Eitt gott bræv, eygleiðing, og spurningar frá einum (ónavngivnum) bróðuri; og mítt aftursvar til hansara

Góðan dag Sjúrður,

Takk fyri eitt sera gott innslag um Guðs orð og Guðs blóð.
Eg gjørdi mær nakrar tankar út frá onkrum sum bleiv nevnt, ið eg viðhefti í hesi pdf (brævið niðanfyri).

heilsan
????

 


 Hvar er Jesu blóð? Tað má annahvørt vera í himli ella á jørð.

Nevnt verður at Jesus á undurfullan hátt hevur borið sítt blóð upp til himmals, ímillum at hann segði við Mariu “Nem ikki við meg”, og tá ið Tummas slapp at leggja hondina í síðu hansara.

Um Jesu blóð bleiv borið inn í himin, so kann vitnisburðurin hjá Ron Wyatt, um tá hann fann sáttmálaørkina í Jerusalem, ikki vera sannur. (Síggi tú hevur link til tilfar um Ron Wyatt á heimasíðuni, so hann nýtist neyvan eina intro her). Tí Ron Wyatt vitnar at hann fann Jesu blóð á náðistólinum; ikki bara tað, hann fekk eisini tikið eina roynd av tí sum vísti, at tað enn var livandi. Ron vísur sjálvur til Matteus, um at klettar skrædnaðu, og at blóðið harvið rann niður, og bleiv slett á náðistólin (rann av høvdinum/skallastaðnum, niður á hjarta), og at tempulforhangið skrædnaði úr erva og niður samstundis, soleiðis at ikki bara tann horisontala atgongdin var opnað (frá uttanfyri/forgarðinum inn í tað allarheilagasta), men eisini tann vertikala atgongdin var opnað, tá ið blóð Jesusar rann niður (frá úr erva niður á hjartað). Um Jesu blóð enn er fysiskt til staðar á jørðini, so hvílir tað enn á náðistólinum á sáttmálaørkini. Hví veit eingin tað í dag, ella hví kemur tað ikki nøkrum til hugs? At tað er púra fjalt og vorði ein loynidómur í dag, vitna Hebr. 9,5 og Jer. 3,16 um.

Hvat er daily sacrifice í Dán 8,11-13; 11,31; 12,11, og eisini sacrifice and oblation í Dán. 9,27? Er tað Jesu blóð sum í heidningatíðini er ofrað dagliga á náðistólinum, men tá náðitíðin er úti, verður tikið burt? Og í somu støðum verður nevnt at the sanctuary shall be cast down and trodden under foot, og the truth shall be cast to the ground. Hin óndi tekur burtur blóðið og setur í staðin fyri upp anstygdina ið oyðir, ið er fullførd 1290 dagar seinni. Tá Jesus í Matteus 24,15 sigur Tá ið tit tessvegna skulu síggja oyðingar-andstygdina talað um av Dánjeli propheti, standa í hinum heilaga staðið (hvøriðso lesur, lat hann skilja), er tað so ikki hetta, at tað heilaga staði, ella plássi, har hon ikki átti at staðið, er heilt konkret ørkin og náðistólurin ið er plássið hjá blóði Jesusar? At hetta staðið heldur skal skiljast sum verandi geografiska landumráðið av Jerusalems býi, er tað so ikki alt ov generelt? Enska KJV skilir væl ímillum holy city (Dán. 9,24), og holy place (Matt 24,15).

Hvat kann vera størri trigger event fyri Guðs vreiði, enn at Jesu Christi dýrabara blóð verður tikið burt av sínum plássi, og Satan setur seg sjálvan ella sína andstygd oyðingar uppá/yvir ørkina/náðistólin í staðin?

Eg veit ikki, hetta eru bara nakrir tankar sum stungu seg fram ísv. at eg lurtaði eftir innslagnum. Tankarnir blivu beinanvegin leiddir hendavegin, helst tí at eg havi hugt nógv eftir hesum ymiska um Ron Wyatt.

 


Mítt aftursvar:

Hey ????.

Og takk fyri góðar eygleiðingar og tankar.

Bara Guðs orð er ófeilbarligt og altíð 100% álítandi. Ting, sum eg leinki til á kjv.fo, eru kanska ikki altíð røtt, sjálvt um eg vil tað. Eg havi 100% trúgv og álit á Guðs orð, men líti á, at Ron Wyatt var ein sannur maður, sum ikki leyg, (ikki við vilja, ið hvussu er). Øll menniskju kunnu feila, og gera tað, hvussu gjarna tey vildu ikki gjørt tað.

Essensurin, ið tú kemur inn til, er hvørt ting kunnu finnast á jørð og í himni samstundis. Um nakað er á jørð, ógildar tað so ikki tann møguleikan, at tað samstundis kann finnast í himnni? Lat okkum spyrja Guðs orð. Jesus segði við Nicodemus í Jóhannes 3:13: Og eingin maður hevur stigið upp til himins, uttan hann sum kom niður frá himni, enntá Menniskjusonurin sum er í himni. Altso var Menniskjusonurin í himni, samstundis sum hann var á jørðini, tí hetta segði Jesus, tá ið hann var á jørðini; hann segði altso á jørðini, at hann var í himni. Jesus var likamliga á jørðini; var hann so andliga í himni? Eg haldi ikki. Hvussu við Halga Andanum? Vit lesa í I. Jóhannesarbrævinum 5:7-8: Tí at tað eru tríggir, sum geva frágreiðing í himni, Faðirin, Orðið, og Halgi Andin: og hesir tríggir eru eitt. 8 Og tað eru trý, sum bera vitni á jørð, Andin, og vatnið, og blóðið: og hesi trý semjast í eitt. Altso er eisini Halgi Andin bæði í himni og á jørð samstundis.

Eg vil ikki fara at gera nakað, sum Ron Wyatt segði, til Guðslæru. Eg byggi mína Guðslæru bara á Guðs orð: og tað vísir mær, at ting kunnu vera bæði í himni og á jørðini samstundis. Sostatt havi eg ongan trupulleika við at trúgva tí, at Jesu blóð kundi bæði renna niður ígjøgnum eina sprekku undir krossinum, niður á sáttmálaørkina á jørð, (sum var ein avmynd og ein skuggi av hini himinsku; og harvið fysiskt og veruliga og jarðliga gera Gamla Sáttmála ógyldan), men eisini, tá ið Jesus Christus var upprisin, at hann tá veruliga fór inn í tað heilaga staðið í himni, og helti sítt dýrabæra blóð á sáttarlokið í himni, og vann okkum æviga endurloysing. Altso, at tað kann finnast í báðum støðum, fysiskt. Hetta gongur framvið okkara náttúrliga vit og skil, men tað er so mangt við Guði sum ger tað.

Men, sum sagt, eg vil halda fast Guðs orð sum absoluttan sannleika, meðan eg skrivi ting, sum koma til sjóndar uttanfyri sjálva Skriftina, aftanfyri oyrað, sum man sigur. Soleiðis fari eg ikki skeivur sum heild; (ikki harvið sagt, at eg ongantíð eri farin skeivur, ella havi sagt ting, sum kanska vóru órøtt, tó at eg ikki vil tað).

Viðvíkjandi tí, at anti-christ skal volda tí dagliga sláturofrinum hjá Jødunum at halda uppat í trongdartíðini, so trúgvi eg tí, at teir har ofra blóðið av djórum. Tað er partvís tað, sum fær Guðs vandlæti at vakna, og tíðin tá er stutt. Jødarnir verða tíverri tøldir til at taka ímóti anti-christi fyrst sum sínum Messiasi, og taka ikki ímóti Jesusi Christi sum sínum Messiasi, fyrrenn hann kemur aftur, við endan á trongdartíðini, og oyðir anti-christ við bjartleikanum av síni komu. Dilemmaið við Jødunum er, at teir í trongdartíðini ofra eftir Móselógini, og tað, teir gera har, er gott og rætt eftir Móselógini, men als ikki í gyldi longur, eftir at Jesu blóð hevur gjørt enda á neyðugleikanum á teimum ofrunum, sum tá vórðu ofrað. Vit skilja hetta sum munin ímillum Gamla Sáttmála, og Nýggja Testamenti: tann Nýggi hevur ógildað hin Gamla; men hetta vita Jødarnir ikki enn tá; men teir eru, hóast hetta, Guðs útvalda folk, sum hann vil frelsa alt á einum degi.

Harrin signi teg, bróðir. Tú mást ikki trúgva hvørjum orði, eg sigi, sum um eg eri nakar myndugleiki. Einasti myndugleikin er Guðs orð. Bygg á tað, og bið Guð leiða teg í at skilja tað betur og betur; halt tíni eygu á Guðs orð, og skeit einans eftir tingum, sum koma til sjóndar uttanfyri tað, hvussu nær tey enn eru. Tað kann vera satt, men nýtist ikki endiliga at vera tað; og man byggir ikki Guðslærur á ting, sum eru uttanfyri Guðs orð sjálvt. Men summi ting undirbyggja ting, sum man longu hevur sæð og roynt sum sonn í Guðs orði; ja, tá gjørdi tað gagn í ævigum mát, við tað at tað vitnaði um tað, at Guðs orð, tað er satt, og hevur altíð rætt, og um tað fáa tey gudleysu fnatt.

Bróðurliga,
Sjúrður Højgaard.

P.S.
Eitt afturat. Ein av Guðs eginleikum er, at hann er allastaðni nærverandi í senn (en: omni present). Jesu blóð er Guðs blóð (sí Gern. Áp. 20:28 FKJ). Ergo: Guðs blóð, sum er Jesu blóð, kann vera í himni og á jørð samstundis, og eitt er víst: tað er beint nú í himni og á jørð: fysiskt á náðistólinum í himni, og áslett á tey frelstu á jørð. Men legg til merkis, at eg havi altso ikki hervið gjørt úttalilsini hjá Ron Wyatt til Guðslæru, men bert prógvað, við Guðs orði, at tann møguleikin er bíbilskt tilstaðar, at tað kann vera fysiskt bæði á jørð og í himni; tað er altso ikki ómøguligt.

Onnur tíðindi