Viktor og Dahl skriva báðir “í andanum” í I. Pætur 3:18

Eg síggi minst tríggjar stórar trupulleikar við tí:

1: “í andanum” stendur í mun til “í holdinum”, sum stendur beint áðrenn,  … “hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum”. Reint grammatiskt, og reint faktuelt, so stendur har, at hvat Jesu deyða viðvíkur, so var tað holdið, sum doyði, og hvat hansara uppreisn viðvíkur, so var tað andin, sum reis upp. Tí lærir sjálvur teksturin hjá teimum, við sínum lítla a, at hann gongur í hamferð. Jesus var eisini sannur maður, og sum maður, so mátti hann væl saktans hava lívsanda, hansara menniskjaanda. Við lítlum a, so var tað lívsandin, sum varð gjørdur livandi, og holdið varð ikki reist upp. Viktor ger altso mun á andi og Andin, men ikki her. Man kann siga, at andi meinar Andin, men tað hevði ikki hildið stikk í eini rættskikkaðari, rættvísari rættarsøk.

2: Tað, sum verður gjørt livandi, má sjálvandi doyggja fyrst. Tí lærir teksturin hjá Viktor og Dahl, at Jesus doyði andaliga (JDS). (gjørdur livandi í andanum, í mun til holdið sum stendur beint áðrenn). 

3: Sjálvt um har stóð: “gjørdur livandi í Andanum”, so hevur tað ikki nakran “tvilling” í skriftini, sum eg dugi at síggja, men hevði staðið (og stendur) aleina, sum ein dunkul, mystisk, gnostisk læra. Altso, hvat skuldi tað merkt, at Jesus varð gjørdur livandi “í Andanum”? Er hann ikki annar persónurin í tríeindini, Guð komin í kjøti, og tí gyldigur og livandi í sínum egna persóni eisini? Livir hann “í Andanum”? Varð hann livandigjørdur “í Andanum”? Er tað ein bíbilsk læra annars? Nei. JDS falslærararnir heinta í dag sína falslæru úr øllum bíblium yngri enn 1881 (pluss Duay Rheims, 1610), sum allar siga í andanum/Andanum. Ortodoksa og eyðsæð rætta læran er, at hann varð livandigjørdur av Andanum, sum eisini protestantisku bíbliurnar allar læra. Men fyrsta katólska “bíblian”, Duay Rheims frá 1610, sigur: “but enlivened in the spirit”. So har gevur gnostiski, fremmandi andin seg sjálvan longu til kennar. Dahl og Viktor hava ikki fylgt protestantiska streyminum, men bíbliu-kritiska streyminum, sum kom við Westcott og Hort, sum var ein endurlívgan av alexandriska tekstinum, sum Guðs Andi ikki hevur signað, eiheldur fer at gera, tí at tað er ikki rætti teksturin, – ikki bara í I. Pætur 3:18, men eiheldur sum heild.

Eg elski, fylgi, trúgvi, og brúki Ensku reformatións Bíbliuna, og Føroysku týðingina av henni. Harí býr rættur, ortodoksur kristindómur, sum eg veit, at bæði Pætur og Paulus høvdu játtað fyri og sagt, at hetta er rætti teksturin, tí at Guðs orð sigur longu klárt, í Rómverjabrævinum 8:11, at tað var Andi Faðirsins, sum reisti Jesus frá teimum deyðu. Soleiðis lænir rætti teksturin ikki trúvirði til gnostiskar, heldømiligar ranglærur. Altso eigur I. Pætur 3:18 sín tvilling í sonnu Bíbliuni. Dahl og Viktor eiga sínar tvillingar: Origen, Clement, Philo, Westcott, Hort, og pávan. Vit kunnu gott koyra Hagen og Copeland í har eisini. 10 tvillingar. Ikki hoyrt so skapt!.

Eg veit av, av bæði Hagen og Copeland “brúktu” King James Bíbliuna, men teir vóru ikki King James Bíbliu trúgvandi, – viftaðu bert við henni fyri at tilræna myndugleika, og “rættaðu” hana við so við alexandriskum bíblium, so sum Amplified Bible og NASB (katólsk) og eisini lexikonum, tí endaðu teir har, sum teir endaðu. Men teir vóru trúgvir sínum falska teksti. Í Føroyum hava JDS falslærararnir sínar tvær bíbliur, sum siga júst tað, teir læra, enntá á linjuni, bókstav fyri bókstav, grammatiskt og logiskt, at Jesus varð livandigjørdur í andanum – og mátti tískil fyrst doyggja andaliga. Nalvastrongurin hjá Viktor og Dahl gongur altso niður til Vaticanið, og so víðari niður til djevulsins Alexandriu, høvuðssæti gnostikaranna í fyrstu og aðru øld. Hyklaríið hevur nátt hægstu hæddir, tá ið man so í dag situr við eini gnostiskari bíbliu, men roynir at rætta hana í huganum til eina Antiokiska Heilaga Bíbliu, men teksturin sjálvur heilt greitt lærir JDS falslæruna.

Hvussu desperatir kunnu menn vera? Hetta kann einkið annað kallast enn “Jesuitiskt dupulttos”.

Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!

(Matth. 23:13)

Sjúrður.

Onnur tíðindi