Theodore Beza kann man ikki annað enn hava mikla virðing fyri: manninum sum fínpussaði Textus Receptus liðugt, beint áðrenn kongsins 54 týðarar settu seg í sjey ár at føra Guðs orð úr frummálunum einaferð fyri allar yvirá tungumál endatíðarinnar, so at palleba ikki nýtist læra avdeyð urmál, eiheldur lurta eftir óendurføddum greythøvdum, sum skríða sær inn og út úr teologiseminarium endatíðarinnar.
Eg sleppi ONGANTÍÐ míni King James Bíbliu, hvørki teirri Ensku ella teirri Føroysku.
Og eg skoli Dahl og Victor niður, tilsaman við Manley P. Hall og Westcott og Hort, og alt annað tekstkritiskt, endatíðar-tíðaranda-ríðandi, villleiðandi, villleitt, okkult, fráfallið, mannsleikjandi lort.
Um tú veitst, far so og fá tær eina mandarin í premiu.
Um tú ikki veitst, so verður tú eftirsettur, til tú dugir at lesa og skilja hvat tú lesur. Summi NOKTA at skilja, hvat tey lesa, tí at tey eru vorðin INNDOKTRINERAÐ eina ranglæru; eina ranglæru, sum er SEREYÐKENNIÐ hjá summum, sum tey tvíhalda um, tí at annars verða tey slept uppá fjall, tí so hoyra tey ikki longur uppí tann bólkin. Ná, men: uppi á fjallinum gongur ein seyðamaður góður, Harrin Jesus; hann sum íblásti Bókina. Hann man duga at lesa. Og hann meinar tað hann sigur, og sigur tað hann meinar.
Halt teg burtur frá EIFAF, so tú ikki einaferð stendur paff;