Gothiska Bíblian frá 150/350 e.Ch. var líka sum King James Bíblian



Gothiska Bíblian frá 150/350 e.Ch. var líka sum King James Bíblian; so okkara fornu forfedrar høvdu eina rætta og sanna Bíbliu, ikki eitt alexandriskt pjattskvatt sum hasar ið Dahl og Victor góvu tykkum.

Jamen, Sjúrður, tú ert so ófólkaligur.
Tað var Luther eisini, og takk og lov fyri tað; hann morlaði eitt fjall av lygn sundur og gav okkum sannleikan.

Fólkaligheit kemur ikki sakini við, tá ið man vigar satt ímóti følskum. Tá er sannleikin ALT. Sært tú ikki tað, so meti eg teg sum eina lítla pirru á pávans reyv. Má hann seta seg á teg og kroysta alla óhumskuligu sevjuna út úr tær, og mást tú so rýma so langt undan honum og hansara pestsligu prestaundirsáttum sum gjørligt, og flýggja tær til sannleikans orð, sum stendur enn.

Guðs orðs klettur stendur. Tað skalt tú bara vita. Og tað er mær alt.

Onnur tíðindi