Veljið í dag, hvørjum tit vilja fylgja, Guði ella Baal; Guðs orði, ella globalistisku gudleysu lógum ES, jesuittanna, pávans, og Føroya løgtings



—Hetta var so mín “ólavsvøkurøða”.

Ætli mær annars ongantíð á ólavsvøku aftur, tí handan ólav-svøkan er svøk. Hasin Ólavur var ikki nakað “halgimenni”, tí einkið halgimenni finst, bara frelst og ófrelst fólk, har øll frelst eru heilag, øll ófrelst vanheilag. Jesu blóð ger munin.

Handan ólavsvøkan er einkið annað ein drykkju, hordóms, og nú enntá ein sodomitafest. Einkið at flagga yvir. Hatta er ikki mítt flaggskip. Eg sigi: Vendið skútuni, takið tit øll við sannari Christnari trúgv,  verðið doypt undir vatn, kappið av við Danmark, ES, og Marx; og gerið tann dagin til okkara tjóðardag, dagurin har tjóðin vendi um í sekkjaklæði og øskum, og gjørdi Guð og son hans Jesus Christ (sum eisini er Guð) til sín Guð av sonnum. Kallið tann dagin: Trúbótardagurin sanni. Inntil tað hendir, so flaggi eg við hálvari stong, tí sum er, eru tit øll somul dingdong.

Onnur tíðindi