Hinir 12 bandittar bíbliufelagsins


Í hini síðstu tíð kirkjunnar — hini laodicæisku kirkju núverandi — fær alt hægri virðing enn Bíblian; ikki minst av teimum ið sigast útgeva hana. Fólk í dag hevur meir virðing fyri sær sjálvum, enn Guði. Soleiðis er humanisman.

Fert tú á onkran skúla, so eru tað fult av nýggjum heitum og hugtøkum, sum tú mást læra. Fert tú at læra til bilmekanikara, so mást tú altso læra, hvat ein knastaksil er, hvat ein búsningur er, hvat ein kamreim er, hvat ein ventilur er, hvat eitt differentiali er. Tó tykist føroyska bíbliufelagið halda, at fólk eru so býtt, at tey ikki eingong kunnu læra hvat ein ápostul er.
Aðrar rottur enn henda munnu loyna seg í veltini hjá teimum, tað hugsi eg.

…………………………………………………………………………………
Pápin: hinir tólv —— Lambsins.
Barnið: Hinir tólv hvat, babba, … bandittar?
Pápin: Eg veit ikki, góða…
…………………………………………………………………………………

Tá ið sjálvt trý ára gomul børn kunnu læra, hvat ein bandittur er, hvat ein revolvari er, hvat ein sjeriffur er, hvat ein gangstari er; so kunnu tey sjálvandi eisini øll læra hvat ein ápostul er, hvat sáttargerð er, hvat rættvísgering er. Annars hava tey altso onga virðing fyri Guði og hans orði, ella eru tey heilt uttan vit og skil.

Óttin fyri HARRANUM er byrjanin til kunnleika (Orðtøk Sálomons 1:7 FKJ); tí er tað øvugta galdandi, at vantandi ótti fyri Guði, er byrjanin til býttleika. Vantandi ótti fyri Guðs orði ER vantandi Guðsótti, (smb. Esaiah 66:5 FKJ). Tað er hetta eitt bleiktrandi dømi um.

Fyri at siga sum er, so eri eg ikki eingong interesseraður í at vita, hvussu teir hava týtt bíbilsk hugtøk so sum rættvísgering, náði, synd, sáttmálaørk, endursóning osv. Eg havi Guðs orð reint og rætt í KJB og FKJ, og tað fari eg at halda óvikiliga fast við, inntil mín doyggjandi dag.

Eg fari at siga sum er, uttan at gera meir burturúr enn neyðugt, at teir einastu veruliga býttu her í landinum, sum krevja at stramma seg upp, eru hasir 12 bandittar føroyska bíbliufelagsins. Hevði ikki eingong skoytt um hatta, um eg fekk hatta ókeypis upp á postkassan. Hevði ongantíð roknað hatta sum Guðs orð, tí tað er tað ikki!

Sataniskt fastfood skrambul, sum fólk fara at verða andliga sjúk av!
— Null respekt, hvørki ein ella annan veg.
Og so eru hatta avgamlir menn, sum fáast við hatta eisini!

Upp sum ein neyðrakett, niður aftur til helvitis í einum loga, — haðan hatta kom!


Maður skal ikki liva av breyði eina, men av hvørjum orði sum útgongur út úr munni Guðs.
(Matthæus 4:4  FKJ)

Tit skulu ikki leggja afturat orðinum sum eg ábjóði tykkum, eiheldur skulu tit skerja nakað frá tí, at tit mega halda boðini hjá HARRANUM Guði tykkara sum eg ábjóði tykkum.
(Devteronomion 4:2  FKJ)

Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir:
(Matthæus 24:35  FKJ)

Tí at eg vitni fyri hvørjum manni sum hoyrir orðini av prophetiinum av hesi bók, Um nakar maður skal leggja afturat hesum tingunum, Guð skal leggja afturat honum tær plágur sum eru skrivaðar í hesi bók:
Og um nakar maður skal taka burtur frá orðunum av bókini av hesum prophetii, Guð skal taka burtur hansara part út úr lívsins bók, og út úr hinum heilaga staði, og frá tingunum sum eru skrivaði í hesi bók.
(Opinberingin 22:18-19  FKJ)


Tykkara høggormar, tykkara avkom av eiturormum, hvussu kunnu tit komast undan heldøming helvitis?
(Matthæus 23:33  FKJ)

Reformation day

Heilsan, send 58 fólkum í morgun:

Have a most solemn Reformation Day, as you remember we are living in the last of the last days.
Luther was right: The pope is the anti-christ. Never more evident than today, 500 years later.
… Prepare to meet thy God … (Amos 4:12)
And remember: Jesus Christ is the ONLY NAME UNDER HEAVEN, whereby men must be saved. (see Acts 4:12)

Sjurdur.

Halgi Andin kann og vil læra teg at skilja hugsháttin í FKJ; men til tess mást tú vera viljugur at lesa



Hugsháttur (conjunctive mood) er í Grikskum, Týskum, Fronskum, Íslendskum, og hevur einaferð verið í Føroyskum, tí vit síggja enn leivdir av honum í Føroyskum. Í Føroysku King James Bíbliuni er hugshátturin risin upp aftur til lívs, fult og heilt. Guð gævi, at tú loyvirt tínum huga at rísa upp úr dvala, og loyvirt Halga Andanum at læra teg, ikki bara hugsháttin, men eisini ynskisháttin, og ókomna tíð. Nú, nú, sissa teg: kom yvir teg sjálvan, og lær teg okkurt nýtt, málsliga. Tað er als ikki so ringt. Tú ert ikki býttur; kom nú, gevst nú og sig tær sjálvum hasa lygnina. Álvaratos.

Og tit skulu kenna sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar. Jóhannes 8:32 FKJ.

Blindi hirðin í Glyvra kirkju er í ferð við at leiða fólkið út í avgudadýrkan við ikonismu, og má tí her avdúkast og kallast til umvendingar



5 ¶ Tá segði hann við meg, Menniskjusonur, lyft upp eygum tínum nú vegin ímóti norðan. So eg lyfti upp eygum mínum vegin ímóti norðan, og sí norðanfyri við portur altarsins hendan ástbrelnis-myndin í inngongdini.
6 Hann segði framvegis við meg, Menniskjusonur, sært tú hvat teir gera? enntá hinar miklu andstygdir sum hús Ísraels fremur her, at eg skuldi fara langt burtur frá halgidómi mínum? men vend tær enn og aftur, og tú skalt síggja miklari andstygdir.
7 ¶ Og hann førdi meg til dyrnar av forgarðinum; og tá ið eg hugdi, sí eitt hol í múrinum.
8 Tá segði hann við meg, Menniskjusonur, grava nú í múrin: og tá ið eg hevði grivið í múrin, sí ein hurð.
9 Og hann segði við meg, Far inn, og skoða hinar vondu andstygdir sum teir gera her.
10 So eg fór inn og sá; og sí hvørt skap av skriðkyktum, og andstyggiligum djórum, og allir avgudar Ísraels húss, avmyndað uppá múrin rundan um.
11 Og tað stóðu frammanfyri teimum sjeyti menn av hinum elligomlu Ísraels húss, og í teirra mittu stóð Jáazanjah Sjáphans sonur, við hvør maður sínum roykilsiskeri í síni hond; og eitt tjúkt skýggj av roykilsi fór upp.
12 Tá segði hann við meg, Menniskjusonur, hevurt tú sæð hvat hinir elligomlu Ísraels húss gera í myrkrinum, hvør maður í kømrum síns bílætarís? tí at teir siga, HARRIN sær okkum ikki; HARRIN hevur yvirgivið jørðina.
13 ¶ Hann segði eisini við meg, Vend tær enn og aftur, og tú skalt síggja miklari andstygdir sum teir gera.
14 Tá førdi hann meg til dyrnar á portrinum av húsi HARRANS, sum var ímóti norðan; og sí, har sótu kvinnur, grátandi um Tammuz.
( Ezekiel 9:5-14 FKJ)


Latið teir vera: teir veri seg blindir leiðarar av hinum blindu. Og um hin blindi leiði hin blinda, tá skulu báðir falla inn í veitina.
(Matthæus 15:14 FKJ)

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×