg alvor) og VENDA UM!!!!

1
2
3
4
5
6
7

8

14 Og einglinum hjá kirkju
Lao-di-ce´-ar-anna skriva; Hesar
lutir sigur A´-men, hitt trúfasta og
sanna vitnið, byrjanin til skapan
Guðs;
15 Eg veit verk tíni, at tú ert
hvørki kaldur ella heitur: eg vildi
tú vart kaldur ella heitur.
16 So at av tí at tú ert flógvur,
og hvørki kaldur ella heitur, eg vil
spýggja teg út úr munni mínum.
17 Av tí at tú sigurt, Eg eri
ríkur, og øktur við góðsi, og havi
tørv á ongum; og veitst ikki at
tú ert vesælur, og ússaligur, og
fátækur, og blindur, og nakin:
18 Tilráði eg tær at keypa av
mær gull, roynt í eldinum, at
tú mást verða ríkur; og hvítan
búnað, at tú mást verða klæddur,
og skommin av nakni tínum
birtist ei; og salva eygu tíni við
eygnasalvu, at tú mást síggja.
19 So mangar sum eg elski, teir
átali eg og agi: ver vandlátur tessvegna,
og vend um.
20 Sí, eg standi við dyrnar,
og banki uppá: um nakar maður
hoyri rødd mína, og opni dyrnar,
eg vil koma inn til hansara, og vil
eta náttverða saman við honum,
og hann við mær.
21 Til hansara sum yvirvinnur
vil eg veita at sita hjá mær í trónu
míni, enntá sum eg eisini yvirvann,
og eri setstur niður hjá
Faðir mínum í trónu hansara.
22 Hann sum hevur oyra, lat
hann hoyra hvat Andin sigur við
kirkjurnar.
( Opb. 3:14-22 FKJ )

6 Nú, hesir lutir vórðu fyridømir
okkara, til tess endamáls vit
skuldu ikki girnast eftir illum
lutum, sum teir eisini girnaðust.
7 Eiheldur veri tit avgudadýrkarar,
sum vóru summir av teimum;
sum tað stendur skrivað, Fólkið
settist niður at eta og drekka, og
reistist upp at spæla.
8 Eiheldur latum okkum fremja
hordóm, eins og summir av teimum
framdu, og fullu á einum degi
trý og tjúgu túsundir.
9 Eiheldur latum okkum freista
Christ, sum summir av teimum
eisini freistaðu, og vórðu oyddir
av høggormum.
10 Eiheldur knarri tit, sum summir
av teimum eisini knarraðu, og
vórðu oyddir av oyðaranum.
11 Nú, allir hesir lutir hendu
teimum til fyridømir: og teir eru
skrivaðir fyri okkara formaning,
uppá hvørjar endar veraldarinnar
eru komnir.
( I. Cor. 10:6-11 FKJ )

Handan bóndagentan er ein KANÓN. (sum óivað IKKI er til salg, so gloymið alt um at frakta hana higar at undirhalda tykkum næstu páskir).

Tit, – tykkara idolir, – STINKA!
STINKA!

Myljið tykkara stinkandi GULLKÁLV, og vendið um aftur til HARRAN GUÐ,
og tveitið horubukkarnar út (I. Cor. 5:1-13).
Amen, amen, amen!

(Handan HEKSIN, eg ikki mintist navnið á, eitur Joyce Meyer
.)

Og Nádab og A´-bi-hu, synirnir hjá Aroni, tóku hvør av teimum sína roykilsispannu, og settu eld harí, og koyrdu roykilsi hará, og ofraðu fremmandan eld frammi fyri HARRANUM

Og Nádab og A´-bi-hu, synirnir hjá Aroni, tóku hvør av teimum sína roykilsispannu, og settu eld harí, og koyrdu roykilsi hará, og ofraðu fremmandan eld frammi fyri HARRANUM, sum hann skipaði teimum ikki.
 2  Og tað fór út eldur frá HARRANUM, og upptærdi teir, og teir doyði frammi fyri HARRANUM.
 3  Tá segði Móses við Aron, Hetta er tað, sum Harrin talaði, sigandi, Eg vil verða halgaður í teimum, sum koma nær mær, og frammi fyri øllum fólkinum vil eg verða dýrðmettur.  Og Aron helt tøgn síni.
( Leviticus 10:1-3 FKJ )

1
2
3
4
5
6
7
8
9

10

Meir prát um elstar, sum tit kunnu gnubba inn í eyguni á tykkum; – ella lata vera; men frá mær fáa tit sannleikan beint framaná; ja, hvat tá?

1

2

3

4

5

Tá ið tað, sum fyrr var andaligur sangur, sum skuldi dýrðmeta Jesus, verður broytt til framførslu á konsertum, tá hevur man reist sær ein gullkálv í Jesu stað

Guðs elstar mugu ikki bakka út, men mylja gullkálvin, og so standa saman um at halda honum úti viðvarandi.  Teirra uppgáva og ábyrgd er jú at stýra undir Guði, eftir hansara orði, – NEVERMIND hvat hatta syndiga harkaliðið vil hava.  Gera teir elstu ikki tað rætta, má Guð so knúska bæði gullkálvin og teir sjálvar í smæsta pulvur!; – og má so hatta fólkið DREKKA pulvurið, inntil tey læra at óttast Guð og gera rætt.

Tá ið tey ungu sleppa at gera Guðs hús til eitt SIRKUS, tá eru ikki tey ábyrgdig; – teir elstu eru.

1
2
3
4
5
6
7
8
9
< div>

10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24

Hetta er andaligur sangur, sum er boðan í sangi (ikki kjøtligur, ger seg ikki upp, ikki fokus á sangaran)
Odd Dubland syngur Jesus til tín:

Hetta er IKKI framførsla, ikki konsert, men boðan í sangi. er tað Guði verdugt. ALT annað STINKAR!!!!
Marit og Irene syngja Jesus til fólkið (tær eru ikki fokus)

Ein 90 ára gomul kvinna úr Veldres fekk eina sjón frá Gudi í 1968

Emanuel Minos helt møti, har hon búði.  Og hon fekk høvi at greiða honum frá tí, hon hevði upplivað. Hann festi tað á blað, men helt tó, at tað tyktist so óskiljandi, at hann valdi at leggja tað í eina skuffu. Men nú, næstan 30 á seinni, hugdi hann at tí og skilti, at hesum mátti hann siga onkrum frá.  Hetta er skrivað av eftir eini upptøku frá einum møti í Sunnmøre í 1995.  Henda gamla kvinna var ein vakin sannorðað kristin, ið fekk gott ummæli frá øllum, sum kendu hana.
 
1.
Eg sá heimin sum eitt slag av globus.  Eg sá Evropa, land fyri land.  Eg sá Norðurlond.  Eg sá Noreg.  Eg sá slíkt, sum fer at henda, áðrenn Jesus kemur aftur – beint áðrenn tann síðsta vanlukkan kemur yvir mannaættina; ein vanlukka, sum vit ikki áður hava kent makan til.  Hon nevndi 4 bólkar.  Beint áðrenn Jesus kemur, verður ein linni, sum vit ikki áður hava havt.  Tað verður friður, og friðurin fer at vara í eina tíð.  Í hesi friðartíð fara nógvar tjóðir at avvápna, eisini Noreg, og vit verða heldur ikki hesaferð fyrireikað, tá ið tað kemur.  Triði veraldarbardagi fer at byrja á ein hátt, sum eingin hevði væntað – og frá óvæntaðum stað.
 
2.
Hugburðurin millum tey kristnu fer at verða meira flógvur enn nakrantíð áður.  Eitt fráfall frá sannari og livandi trúgv, og kristin fara ikki at verða opin fyri rannsakandi boðskapi.  Tey fara ikki eins og áður at vilja hoyra um synd og náði, lóg, gleðiboðskap og heilaggering.  Ístaðin kemur ein eftirgerð: Eydnukristindómur.  Tað ræður um at hava framgongd: Materiellir hentleikar, ting, sum Gud aldri hevur lovað okkum á henda hátt.  Kirkjur, bønhús og fríkirkjur fara at gerast alt meira t
ómar.  Ístaðin fyri tann boðskap, vit eru von við gjøgnum fleiri ættarlið – sum t.d. at taka upp kross sín og fylgja Jesusi – fer undirhald, list og mentan at ráða, har sum vekingarmøtir áttu at verið.  Hetta kemur at henda í stóran mun, beint áðrenn Jesus kemur – og vanlukkur koma yvir okkum, og fólk fara at verða sovandi í sínum anda.
 
3.
Tað kemur ein tíð fylt við eini moralskari sundurmoltan, sum gamla Noreg ikki áður hevur upplivað. Fólk fara at liva sum gift, uttan at vera gift (hetta var í 1968, og eg trúgvi ikki, at hugtakið pappírleyst hjúnarlag var til tá, (E.M.).  Óreinska áðrenn hjúnalag og ótrúskapur í hjúnalagi fara at vera tað vanliga, og á allan hátt verður borið í bøtuflaka fyri tí.  Tað fer eisini at sníkja seg inn ímillum Christin, og vit geva eftir – eisini tá tað snýr seg um synd móti náttúruni.  Beint áðrenn Jesus kemur aftur, fer sjónvarpið at verða fylt við harðskapi: Ein harðskapur so ræðuligur, at hann fer at læra fólk at drepa og oyðileggja hvønn annan, og tað verður vandamikið at ganga á gøtuni.  Talið á sjónvarpsrásum verður stórt, eins og innan útvarpið.  Morð og oyðilegging verða roknað sum undirhald og fara at breiða seg til alt samfelagið.  Tey mest intimu tingini, sum hoyra hjúnarlagnum til, fara at verða fyri opnum skýggja.  (Hetta var í 1968, og eg mótmælti við at vísa á, at vit høvdu lógir, sum forðaðu fyri slíkum, E.M.).  Tá segði tann gamla konan: Tað kemur at henda, og tú fært at síggja tað.  Alt tað, vit áður hava havt, verður brotið niður, og tað mest ósømiliga verður víst fyri eygum okkara.
 
4.
Fólk úr fátøkum londum fara at koma í stórum tali til Evropu, (í 1968 høvdu vit ikki innflytarar, E.M.).  Tey koma til Norðurlond og Noreg.  Tey fara at gerast so nógv í tali, at fólk fara at venda sær ímóti teimum.  Tey fara at verða viðfarin eins og jødarnir áðrenn kríggið.  (Eg skilti hetta ikki tá og mótmælti, E.M.).  Tá runnu tár av kinnum hennara.  Eg fari ikki at síggja tað, men tú fert at síggja tað.  Tá brádliga kemur Jesus aftur, og triðji verðaldarbardagi brestur á.  Tað verður eitt stutt kríggj.  Øll kríggj, eg áður havi upplivað, eru sum spæl samanborin við hetta, og at enda verða kjarnorkubumbur nýttar.  Luftin verður dálkað, soleiðis at ein ikki kann anda hana.  Tað fer at raka fleiri heimspartar: Amerika, Japan, Australia, tey ríku londini.  Vatnið verður oyðilagt; jørðin kann ikki longur dyrkast.  Úrslitið verður, at bert leivd verður eftir, og leivdin í teim ríku londunum fer at royna at flýggja til tey fátæku londini, men tey verða líka hørð ímóti okkum, sum vit vóru ímóti teimum.  Eg eri so glað fyri, at eg ikki fari at síggja hetta, men tá hendan tíðin nærkast, mást tú taka mót til tín og siga frá hesum.  Eg havi fingið hetta frá Guði.  Einki av hesum stríðir ímóti Bíbliuni, sí Opb. 6 og frameftir.  Men tann, sum hevur Jesus til Frelsara og Harra, er tryggur.

Keldan hevur ein góðan hirða, men hann eigur at hava Guðs sjey Guð-givnu elstar rundan um seg, um skipið skal halda beina og REINA kós (Einkið eitur “leiðarapar” í Guðs Heilagu Bók)

Guðs Guð-givnu elstar bakkaðu undan (ella vórðu vrakaðir av eini kjøtligari fleirtalsmeining (Guðs meinigheit er IKKI eitt demokrati)), og settu fáfróðar maskottar í sítt stað.

Gerið nú loksins rætt, so sum Guðs orð sigur, – so fara innskridnu skræpugjølvinga-skrólararnir út, ella verða umbroyttir, halda munn, og sita og kenna sítt pláss. Guð gævi.

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12

Hini 7 krøv Guðs viðvíkjandi elstum
í Titus. 1:5-6
Meinigheitirnar í dag tykjast ætla at stýra sær sjálvum eftir reglum, sum tær sjálvar finna uppá sum best ber til, og so sum best hóskar endatíðar-tíðarandanum.  Man uppførir seg sum um man ongar reglur hevur fingið frá Guði.  Guð hevur hinvegin í orði sínum givið okkum long stykkir sum siga okkum heilt greitt, enntá í punkt-formi, hvørji krøv Guð setur til sínar hirðar, samkomutænarar og elstaráð.
 
Guðs meinigheit í hesi síðstu tíð núverandi hevði gjørt væl í at givið Guðs orðum um hesi viðursk
iftir gjølla gætur, tí Guð meinar altso hvørt orð, hann sigur. (V. Mós. 4:2 ; Jer. 26:2 ; Matth. 24:35 ; Titus 1:2).
 
 
 

  5  Fyri hesa grund læt eg teg
eftir á Cret
oy, at tú skuldirt seta

í rættlag teir lutir sum vanta í, og

innseta elstar í hvørjum staði, eins

og eg hevði fyriskipað tær
:

  6 
Um nakar veri ólastandi, ektamaðurin

hjá einari ektakonu, havandi

trúføst børn ikki ákærd fyri

óryggjuskap ella óstýrlig.
(Titus 1:5-6)

 

 

1)  Elstir verða innsettir av monnum í myndugleika
(Bert Paulus (stovnarin av meinigheitini) og Timotheus (tann setti hirðin í meinigheitini) høvdu myndugleika at innseta elstar

.. Fyri hesa grund læt eg teg eftir á Cret
oy, at tú skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar  (v. 5)

2)  Uttan elstar høvdu lutir verið vantandi í meinigheitunum

.. skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar  (v. 5)

3)  Ein elsti eigur at vera ólastandi
.. Um nakar veri ólastandi,  (v. 5)

4)  Ein elsti eigur at vera ektamaðurin hjá einari ektakonu
.. ektamaðurin hjá einari ektakonu,  (v. 5)
(Hetta útilokar kvinnuligar elstar, tí hvør kvinna er ektamaðurin hjá einari ektakonu?.)

5)  Børnini hjá einum elsta eiga at vera trúføst
.. havandi trúføst børn ..  (v. 6)


6)  Børnini hjá einum elsta mugu ikki vera ákærd fyri óryggjuskap
.. ikki ákærd fyri óryggjuskap ..  (v. 6)

7)  Børnini hjá einum elsta mugu ikki vera óstýrlig

.. ella óstýrlig
.  (v. 6)
 
 

Hini 21 krøv og leiðbeiningar Guðs
viðvíkjandi biskupsembætinum
í Titus 1:7-9 ; 13 ; 2:15

 
(Biskupur: Umsjónarmaður og í staðbundnari kirkju/meinigheit. Altso eigur Guð NÓGVAR biskupar í Føroyum í dag)
 
 
  7  Tí ein biskupur má vera ólastandi,
sum umsjónarmaður Guðs
;
i
kki sjálvráðin, ikki skjótt firtin,

ikki givin til víns, eingin sláari,

ikki givin til skitins vinnings
;
  8 
Men ein elskari av gestablídni,

ein elskari av góðum monnum,

edrúiligur, rættvísur, heilagur,

fráhaldandi
;
  9 
Haldandi fast hitt trúfasta

orðið sum hann er vorðin lærdur,

at hann má vera førur fyri við heilnæmari

Guðslæru bæði at áminna
og at sannføra andmælararnar.
(Titus 1:7-9)

  13  Hesin vitnisburður er sannur.
Hvørsvegna harta teir hvassliga,

at teir mega verða heilnæmir í

trúnni
;
(Titus 1:13)

  15  Hesar lutir tala, og formana,
og harta við øllum myndugleika
.

Lat ongan mann vanvirða teg
.
(Titus 2:15)


1) Biskupurin má vera ólastandi
.. Tí ein biskupur má vera ólastandi, (v. 7)

2) Biskupurin er umsjónarmaður Guðs

.. sum umsjónarmaður Guðs; (v. 7)

3) Tað, sum biskupurin er umsjónarmaður yvir, tilhoyrir Guði, tí um umsjónarmaðurin er Guðs, tá er eisini tað Guðs, sum

hann hevur umsjón yvir (hetta prógvast við Gern. Ap. 20:28)
.. sum umsjónarmaður Guðs; (v. 7)

4) Biskupurin má ikki vera sjálvráðin

.. ikki sjálvráðin, (v. 7)

5) Biskupurin má ikki verða skjótt firtin

.. ikki skjótt firtin, (v. 7)
 
6) Biskupurin má ikki vera givin til vín
.. ikki givin til víns, (v. 7)

7) Biskupurin má ikki vera nakar sláari
.. eingin sláari, (v. 7)

8) Biskupurin má ikki vera givin til skitnan vinning
.. ikki givin til skitins vinnings; (v. 7)

9) Biskupurin má vera ein elskari av gestablídni
.. Men ein elskari av gestablídni, (v. 8)

10) Biskupurin má vera ein elskari av góðum monnum
.. ein elskari av góðum monnum, (v. 8)

11) Biskupurin má vera edrúiligur
.. edrúiligur, (v. 8)

12) Biskupurin má vera rættvísur
.. rættvísur, (v. 8)

13) Biskupurin má vera heilagur
.. heilagur, (v. 8)

14) Biskupurin má vera fráhaldandi
.. fráhaldandi, (v. 8)

15) Biskupurin má halda fast hitt trúfasta orðið
.. Haldandi fast hitt trúfasta orðið, (v. 9)

16) Biskupurin má vera vorðin lærdur hitt trúfasta orðið
.. sum hann er vorðin lærdur, (v. 9)

17) Biskupurin má vera førur fyri, við heilnærari Guðslæru, at áminna andmælararnar
.. at hann má vera førur fyri við heilnæmari Guðslæru bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (v. 9)

18) Biskupurin má vera førur fyri, við heilnærari Guðslæru, at sannføra andmælararnar
.. at hann má vera førur fyri við heilnæmari Guðslæru bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (v. 9)

19) Biskupurin stendur í myndugleika til at harta hvassliga
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. Hvørsvegna harta teir hvassliga, (v. 13)

20) Harting hansara má sjálvandi vera við einari væl-meinandi ætlan
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. at teir mega verða heilnæmir í trúnni; (v. 13)

21) Biskupurin eigur at formana onnur (t.e. áminna um alt, ið áður er vorðið lært um heilaga lívsførslu o.a.)
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. Hesar lutir tala, og formana, (2:15)

 

 

Hini 21 krøv Guðs viðvíkjandi deknaembætinum í I. Tim. 3:8-13
(Deknur: Kirkjuliðstænari í staðbundnari kirkju/meinigheit)
 

  8  Líkaleiðis mugu deknarnir

vera virðiligir, ikki tvítungutir,

ikki givnir til nógvs víns, ikki grádigir

eftir skitnum vinningi;

  9  Haldandi loyndardóm trúarinnar

í eini reinari samvitsku.

  10  Og lat hesar eisini fyrst verða

royndar; síðan lat teir brúka

dekna-embætið, verðandi funnir

ólastandi.

  11  Enntá soleiðis mugu konur

teirra vera virðiligar, ikki baktalarar,

edrúiligar, trúfastar í øllum

lutum.

  12  Lat deknarnar vera ektamenninir

hjá einari ektakonu,

stjórnandi børnum sínum og

egnu húsum sínum væl.

  13  Tí teir sum hava brúkt

dekna-embætið væl útvega til sín

sjálvs eina góða støðu, og mikið

dirvi í trúnni sum er á Christ

Jesus.

 
 
1)  Deknarnir mugu vera virðiligir
.. Líkaleiðis mugu deknarnir vera virðiligir,  (v. 8)

2)  Deknarnir mugu ikki vera tvítungutir

.. ikki tvítungutir,  (v. 8)

3)  Deknur má ikki vera givin til nógv vín
.. ikki givnir til nógvs víns,  (v. 8)

4)  Deknur má ikki vera grádugur eftir skitnum vinningi
.. ikki grádigir eftir skitnum vinningi;&nnbsp; (v. 8)

5)  Deknar mugu halda loyndardóm trúarinnar, t.e. kenna og varðveita evangeliið og læruna
.. Haldandi loyndardóm trúarinnar.  (v. 9)

6)  .. Hetta mugu deknarnir gera í reinari samvitsku, altso í ærligheit og sannleika, uttan hykl
.. í eini reinari samvitsku  (v. 9)

7)  Deknar eiga at verða royndir áðrenn teir verða innsettir
.. Og lat hesar eisini fyrst verða royndar;  (v. 10)

8)  At vera deknur er eitt embæti í samkomuni
.. síðan lat teir brúka dekna-embætið,   (v. 10)

9)  Deknarnir kunnu vera mangir
.. lat hesar..  (v. 10)

10)  Orðið deknur (gr. “diakoneo”) merkir tænari ella hjálpari
(so tað er altso ein tænari og ein hjálpari, sum ein deknur er)
.. dekna-embætið,   (v. 10)

11)  Deknar mugu verða funnir ólastandi
.. verðandi funnir ólastandi.  (v. 10)

12)  Deknar hava konur, so teir eru menn (ikki konur)
.. Enntá soleiðis mugu konur teirra vera ..  (v. 11)

13)  Konur deknanna mugu vera virðiligar
.. Enntá soleiðis mugu konur teirra vera virðiligar,  (v. 11)

14)  Konur deknanna mugu ikki vera baktalarar
.. ikki baktalarar,  (v. 11)

15)  Konur deknanna mugu vera edrúiligar
.. edrúiligar,  (v. 11)

16)  Konur deknanna mugu vera trúfastar í øllum lutum
.. trúfastar í øllum lutum.  (v. 11)

17)  Deknar mugu vera ektamenninir hjá einari ektakonu (aftur her: deknar eru menn)
.. Lat deknarnar vera ektamenninir hjá einari ektakonu,  (v. 12)

18)  Deknar mugu stjórna børnum sínum væl
.. stjórnandi børnum sínum … væl.  (v. 12)

19)  Deknar mugu stjórna egnu húsum sínum væl
.. stjórnandi … egnu húsum sínum væl.  (v. 12)
(Legg annars til merkis, at húsið í Guðs orði verður altíð kallað mansins, ikki konunnar; tí maðurin er høvdið, og hann er
forsyrgjarin; hann byggir reiðrið, og bøga hansara støðast heima.)

20)  Embætið brúkt væl útvegar eina góða støðu
.. Tí teir sum hava brúkt dekna-embætið væl útvega til sín sjálvs eina góða støðu,  (v. 13)

21)  .. og mikið dirvi í trúnni
.. og mikið dirvi í trúnni sum er á Christ Jesus.  (v. 13)

 

 
FSF dugir at vígvirkja seg: Guðs meinigheit dugir ikki:

Martin Olsen og Osbjørn Jacobsen og gamli Høj á Strondum skulu skamma seg av, um teir hava bakkað út frá sínum ábyrgdar postum, við tí úrsliti, at meinigheitin er vorðin eitt SIRKUS.
Teir eru teir egentligu elstu í Kelduni, innast í kjarnanum.
Trakkið nú til og takið ábyrgd!

Um tit ongantíð hava verið elstar, so er tað eisini ov galið; tí tit ERU kjarnin í meinigheitini. At tit ikki VILJA taka ábyrgd, er so bara alt ov galið og til tykkara skomm.

“Jamen, eg havi ongantíð verið elsti” dugir ikki. Tit tríggir ERU teir elstu av teimum elstu, tit tríggir duga allir at læra Guðs orð, eru andaliga myndigir osv. NÓGV framum hasar tríggjar prøjsarnar sum tit hava sett í staðin. Teir kunnu kanska eisini vera elstir, men teir ERU IKKI tann innasti kjarnin. Nixen bixen. Traðkið tit nú til. Einkið góða mamma, ella kona mín sigur ditt, og kona mín heldur datt. Tær kunnu gera so væl og akta tykkum.

Uttan Guð-givna leiðslu, sum óttast GUÐ, ikki fólkið og hvat fólkið vil hava, so traðka Áron, Nadab, Abiram, og Cora til, og smíða fólkinum ein gullkálv, og so fer alt upp at dansa og svansa.
Well. So leingi sum eg livi, fari eg at tala at.
Vit tilbiðja ikki hasa heilagu kúnna, tey kalla musikk. Vit tilbiðja HARRAN einans!

At Paulus skal hava skrivað 3 ella 4 brøv til Corinth er okkum Christnu ÓVIÐKOMANDI, tí Guð hevur longu vrakað tey frá sínum orði, kann eg heilsa Tummasi Jacobsen og Lindini

Guð hevur longu valt, hvørjar bøkur skuldu koma í hans orð, og hvørjar ikki. Tær 66 canoniseraðu bøkurnar eru Guðs orð; als og aldeilis einkið annað er Guðs orð yvirhøvur! Tey, sum ivast um hetta, kunnu valla stóla uppá Guðs orð yvirhøvur, eiheldur elska tað.

Tað orðið, sigi eg, kenna tit,
hvørt kunngjørt varð út gjøgnum
alla Judæu, og byrjaði frá Galileu,
eftir tann dópin hvønn Jóhannes
prædikaði;
(Gern. Ap. 10:37 FKJ)

Og orð Harrans varð kunngjørt
út gjøgnum alt umráðið.
(Gern. Ap. 13:49 FKJ)

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×