Lat meg siga mínum landsmonnum sannleikan um pávadømið.
Tað er ikki bara síðsti pávin, sum verður anti-christ, men teir hava allir samlir verið anti-christ, tí at pávadýnastiið er anti-christ.
Í 2. Thessalónicubrævi stendur um glatanarsonin, at hann situr í templi Guðs og lýsir um seg sjálvan, at hann er Guð: – og tað er júst tað, sum allir pávarnir hava gjørt, heilt síðan Boniface III í 607: teir siga seg vera “VIKAR SONAR GUÐS”. Sannleikin er, at skriftin talar ikki um nakran vikar Sonar Guðs, eingin er vikarur Sonar Guðs, uttan ein: Heilagi Andin (sí Jóh. 14:16-17. Ein maður, sum sigur seg vera vikar sonar Guðs, er, per definitión, anti-christ.
Vikarur Sonar Guðs er á Latíni: VICARIVS FILII DEI. Rómverskir stavir hava talvirði, og plussar tú virðið á hesum stavunum saman, so gevur tað 666. Onnur heiti, sum Vaticanið so gudsspottanarliga brúkar sum seg sjálvt, sum eisini geva 666, eru eitt nú: LUDOVICVS (Vikarur dómstólsins), DVX CLERI (Harri prestastættarinnar), SANTA LVX DEI (Heilaga ljós Guðs), REX LATINVS SACERDOS (kongur latínsku prestanna). IOANES PAVLUS SECVNDO, populerasti anti-christ nakrantíð, sum Billy pávasleikur Graham slikkaði inniskógvin hjá, gevur eisini 666. Onnur kundu verðið nevnd, men ikki nú.
Pávarnir hava sitið í andliga templi Guðs, – kirkjuni, – síðstu 1418 ár, latið seg í hvítt seyðaskinn, kravt tilbiðjan av fólki sum kemur fram fyri teir, kallað seg “Heilagi faðir”, “Vikar Christs”, “Vikar Sonar Guðs” osv. Allir hesir titlarnir eru so gudsspottiligir sum teir kunnu vera, tí at tað er bert EIN Heilagur Faðir: Guð Faðir, og EINGIN maður er vikarur Sonar Guðs, – eingin! Tann, sum sigur seg vera tað, er, sum sagt, per definitión, anti-christ. Tí er tað mær ómetaliga hugstoytt, at síggja bæði fólkakirkjuhirða (prestur er ikki eitt nýtestamentligt embæti), gudfrøðing og enntá ein baptistaprædikumann siga seg BIÐJA um, at catolikkarnir mugu fáa ein góðan páva (anti-christ) ístaðin fyri Francis (anti-christ). Altso, tað ber ikki til, at fáa ein “góðan” anti-christ, ein “góðan” glatanarson, sum sigur seg vera Guð!. Per definitión eru teir óndir, og av Sátan!. So hesi fólkini hava kukk í høvdinum!. Sannleikin er, at eingin pávi nakrantíð hevur verið góður; hvør einasti av teimum hava verið størstu og frekastu gudspottarar á tveimum beinum, og teir eru allir samlir farnir eftir høvdinum í glatan. Jamen, anti-christ er ikki bert éin, men mangir (sí I. Jóh. 2:18).
Í Dániel kapitul 7 lesa vit um eitt lítið horn, sum skuldi rísa upp úr tí syndraða fjórða ríkinum, (sum eyðkendist av jarni). Hetta lítla hornið skuldi tala mikil uppblásandi (hugmóðig) orð; og í Opinberingini 17 lesa vit um eina mikla skøkju, sum situr á sjey fjøllum (Róm), sum hevur á enni sínum gudspottanarnavnið. Hetta gudspottanarnavnið er, at har situr maður, – tað lítla hornið, – og sigst vera Vikarur Sonar Guðs, og Heilagi faðir, og hvat veit eg, – hvat hann so vissuliga IKKI er!.
Anti merkir ikki bara “ímóti”, men eisini “at tilræna sær navnið og plássið hjá einum øðrum”. At pávarnir tilræna sær Guðs og Jesu titlar og pláss, ger teir til anti-christar so fult og heilt.
Jesus gjørdi ikki Pætur til grundvøll, eiheldur bygdi hann kirkju sína á Pætur. Í Matthæus 16:16-18 er Pætur tann fyrsti av ápostlunum at hava rætta opinbering av, hvør Jesus er, og Jesus sigur við hann: Tú ert Pætur (Petros: ein STEINUR), og á henda klett (Petra: ein KLETTUR (Christus sjálvur) vil eg byggja kirkju mína. Hetta er eitt orðaspæl, júst sum tá ið Jesus bað jødarnar bróta niður hetta templið, og á trimum døgum vil eg reisa tað upp aftur; – men hann talaði um tempul likams síns. Skriftin lærir heilt greitt, at annan grundvøll kann eingin maður leggja, enn tann, ið lagdur er, sum er Jesus Christus (ikki Pætur). Pætur sjálvur skrivar í I. Pætur 2:4-8, at hann er sjálvur ein lívligur steinur, sum vit øll trúgvandi, men at Jesus sjálvur er aðalhyrnissteinurin. Pætur roknar seg altso sum øll onnur trúgvandi: ein livandi stein; einkið annað. Harafturat var Pætur ápostul til teir umskornu (Jødar, sí Gal. 2:8), og í skriftini síggja vit hana BARA í Jerusalem, ongantíð í Róm. Católska kirkjan LÝGUR, at Pætur var fyrsti pávin, og at hann varð jarðaður í Róm, júst sum hon eisini LEYG, at Constantin gav Vaticaninum alt Evropa. “The Dedication of Constantin”, sum Vaticanið pástóð at vera frá 300 talinum, hevur síðan verðið víst vera frá 800 talinum; EIN FALSAN!
Hví? Tí at teir hava faðir lygnarinnar til sín faðir (sí Jóh. 8:44).
Pávi merkir pápi, sum merkir faðir. Jesus sjálvur segði, at vit ongan mann á jørð skulu kalla faðir, tí at éin er faðir okkara, sum er í himni (sí Matthæus 23:8-10). Catolikkar, sum kalla hvønn “prest” fyri faðir, SYNDA ímóti Jesusi, hvørja ferð, teir fara til sín sokallaða prest.
So uttan at himprast við, biði eg Berg Debes Joensen, Armgarð Arge, og Poul Johan Djurhuus skamma seg av, fyri at villleiða tjóðina til at rokna pávan sum ein trúgvandi mann og tey stakkalavætti, sum fylgja honum, sum okkara systkin í Harranum. Tað eru tey ikki! Tey skulu venda sær um, og sleppa sær út úr hasi gudsspottiligu horukirkjuni, meðan tíð enn er, so at tey ikki fáa lut í hennara syndum, og fáa lut í hennara plágum, tá ið Guð brátt fer at døma hana (sí Opb. 18:4-5). Tá ið tað hendir, sigur skriftin, skal allur himinin man prísa Guði, at hann umsíðir hevur hevnt hana fyri at úthella teirra blóð, ja blóðið av 10-50 milliónum av Jesu martýrum, millum annað við inkvisitiónini frá 1180’unum inntil mitt í 1800 talinum, (sí Opb. 18:20).
Góðu landsmenn: Latið ikki blindar hirðar og bisp leiða tykkum útav vegnum í glatan. Latið Guðs orð vera ljós á vegi tykkara, og fylgið Jesusi Christi einans.
Teir, sum fyri 40 árum síðani forgudaðu Billy Graham, eru í dag steindruknir av hordómsvíni skøkjunnar (sí Opb. 17:2), og síggja ikki framfyri nøsina andliga. Totalt forgandaðir.
Vaticanið misti sítt politiska vald í Evropa í 1866-70, har tað hevði rátt við ræðuligasta og blóðigasta harðræði í 1260 ár, síðan 607. 1260 ár samstemma við tvær og hálva tíð, 42 mánaðir, og við 1260 prophetiskar árdagar). Skrivað stendur, at djórið varð sært, men sárið grøddist aftur, sum hendi, tá ið Mussolini gav vaticaninum Vatican statin í 1929.
Vatican II ráðið var alt samalt av sniðfundig lygn, fyri at lokka protestantarnar undir aftur anti-christ. Lesur tú bókina, sum varð útgivin frá vatican II ráðnum, so siga teir, at teir viðtaka alt, sum Vatican I ráðið viðtók í 1870-unum, og tað ráðið viðtók so aftur alt, sum Trent ráðið viðtók í 1545-1563, har teir lýstu anathema eftir anathema (t.e. farbannilsi) yvir hvønn tann, sum sigur, at hann er frestur av náði aleina, uttan sacramentir kirkjunnar, uttanfyri samfelag við hana osv. So horan er ikki petti broytt, hon bara lýgur! Jesuita-ordanin, sum í dag telur 25.000 limir, hava innfiltrerað allar lærustovnar og gudfrøðiskúlar, har teir hava skift ta historistisku læruna av prophetium bíbliunnar út við ta futuristisku læruna, fyri at fáa eyguni hjá øllum burtur frá pávadøminum – til bert at bíða eftir einum síðsta anti-christi í trongdartíðini. Sannleikin er tann, at anti-christarnir eru mangir, sum Jóhannes sigur í brøvum sínum.
Faktiskt er católsk læra tann, at hvør prestur er “ein annar Christus”, – sum í veruleikanum er einkið annað enn tað, at hvør prestur er ein anti-christ!. Skriftin sigur, at tað er éin Guð, og éin millumgongumaður ímillum Guð og menn: maðurin Jesus Christus (I. Tim. 2:5). Tískil fara trúgvandi beint til Jesus, og til Guð Faðir. Vit hava ikki brúk fyri nøkrum sokallaðum “presti”, ella “altarborði”, ella “sacramenti”, ella “játtanarkliva”, ella nøkrum øðrum católskum skrambli. Vit kunnu møtast í heimahúsum, bróta ein bolla og blanda eitt glas av Ribena saft, og hava fullkomið samfelag við Harran Jesus Christ, – og ja, doypa nýfrelst í ánni, alt meðan vit venda bæði católsku og luthersku kirkjuni gumpin. Økumeniskar babsa pávasleikar skýggja vit eisini sum pestin, tilsaman við prestin, sama hvussu smikrutar teir gera seg. Vit kenna úlv frá seyði.
Católskar falslærur eru millum annað:
At Maria varð fødd syndafrí
At Maria átti eingi fleiri børn, uttan Jesus
At Maria er ævig jomfrú
At Maria varð lyft likamliga til himins
At Maria er samfrelsari við Jesusi
At Maria kann veita náði
Bøn fyri deyðum
Skerseldur (púrgatorium)
At Apokryphurnar eru íblástar skriftir
Transsubstantiatión
At pávin er vikarur Christs
At Pávin er ófeilbærur
Sacramentalistisk frelsa
Traditión á sama støði sum skriftin
Barnadópur
Konfirmatión
Avlát (enn brúkt í mið og Suður Amerika)
Sølibat
Kleysturskapur
Játtanarklivar
Falslærurnar hjá Francis anti-christi eru m.a.:
At gudloysingar koma til himins
At tað er hættisligt at hava persónligt samfelag við Jesus
At Jesu deyði á krossinum var ein fadesa
At sodomi er viðføtt og í lagi
Grøna agendan hjá ES
osv osv.
Viðmæltur lesnaður, (til avvenjingar, at avrúsa teg frá hordómsvíni skøkjunnar):
• Romanism and the Reformation from the Standpoint of Prophecy, eftir H. Grattan Guinnes
• 50 Years in the “Church” of Rome, eftir Charles Chiniquy
• The Two Babylons, eftir Alexander Hislop
• The Secret History of the Jesuits, eftir Edmond Paris
• Føroyska King James
Beintframligani í Harra várum Jesusi Christi,
Sjúrður-sannleikan-beint-framaná-Højgaard.
Vær gloymum aldri St. Bartholomæus massakruna í 1572. Fær handan skøkjan aftur sama valdið, so ger hon júst tað sama aftur, tí hon er ikki av Guði, men hennara kelda er niðanjarðar.
– Far og set teg og les; tí tú ert ein stórur drongur nú, tú dugir at lesa. Kom nú.