Helviti er eitt veruligt stað, í hjarta jarðarinnar; tað er til NÚ, og glataðar sálir eru har longu nú; jamen ríki maður var har, tá ið Jesus gekk á jørðini

Hvussu tað ber til?
Jamen í ævinleikanum er eingin tíð: bara eitt nú

Hendan gjørdi sjálvmorð, fór í helviti og kom aftur

Bara úthelta blóð Jesu Christs vaskar okkara synd burtur og kann frelsa okkum

19 ¶ Tað var ein ávísur ríkur
maður, sum var klæddur í purpur
og fínt lín, og gleddist marglætisliga
hvønn dag :
20 Og tað var ein ávísur biddari
nevndur Laz´-a-rus, sum varð lagdur
við dyr hansara, fullur í sárum,
21 Og tráandi at verða mettaður
við molunum sum fullu frá borði
hins ríka mans : harafturat komu
hundarnir og sloktu sár hansara.
22 Og tað bar á, at biddarin doyði,
og varð av einglunum borin inn
í fang Ábrahams: hin ríki maðurin
doyði eisini, og varð jarðaður ;
23 Og í helviti lyftir hann upp
eygum sínum
, verandi í pínslum,
og sær Ábraham langt burturfrá,
og Laz´-a-rus í fangi hansara.
24 Og hann rópaði og segði,
Faðir Ábraham, hav miskunn mót
mær, og send Laz´-a-rus, at hann
má drepa tippin av fi ngri sínum í
vatn, og svala tungu míni ; tí eg eri
pínslaður í hesum loga.
25 Men Ábraham segði, Sonur,
minst til at tú í lívstíð tíni tókst við
tínum góðu lutum, og líkaleiðis
Laz´-a-rus illu lutum : men nú er
hann troystaður, og tú ert pínslaður.
26 Og umframt alt hetta, ímillum
okkara og tykkara er tað eitt
mikið svølg fest : so at teir sum
vildu ferðast hiðanfrá til tykkara
kunnu ikki ; eiheldur kunnu teir
ferðast til okkara, sum vildu komið
haðanfrá.
27 Tá segði hann, Eg biði teg
tessvegna, faðir, at tú vildirt sent
hann til húsar faðirs míns :
28 Tí eg havi fimm brøður ; at
hann má vitna fyri teim, at ikki
teir eisini komi inn í henda pínslustað.
29 Ábraham sigur við hann, Teir
hava Móses og prophetarnar ; lat
teir hoyra teir.
30 Og hann segði, Nei, faðir
Ábraham : men um ein fór til
teirra frá hinum deyðu, vilja teir
venda um.
31 Og hann segði við hann, Um
teir hoyri ikki Móses og prophetarnar,
eiheldur vilja teir verða
sannførdir, tó ein reis frá hinum
deyðu.
( Lukas 16:19-31 FKJ )

Tí eins og Jónas var tríggjar
dagar og tríggjar nætur í búki hvalsins ;
soleiðis skal Menniskjusonurin
verða tríggjar dagar og tríggjar
nætur í hjarta jarðarinnar.
( Matthæus 12:40 FKJ )

Eg eri hann sum livir, og var
deyður ; og, sí, eg eri livandi um
ævir meir, A´-men ; og havi lyklar
helvitis og deyðans.
( Opb. 1:18 FKJ )

… tvs. at tá ið Jesus fór í hjarta jarðarinnar, tá fór hann niður inn í helviti

So GEVST nú og sig, at helviti ikki er til, og GEVST og sig, at tað er ikki til enn. Tað er VÍST til NÚ!

Onnur tíðindi