The post first resurrection rapture
Abbaligur.
He, he.
Hin fyrsta uppreisnin, so burturrykkingin, við hin síðsta lúður. Guð kann ikki lúgva (Titus 1:2)
Handan herviliga falslæran EIFAF, nr. 4
um vit avnokta hann, vil hann eisini avnokta okkum:
( II. Tim. 2:12 FKJ)
Handan herviliga falslæran EIFAF
Skilurt tú tað tú lesurt?
(Gern. Ap. 8:30 FKJ)
Hvat stendur so EIFAF fyri?
Um tú veitst, far so og fá tær eina mandarin í premiu.
Um tú ikki veitst, so verður tú eftirsettur, til tú dugir at lesa og skilja hvat tú lesur. Summi NOKTA at skilja, hvat tey lesa, tí at tey eru vorðin INNDOKTRINERAÐ eina ranglæru; eina ranglæru, sum er SEREYÐKENNIÐ hjá summum, sum tey tvíhalda um, tí at annars verða tey slept uppá fjall, tí so hoyra tey ikki longur uppí tann bólkin. Ná, men: uppi á fjallinum gongur ein seyðamaður góður, Harrin Jesus; hann sum íblásti Bókina. Hann man duga at lesa. Og hann meinar tað hann sigur, og sigur tað hann meinar.
Halt teg burtur frá EIFAF, so tú ikki einaferð stendur paff;
inntil tá sigur tað PLAFF PLAFF, við rúkandi nøs.
Bíblian ávarar ímóti fráfalli, úr permu í permu
12 Gevið gætur, brøður, at ikki tað veri í nøkrum av tykkum eitt vont vantrúarhjarta, í at víkja frá hinum livandi Guði.
13 Men formanið hvør annan dagligani, meðan tað eitur Í dag; at ikki nakar av tykkum verði herðaður gjøgnum svikafullsemi syndarinnar.
14 Tí at vit eru gjørdir luttakarar í Christi, um vit haldi byrjanina av okkara treysti støðufast framat endanum;
15 Meðan tað verður sagt, Í dag, um tit vilji hoyra rødd hansara, herðið ikki hjørtu tykkara, sum í tirringini.
(Heb 3:12-15 FKJ)
Feminismu stund 25
Her verður versið, sum falslærarunum dámar at misbrúka (Gal. 3:28), sett í sítt sanna samanhang, t.e. í mun til restina av Guðs orði, og latið verður upp, hvat í veruleikanum stendur har, sum er nakað heilt annað, enn falslærararnir vilja reingja tað til at skula havt merkt.
Mynd: Jezebel fær dóm sín av Guði: etin av hundum.
Ja, Guðs orð slátrar hasa kvinnuna Jezebel, sum kallar seg sjálva eina prophetinnu, men hevur ikki eingong loyvi til at tala í kirkjuni, eiheldur tilræna myndugleika yvir manninum, men vera í kvirri.
Dømið ikki samsvarandi við útsjóndina, MEN DØMIÐ RÆTTVÍSAN DÓM (Jóh. 7:27 FKJ)
Hellsong church avdúkað. Um hatta nakrantíð var ein Christin kirkja, so er hatta tað ei meira
Farið IKKI á GLS at lurta eftir Bryan Houston.
Hann er ein sataniskur falslærari.
Hillsong “church” er einfaldliga ikki longur ein kristin kirkja, um hatta nakrantíð var tað. Í dag er hatta eitt sataniskt illuminati mammons-tempul.
Syrgiligt!!!! RÆÐULIGT!!!
Men óafturrekiliga staðfest, at so er.
Tað stóra fráfallið, áðrenn Jesu afturkomu, gongur fyri seg nú við rúkandi ferð.
Heksakunstur er í Narnia eftir C.S. Lewis; tað siga fyrrverandi heksir, sum eru vorðnar frelstar
Tað, sum Tolkien og C.S. Lewis hava skrivað, er KRAVDUR LESNAÐUR hjá heksum.
Hugsa um tað!!!!!
Tað lærir tær tað grundleggjandi tankasettið til at blíva heksir, siga heksirnar sjálvar!!!
Og so selja sokallaðir kristnir bókhandlar slíka sataniska skræpu!!!!!!
VENDIÐ UM, tykkara starblindu nissir!!!!!!!
LURTA EFTIR HESUM OG SÍGGJ, AT C.S. LEWIS VAR EIN TOTAAAAALUR FALSLÆRARI; OG GLOYM TAÐ SO ONGANTÍÐ AFTUR, AT TAÐ ER HVAT HANN VAR.
Eg ráði tær KRAFTIGA frá at keypa børnum heksakunstna søgur í jólagávu. Tað kundi skjótt kostað tær eitt stórt petti av tíni løn í himni, ella at tú ikki sleppur har:
Men hvøriðso skal geva einum
av hesum smáu, sum trúgva
á meg, meinboga, tað var betri
hjá honum, at ein mylnusteinur
varð hongdur um háls hansara,
og at hann varð druknaður í havsins
djúp.
( St. Matthæus 18:6 FKJ )