Deilumálið er í veruleikanum um, hvørt Guð hevur varðveitt síni orð, og hvørt vit hava eina fullkomna Bíbliu

Vit siga: Ja. Takk og lov: tað hava vit.
Og tann Bíblian er King James Bíblian.
Íblástur uttan varðveitslu hevði verið ein guddómlig spilla av tíð.
Guð íblásti síni upprunaligu handrit, (hvarav einkið er til í dag), og varðveitti síðan eisini síni orð upp ígjøgnum allar øldir, – ikki í upprunaligum handritum, – men í reinum kopium, og samlaði síðan alt undir reformatiónini, arbeiddi so uppá Ensku Bíbliuna frá 1526 til 1611, tá ið endaliga Bókin kom í ljós. Vit siga, at tá var Guð liðugur við Ensku Bíbliuna. Reinar Bíbliur eftir tað eru reinar týðingar eftir henni, ella Bíbliur sum byggja á somu handrit sum hon, men hava síðan verðið reinsaðar til fult og heilt at samsvara við hana; eins og hevur verðið gjørt við Sponsku Valera Bíbliuna.
Svakt?
Nei. Tað er ikki svakt at trúgva hesum.
Tað, sum ER fullkomiliga svakt í høvdinum, er at siga at Guð ikki eigur eina endaliga fullkomna Bíbliu á jørðini. Tað er eisini galsvakt í høvdinum at pástanda, at Guðs orð bara finst reint onkustaðni ímillum 24 ymsar versjónir av grundtekstinum. Nei, sjálvandi mugu vit koma á mál við EINARI heilari Bíbliu, enntá á heimsmáli nútíðarinnar, sum øll kunnu lesa, EINUM endaligum myndugleika, og tann myndugleikin er King James Bíblian; take it or leave it.
Tær fýra fínpussingarnar av henni fram til 1769 høvdu einans við staving og prentvillur at gera. King James Bíblian, sum vit hava í dag, er tann sama sum í 1611, (eg eigi eitt fotograferað kopi av N.T., 1611), – teksturin er júst hin sami.
Vit siga, at King James Bíblian er eitt undur. Ja, vit trúgva nemmiliga á undur. Undrið er, at Guð hevur varðveitt síni orð og savnað tey í sína Bók, sum øll kunnu lesa.
Jú, tað hevur Guð gjørt. Og hann brúkti menn til tess.
Gloym alt um NKJV. Hon er bert eftirlíknað náttpottajarn. Víkur frá King James í yvir 1200 plássum í N.T. aleina, og tá fylgja teir alexandrisku, gnostisku tekstunum. So til helvitis í einum loga við lortinum. Hart og kontant.
Stutt sagt: KING JAMES RULETH.
Onnur tíðindi