Eitt fløvandi teldubræv (navnið afturhildið)


Til Vevstjóran

Eg vil fegin siga takk fyri Føroysku King James Bíbliutýðingina, ið eg eri farin at brúka í staðin fyri týðingina hjá Victor Danielsen, ið eg annars kenni frá barnsbeini av.

Mær dámar serliga væl tann meiri hátíðarliga dámin, ið brúktur verður, eins og eg havi vant meg við víðkaða hugsháttin í hesi týðingini.

Takk fyri!

Samstundis fari eg at spyrja um tað er møguligt at fáa eitt eintak av Bíbliuni afturat. Eg tosaði við mammu nú ein dagin, og segði henni, at eg lesi mest í hesi útgávuni. Hon fann ikki sítt eintak av hesi Bíbliuni, helst hevur hon givið onkrum hana.

Um tað ber til, so taki eg fegin ímóti einum eintaki á: adressa.

Blíðar heilsanir
——————–.

Onnur tíðindi