Guð reisir upp sannar, fullkomiliga óttaleysar prædikumenn á mongum gøtuhorni í hesum síðstu døgum at geva fólki eina síðstu ávaring, og at geva sodomi-signandi prestar upp til Satan
Góð ráð frá Paul Washer:
Rómverk católska “kirkjan” er skøkjan í opinberingini. Bróðir Jack T. Chick sigur tær sannleikan um hatta vemmiliga anti-christs systemið
Lógin (tey 10 boðini) eru ikki tikin úr gildi, men vit eru ikki UNDIR lógini so sum tey vóru í G.T., men hon er skrivað á hjarta hins frelsta, sum eisini Ezekiel propheteraði
Man krevur at hava tunguna mitt í munninum, tá ið man skal orða seg rætt um rætta plássið hjá lógini hjá og fyri tí frelsta.
Um tú ert UNDIR lógini, so ert tú ikki frelstur, tí so ert tú giftur við lógini, og skildur frá Christi.
Øll eru annaðhvørt undir lógini, ella undir náðini. Ongantíð báðum.
Men lógin er tó ikki avtikin. ØLL, sum bróta tey tíggju boðini, synda, bæði frelst og ófrelst. Men vit frelstu eru gift við Christi, og eru undir náðini. Tey ófrelstu, sum ikki eru í Christi, eru eiheldur undir náðini, men verða á dómadegi dømd eftir lógini.
Sigur man, at lógin er púra úr gildi, so gevur øll tala um náðin als onga meining, tí at so hevur eingin syndað. Nei, lógin dømir okkum ØLL sum syndarar, og so kemur gleðiboðskapurin inn, og boðar okkum, at Jesus Christus er deyður fyri okkara syndir, og at vit kunnu verða frelst (bjargað frá okkara synd) við at taka ímóti hansara sáttargerð á krossinum.
Man má ikki falla í somu grøv sum Galatararnir, sum vóru gingnir fult undir Móselógina, høvdu umskorið seg osv. Paulus segði við teir, at teir vóru SKYLDIGIR TIL AT HALDA ALLA LÓGINA, og at teir vóru FALNIR FRÁ náðini.
MEN: vit ELSKA Guðs lóg, og vit halda hana: ikki fyri harvið at verða frelst, men av tí at vit ERU frelst. Har er himmalvíður munur á. Ein frelstur VIL halda lógina, tað fellur honum náttúrliga, tí at Guð býr í honum av sonnum.
Vit elska Guð við at halda boð hansara, tí at vit ynska ikki at synda ímóti honum.
Tí at lógin varð givin við Mósesi,
men náði og sannleiki komu við Jesusi Christi.
(Jóh. 1:17)
Devul-íblást fullkomiliga blást og ótrúliga langt úti católsk falslæra samanborin við Guðs orð King James Bíbliuna
Martin Luther um lógina
Tey trý brúkini av lógini:
1) Borgaraligt brúk
Stjórnarligt, alment høpi
Boygslið, sum heldur aftur frá at synda
2) Frelsuligt brúk
Boðanarligt høpi
Spegil, sum vísir okkum okkara synd
3) Lýdnisligt brúk
Christiligt levnaðarligt høpi
Eitt ljós, sum lýsir til rættan levnað
Guð hevur brúk fyri fleiri andligum hermonnum sum hesum: bjóðar tú teg fram?
11 Harrin gav orðið : mikil var flokkurin av teimum sum kunngjørdu tað.
12 Kongar hjá herum flýggjaðu skjótt : og hon, sum varð við hús, býtti herfongin.
( Psálmur 68:11-12 FKJ )
.. Tvs., at meðan menninir vóru úti og prædikaðu, vóru konurnar eftir við hús. (TAK OG LES tekstin aftur!!!)
(Gudiliga Titus 2 kvinnan er ein passari við hús, – eisini í psálmunum).
3 Tú tessvegna, halt út tvørleika, sum ein góður hermaður Jesu Christs.
4 Eingin maður, sum kríggjar, fløkir seg upp í viðurskiftini av hesum lívi;
fyri at hann má toknast honum sum hevur útvalt hann til at vera ein hermaður.
( II. Tim. 2:3-4 FKJ )
Eg finni tvinni boð í Nýggja Testamenti várs Harra og Frelsara Jesu Christs, umframt ymsar forskriftir
.. men mín samtíð vil bara hoyra talan um annað av teimum báðum boðunum.
Og eg havi ikki bara skimmað bókina eina ella tvær ferðir ígjøgnum: nei, eg VEIT, at hetta eru tey tvey boðini hjá Harranum Jesusi Christi í Nýggja Testamenti hansara, og at hann kallar tað seinni eini boð – ikki uttan grund; og jú, eg veit grundina fyri hví hann setur tað fram so kraftigani sum at kalla tað eini boð, ikki bert ein forskrift.
Við dúgligari eftirhyggjan havi eg ikki funnið nakað annað boð í Nýggja Testamenti enn hesi tvey her áður nevndu; (tey bæði stóru boðini eru jú endurtikin úr Gamla Testamenti).
Fimm brot eru í playlistanum.
Bara Jesu navn og persónur kundi útfría og frelsa hesa illa staddu muslimsku kvinnuna
Jerusalem stendur til at bresta. Muslimar kalla eftir triðja intifada; meðan vesturheimurin fordømir Ísrael, og styðjar Islam, blindaður av media lygn.