Taboritanna tápuliga náðimidla-falslæra írættasett við Guðs orði so beint framaná; ja, hvat tá?

1: Innleiðing um “náðimidla” falslærurnar hjá Tabor

2: Falslæra I: Nýføðingaásletting

3: Falslæra I: Nýføðingaásletting

4: Falslæra II: “Altar”-borðið

5: Falslæra II: “Altar”-borðið

6: Falslæra II: “Altar”-borðið

7: Falslæra III: Guðs orð sum “náðimiddil”

8: Falslæra III: Guðs orð sum “náðimiddil”

Alla teirra andstyggiligu náðimidla-falslæru kanst tú við ógvan síggja her svart uppá hvítt >

Hann, sum er frelstur, stendur í allari Guðs náði, 100%
Hann, sum er ófrelstur, stendur í ongari Guðs náði, 0%

Jesus ger munin, – kirkjan er ikki Jesus!

Hann, sum hevur Sonin, hevur lív;
og hann, sum hevur ikki Guðs Son, hevur ikki lív.
( I. Jóh. 5:13  FKJ )

Við Sil-va´-nus-i, einum trúføstum
bróðuri yvirfyri tykkum,
sum eg haldi, havi eg skrivað
stutt, formanandi, og vitnandi at
hendan er hin sanna náði Guðs
í hvørji tit standa
.
( II. Pæt. 5:12b  FKJ )

– Skrivaði Pætur til frelst fólk, ella ófrelst fólk?
Hann skrivaði til frelst fólk (Sí II. Pætur. 1:1-2)
– Hvussu kundi Pætur annars nevna Sil-va´-nus sum ein bróðir, um hann ikki var bróðir teirra eisini, til hvørja hann skrivaði?

 6  Eg undrist at tit eru so skjótt
burtfluttir frá honum sum kallaði
tykkum inn í náði Christs, at einum
øðrum gleðiboðskapi:
 7  Sum er ikki ein annar; men
tað veri summir sum órógva tykkum,
og vildu skemmað gleðiboðskap
Christs.
 8  Men tó vit, ella ein eingil frá
himni, prædiki tykkum nakran
annan gleðiboðskap enn tann
sum vit hava prædikað tykkum,
lat hann vera forbannaður.
 9  Eins og vit søgdu áður, so
sigi eg nú aftur, Um nakar maður
prædiki tykkum nakran annan
gleðiboðskap enn tann tit hava tikið
við, lat hann vera forbannaður.
 10  Tí at yvirtali eg nú menn,
ella Guð? ella søki eg at toknast
monnum? tí um eg enn toknist
monnum, skuldi eg ikki verið tænari
Christs.
 11  Men eg vissi tykkum, brøður,
at gleðiboðskapurin sum varð
prædikaður av mær, er ikki eftir
manni.
 12  Tí eg hvørki móttók hann
av manni, eiheldur varð eg lærdur
hann, men við opinbering Jesu
Christs.
( Gal. 1:6-12  FKJ )

Orsakið mítt ógvusliga orðalag og tónalag; tað var ikki meiningin; men eg síggi so álvarsamliga uppá hetta, tí Guðslæran er sera, sera, sera týdningarmikil fyri at kunna standa sum sannur trúgvandi.

Falslæran hjá Tabor er komin úr Babylon: úr Babylon inn í Católsku skøkju-kirkjuna, víðari inn í Luthersku kirkjuna, víðari inn í Tabor; men í Nýggja Testamenti várs Harra og Frelsara Jesu Christs hevur tykkara falslæra eingi bein at standa á.

Míni ráð til HEIMAMISSIÓNINA sum heild: Raggið tykkum út úr Luthersku kirkjuna, reinsið tykkum, rættið uppá tykkara Guðslæru, og stovnið Heimamissiónina sum frímeinigheit. Eg bjóði meg fram persónligani til at doypa alla strípuna pladask úti á toftavatni. Og tveitið so sussurnar út úr stýrunum og setið tær frá sum pastorar. (Ernst og Sørin munnu vissuliga liggja og venda sær í grøvini!!).

Eg øøøtist yvir tykkara vankunnu av og vanvirðing fyri Guðs orði!

Onnur tíðindi