Eg vandaði mær sera væl um orðini, tá ið eg so beintframligani segði øllum Føroya fólki, hvørjum vanda tey eru í, um tey tola (og fylgja eftir og halda við), at vit hava prestar, sum læra fólkið fráfall frá Guði, við at teir læra og signalera, at ræðulig synd, so sum SODOMÏ, ikki longur er synd, sum Guð dømir.
Slíkir prestar eru VÍST Satans prestar, djúpt soknir niður í dýpdir Satans.
Eg segði akkurát tað, sum eg meini, og meini akkurát tað, sum eg segði.
Hóttan?
Har var eingin persónlig hóttan í innslagnum.
Har var eingin persónlig hóttan í innslagnum.
Men at ein prestur, sum innslagið rakar, kennir seg ræddan, ja, tað hevur hann, og hon, alla grund til, tí GUÐ (ikki eg) vil víst geva einum slíkum falsboðara hóskiligt viðurlag.
Bara ein ávaring um GUÐS DÓM, sum vissuliga fer at raka prestar, politikkarar, tíðindafólk og fólk annars, sum trýsta Sodomї inn í landið.
Hevði bispur verið høvuðsprestur á Jesu døgum, so hevði hann nokk eisini staðið fyri krossfestingini av Jesusi. Í hansara føri ikki fyri sølla tríati silvurpeningar, men heilar 68.000 um mánaðin.
Vendið tygum um, harra bispur!
Tygum tæna ikki Guð og mammon.
18 Tí vreiði Guðs verður opinberað
frá himni ímóti øllum ógudligleika
og órættvísi hjá monnum,
sum halda sannleikanum aftur í
órættvísi;
19 Av tí at tað sum kann verða
vitað um Guð er eyðsýnt í teimum;
tí Guð hevur sýnt teimum tað.
20 Tí hinir ósjónligu lutir hansara
frá skapan veraldarinnar eru
klárliga sæddir, verðandi fataðir
av teimum lutum sum eru gjørdir,
enntá hansara ævigi máttur og
Guddómur; so at teir eru uttan
umbering:
21 Av tí at, tá ið teir kendu Guð,
dýrðmettu teir hann ikki sum
Guð, eiheldur vóru takksamir;
men gjørdust fáfongdir í ímyndanum
sínum, og fávitskuta hjarta
teirra varð myrkjað.
22 Váttandi seg sjálvar at vera
vísar, gjørdust teir dárar,
23 Og broyttu dýrd hins óforgongiliga
Guðs yvir í eina mynd
gjørd lík forgongiligum manni,
og fuglum, og ferføttum djórum,
og skriðkyktum.
24 Hvørsvegna Guð eisini gav
teir upp til óreinsku gjøgnum
girndirnar av egnu hjørtum teirra,
at vanæra síni egnu likam sín
ámillum:
25 Hvørjir broyttu sannleika
Guðs yvir í eina lygn, og tilbóðu og
tænaðu skapninginum meiri enn
Skaparanum, hvør er vælsignaður
um ævir. A´-men.
26 Av hesi grund gav Guð teir
upp at ringum lystum: tí enntá
kvinnur teirra broyttu hitt náttúrliga
brúkið yvir í tað sum er ímóti
náttúru:
27 Og somuleiðis eisini menninir,
farandi frá hinum náttúrliga
brúkinum av kvinnuni, brendu
í girnd síni hvør ímóti øðrum;
menn við monnum virkandi tað
sum er ósømiligt, og móttakandi
í sær sjálvum tað viðurlag villu
sínar sum var hóskiligt.
28 Og enntá sum teim líkaði
ei at afturhalda Guð í kunnleika
sínum, gav Guð teir yvir til afturkastiligs
sinnis, at gera hasar lutir
sum eru ikki sømiligir ;
29 Verandi fyltir við allari órættvísi,
siðloysi, vondsku, ágirnd, illviljaskapi;
fullir av øvund, morði,
trætnaði, sviki, óndskapi; teskarar,
30 Bakbítarar, hatarar av Guði,
hatursfullir, hugmóðigir, reyparar,
uppfi nnarar av illum lutum,
foreldrum ólýdnir,
31 Uttan skil, sáttmálabrótarar,
uttan náttúrligan alsk, ósemjiligir,
miskunnarleysir:
32 Hvørjir, kennandi dóm Guðs,
at teir sum fremja slíkar lutir eru
verdigir til deyða, ikki einans gera
hinar somu, men hava hugnað í
teim sum gera teir.
( Rom. 1:18-32 FKJ )