Guð hevur varðveitt síni orð í King James Bíbliuni; eg drekki ikki meinigheits-politisku runublanding Heina og Óla



Forsjónarborna varðveitsla Guðs orðs; av Guði: gjøgn feilandi menn, hvørjar hann velur, kallar, og brúkar.
Guð lovaði at varðveita síni orð, so tað hevur hann gjørt:

Orðini hjá HARRANUM eru skír orð: sum silvur roynd í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir.
Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.
(Psálmur 12:6—7 FKJ)

Hetta hevur hann ikki gjørt í gnostisku Alexandriu, eiheldur gjøgn andamanararnar Westcott og Hort. Guð lovaði ikki at varðveita upprunahandrit; hann lovaði at varðveita síni orð.
Vit Bíbliutrúgvandi kenna tey, elska tey, goyma tey, vilja akta tey.
…………….

Vit supplera ikki alexandriskar perversjónir við King James (fyri at fáa “nuansurnar” við); nei, vit BRÚKA Føroysku og Ensku King James, tí vit ELSKA Guð og hans orð. Munirnir eru meir enn nakrar ótýðandi nuansur; King James er ein onnur Bók, Guðs Bók; hinar ikki. King James Bíblian ber Guðs 7-tals fingramerki, alexandrisku perversjónirnar hjá Dahl, Victor, Heina, og Óla, bera fingramerki anti-christs, har ting eftir ting fellur frá 7 niður til 6. Men tað síggja teir ikki stórt uppá. Slíkir kloddar vóru mær ikki verdir, longu í 2010/11, og standa enn í sama alexandriska runudíki; ikki verdir at nerta Guðs orð, tí teirra føtur eru runutir; eins og Harrin sigur hjá Ezekieli propheti:

Og hvat viðvíkur tykkum, O fylgi mítt, svá sigur Harrin GUÐ; Sí, eg dømi ímillum fenað og fenað, ímillum veðrarnar og havrarnar.
Tykist tað tykkum eitt lítið ting at hava etið upp hitt góða beiti, uttan at tit mugu traðka niður við tykkara fótum hitt eftirverandi av beitum tykkara? og at hava drukkið av hinum djúpu vøtnum, uttan at tit mugu grugga hitt eftirverandi við fótum tykkara?
Og hvat viðvíkur mínum fylgi, teir eta tað sum tit hava traðkað við fótum tykkara; og teir drekka tað sum tit hava gruggað við fótum tykkara.
(Ezekiel 34:17-19 FKJ)

Eg drekki so ikki tykkara runublanding!


Og byrði HARRANS skulu tit nevna ei meira: tí at hvørs mans orð skal vera byrði hans; tí at tit hava spilt orðini hjá hinum livandi Guði, hjá HARRA herliðanna – Guði várum.
(Jeremiah 23:36 FKJ)


Tí at vit eru ikki sum mangir sum spilla Guðs orð: men sum av ærligleika, men sum av Guði, í eygsjón Guðs tala vit í Christi.
(II. Corinth 2:17 FKJ)


Síggj munir ímillum King James og alt pávans skramblið her >

Onnur tíðindi