… tá er tað ein ávaring um Guðs dóm, ikki tín dómur.
Tað EINASTA, sum er óbíbilskt við at døma er, at peika eftir øðrum, sum hava eina flís í eyganum, tá ið tú sjálvur hevur ein bjálka í eyganum (sí Matth. 7:1-5 FKJ). Men hetta er IKKI tað sama sum at siga, at vit ikki skulu døma um hvat í veruleikanum er rætt, og hvat er rangt. Og tann, sum ger rangt, er so í tí ranga, í órættinum, og hevur longu dømt seg sjálvan. At skava útyvir slíkt er ikki rættvíst, ikki gudiligt, ikki eingong kærleika, men bara stinkandi hyklarí.