Brenn Harry Potter, LOTR, Narnia, og tilfar eftir falslærarar


Lewis og Narnia so dyggiliga avdúkað >


Guði hóvar ikki gand. Fólk heldur, at tað bara er spæl, men veruligur gandur og spiritisma finst, eg havi sæð tað í Hetlandi og í Íslandi. Ein gandakallur var í sjónvarpinum í Hetlandi hvønn leygardag, og hann gjørdi heilt ótrúlig ting, ting svevaðu, og hann kundi geva fólki tann drykk, tey ynsktu, úr somu fløsku osv. Men eitt kvøldið varð hann heilt ørkymlaður, tí hann fekk einkið gjørt. So spurdi hann fyri opnum sjónvarpi, um nøkur kristin vóru har, og jú, tvær hendur fóru upp, og tey sótu síðu um síðu. So bað hann tey fara út, og tá riggaði alt hjá honum aftur.

Sært tú, veruligir gandakallar gera sáttmála við Satan, og so hjálpa illir andar teimum. Omma fortaldi mær, at fyrst í 1900 talinum var eitt hús í Rituvík, har menn møttust at spæla við Ouija borð. Illi andin tosaði við teir, men so fóru ting at sveva og til endans flugu skáp og stólar, sum komu sendandi ímóti teimum og skaddu teir. Tað endaði við, at húsið varð heilt besett, og mátti brótast niður. Eg búði beint við síðuna av har í 2004-05, og eg sá grundina, har sum tað hevði staðið. Gandur og spiritisma er avgjørt ikki óskyldugt og eg trúgvi, at Guð er dapur og vreiður, um vit eru fasinerað av tingum, sum viðvíkja tí, tí at djevulin stendur aftanfyri allan gand. Tá ið Paulus fyrst prædikaði í Efesus í Gerningum Ápostlanna 19, stendur, at fólkið, sum vendi um, hevði fingist við dularfull kynstur (gand o.a.), men at tey savnaðu slíkar bøkur saman og brendu tær, og virðið á bókunum var 5000 silvurpeningar (sí Gern. Áp. 19:18-20). So tá ið tey gjørdust kristin, brendu tey alt slíkt, tí at tey vildu einkið hava við tað at gera.

Tíverri er gandur komin fram aftur í okkara tíð – tað hevur verið ein okkult veking – við bókum og filmum so sum Harry Potter, Lord of the Rings, Narnia, osv. Eg haldi, at tað, at tey siga Narnia vera um Jesus, fær trúgvandi fólk á glið at hyggja eftir slíkum og dáma tað, og enntá vísa tað fyri børnunum. Men eg hoyrdi eina fyrrverandi heks, sum nú er frelst, siga, at Narnia er tvungin lesnaður hjá veruligum heksum. Tað undirstrikar fyri mær tað, sum eg longu veit, at tað er als ikki av Guði, men eitt sniðfundugt triks av Satan. Guð hjálpi øllum okkum trúgvandi, at vera meira og meira bergtikin og upptikin av Jesusi og Halga Andanum. Eg havi enntá sæð, at man hevur brúkt gyklarar til ungdómsmøtir, bæði í Nesvík og í missiónshúsinum á Glyvrum, at teir gera ganda “triks” sum undirhald, ílatnir silvur vest, spískan hatt og gandapinn. Men tá ið man hugsar um, at veruligur gandur finst altso, og at hann er av tí ónda, so hoyrir eftirherming av tí sjálvandi als ikki heima í Guðs meinigheit, ella ímillum Guðs fólk, ella heima í stovuni hjá trúgvandi fólki, tí at Guð má vera okkara Guð allastaðni. Bíblian sigur í II. Corint 6:14-15, at ljós og myrkur hava einkið samfelag, og Christus og Belial (Satan) hava ongan samklang, so tí kunnu vit ikki annað enn hava andstygd fyri øllum tí, sum so mikið sum líkist gandi. Tað eru bara tvey ríkir, bara tveir harrar. Okkara Guð ger undur, ikki gand.

Onnur tíðindi