Her er ein sera aktuellur filmur um ÓNEYÐUGLEIKAN av ungdómsmøtum, “kristnum” konsertum osv.:
http://www.dividedthemovie.com/
OG tað kom ein av hinum sjey
einglunum sum høvdu hinar
sjey skálirnar, og talaði við meg,
sigandi við meg, Kom higar; eg
vil sýna tær dómin av hini miklu
skøkju, sum situr uppiá mongum
vøtnum:
2 Við hvørji kongar jarðarinnar
hava framt hordóm, og íbúgvar
jarðarinnar eru vorðnir gjørdir
druknir við víninum av hordómi
hennara.
3 So hann bar meg burtur í
andanum inn í oyðimørkina: og
eg sá eina kvinnu sita uppiá einum
skarlakslittum djóri, fult av
Guðs-spottanar nøvnum, havandi
sjey høvd og tíggju horn.
4 Og kvinnan var skrýdd í
purpur og skarlaks lit, og dekkað
við gulli og dýrabærum steinum
og perlum, havandi eitt gylt bikar
í hond síni fult av andstygdum og
óreinsku av hordómi sínum:
5 Og uppiá enni hennara var eitt
navn skrivað, LOYNDARDÓMUR,
BABYLON HIN MIKLA,
MÓÐIRIN AT SKØKJUM OG
ANDSTYGDUM JARÐARINNAR.
6 Og eg sá kvinnuna drukna við
blóði hinna heilagu, og við blóði
Jesu martýra: og tá ið eg sá hana,
undraðist eg við miklari undran.
7 Og eingilin segði við meg,
Hvørsvegna undraðist tú? eg vil
siga tær loyndardóm kvinnunnar,
og djórsins sum ber hana, sum
hevur hini sjey høvdini og tíggju
horn.
8 Djórið sum tú sást var, og er
ikki; og skal stíga upp út úr hini
botnleysu avgrund, og fara inn
í glatan: og teir sum dvøljast á
jørðini skulu undrast, hvørs nøvn
vórðu ikki skrivað í lívsins bók
frá grundlegging veraldarinnar,
tá ið teir skoða djórið sum var, og
er ikki, og tó er.
9 Og her er hugurin sum hevur
vísdóm. Tey sjey høvdini eru sjey
fjøll, á hvørjum kvinnan situr.
10 Og har eru sjey kongar: fimm
eru falnir, og ein er, og hin er ikki
enn komin, og tá ið hann kemur,
má hann halda á eitt stutt bil.
11 Og djórið sum var, og er
ikki, enntá hann er hin áttandi,
og er av teimum sjey, og fer inn í
glatan.
12 Og tey tíggju hornini sum tú
sást eru tíggju kongar, sum hava
móttikið einkið kongadømi sum
enn er; men móttaka mátt sum
kongar ein tíma við djórinum.
13 Hesir hava ein huga, og skulu
geva djórinum mátt sín og styrki.
14 Hesir skulu føra kríggj við
Lambið, og Lambið skal yvirvinna
teir: tí hann er Harri harra
og Kongur konga: og teir sum
eru við honum eru kallaðir, og
útvaldir, og trúfastir.
15 Og hann sigur við meg, Vøtnini
sum tú sást, hvar skøkjan situr,
eru fólk, og fjøldir, og tjóðir,
og tungur.
16 Og tey tíggju hornini sum tú
sást uppiá djórinum, hesir skulu
hata skøkjuna, og skulu gera
hana oydna og nakna, og skulu
eta kjøt hennara, og brenna hana
við eldi.
17 Tí Guð hevur lagt í hjørtu
teirra at uppfylla vilja sín, og at
semjast, og geva djórinum kongadømi
teirra, inntil orðini hjá Guði
skulu verða uppfylt.
18 Og kvinnan sum tú sást er
hasin mikli staður, sum ræður
yvir kongum jarðarinnar.
( Opinberingin kapitul 17 FKJ )
Her er myndin, sum maðurin tók av Guðs dýrd (sjekeinah), tá ið hon bókstavliga fór út ígjøgnum hurðina út úr hesi kirkjuni (og kirkjuni sum heild) í Danmark (í sambandi við, at teir eru byrjaðir at víga sodomittar. Myndin er fullkomiliga ómanipulerað):