KJB/FKJ 777: Guðs fingramerki stendur hará; tí er har einkið uppá má og fá; so tín Guðsspottiligi lortendakloddi far mær frá
Eg gjørdi ein mp3 ljóðfíl, tá ið eg hevði rættlisið Gamla Testamenti 7 ferðir. Síggi nú, at fílurin fylti 777,7 kb, hvørki meir ella minni. Um tú veitst nakað um Bíbliuna, so veitst tú, at talið 7 er Guðs tal, og merkir, at eitthvørt er fullkomið. Tú kanst meina, at tað er tilvildarligt; eg sigi, at tað er eitt sjónligt tekin frá Guði, at hann hevði og hevur sína hond við, í, og á, arbeiðinum. King James Bíblian er Guðs bók, 777; hasar følsku vaticansku “bíbliurnar”, sum Dahl og Victor eru partur av, eru anti-christs “bíbliur”, og teirra fingramerki er 666. Tað er ikki bara mín “meining”, eg VEIT tað at vera SYRGILIGA SATT.
Knokkin í blokkin.
BÓKIN er fullkomin, og eg slapp at týða hana ORÐ FYRI ORÐ.
Hvussu tørført kundi tað vera, ha?
Mikil heiður.
Solo Deo Gloria.
Maðurin, sum í 1969 fann uppá RMI skannaran, er sjálvandi trúgvandi og sigur darwinismu vera fullkomiliga láturliga
Tað er um tað bil so galið (ella undurfult innlýsandi), at er nakað uppfunnið, sum veruliga er gott og gangnligt fyri mannaættina, so hevur ein endurfødur Christin uppfunnið tað, .. við Guðs náði, sjálvandi.
Síggj prógv fyri, hví King James Bíblian ER Guðs orð
Prógv um Guð: 300 prophetiir undursamligani uppfylt í Jesusi Christi aleina
Ein fyrrverandi Darwins-drumbur sær nú Guðs undur so ljóst alsælur; og als ikki toppasmælur
Hin dummasti gudiligi er óendaliga nógv klókari enn hin lisnasti gudleysi darwins-drumbur.
Christindómur og Islam blandast so slett og aldeilis yvirhøvur ikki saman, tað skalt tú bara fáa at vita, tín blinda humanissa, villeidd av sleiskari tolsemi
Legg til merkis, hvussu mentan fyrst troðkar seg inn í kirkjurnar,
síðan tolsemi,
síðan Islam.
Tá ið Islam kemur inn, er Guð longu farin út.
Tað kanst tú heilsa tínum bispi, sum nokk skal droyma um Chrislam í sínum alsvarta hjarta, tilsaman við sodomusignan.
Fananskapur hongur jú saman.
Latum oss alvegis óvikiligani hava reformatiónina, reformatørarnar og hini fimm SOLA fyri okkar innra eyga; ja, hetta alt framat deyða
Theodore Beza kann man ikki annað enn hava mikla virðing fyri: manninum sum fínpussaði Textus Receptus liðugt, beint áðrenn kongsins 54 týðarar settu seg í sjey ár at føra Guðs orð úr frummálunum einaferð fyri allar yvirá tungumál endatíðarinnar, so at palleba ikki nýtist læra avdeyð urmál, eiheldur lurta eftir óendurføddum greythøvdum, sum skríða sær inn og út úr teologiseminarium endatíðarinnar.
Five questions about the rapture
The Bible is the words of God: it is not about bookbinding
The Bible is the words of God – it is not about bookbinding.
Highland goatskin and indian paper does not compensate for one single mistake, nor for changing the words in italics.