Brævaskifti ímillum ein Bíbliutrúgvandi og ein forhexaðan alexandrianara uttan fullkomnan evsta myndugleika


VILT TÚ LÆRA EITT SINDUR UM BIBLIOLOGI?
So les hetta, tí tað avdúkar essensin í teirri Guðslæruni, og um klassisku falslæruna harum:


Hin Bíbliutrúgvandi:

Hvar kann eg finna Guðs skíru, ófeilbærligu orð, sum Guð hevur lovað at varðveita frá hesi ætt um ævir? Eg vil gjarna hava tey. Eru tey í onkrari Grikskari útgávu, ella onkrari Enskari, onkrari Týskari, ella onkrari Íslendskari? Hvar kann eg finna tey? Finnast tey í eini ávísari bók, ella má eg eiga 20, og sjálvt tá ikki vita, hvat er tað rætta? Eg vil so gjarna vita, hvar eg kann finna Guðs orð? Eigur tú eitt svar at geva mær?

Meg lystir at vita títt svar til henda spurning, .. tí eg veit rætta svarið, og eg veit títt nyttuleysa, alexandriska svar.


Alexandrianarin (ónavngivin, men klassiskur spottari):

Um tey bara eru í eini útgávu frá 1611, so hevur Gud ikki varðveitt tey “frá hesi ætt”, men so byrjaði Hann tá at varðveita tey tá.


Hin Bíbliutrúgvandi:

Tað var ein ávís spjaðing, so savnaði Guð tað saman aftur til eitt. Tað merkir ikki, at tey ikki vóru til áðrenn.


Alexandrianarin:

Tú ert nokk greiður yvir, at tað eru orðingar “beiggi Goliat”, sum ikki finnast í nøkrum hebraiskum grundtekstum, men eru “rekonstrueraði” (ivaleyst rætt!), so tey orðini eru ikki “varðveitt frá hesi ætt”, men “talað”? umaftur?!?


Hin Bíbliutrúgvandi:

Tey eru Guðs orð, sannleikin, tí at tað stendur í aðrari bók í GT, at so var, og um tey ikki standa har, so lýgur Guðs orð. Hetta er, fyri okkum einføldu Bíbliutrúgvandi, bert eitt tekin um, at King James Bíblian, við sínum italics, er betri enn upprunahandrit, ella nakað kopi, og er ein endalig skírgan av tí sum fanst. Tann, sum áðrenn tað las eitt kopi, har orðið bróðir manglaði, VITSTI, (infereraði), at tað var altso beiggi hansara, ið um var talað. So kemur King James Bíblian og koyrir orðið inn, men í skráskrift. Tað er púra erligt, reiðiligt og rætt.


Alexandriu-indianarin:

Samdir í hasum, men “orðið” var ikki varðveitt, men mátti rekonstruerast – so tú pressar hasi einstøku orðini “frá hesi ætt” meiri, enn tú sjálvur trýrt.


Hin Bíbliutrúgvandi:

So tú trýrt ikki, at Guð hevur varðveitt síni orð?
Hvar eru tey?

Orðini eru varðveitt, — og “purified” (skírgað) sjey ferðir, júst sum Psálmur 12:6-7 sigur!

Luthersa bíblia, sum manglar orðið bróðir, lýgur har, tí tað var altso DÁVID, sum drap Goliath. So vit siga, at Guð hevur latið hatta orðið vanta í kopiunum, fyri síðan at fiksa lítlar detaljur í síni endaligu skíru bók, við brúk av italics. Tí sigi eg, at King James er betri enn alt. Hon hevur øll orðini, og fiksar lítlar detaljur, á ein heiðurligan, erligan hátt. Tað er Guðs verk.

Hvar eru Guðs orð? Kanst tú geva mær eitt definitivt svar?

.. og føroyska týðingin av King James er Guðs orð, betri enn NAKAÐ sum nakrantíð kemur út á føroyskum, og betri enn Dahl, Victor og Tróndheim samanlagt.


Alexandrianarin:

Samdir!

(SIKKEN EIN VINGLISKØLTUR!!!)


Hin Bíbliutrúgvandi:

Bróðir kann gott hava verið í upprunahandritinum, men Guð so hava latið tað vanta í øllum kopiunum vit hava, fyri síðan at hava tað í endaligu skírganini, sum er King James, nevniliga fyri at okkara trúgv og grundvøllur skuldi vera einans hans orð, ikki onkur devulfyltur doctor who. Vit hava einkið upprunahandrit, tí er okkara trúgv ikki á tey, men á at Guð HEVUR varðveitt og skírgað síni orð sjey ferðir; hvarav síðsta skírganin er King James; Guðs mussur til mín og til tín. He he.

Givin við íblástri … øll varðveitt frá hesi ætt um ævir, skírgaði sjey ferðir í einum bræðsluovni av jørð. Eg trúgvi, at tað fyrsta er líka sum tað síðsta, sum er King James. Vit hava ikki tað fyrsta, men vit hava tað síðsta. So vit standa við trúgv. Má Harrin geva tær hana, og signa títt hús haðanframeftir og um ævir.

Altso álvaratos, trýrt tú ikki Guði, tá ið hann sigur, at hann skal varðveita síni orð frá hesi ætt um ævir? “Hesi ætt” er ikki endiliga “hvørji ætt”, so fyri tí um bróðir manglaði í øllum førum í mangar øldir, men kom inn í Guðs endaligu skírgan, so mótstríðir tað tó ikki tí sum Guð sigur. Skírgaði sjey ferðir kann merkja, at endaliga Bókin er skírari enn upprunahandritini, … altso, hugsa tær til!

Hvat Guð hevur í himni? Eina King James! Hvat skuldi hann havt nakað minni enn tað har til?

Álvaratos! Hon er betri enn nakað, sum finst á nøkrum frummáli. Har standi eg, uttan at skammast. Skein tær við Victor, sum sigur, at Jesus varð skaptur, og hevur ein uppruna, og kallar Lucifer fyri morgunstjørnan. Fyri at siga tað, kunnu øll siga meg vera svakan. Eg sigi, at øll mín samtíð er svøk, sum kallar seg kristna, men ikki stendur sodomuandanum ímóti meir enn tey spotta ein mann sum meg. Sikken ein stinkur.


More to come, perhaps, haps haps, chop chop, monsch monsch, gobble gobble. The monarch of all books hath thee for lunch, thou proud blasphemous, wind-driven calvinist hypocrite!


Hin Bíbliutrúgvandi:

Enn einkið svar frá tær, um tú hevur NÚ Í DAG ein fullkomna Bíbliu.


Alexandrianarin:

Um tú meinar við ein tekst, sum er lýtaleysur, so er svarið nei?
Hevur tú ein?


Hin Bíbliutrúgvandi:

Tað var ófatiliga vánaligt. So tú trýrt helst, at Guð gav sítt orð fullkomið, og alt sum vit hava í dag er ófullkomið?

Sjálvandi havi eg tað. Guðs ófeilbæru orð eru í King James til alla verøld at lesa.


Alexandrianarin:

OK?
Hevur Gud trupulleikar við at minnast nøvn, ella stavar hann nøvn ymisk fyri at variera málið?

So má mann vóna at, táið Gud “kallar menn við navni”, at Hann ger tað munnligt….tí….hvussu skuldi Hann annars stavað t.d. Sálamo, Sálamon, Solomo – ella hvat hann nú æt


Hin Bíbliutrúgvandi:

Altso, tú ert ein sataniskur spottari, veitst tú av tí?
Null forstand!

Tað er ein veikur Guð, sum gevur sítt orð fullkomið, og so ikki er førur fyri at varðveita tað fullkomið.

Tað er so ikki mín Guð!

Eg trúgvi, at Guð gjørdi tað júst so sum hann gjørdi, við vilja.

Annars kunnu nøvn skrivast ymist, tí ofta verða tey søgd ymist. Eg havi verðið kallaður Sjúrður, Sjúrði, Sjúrri, og Sjúddi. Fullkomið merkir ikki strangt eins, altíð. Variasjónin kann vera faktuell, og tí rangt at halda seg kunna “rætta” tað.

Eg kann ikki svara endaligt fyri Guð um hví, men kanska fyri at spottarar sum skulu koma til sjóndar, og tey, sum einfaldliga líta á Guð og hans orð skulu skera seg av frá tínum snikutu líkum.

Tú byggir tína “trúgv” á upprunahandrit, sum ikki finnast. Eg standi í treystari trúgv á Guðs endaliga produkt, sum stendur á røttum grundarlagi.

Sum Ruckman segði: God gives the mockers just enough rope to hang themselves.


Spottarin úr alexandriu:

Nú haldi eg, at tú mást bestemma teg:

Merkir “varðveita orð frá hesi ætt”, at upprunin er varðveittur orðarætt frá tí, at “Gud segði”?  (og hvar er so “bróðir” varðveitt hesi 2000 árini millum Kong Dávid og Kong James) ???

ella:
Hevur Gud “foredlað” orðið fram til 1611, so tað stendur “meiri og betri” í bíbliuni frá 1611, enn í upprunaskriftunum ???

Viðmerking: Bæði kunnu passa, men tey kunnu ikki bæði passa samstundis – og spurningurin er ikki, hvat Gud kundi havt gjørt, men hvat gjørdi hann?

PS:  Eg eri samdur við tær í, at KJV samanumtikið er tann besta bíblian, sum finst, men eg eri ikki neyðvendigvís samdur í, at allar orðingar í KJV eru betri enn enn t.d. Tyndale/Geneva (eg havi einki dømi við hondina beint her).


Hin Bíbliutrúgvandi:

1) Guð sigur so, at hann skuldi varðveita síni orð frá hesi ætt um ævir, so tað hevur hann gjørt. Tí trúgvi eg, um so tú ikki gert. Eg havi longu sagt, at upprunan hava vit ikki, og at orð sum bróðir gott kunnu hava verið í upprunahandritinum, allarhelst, tí skrivarin vitsti sjálvandi, at tað var Dávid sum drap Goliath, ikki Elhanan. Sjálvt um orðið bróðir manglar í teimum handritum sum vit hava í dag, so er tað eyðsæð at tað eigur at vera har, og tað er Bíbilskt, altso, Bíblian lærir aðrastaðni, at Elhanan drap bróðir Goliaths, og at Dávid var tann sum drap Goliath.

2) Psálmur 12:6-7 sigur (sum eg LONGU havi sagt), at Guð skuldi skírga síni orð 7 ferðir. Orðini hjá HARRANUM eru skír orð, byrjar teksturin við, fyri síðan at siga: “skírgaði sjey ferðir”, so tað er einkið í vegin fyri tí, at tey vóru skír, tá ið tey vórðu givin, men at tey eru enntá skírari í tí endaliga produktinum, sum Guð gav okkum í 1611. Skírleikan í upprunahandritunum kunnu vit ongantíð døma um, tí tey eru ikki til, men skírleikin í AV 1611, ja, hann liggur klárt fyri dagin. KJB er Guðs skíra orð, avstemmað innfyri Bíbliuna sjálva, og hon lærir rætt allastaðni, lýgur ikki. Ólíkt tær.

“Hesi ætt” er ikki “hvørji ætt”. Hesi ætt er ein ætt, t.e. tann ætt, sum fór at royna at forkoma Guðs orðum, t.e. ættin sum kom við Westcott & Lort og fylgjandi, so sum James White, og tú.

Hví ert tú ÍMÓTI eini fullkomnari Bíbliu?

Hví vilt tú bara trúgva á fullkomin upprunahandrit, í eini slíkari “Alice in wonderland” trúgv?

Hatta hevur einkið undir sær, einkið fast grundarlag, ongan grundvøll.

Um eg so mikið sum segði, at EITT ORÐ í King James var feilandi, so hevði eg gjørt sprekku í mín grundvøll. Ja, eg havi ein FULLKOMNAN grundvøll, uttan feil, har eg kann líta á HVØRT ORÐ í Heilagu Bíbliuni. Tá ið tað kundi sæð út sum har er ein feilur, so er feilurin í eygunum sum hyggja, IKKI í Guðs orði. Hetta sigi eg sum sannur Bíbliutrúgvandi.

Ótrúligt, at man sum tann ið trýr at Guð veruliga hevur varðveitt síni orð, skal vera tann sum verður spottaður av fólki sum siga seg vera trúgvandi.

Thou shalt keep them, thou shalt preserve them from this generation for ever. Tað sigur Guð, og tað hevur hann gjørt. ØLL HEBRAISK handrit á jørðini í dag hava FEILIR í, tí tey LÚGVA at Elhanan drap Goliath. King James, hinvegin, avstemmar Guðs orð við Guðs orði, og lýgur ongastaðni. Hetta trúgvi eg, at Guð hevur gjørt júst soleiðis, fyri at gera øllum ljóst, hvør bók ið er tann skíra, og sum tí umboðar tey skíru, varðveittu orðini. So eru vit enntá leys frá handritunum. Vit hava Guðs orð, og kunnu venda monnum sum James White og tær reyv, alt meðan vit lata aftanundan, viðhvørt við almakt.


Spottarin av Guðs orði:

Góði Sjúrður
Tú ert ein av teimum útvaldu, sum eg havi stórt sæð óendaligt tol við – júst tí, at eg havi stóra virðing fyri tínari umseting og umsetingarverki – og ikki minni, tí tú ert ein óræddur Harrans stríðsmaður, sum hvørki ræðist kong ella páva!

Men vit kunnu ikki hava eitt samskifti, sum eg ikki veit, hvørt tað er privat ella alment – tað kann vera privat ella alment, men eg má vita, um vit samskifta privat sum vinir/kenningar, ELLA vit hava eina almenna diskutión – mann kallar tað DISKURS (og situatiónsfornemmilsi) – og eg luttaki ikki í DISKURSFORVIRRINGI – so, inntil tá (ið eg frætti annað), má eg rokna alt samskifti okkara millum sum “alment”!


Hin Bíbliutrúgvandi:

Alt, sum verður skrivað til mín, kann, ella kanska ikki, verða lagt út á heimasíðuna. Soleiðis hevur verið øll síðstu árini, síðan 2008/11 frameftir, og tað veitst tú av. Stundum ónavngivið, men onkuntíð navngivið.

Alexandriu-indianarar hava onga bíbliu, bert vind. Og teir spotta ófeilbarleika, og, sum tú sjálvur hevur gjørt: Spotta Bíbliuna. Hetta hevur tú nú staðfest svart uppá hvítt, og at tú meinar, at bíblian sum heild er feilandi mannaverk, sum tú eisini segði, og at eingin fullkomin Bíblia finst. Alexandrianarar eru sjálvir evsta vald, tí teir velja ímillum alt sum er til, so sum teir vilja sjálvir; teir trúgva ikki, at Guð hevur havt fingurin við í nøkrum, síðan hann gav upprunahandritini. Slíkur ert tú, opinbart. Andstyggiligt er tað. Trøllatrúgv á upprunahandrit, sum ikki finst eitt einasta av í dag, og so er alt meir og minni óavgjørt, uppi til diskusjón. Hvussu mundi Guðs orð vera, tá ið tað einaferð VAR fullkomið, ja, bara Guð veit. Guð viti. Hatta er skræputrúgv, Guðsspottilig vantrúgv.

Tú ert vælkomin at endurgeva ALT, sum eg sigi, hvarsumhelst, um tú endurgevur tað í síni heild. Eg havi EINKIÐ at skammast yvir, eiheldur krógva. Sannleikin tolir dagsins ljós, eg havi Guðs orð, og tað spotti eg ikki, eiheldur stingi ein knív í tess fimta rivjabein. At stinga og høgga eftir Guðs orði, er at stinga Jesus og Guðsspotta hann.

Elhanan drap bróðir Goliaths. Tað kanst tú gnubba inn í tína alexandrisku gron. Every word of God is pure, Orðt. 30:5. At hoyra teg tosa um Guðs orð, er sum at hoyra uppá SATAN spotta tað, ella ein fullan mann úti á gøtuni. Tað er andskræmiligt.

Vit kunnu skriva 1000 teldupostar afturat, men annars havi eg longu sæð tað, sum eg fiskaði eftir upp úr tær. Tú trýrt ikki, at ein fullkomin Bíblia finst. Eg geri. Og eg havi hana. Og týði hana. Tú ert fullkomiliga líka skralltómur fyri rættari bíbliutrúgv sum tú vart í 2011. Ein totalur stinkandi calvinistiskur JamesWhitari. Kemur hann til Føroya, so kann hann vitja teg, og so kunnu tit sita og spotta Guðs orð saman.

Jesus segði við SATAN: Skrivað stendur, … og myndugleikin var ABSOLUTTUR. Ongastaðni í skriftini síggja vit, at NAKAR av Guðs monnum setur spurning við, ella høggur niður á NAKAÐ í skriftini, men tað gera dagsins alexandrianarar, tí tit eru andaliga avkomið av Westcott & Hort, fullir í lort. Tann EINASTI, sum í skriftini tosar sum tit, er EDENSORMURIN.

Um eg haldi meg síggja feil í Guðs orði, KJB, so er feilurin MÍN, ikki Guðs orðs.

Eg fari at biðja teg og tínar slímutu líkar pent venda um, og æra Guðs orð, sum hann hevur lyft upp uppum alt sítt navn, smb. Ps. 138:2; og Guðs orð er ikki alexandriskar perversjónir. Inntil tá sigi eg: Djúpt góðanátt.


Bíbliutrúgvandi trýr Guði, tá ið hann sigur, at hann skal varðveita síni skíru orð um ævir, og at tey eru skírgaði sjey ferðir í einum bræðsluovni av jørð.
Alexandrianarin spælir sum um hann virðir og trýr Guðs orði, tá ið hann í veruleikanum als ikki ger tað, men er tess fíggindi, í parti við Satan og sigur: Ja, hevur Guð nú sagt. (Gen. 3:1); ein klassisk frukt av modernaum lærdómi síðan 1881.

Alexandrianararnir siga: Tú mást ikki siga, at bíblian hjá Victor er ein satanisk perversjón (sjálvt um hon er), tí at Victor var ein veldigur Guðs maður! Slíkt vísir bara, at teir byggja á menn, ikki á Guðs orð, tí sjálvt um Victor óivað var ein Guðs maður, so týddi hann forkertan tekst, t.e. alexandriska perverteraða tekstin, ikki textus receptus, ella ennbetri: King James. Eg sigi ikki, at Victor var ein satans maður, eiheldur have eg sagt tað nakrantíð, men eg sigi at bíblian hann týddi er ein satans perversjón, og hansara bíblia tí eisini tað. Men hasi stakkalavættini duga ikki at skilja ímillum. 
Hin Bíbliutrúgvandi plantar tí sínar føtur í reformatiónini, og neyvligari í AV 1611. Vit rista sandin undan fótum várum, og standa á kletti Guðs varðveitta sjey ferðir skírgaða orðs. Vit hava EINKIÐ við egyptiskar sandmenn at gera. Púra svakir: trúgva ikki eingong, at Guð heldur orð, alt meðan teir kalla seg trúgvandi. Teir siga Guð vera lygnara. Tykkum kalli eg tí fyri lygnarar, og alt sum tit siga er stinkandi hykl. Tit eru dagsins PHARISÆARAR.

A M E N.


Síggj munir ímillum King James og pávans skramblið her >


Onnur tíðindi