Munurin á vinarliga og vinaliga



vinar = hvørsfall eintal … dømi: hetta er bók vinar míns
vina = hvørsfall fleirtal … dømi: hetta er hús vina mína

vinaligur = góður vinur hjá mongum vinum (tí tað er pluralis)
vinarligur = góður vinur hjá éinum vini (tí tað er singularis)

vinaliga = frá éinum til mangar; frá mongum til éin; frá mongum til mangar
vinarliga = frá éinum til éin


Trý dømir (tey eru eins, men tað er gott at síggja fleiri):
vinargáva = gáva frá vini, ella til vin
vinargávur= gávur frá vini
vina
gáva = gáva frá vinum, ella til vinir
vinagávur = gávur frá vinum
……….
óvinarkossur = kossur frá óvini, ella til óvin
óvinakossar = kossar frá óvinum, ella til óvinir
……….
vinarorð = orð frá vini, ella til vin
vinaorð = orð frá vinum, ella til vinir

So víst hetta er munurin á vina og vinar í hesum trímum dømunum (og tað er tað smb. bendingartalvuni!), so býr hesin munurin eisini í vinaliga og vinarliga og øllum øðrum slíkum orðum. Minst til, at ar endingin er eintal, og at a endingin er fleirtal.

Hvat eiga vit ikki eitt ótrúliga ríkt mál!
Við at brúka fallskipanina útførliga, kunnu vit lýsa tað við einum orði, sum man má siga við 3-6 orðum, uttan fallskipanina.


Alstóri týdningurin við skrivaða málinum er hesin: Tú meinar tað tú skrivar, ikki tað tú hugsar. Eingin kann vita, hvat tú hugsaði, men øll munnu lesa júst tað tú skrivaði, ikki meir, ikki minni.

Fløkt er hetta als ikki. Hetta er púra greitt, tá ið heilin komin í umferð.


Hetta er tann sakligi munurin á vinar og vina, og tí eisini á vinarliga og vinaliga. Hetta skilja hugsandi fólk;— tó ikki sprotajótrandi djór.

Onnur tíðindi